leygardagur 11. august 1979síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SKUT Ea AG
Nr. 62 — 11. august 1979
sosialurin
Sida5
Bátaeigari:
— Eg kenni
ta0 sum
Dánjal Jákup Jen-
sen, sum eigur út-
róðrarbátin Brim-
nes TG 13, hevur nú
fingið alt umborð á
bátin, sum Skipa-
sýnið krevur.
Tað eru skjótt 10
ár síðani Sofus Si-
vertsen á Skipasýn-
inum fyrstu ferð var
umborð á Brimnes.
Málið er nú hjá
sjórættinum.
Dánjal Jákup Jensen, sum
eigur Brimnes, sigur, at
hann kennir seg forfylgd-
an av Sofusi Sivertsen.
Hann heldur seg eisini
vita, hver orsekin til hetta
er.
Ein dagin summarið
1969 lógu tveir nybygdir
bátar á Tveroyri. Dánjal
J. Jensen sigur, at annar
av hesum bátunum lak so
illa, at hann var óbrúki-
ligur. Hin báturin var
bygdur á Tveroyri.
Dánjal J. Jensen:
— Eg kom av tilvild om-
an á keiina henda dagin og
sá báðar bátarnar liggja
har. Eg var stoltur yvir at
síggja tað góða handverk-
ið, gjørt á Tvøroyri, og
segði nakað soleiðis:
forfylging
Her nytist einki syn,
hesin båturin synar seg
sjálvur. Men tað hevði
verið stuttligt at vita,
hver hevur sýnað handa
bátin.
Eg meinti tá við hin ny-
bygningin, tann, sum lak
so illa.
Sofus Sivertsen var tá
staddur umborð á honum
og hoyrdi tað, eg segði.
Hann segði onki, men
nakað aftaná kom hann
fyrstu ferð umborð á
Brimnes.
Í landsrættinum
Tá Sofus Sivertsen var
umborð á Brimnes í 1969,
skrivaði hann ymiskt í
eftirlitsbókina, sum
manglaði umborð.
Í 1973 var Sofus Sivert-
sen aftur umborð á Brim-
nes og tá viðmerkti hann í
eftirlitsbókina, at krevini,
sum Skipasýnið setti í
1969, ikki enn vóru lokin.
Nekur ár seinni fekk
Dánjal J. Jensen eina bót
uppá 500 kr. fyri ikki at
hava gjert eftir boðunum
frá Skipasýninum. Hann
appelleraði, men lands-
rætturin staðfesti dómin,
og legði 250 kr. afturat
bótini
Og málið er ikki av
greitt enn. Nú er tað í sjó-
rættinum. Har var rættar-
Akkersljósið á Brimnesi.
— Eg ivist ikki i, at Brimnes er einasti bátur undir 20
tons í flotanum, sum hevur akkersljós, sigur eigarin,
Dánjal J. Jensen.
— Eg havi átt bát í 30 ár og ongantíð gjert nakran
skaða. Tað fellur mær ti tungt, at verða hagreiddur so-
leiðis av myndugleikunum.
fundur í síðstu viku og tá
upplýsti Dánjal J. Jensen,
at nú var alt umborð á
Brimnes, sum Skipasýnið
hevði kravt.
Brimnes lá í Vágsbotni
og hann bjóðaði sjórættin-
um umborð, men hetta
helt sjórætturin ikki vera
relevant.
Vildi ikki hava
Sofus umborð
Á rættarfundinum í síðstu
viku fanst ákærin at, at
Dánjal J. Jensen ikki hev-
ur viljað gjert sítt til at
fáa Brimnes sýnað.
Til hetta segði Dánjal J.
Jensen, at hann hevði
skilt tað soleiðis, tá málið
var fyri í rættinum fyri
einum ári síðani, at semja
var um millum partarnar,
at onkur annar frá Skipa-
sýninum skuldi sýna
Brimnes. Hann vildi helst
ikki síggja Sofus Sivert-
— Skipasýnið krevur, at eg skal hava tveir bjargingarringar umborð.
Hvat skal eg gera við tveir bjargingarringar, tá vit ongantíð eru fleiri enn tveir við
bátinum? spyr Dánjal J. Jensen. Hann nevnir til samanberingar, at á skipum, har 15
mans eru við, eru bert 5 bjargingarringar.
sen umborð har, segði
hann. Men tað vísti seg,
sum var tað bara hann,
sum vildi koma umborð.
Ákærin segði hinvegin, at
tað kundi ikki vera talan
um nakra slíka semju.
Ákærumyndugleikin hevði
ikki heimild til at binda
Skipasýnið til at gera so
og so, segði hann.
Tað bleiv eisini upplýst
á rættarfundinum, at
Skipasýnið brúkar tað, at
sami maður, sum av fyrst-
an tíð hevur sýnað eitt
skip, heldur fram við at
sýna tað. Hesum visti
verjin hjá Dánjali J. Jen-
sen hinvegin aftur. Hann
hevði kannað hetta og var
komin til tað úrslit, at
verri enn so í ellum førum
er sami maður, sum sýnar
eitt skip. Aftaná at Dánjal
J. Jensen hevði játtað, at
Sofus Sivertsen kund
koma umborð á Brimnes
og kanna, um krevini frá
Skipasýninum eru lokin,
útsetti sjórætturin málið.
Ikki sýnað
regluliga
Tað eydnaðist ikki at fáa
eina viðmerking frá Sofusi
Sivertsen. Hann hevði
summarferiu og er stadd-
ur uttanlands.
Berge Persson á Skipa-
sýninum sigur, at øll skip
niður í 5 tons koma undir
Skipasýnið. Men skip,
sum eru minni enn 20 tons
verða ikki sýnað regluliga.
Tey verða tikin hverja
ferð, nakað verður gjert
við tey, tá tey skifta
motor til dømis.
— Eru øll skip undir
20 tons sýnað?
— Tað skuldu tey verið.
Men tað eru skip, sum eru
keypt uttanífrá. Tað vita
vit tíverri og vit koma ikki
ellum til lívs. Men tað
kemur so við og við. Men
hesi skipini eru so í ellum
ferum sýnað niðri.
kring oyggjarnar
Politiið hevur
eyguni
við krekjarunum
Politiið í Eysturoynni
sigur, at teir hava
hoyrt graml um, at
laksur verður krektur
og stungin Millum
Fjarða og í Skálabotni.
Politiið hevur tí eyguni
við hesum steðum og
fólk, sum verða sædd í
ánni ella niðri við ósan
kunnu vænta, at poli-
tiið kemur at kanna,
hvat tey havast at.
Bert eitt hjól
skuldi útav —
men allur bilurin
fór
Endurgjaldskrav verð-
ur reist móti trimum
eysturoyingum og ein-
um breta, sum hósnátt-
ina lyftu ein persónbil
útav vegnum í Skála-
botni.
Teir, sum vóru kom-
nir í bilinum, vóru farn-
ir niðan í ánna Millum
Fjarða, tá hinir fýra
komu koyrandi fram-
við. Teir høvdu hug at
arga hinar eitt sindur
og lyftu bilin, so annað
afturhjólið fór út av
vegnum.
Men tað bleiv til
meira enn teir høvdu
ætlað.
Vegjaðarin helt ikki,
so bilurin fór allur út
av vegnum og legðist á
síðuna.
Politii3 í Runavík
hevur fingið fráboðan
um hendingina og upp-
lýsir, at teir fýra verða
kravdir eftir endur-
gjaldi fyri skaðan, sum
bilurin fekk. So tað
bleiv dýrt skemt.
Oljugrús í fyrsta
holið
Oljugrús verður nú
lagt á vegin av Húsum
norður í Villingardal —
gjegnum fyrsta berg-
holið á Kalsoynni.
Hetta er góð helvtin
av teininum millum
Húsar og Mikladal.
Nakrir mans úr
Mikladali arbeiða uppá
berghols- og vegagerð-
ina og nú meðan teir
saman við hinum, sum
arbeiða har, eru
summarfrí, leggja
nakrir aðrir oljugrús á
Ein arbeiðsvegur er
gjørdur í Villingardali
og teir eru byrjadir at
seta å tad næsta fjallid.
Hinumegin, i Ritudali,
verður eisini arbeitt.
Helikoptarin hevur
flutt eina gravkúgv og
ein kompressara hagar.
dals.
Fyrsta sethúsið í 40 ár.
Fólk flyta nú til Mikladals
Tað er longu farið at hava sína ávirk-
an, at vegur verður gjørdur til Mikla-
Áðrenn farið varð undir vega- og
bergholsgerðina í Kalsoynni, hoyrd-
ist av og á, at Mikladalur fór at avtoft-
ast, hendi ikki okkurt.
Hetta hoyrist ikki longur. Nú flyta
fólk til Mikladals. Og fyri fyrstu ferð í
40 ár eru eisini eini sethús bygd í
Mikladali. Tað er ein maður úr bygd-
ini, sum hevur verið í læru í Havn,
sum nú flytur heim aftur.
Eftir seinna krigg fluttu fleiri familj-
ur úr Mikladali. Nú ætlar ein av hes-
um familjum, sum búsetti seg í Klaks-
vík, at flyta aftur til Mikladais.