Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 63 — 15. august 1979 Niels Pauli av Steinum, bóndi á He i í Kollafirði: Livað sum millum hamar og ambolt Hevur bíðað í 44 ár at fáa garðin í festi Tað eru liðin góð 44 ár síðani Niels Pauli av Steinum av Velbastað fór norður á Heyggj í Kollafirði at taka sær av garðin- um har. ØIl hesi árini hevur Niels Pauli verið uppsitari á garðinum. Hóast nógv- ar royndir hevur tað ongantíð eydnast honum at fáa Heygsgarð í festi. Hann hevur tí altíð livað í óvissuni. Hevur livað í óvissuni øll 44 árini á Heygsgarði Í dag verður nógv skrivað og prátað um, at garðurin á Heyggi skal nýtast til royndarsteð og búnaðar- skúla. Sosialurin hevur verið norðuri í Kollafirði, har vit hittu Niels Paula av Stein- um og skiftu orð við hann. Niels Pauli er eingin ung- lingi longur, farin um tey 70, men er spelkin kortini. Til Noregs Niels Pauli hevur fingist við jarðarbrúk stersta partin av lívi sínum. Í 1929 og 1930 var hann á landbúnaðarskúla í Noregi — og komin aftur til Fer- oya fekk hann boðið arbeiði á einum stórum bóndagarði nærhendis Reykjavík í Íslandi. Niels Pauli tók av og var burtur- staddur í eitt ár. Norður á Heyggj Tá metti hann táverandi landslæknanum, Jógvan SR Zachariasen, sum heitti å hann um at fara noråur til Kollafjarðar at rekta Heygsgarð. Napoleon Djurhuus hevði havt garð- in, men hann var vorðin gamal og neyðugt var at fáa onkran annan at rekta garðin eftir hann. — Eg tók av tilboånum og fór norður á Heyggj í Kollafirði. Hetta var 1. januar 1935.Menn vóru ikki sert argir um, at eg sum fremmandur kom hagar. Eg vildi ikki troðka meg fram, gjerdi bert eftir áheitanini frá landslækn- anum, sigur Niels Pauli. Í ringum standi Garðurin var ikki í góðum standi. Tað skuldi leggj- ast nógv arbeiði og orka í garðin, um nakar vinning- ur skuldi fáast av honum. Tí fór Niels Pauli til verka. Fór at velta upp úr nýggj- um, tí gamli bøurin var ov lítil. Í fyrstani varð tað gjørt við handamegi, men seinni ' pløgdu teir við Kollafjardardalur. Pilurin vísur Heygsgarð rossi. Nu fingu teir meira fóður og møguligt var at økja um neyta- og seyða- talid. Økti seyda- og neytatalid Tá Niels Pauli kom til gardin var stødan tann, at seyðatalið var alt ov lítið og harumframt vóru bert nekur heilt fá neyt á garð- inum. Eftir stutta tíð fingu teir fulla seyðaskip- an á Heygsgarði, tilsam- ans 180 áseyðir. Heygs- garður, sum er 4 merkur, hevur í dag tilsamans 20 neyt. Jarðarlógin Í 1937-38 kemur nýggja jarðarlógin í gildi í Føroy- um. Tá hevði Niels Pauli vón um, at hann fór at fáa festibræv til garðin. Men so varð ikki. Niels Pauli greiðir sjálv- ur soleiðis frá: — Við nýggju jarðarlóg- Niels Pauli av Steinum, bóndi á Heygsgarði ini gjørdist garðurin leys- ur av landslæknanum, og tað almenna tók yvir garð- in. Eg vónaði at fáa garðin í festi. Hetta varð mær eisini játtað, men tað gekk so trekt at fáa nakað enda- ligt svar frá Jarðarráð- num. Nevndirnar skiftu og teir nýggju nevndarlim- irnir í Jarðarráðnum vóru nú ikki altíð samdir við teimum undanfarnu. Tískil havi eg mangan kent tað sum at liva mill- um hamar og ambolt, her á Heygsgarði. Skuldi fáa festibræv Niels Pauli sigur víðari, at hann miðskeiðis í 50-unum fekk at vita, at nú skuldi hann fáa festibræv uppá garðin. — Eg var á fundi i Jarðarráðnum. D. P. Dan- ielsen var formaður, minn- ist meg rætt. Jú, teir skuldu senda mær festi- brævið dagin eftir. Men