Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 1979síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 63 — 15. august 1979 sosialurin Síða 7 einki bræv kom. Tá eg so spurdi, nær brævið kom, fekk eg at vita, at menn nú hevdu broytt áskoðan um Heygsgarð. D. P. Daniel- sen vísti á, at garðurin skuldi brúkast til skúla- brúk ella okkurt annað hjá tí almenna. Klárt í Hoyvík Niels Pauli av Steinum vísur á, at tað í 1967 var klárt at útbyggja roynd- arsteðina í Hoyvík og somuleiðis at byrja búnað- arskúla. Hetta datt tó nið- urfyri, tí nakrir fáir per- sónar vóru ímóti hesum. Hesir menn ynsktu held- ur, at royndarsteðin varð legd norður til Kollafjarð- ar. Grundgevingin fyri hesum var, at Hoyvík ikki var egnað til endamálið. Spinnandi galið Vit spurdu nú Niels Paula, hvat hann sjálvur heldur # um ætlaninar at leggja royndarsteð og búnaðar- skúla norður á Heyggj. Niels Pauli: — Eg haldi lítið um hana. Eg haldi tað vera spinnandi galið. Tað eru nógvir garðar í Feroy- um, sum eru púra hjálpar- leysir, og sum eisini eru betri egnaðir enn Heygs- garður til endamálið. Heygsgarður ikki egnaður — Hvussu er tá Heygs- garður egnaður til roynd- arsteð? — Hann er ikki væl egn- aður. Her á Heyggi er av ringastu harðveðurspláss- um á vesturætt og har- afturat er her skuggasíða. — Roknar tú við, at teir koma norður á Heyggj við royndarsteðini kortini? — Nei, tað geri eg av- Teir hava 20 neyt á garðinum gjørt ikki. Eg rokni sjálv- ur við at fáa garðin í festi. Samdur við Hanusi — Hvat heldur tú um hin- ar báðar garðarnar, sum hava verið nevndir í hes- um sambandi? — Eg haldi, at teir eru væl egnaðir til endamálið. Øll Sandoyggin kann dyrkast og har kunnu vit fáa av tí besta gróðrar- lendi. Eg eri avgjert samdur við Hanus í Mið- stovuni um, at ein roynd- arsteð skuldi ligið har. Eisini haldi eg, at bygda- menningin eigur at vera havd í huga. Sama rætt sum aðrir — Heldur tú, at tú hevur rætt til Heygsgarð nú, eftir at hava verið bóndi har í 44 ár. — Eg meini, at eg havi rekt garðin so leingi, at eg má hava sama rætt til garðin sum aðrir kongs- bendur. Og tað haldi eg fast um. D. P. Danielsen upp í leikin — Hvussu sá Heygsgarð- ur út, tá tú kom til Kolla- fjarðar í 1935? — Har vóru tey gomlu sethúsini á Heyggi, sum vóru heilt ónýtilig. Har- umframt var ein kjallur. Einki fjós var á garðinum. Har var bert grivið eitt hol í jørdina undir sethúsun- um. Síðani havi eg bygt eini nýggj sethús og fjós. Fjósið er tó alt ov lítið sum er. Eg skuldi byggja fjósið 20 metrar langt og 9 metrar breitt, og hetta fekk eg eisini loyvi til frå Jarðarráðnum. Men tá kom D. P. Dan- ielsen upp í leikin og segði, at fjósið ikki skuldi vera Beurin til Heygsgarð liggur báðumegin vegin longri enn teir 14 metrar- nar. Hetta hevur volt mær nógvar trupulleikar, tí fjósið er alt ov lítið. Niels Pauli greiðir víð- ari frá, at hann harum- framt hevur bygt fleiri seyðahús, stigað fleiri seyðatraðir av, velt upp úr haga og hvert av sínum. Kundi havt stóran garð — Ætlar tú at velta meira upp úr haga? — Ja, tað ætli eg so av- gjørt, men eg eri líkasum lagdur upp í haft. Eg eri vísur í, at fekk eg garðin í festi, tá eg byrjaði her í Kollafirði, so vóru tað fáir bóndur í landinum, sum høvdu líka nógv mjólki- neyt sum eg kundi havt. Eg hevði nevniliga stórar ætlanir, tá eg kom higar, og eg hevði nógvar roynd- ir við mær heim úr Íslandi. Øll hesi árini havi eg so kortini livað í óvissuni. Bóndi í dag! — Hvussu metir tú annars umsteðurnar at vera bóndi í Feroyum í dag? — Tær eru ikki góðar. Myndugleikarnir hjálpa ov lítið til. Her hugsi eg serstakliga um framleidsl- una. Vit kundu verið sjálv- bjargnir við bæði kjeti og mjólk, men tað gongur alt ov striltið at náa á mál. Eg haldi at myndugleik- arnir áttu at verið meira lagaligir og givið stuðul til jarðarbrúkið. Nýggj amboð — Hvat eigur tá fyrst og fremst at verða gjert fyri at menna landbúnaðin sum vinnu? — Tað er sera átroðk- andi, at bóndurnir fáa nýggj amboð til at velta upp úr nýggjum. Hesi am- boð eru kostnaðarmikil. Ein vanlig gravkugv til at velta upp úr nýggjum kostar 200.000 kr. Stórar ílegur Síðani eru tað fjósbygn- ingarnir. Teir kosta eisini nógvan pening. Bert ein básur til eina kúgv kostar í miðal 30.000 kr., so her má ein skilja, at talan er um stórar ílegur, skal landbúnaðurin mennast. Ein lítil bóndi hevur ikki ráð til hesar ílegur, uttan hann fær stuðul. Her hugsi eg um, at bílig og langfreistað lán kundu hjálpt uppá steðuna. Í tí gamla Annars heldur Niels Pauli HHA—ÁMTMT1ÞW—WwWwW—wWwW—W—WwW—ÚTTAA|A|K||A|AA—A|||A|AA—A————— AA ——Á—ÁA——— av Steinum, at bóndurnir í Feroyum alt ov leingi hava livað í tí gamla. Teir flestu hava ikki viljað út- bygt garðarnar. Teir hava bert havt tær mjólkikýr, sum beurin kundi feða. Eisini hava teir havt seyðahald uppá tann gamla mátan. Skapa meguleikar sjálvir Tó sýnist nú at koma vend í. Tað er gott, at einstakir bóndur tora og vilja taka stig til at menna landbún- aðin, og hóast tað eru aðrir bóndur, sum evunda teim- um hetta. Vit mugu allir saman skapa teir meguleikar, ið vit og eftirkomarar okkara skulu liva undir í fram- tíðini, sigur Niels Pauli av Steinum at enda í samreðu við Sosialin. Niels Pauli fekk ikki loyvi til at gera fjósið nóg stórt. Í dag hevur hann stórar trupul- leikar av hesum > ØE OD