mikudagur 15. august 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 63 — 15. august 1979
ÍF niður-
pældi TB
Eftir dystin millum oddaliðini í fyrstu
deild, liggur IF nú fremst í kappingini um
foroyameistaraheitið
Ófantaligt veður.
ÍF, ÍF, ÍF... kom so
TB, TB...
Soleiðis ljóðaði í
Fuglafirði sunnu-
dagin. ÍF, ÍF
hoyrdist tó nógv
harðari enn TB,
TB, og gav hetta
eisini úrslit.
„Ársins
fyrsti
dystur< varð
landskappingar-
dystur í 1. deild, sum er
leiktur á nýggja vellinum í
Fuglafirði, skýrdur.
Veðrið var ikki tað besta
til fótbóltsleik. Tað oysti
niður alla tíðina, og vøll-
urin var eisini hareftir.
Stórir hyljar, sum tarnaðu
spælinum ikki sert.
Mál í fyrsta
álopinum
Í byrjanini av dystinum
var tað TB sum legði upp
til álop, og kundu lættliga
teir fyrstu fimm minutt-
4
Kunnu nú sjálvir avgera
um teir skulu vinna
fyrsta meistaraheitið
nakrantið í fyrstu deild
Aftaná sigurin móti oddaliånum TB sunnudagin, hevur ÍF nú
lagt seg á odda í kappingini í fyrstu deild
Staðan í fyrstu deild er
enn einaferð broytt. Fyrru
helvt av landskappingini
var tað ÍF, ið var á odda
við einum stigi, men stutt
undan summarsteðginum
kom TB fram um við ein-
um stigi, men sunnudagin
broyttist so steðan aftur.
IF vann tryggan sigur á
TB og nú eru teir aftur á
odda við einum stigi.
Avgera tað sjálvir
ÍF er nú í teirri stødu, at
teir í veruleikanum kunnu
avgera sjálvir um teir, fyri
fyrstu ferð, skulu vinna
meistaraheitið í fyrstu
deild og tað næsta meist-
araheitið í fótbóltssegu
felagsins. Einasta
meistaraheitið, ið ÍF eig-
ur, vunnu unglingarnir í
1975 og eru tað fleiri av
hesum leikarum, sum nú
leika á oddaliðnum.
Um ÍF vinnur allar teir
fimm landskappingardyst-
irnar, sum resta, eru teir
meistarar, men tað eru
torferir dystir, og ÍF kann
rokna við harðari mót-
steðu.
ÍF skal á heimavelli
meta havnarliðunum báð-
um, HB og B36, og á út-
velli KÍ, VB og MB og
ikki kann sigast at nakar
av hesum dystunum verð-
ur lættur og roknast kann
við, at serliga HB fer at
seta alt inn fyri at hevna
ósigurin frá í vår og teir
mugu eisini vinna um
meguleikarnir fyri at varð-
veita meistaraheitið fram-
haldandi skulu vera til
staðar.
Fleiri kunnu vinna,
men …
Teoretiskt kunnu fleiri lið
vinna meistaraheitið í ár,
men í veruleikanum má
roknast við at tað bert
verða ÍF, TB og HB, ið
fara at berjast um tað.
Øl] hesi trý liðini hava
fimm dystir eftir og vóru
dystir IFs torførir, so eru
teir hjá hinum báðum lið-
unum eins torferir.
TB skal á heimavelli
meta KÍ, VB og NSÍ og á
útivelli HB og B36 og tá
ein hugsar um »lokalupp-
gerið<, torføra HB-dystin í
Gundadali og dystin móti
B36, sum jú altíð hevur
havt serstakt tak á TB,
sæst at tað, eins og hjá ÍF,
kann gerast torfert at
vinna allar dystirnar og
vinnast skulu teir jú um
meistaraheitið skal til
Tveroyrar og ikki til
Fuglafjarðar ella Havnar.
HB, ið sjálvsagt berjist
fyri at varðveita meistara-
heitið, og helst íkki vil
síggja ÍF ella TB fara av-
stað við tí, hevur eisini
fimm torferar dystir eftir,
ja kanska torferari enn ÍF
og TB, tí HB restar jú
dystir móti báðum hesum
toppliðunum.
HB skal á heimavelli
meta TB og K* og á úti-
velli ÍF, NSÍ og MB.
Steðan
Aftaná dystirnar um viku-
skifti, ÍF-TB 3—1,
HB—B4( 3—1 og
VB—MB 1—1, er stødan
nú henda:
(Ein annar dystur í
fyrstu deild varð eisini
byrjaður í Klaksvík mill-
um KÍ og NSÍ, men varð,
orsakað av veðrinum,
steðgaður og verður hann
leiktur í kveld ístaðin.)
ÍF 9 20—6 15
TB 9 25—10 14
HB 9 30-13 13
B36 9 12—19 8
MB 9 16—18 7
VB 9 13-24 6
KÍ 8 12—19 5
NSÍ 8 7—26 2
irnar fingið okkurt máli.
ÍFararnir vóru haraft-
urímóti meira varnir, men
í fyrsta álopi teirra, fingu
teir mál.
Meinhard Dalbú bleiv
knappliga púra fríur einar
fimtan metrar frá målin-
um. Hann skjýtur eitt
hart skot móti málinum.
Per Strem hevði hondina á
bóltinum, men skotið var
so hart at bólturin sat í
netinum. 1-0 til ÍF tá bert
seks minuttir vóru leiktir.
TB-trýst
Nú kom rættiligt lív í
åskodarafjøldina. Men
sjålvt um ÍF fekk mål, so
vóru tað tó TBararnir,
sum steðugt trýstu. Teir
hevdu meginpartin av
spælinum restina av hálv-
leikinum, men mál kom
einki, fyrr enn Tróndur
Nolsee varð feldur í brots-
teiginum av Áka Peter-
sen, og dómarin demdi
brotsspark.
Brotssparkið tók Henn-
ing Sejstrup, og setti hann
bóltin í netið til 1—1.
Hetta hendi tá umleið
hálvur tími var leiktur av
dystinum. Sum sagt, TB
átti meginpartin av fyrra
hálvleiki, sum endaði við
1—1.
Seinni hálvleikur
Beinanvegin seinni hálv-
leikur byrjaði, sást at fugl-
firðingar ætlaðu at gera
meira um seg. Fyrstu
fimm minuttirnar gekk
spælið nekulunda javnt á,
men sum frá leið fekk ÍF
meir og meir fótin fyri seg.
ÍF hevði í fyrra hálv-
leiki mest spælt verju-
spæl, ella kanska trýstir
til verjuspæl av TB-álop-
unum, men nú vunnu teir
longu og longur fram á
miðvellin.
Samstundis gjerdust á-
lop teirra meira og meira
vandamikil, og tá eitt
korter var leikt av seinna.
hálvleiki fær ÍF sítt næsta
mál. Birgir Thomsen
verður leysur í vinstru
síðu, og sendir bóltin í
netið dygst við stongina.
2—1. ÍF, ÍF, ÍF... Rópini
frá áskoðarunum settu
enn meira ferð á fuglfirð-
ingarnar.
IF yvirvåg
ÍF fekk nú rættiligt tak á
dystinum og teir hevdu
fleiri sera vandamikil álop.
Men annaðhvert fór bólt-
urin við síðuna av, ella
bjargaði TB-málverjin,
Per Strem. Tó, hetta
trýstið mátti enda við ein-
um máli afturat.
Tá eitt korter var eftir
av dystinum, fær Birgir
Thomsen enn eitt mál. Ein
langur bóltur kemur inn í-
móti málinum í vinstru
síðu. Birgir er har, og
»headar« hann bóltin á
stongina og inn í málið
1—3 til ÍF.
ÍF átti ruddiliga seinna
hálvleik, og vóru álop
teirra vandamiklari enn á-
lop tverámanna. Hetta
gjørdi at ÍF vann stór-
dystin í Fuglafirði sunnu-
dagin.
Lýsing
Sekt verður eftir skrivstovukvinnu til
Útvarpið.
Løn sambart sáttmála millum
Landsstýrið og Starvsmannafelagið.
Umsókn verður at senda til Útvarp
Føroya í seinasta lagi 1. september
1979.
UTVARP FØROYA