leygardagur 18. august 1979síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 64 — 18. august 1979
Erlendur fekk ikki
sosialurin
farloyvi i fyrstu syftu
Tað gjørdis ein sannur ruduleiki, tå umsóknin um farloyvi frá
Erlendi Paturssyni fall á tingfundi hóskveldið. Tjóðveldismenn
gjordust helst firtnir og Heðin Klein legði ikki uppskotið um
stuðul til fiskivinnuna fram!
Á tingfundi hóskveldið
fall ein áheitan frá Erlendi
Patursson um farloyvi í 14
dagar, meðan hann er
burturstaddur í
almennum erindum.
Tá atkvett varð um
málið vóru bert 15 atkveð-
ur fyri. Sostatt fekk Er-
lendur Patursson ikki far-
loyvi í fyrstu syftu.
Á havrættarstevnu
Erlendur Patursson lut-
tekur í hesum degum á
havrættarstevnu í USA
sum formaður í marknað-
arnevndini, men spurning-
urin hevur tikið seg upp,
um marknaðarnevndin í
heila tikið situr og um Er-
lendur Patursson hevur
heimild at fara í erindum
fyri marknadarnevndina.
Hesin spurningur varð
reistur á tingfundi í hini
vikuni. Legtingsformað-
urin, Agnar Nielsen,
hevur latið málið kannað.
Situr ella ikki?
Á tingfundinum hóskveld-
ið upplýsti Agnar Nielsen,
at landsstýrið hverki hev-
ur sent Erlend Patursson
avstað, ella visti um ferð
hansara.
Tað gjørdi haraftur-
ímóti = landsskrivstovan,
og hava legfreðingar á
henni givið eina frágreið-
ing og metan, um markn-
aðarnevndin situr ella
ikki.
Í frágreiðingini verður
m.a. sagt, at tann gamla
marknaðarnevndin helst
hevur heimildir og situr til
nýggj nevnd er vald.
Eingin
valsamgonga
Hesum mótmælti Pauli
Ellefsen. Hann segði, at
marknaðarnevndin hevði
verið saman og var tá
samd um, at hon sat ikki
longur.
Eisini vísti hann á, at
tann valsamgonga, sum
hevði valt Erlend Paturs-
son til formann í nevndini,
fanst ikki í løtuni.
Annars mælti Pauli
Ellefsen frá at atkveða
fyri áheitanini frá Erlendi
Patursson.
Síða 3
Við atkveðugreiðsluna at-
kveddu bert samgongu-
tinglimir fyri, men av tí at
tríggir tingmenn, Sverri
Midjord, Andreas P. Ja-
cobsen og Haldur Hansen,
ikki vóru á fundi og Óli
Breckmann annars varð
sitandi, var ikki nóg mikið
av atkveðum — bert 15 og
tað er ikki helvtin av ting-
mannatalinum. Sverri
Midjord og Andreas Ja-
cobsen vóru júst farnir til
Suðuroyar.
Líkt var hóskveldið til,
at áheitanin fer at verða
løgd fram aftur á ting-
fundi týsdagin í næstu
viku eftir at marknaðar-
nevndin er vald av nýggj-
um.
Steðgaði
framleguni
Men í fyrstu syftu fekk
atkveðugreiðslan ta av-
leiðing, at landsstýrismað-
urin í fiskivinnumálum,
Heðin Klein, ikki legði tey
fráboðaðu uppskotini um
stuðul til fiskivinnuna
fram á tí tingfundinum,
men ynskti at fáa fram-
leguna útsetta til óásetta
tíð. Hesi = uppskotini
skuldu so leggjast fram á
tingfundi í gjár.
Kvalifiseraður
meiriluti
Annars kann viðmerkjast,
at treytin fyri, at Erlendur
Patursson nú kann fáa far-
loyvi, er hon, eftir at málið
er fallið einaferð í legting-
inum, at kvalifiseraður
meiriluti atkveður fyri.
Og t.v.s. 3/5, sum eru 20
tingmenn. Við eðrum orð-
um skal samgongan hava
hjálp úr andsteðuni, við
tað at samgongan bert
telur 20 limir og Erlendur
Patursson er jú burtur-
staddur. Roknað varð hós-
kveldið við, at Hilmar
Kass úr sjálvstýrisflokk-
inum fór at atkveða fyri.
Eisini ynskti formaður
tjóðveldisfloksins, at
næsti maður á listanum
tók sæti á tingi, men í
fyrstu syftu kom Ingrid
Sondum so ikki á ting.
1400 born
i Zarepta
i summar
Ikki færri enn stívliga
1400 bern úr ellum Feroy-
um hava í summar luttikið
í legum í Zarepta á Vatns-
oyrum. ;
Hetta er t6 ikki met. I
fjør luttóku yvir 1500
børn i summarlegunum,
sum skipað hevur verið
fyri á hverjum ári síðan
tey fyrstu húsini vórðu
bygd fyri 12 árum síðani.
Umframt barnaleguna
hevur eisini ein sokallad
familjulega verið hildin í
summar. Á henni luttóku
35 hjún við 80 bernum.
Vanligt hevur eisini verið
at skipa fyri ungdómsleg-
um um summarið, men
hendan er nú løgd til aðrar
árstíðir.
340 fólk
Summarið er við at vera
av og mánadagin fara
SÚ
hevur aðalfund mánakveldið
3. sept. 1979 kl. 20.00.
Fundarstaður verður lýst-
Dagsskrá samb. lógini.
NEVNDIN
bernini í skúla aftur. Hesa
síðstu vikuna hava 250
bern verið á Zarepta, og
saman við hjálparfólkum,
vaktarfólkum, starvsfólk-
um og leiðarum hava heili
340 fólk búð á Zarepta
hesa vikuna. .
Tad hevur latid seg
gjørt at hava øll hesi
fólkini eftir at tað nýggja
húsið varð tikið í brúk.
Farið varð undir at
byggja hetta húsið í 1976
og var tað liðugt í 1978.
Ein av fyristeðumonnun-
um, Páll Poulsen, upplýs-
ir, at tað so at siga bert
varð bygt við sjálvbodnari
hjálp.
Tað einsta, sum varð út-
goldið í len, fór til hann,
sum stoypti húsini og
snúði tað seg um 25.000
kr. Tá tók hann sær ongan
vinning, men bert leigu
fyri maskintól. Annars eru
húsini fíggjað við gávum
frá limum í breðrasam-
komuni.
Nógv ítriv
Økid rundan um Zarepta
er helst eitt tað besta og
stersta spæliplássið í land-
inum. Har er fótbóltsvell-
ur, reiggjur og tílíkt, hylur
til kanorógving eins og
bátar eru til taks at rógva
í á Servágsvatni. Haraft-
urat kemur innandura
svimjihylur.
Kanorógvingin fer fram
Á Vatnsoyrum liggur helst tað besta og stersta spæliplássið í landinum.
í eini tjørn, sum er byrgd
upp við ánna. Kanoirnar
eru úr plastikki.
Seksmannafar eftir
gamlari tekning
Á vatninum hava bernini
eitt nýbygt seksmanna-
far at rógva í. Tað áhuga-
verda við hesum
bátinum er, at hann er
bygdur eftir einari gaml-
ari bátatekning. Haraftur-
at hevur hann alt tað sum
einum báti hoyrir til.
Tað er Símun Johan
Wolles á Eiði, sum hevur
bygt bátin. Eisini hevur
Símun Johan verið á
Vatnsoyrum og greitt frá,
hvat tað ymiska í bátium
eitur, hvussu farið verður
um tað ymiska og eisini
hevur bátabyggjarin víst,
hvussu siglt verður við
seglum. Sostatt er stórt
mentanarligt virði eisini
knýtt at bátinum, sigur
Páll Poulsen.
Kappróður í Kollafirði
Kappróðurin á bygd-
arstevnuni í Kolla-
firði verður í morgin
kl. 15.
Bátarnir liggja í
hesi talrødini
rógva í hesi
fylgju:
og
rað-
5-mannafer gentur
1. Ritan
2. Svanur
3. Sílið
4. Tjaldrið
5. Junkarin (manning
úr Kollafirði)
6. Báran
Gomul 6-mannafer
1. Greivin (manning úr
Kaldbak)
2. Falkur (manning úr
Kollafirði)
3. Comet
6-mannafer
1. Kollfirðingur
2. Hvessingur
3. Hósvíkingur
4. Gongurólvur
5-mannafer dreingir
1. Tjaldrið
Havfrúgvin
Svanur
Junkarin (manning úr
Kollafirði)
Báran
. Sílið
„ÁN
2
Gomul 6-mannafør
(old girls)
1. Comet
2. Falkur (manning úr
Kollafirði)
6-mannafør (old girls)
1. Hvessingur
2. Kollfirðingur
8-mannafør
1. Oyndri
2. Leirvikingur (manning
vid postmonnum)
3. Ørvur
4. Vikarbåturin
5. Kvivikingur
10-mannafer
1. Skálabáturin
2. Havnarbáturin
3. Eysturoyingur (mann-
ing úr Kollafirði)
4. Nólsoyingur
5. Norðingur
Allir bátarnir rógva
1000 m, og leygarkveldið
millum 19.00 og 21.00
verður tikið ímóti bátun-
um í bátahylinum.