Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. august 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 kring oyggjarnar Kjartan er framvegis býráðsskrivari Tórshavnar býráð hevur ikki sekt eftir nýggjum skrivara í staðin fyri Kjartan Kristiansen, sum hevur sagt starvið frá sær. Kjartan Kristiansen skuldi fara úr skrivarastarvinum 30. juni, men hann hevur játtað at halda fram til ein annar er settur. Petur Christiansen, borgarstjóri, upplýsir, at fíggjarnevndin hjá býráðnum arbeiðir við at finna fram til, hvussu lýsingin eftir einum nýggjum skrivara skal ljóða. Av tí at kommunan er vaksin so nógv í seinastuni, er ikki heilt greitt, hvussu umfatandi skrivarastarvið skal vera í framtíðini. Tað hevur ljóðað og eisini verið framfert á býráðsfundi, at orsekin til, at býráðsskrivarin segði upp, var tann, at hann vildi hava starvið broytt til eitt hægri starv, tað sum samsvarar »kommunaldirektør« í Danmark. Hetta avsannar Petur Christian- sen: — Tað er hverki komið nakað krav ella ynski frá býráðsskrivaranum um hetta. Tað eru heldur ongar ætlanir um at gera skrivarastarvið til eitt komm- unustjórastarv. Byrja skúlaárið úti á havinum Mánadagin fara 12 sterri nýtslu av slupp- næmingar úr fram- ini haldsdeildunum í Havn út við sluppini West- ward Ho. Tey skulu vera fyrstu vikuna av skúlaárinum til skips. Tað er Lions Club Westward Ho verður henda túrin mannað við skipara frá Tórs- havnar havn, besta- manni frá sjómans- skúlanum og Eystur- skúlin, Venjingarskúl- in og Kommunuskúlin hava hver sín lærara í sjómansskapi umborð. Tórshavn, sum leggur tiltakið til rættis, og har vóna teir, at til- takið fer at elva til enn Útbúgvingargrunnur Føroya Fiskasølu Ur hesum grunni kann veitast styrkur til utbugv- ing av fólki innan fiskivinnu, bæði á sjógvi og landi, og innan umsiting Umsóknir við frágreiðing um royndir og úrslit higartil og útbúgvingarætlanir verða at senda Føroya Fiskasølu, 3800 Tórshavn, fyri 1. oktober 1979 Umsóknarblað fåast við at venda sær til Føroya Fiskasølu, box 68, 3800 Tórshavn sosialurin Nr. 64 — 18. august 1979 Ein rættvis indoktrinering er neyðug — skulu vit hindra vøkstrinum av ferðsludráp- um, sigur Atli Jensen á Bileftirlitinum — Tað er neyðugt við ein- um formi fyri rættvísari indoktrinering í fólkaskúl- anum, skulu fólk gerast meiri vitandi um, hvussu tey eiga at bera seg at í ferðsluni. Hetta er einasta gongda leið, skulu vit hindra vøkstrinum av ferðslu- drápum. Tað er Atli Jensen, leið- ari á Bileftirlitinum, sum sigur hetta. Hansara royndir gjøgn- um 20 ár eru tær, at mynd- ugleikarnir ikki hava havt eyguni opin fyri ferðslu- frálæru og upplýsing. Tað hevur verið torfert at fing- UMHVORVI (avmerking, mjørki, hálka autoverja o.a.) Ílaga: 5 mill. kr. Part av skyldini: 4% MENNISKJA iløgur: 1 mill. kr. Part av skyldini: 90% ið myndugleikarnar at skilja, hvussu stóran týdning hetta hevur. Men nú er væntandi ein bati á veg. Atli Jensen nevnir í hesum sambandi Ráðið fyri ferðslutrygd og at ferðslufrálæra nú hevur vunnið innum skúlagátt. — Feroyingar hava lyndi til at síggja ferðslu- óhapp sum nakað, ið hoyr- ir til, og tí góðtaka vit tey. Men tað er hetta, sum vit mugu reisa okkum móti. Vit mugu reisa okkum og siga, at vit góðtaka ikki, at nógvar ferðsluvanlukk- ur henda, sigur Atli Jen- sen. VEGIR Íløgur: 100 mill. kr. Part av skyldini: 3% > AKFØR iløgur: 100 mill. kr. Part av skyldini: 3% Ein talmynd, sum visir iløgurnar i ferdsluni i Føroyum. Minst verdur brukt til frålæru og upplysing, hoast menniskjað er atvoldin til 90% av ferðsluóhappunum Mugu vita hvi Atli Jensen leggur stóran dent á, at fólk blíva moti- verað til at fylgja ferðslu- lógini. At man gevur fólki grundir fyri at halda tað, sum lógin ásetur. Hetta kann m.a. gerast við rætt- vísari indoktrinering, bygdari á juridiskum, tekniskum og mannarætt- indarligum grundalag. — Mannarættindarligum? — Ja, eg meti tað sum eini mannarættindi at kunnu ganga úti, uttan at vera í vanda fyri at blíva yvirkoyrdur. Er tað ov lætt at fáa koyrikortið? — Vit skapa ikki nakra ferðslumentan á koyri- skúlanum. Grundarlagið má leggj- ast longu í heimunum og skúlunum. Verður tað gjørt, hava fólk eitt gott steði at byggja á, tá tey skulu taka koyrikort. — Er aldursmarkið ov lágt? — Tað er ikki realistiskt at hækka aldursmarkið. Tað er rímiligt, at tann, sum fyltur er 18 ár, slepp- ur at koyra bil. Atli Jensen heldur av- gjørt, at ferðsludráp og -vanlukkur, hendar í Fer- oyum, eiga at brúkast í ferðslufrálæruni í fólka- skúlanum. Onnur kunnu læra av teimum mistek- um, gjørd eru, verða tey sett fram og viðgjerd á sakligan hátt. Sjey fólk hava í ár latið liv á teimum før- oysku vegunum. Fýra ferðsluóhapp hava kravt hesi mannalívini. Tann beinleiðis orsekin til óhappini var skila- leys koyring. Tað verður ofta tosað um deyðsfellur í ferðsluni, men tað er ikki har, tey álvars- ligu óhappini henda. Síðani 1970 hava 49 fólk latið lív í ferðsl- uni í Feroyum. Tað eru 5,4 í miðal um ár- ið. Í mun til fólkatalið er hetta talið hægri enn í grannalondum okkara. Tað verður vanliga roknað við, at fýra ferðir talið av dripn- um í ferðsluni gerast avlamin eftir ferðslu- óhapp. Sostatt hava uml. 200 fólk í Feroyum fingið álvarsligt var- andi mein av ferðsl- uni í 70-árunum. Børn í livsvanda Atli Jensen leggur aftur- at, at tad er av ikki minni tydningi at åvirka teir, sum leggja landsvegir gjøgnum íbúðaeki. Har hetta verður gjert í eðrum londum, verður tað gjørt við serligum um- hugsni og fyriliti. Miðvág- ur, Sandavágur, Streym- nes, Getugjógv og Glyvr- ar, verða nevndar í hesum sambandi, sum sera vandamikil stød. Børnini i hesum bygd- um eru i livsvanda hvønn einasta dag. Vit spyrja at enda Atla Jensen, um vit nakrantíð koma so langt, at ferðslan ikki krevur fleiri manna- lív. — Vit eiga at kunna sleppa undan so at siga øllum ferðsludrápum. Og sjálvandi er tað endamálið hjá okkum, sum arbeiða við hesum. Í síðstu viku doyðu triggir menn, tá ein persónbilur skuldi taka seg framum ein annan. Ferarin hevði ongan møgu- leika at klára yvirhålingina og kom undir høgra framhjól á einum mótkoyrandi lastbili. Bremsusporini hjá lastbili num vóru 22 metrar. Hetta hendi 300 metrar sunnanfyri Meginskúlan á Sandi. Í góðum sýni og á snórabeinum vegi. Teir tríggir, sum lótu lív, vóru allir úr Skopun. Kisturnar fóru suður við Trónda sunnudagin.