leygardagur 18. august 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
St Kilda:
Ein avbyrgdur
heimur
eftir Hans Thomsen
St. Kilda-búgvar hevdu ongantíð
áður sæð ein dampara. Tey fóru al-
goyst rennandi heim í prestagarðin
at siga presti frá, at eitt skip, »sum
eldur var i«, nærkadist.
Tå hornorkestrid setti å at spæla,
flýddu St. Kilda-búgvar til fjalls.
sosialurin
Nr. 64 — 18. august 1979
upp i leikin
Hildu til fjalls
Tad var fyrsti damparin,
St. Kilda-búgvar nakran-
tíð hevdu sæð, tá >Vul-
can« úr Glasgow kom
grevandi inn á Village
Bay Olavsøkuaftan 1838
stúvstappaður av ferða-
fólki og einum hornor-
kestrið umborð. Fólk fóru
algoyst rennandi heim í
prestagarðin at siga
presti, Neil Mackenzie,
frá, at eitt skip, >sum eld-
ur var i«, nærkaðist. Tá
hornorkestrið setti í at
spæla, flýddu St. Kilda-
búgvar til fjalls. Fólk inni
á meginlandinum vóru so
við og við komin eftir, at
til var eitt einsligt fjarbýli
í bretska ríkinum og
gjørdust nú altrí eftir at
vitja St. Kilda.
Alla 18. og fyrst í 19.
eld, tá hetta at ferðast
varð hildið at vera besti
mátin at vinna sær kunn-
leika og víðka sjónarring-
in, vóru tað bert nekur fá,
sum gjørdu ta mangan
hættisligu ferðina út á St.
Kilda í opnum bátum ella
skemtiførum. Hesir fyrstu
ferðamenninir funnu eitt
hendinga búpláss, sum í
øldir hevði ligið avbyrgd
frá siðmenningini aðra-
staðni. Men henda Ólav-
sekuaftan í 1838 upplivdi
ein sterri fólkahópur St.
Kilda á fyrsta sinni. Ein
ferðamaður = umborð á
>Vulcan< varð so hugtik-
in, at hann skrivaði til ein
vinmann: >Nú eri eg, Gud
havi lov, til endans komin
til evsta land, St. Kilda,
tað plássið í øllum ti
bretska heimsveldinum,
sum mær hevur longst
mest eftir at síggja, og alt
tað, eg frammanundan
hevði hoyrt um hesar
oyggjar, er ikki ímóti
helvt av ellum tí, sum eg
upplivdi har«.
Tidin hevði staðið still á
St. Kilda í øldir. Oyggjar-
nar vóru ein leivd av einari
gamlari lensskipan, sum
fyri langari tíð síðan var
burturdeyð inni á megin-
landinum. Og tað sama
var við fólkinum. Málið,
tey tosaðu, var eitt logið
fyribrigdi av gæliska mál-
inum og eingin visti at
siga, hví so var. Hetta var
eitt bjargafólk, sum vann
sær lívsútkomuna av øll-
um tí sjófugli, sum so
nógv var til av í oyggjun-
um. Og summi fuglasløg-
ini vóru einans til á St.
Kilda: t.d. var havhesturin
ikki til nakra aðrastaðni í
bretsku oyggjunum uttan
harúti til miðjuna av 19.
eld. Hesar klettaoyggjar
vóru evsta land, og strond
hómaði tú onga aftur, fyrr
enn tú komst til Amerika.
Í tíðini aftaná at Darwin
hevði givið út bók sína,
»On the Origin of the
Species« (um upprunan av
kynssløgunum), vaks hug-
urin hjá fólki til at kanna
tað náttúrliga og frum-
kenda. St. Kilda kom at
standa fyri Bretum sum
eitt »evsta Thule«, har tey
dámligu villu búðu.
Vildu síggja
nakað sjáldsamt
Til miðjuna av 19. eld
vóru tey flestu ferðafólk-
ini ríkfólk, sum fóru út á
Turistar vóru grammir at lata seg avmynda úti á St.
Kilda, so teir høvdu tað at reypa av, tá teir komu heim-
aftur, at teir høvdu vitjað fjarskotnasta og frumkend-
St. Kilda við skemtiførum,
tey sjálvi áttu. Ein vitjan
á St. Kilda varð vanliga
hildin at vera høvudshend-
ingin á einari makligar
summarreikferð millum
skotsku vesturoyggjar-
nar. Tá komið var út í
1830, varð St. Kilda vitjað
regluliga í juni, juli og
august á hverjum ári.
Í juli mánaða 1860 vitj-
aði hertogin av Atholl St.
Kilda við herskipinum
HMS »Porcupine«. Tey, ið
við honum vóru, gjørdust
ovfarin, tá hertogin segð-
ist vilja hava sama mat at
eta, sum tey ótu á St.
Kilda. Hann sat so eitt
heilt kveld inni í húsunum
nr. 9 í »Main Street<, har
Norman Macdonald budi.
Seytjan år seinni vistu
oyggjabugvarnir fram-
vegis å hesi hus, har ein so
mætur hevði verið á gátt.
Hevdu hálm
at liggja á
Men tað vóru ikki allir
ferðamenn, ið eins og her-
togin av Atholl, hevdu so
glæsilig for at ferðast á.
Tá ið George Atkinson
gjørdi av at vitja St. Kilda
í juni 1831, fóru hann og
asta partin av bretska ríkinum
ST. KILDA: .…
Damparin kemur
teir átta ferðafelagar
hansara við einari jollu,
sum var átjan føtur til
longdar. Tríggir raskir
menn av Harris vóru báts-
skipan. Okkara bátur var
lítil, tá hugsað verður um,
hvussu langur teinurin
var, hann mátti fara um
opið hav«, skrivaði hann,
men viðurskiftini úti á St.
Kilda eru nú einaferð so
vorðin, at bert hann er
nakað lágur í ættini,
kemur so nógv havalda
inn á víkina, at antin má
farast við skipi, sum tolir
allan sjógv, ella eisini við
báti, sum er so mikið lítil,
at til ber at draga hann
upp, meðan tú ert harúti.
Tí var tað, at vit valdu
hetta seinna«.
Ein vinmaður, sum
hevði gjørt hesa ferð áður,
ráddi Atkinson til at hava
nekur tjúkk teppi og
nakrar koddar við sær, av
tí at tier máttu sova á
ferðini og hetta bert var
opin bátur. Eisini hevdu
teir við sær fimm fløskur
av whisky, eina tunnu av
vatni, ein sekk av havra-
mjeli, nakað av kókaðum
kjøti og havramjølskøku
til ta longu ferdina. »Vit
høvdu fylt bakskutin við
hålmi at sova å«, skrivadi
Atkinson, »og høvdu eld i
einum — jarnpotti har
frammi. Soleidis utgjørdir
fóru vit væl hyrdir út á
hesa ferð okkara til St.
Kilda, sum vit hevdu
hoyrt so nógvar frásagnir
um og serliga, hvussu
ringt tað skuldi vera at
lenda harúti. Tað vóru tí
eisini glómur í Harris-
búgvum, tá vit hildu
avstað og vit sóu á teim-
um, at teir mundu hava
lítlar vónir um, at vit
spurdust afturiaftur«.
Damparin broytti
alt
Men alt hetta broyttu
dampararnir, tå teir komu
i nytslu. Nu slapst longur
vid størri tryggleika. Tad