leygardagur 18. august 1979síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 64 — 18. august 1979
sosialurin
74
var fram um alt damp-
maskinan, sum gav ti
bretsku midalstættini
meguleikar at koma út at
ferðast og síggja seg um
fyri so lágan prís, sum
eingin higartil hevði
droymt um. Sjálvt tær
lægstu stættirnar hevdu
nú fingið lógásettan rætt
til summarfritid vid løn á
fyrsta sinni og hættadu
sær nu eisini ut at ferdast
sum onnur fólk. Ferða-
mannaferðirnar út á St.
Kilda tóku rættiliga dik á
seg, tá reiðarin John
McCallum við lýsingum í
blødunum beyð fólki væl-
komnum at ferðast við
skipi hansara »Dunara
Castle« út í »tær romant-
isku vesturoyggjarnar og
ta avbyrgdu St. Kilda«.
Fyri 9 sterlingspund
slapst tú at búgva í egn-
um kamari umborð og tá
var allur kostnaður írokn-
aður fyri teir tíggju dagar-
nar, sum ferðin vardi. Nú
fingu so vanlig fólk høvi
til å fyrsta sinni at gera
hesa ådur so hættisligu
ferð undir tryggum um-
stødum og vid øllum hent-
leikum.
Men mangan sluppu
heldur ikki tey, sum ferð-
aðust við dampara, upp á
land á Hirta fyri brimi,
men hetta tóktist bert at
hava við sær, at hesar fjar-
skotnu oyggjar drógu
uppaftur meira at sær. Og
sluppu tey upp á land, var
hetta ikki sum at siga tað
hjá hesum býarfólki, sum
nóg illa dugdu at fóta sær
á tí hálu helluni. Lady
Mackenzie var eitt sindur
hám, tá hon í 1853 var úti
á Hirta.
>Mær hevði verið sagt,
at har bert skuldi vera ein
lítil, flatur steinur, sum
stígast kundi å«, skrivaði
hon, »og at St. Kilda-
búgvar síðani vildu syfta
meg upp á land, men reiði-
liga so er har ikki vorðið.
Har munnu vera einir 20-
30 metrar av strond, men í
einum stað er frægari enn
aðrastaðni, men kortini
minni enn so gott at
ganga, tí ell hellan er av-
takin við hálum tara-
vekstri, so illa slepst
undan at detta so bar-
long«.
Ikki fyrr enn i 1906
fingu tey å Hirta eitt
skapilsi av atløgubryggju,
men sjálvt tá máttu
dampararnir liggja 1/4
fjórðing úr landi og skjótt
varð, at St. Kilda-búgvar
sóu sær ein fyrimun í at
rógva ferðafólk í land av
skipunum. Afturfyri fingu
tey ein skilling frá hverj-
um. Men sjálvt henda
stutta ferðin í lítlum ára-
báti kundi vera í so
hættislig, fyri ikki at tala
um at lenda, tí hetta var
ein tíð, tá damurnar
brúktu skjúrt, sum
rukku niður á skógv og
spanskar vóru tær eisini í
medferð, so hetta var
mangan ein framsýning,
sum ikki gjerdist so yndis-
lig, sum hesar fínu damur
hevdu ynskt.
>Tað hendi mangan, tá
nakað var at í sjónum,
skrivar Mary Cameron,
»at ferðafólk vóru at
kroppi av sjóroki, tá tey
stigu fótin á Hirta og tá
mátti mamma fáa teimum
turr klæði at skifta vid«.
Hjá trúboðaranum og
konu hansara var tað dag-
ur í viku, tá damparin
legði inn á víkina, tí tá
fingu tey at frætta tíðindi
innan av meginlandinum.
»Einaferdina«, skrivar hon
í sínum endurminningum,
„stóð brådliga ein eldri
kona í durinum. Hon var
igjøgnum og mamma
leiddi hana innar og fekk
henni klæði at skifta við,
til hennara egnu vóru turr
aftur. Hin gamla læt illa
at ferðini í árabátinum.
Hon segði skiparan á
damparanum hava spurt
seg, um hon var resk á
sjónum, og hon hevði so
andbráð svarað, at tað
skuldi so verið, hon, sum
hevði siglt allan knettin
runt. »Gaman i, fråan«,
hevði hann svarað henni
aftur, >men lítið vita
tygum um, hvussu vorðið
er á St. Kilda!««
>Tað fyrsta, sum er at
gera<, helt John Ross
ráðisliga fyri við fólk, sum
ætlaðu sær út á St. Kilda,
„er fyrst tit stíga fótin á
land at taka í hondina á
ollum, tit møta«. Konu-
fólkini á Hirta plagdu
altíð at standa á rað eðru-
megin við niðri við lend-
ingina og menninir hinu-
megin. »Og leggið purt
einki í allan ridilin av
hundum“, helt Ross fram,
„teir fara at elta tykkum
allan vegin niðaneftir,
men teir goyggja verri enn
teir bita«. St. Kilda-búgv-
ar vóru ógvuliga varnir.
»Teir talaðu ikki«, minnist
Willie Clelland, sum starv-
aðist sum yvirhovmeistari
umborð á >Dunara Cast-
le«. >Tú mátti fyrst siga
okkurt sjálvur, tey vóru
ónáttúrilga smæðin, ser-
liga konufólkini og bern-
ini«.
Toldu ikki
pengaspilluna
Sum frá leið vórðu kanska
ongar aðrar oyggjar í
heiminum so tíðum av-
myndaðar sum St. Kilda.
Fyri pengar fingu tey
fremmandu ferðafólkini
konufólkini á Hirta at
taka rokkarnar út í tún og
har standa og spinna,
meðan hini tóku tey av við
foto-tólunum, og íkki
Damparin er komin vid ferðafólki. Ferðamannatíðin á St. Kilda var stutt, vardi bert frå juni og august mánaða út.
Sum frá leið tóku St. Kilda-búgvar at líta á hesa inntøkukeldu, sum kortini bert kom at roynast stokkut
vardi leingi, fyrr enn St.
Kilda-búgvar komu eftir,
at hetta, at lata seg av-
mynda, var góð innteku-
kelda. Har komu eisini
nógvir serútbúnir mynda-
takarar út í oyggjarnar,
og heimafturkomnir nýttu
teir fotomyndirnar til at
prýða bekur við, sum
skrivaðar vórðu um St.
Kilda.
Ferðafólkini guldu í
hondina fyri tað, sum
bygdin hevði at lata. T.d.
loysti tað seg nógv betur
hjá bygdarfólkinum at
lata teimum teirra tweed-
klæði heldur enn at senda
til til Glasgow ella at lata
faktorinum tað.
Men samstundis fylti
hetta nógva ferðafólk við
ellum pengunum fólkið á
St. Kilda við innanmein-
um. >Tær nýtist ikki at
hava verið leingi úti á
Hirta, fyrr enn tú varnast
tann stóra skaða, sum
ferðafólk og eigarar av
skemtiførum við lummun-
um fullum av pengum
hava gjert hesum blíða og
lítillátaða fólki“, skrivaði
Robert Connell í 1886.
St. Kildabúgvar vóru kvikir at fáa sær fyrimun av, at oyggjarnar
Hetta, at peningur nú
brádliga kom inn í hetta
bygdarsamfelag, sum ikki
hevði vitað av slíkum áð-
ur, hevði stóra spillu við
sær og gjerdi St. Kilda-
búgvar til tað, sum rit-
hevundurin George Seton
rópti >tað listilærdasta
fólk, eg nakrantíð havi
vitað“. Oyggjabúgvarnir
vóru kvikir at taka við øll-
um tí peningi, sum ferða-
fólkini vildu lata av hond-
um. Vælvild móti bygdar-
fólkinum saman við ynskj-
inum um at fáa onkran lut
til ognar, sum sermerktur
var fyri St. Kilda, fekk
mangan ferðamannin at
lata meira pening av hond-
ini, enn hann annars hevði
gjørt, var tað onkra aðra-
staðni. Men so títt og
knapt ein St. Kilda-búgvi
hevði fingið yvirpris frá
onkrum tilvildarligum rík-
iskroppi, varð tað sama
kravt frá ellum. >Til ber at
tingast við ein handils-
mann í Glasgow og fáa
hann at slaka í prisinum«,
skrivaði Ross, >men St.
Kilda-búgvin er hverki at
høgga ella stinga. Hann
fæst ikki frá sínum, og fær
hann ikki tann prís, hann
hevur ásett, mást tú fara
tómhentur frá honum
aftur«.
Oyggjabúgvarnir dugdu
ikki at siggja nakran mun
á teimum, sum komu út á
St. Kilda, men hildu øll
vera eins rík. Tey, sum
komu innan av meginland-
inum, vórðu mett sum ein
stætt: hetta var alt
fremmandafólk, sum tos-
aði annað mál, gekk eðr-
vísi ílatið og spilti pengar
burtur, tí at tey vóru von
við tað, meðan St. Kilda-
búgvar livdu í einum
stættarleysum og pen-
ingaleysum samfelag og
ongantíð dugdu at skilja,
at tað nakrastaðni varð
gjerdur munur á fólki.
Hesin ferðamanna-
streymurin mataði grund-
Síða 7
arlagið burturundan bú-
skapinum í oyggjunum.
Peningurin, sum ferða-
fólkið bar inn á tey, gjerdi,
at framleiðslan minkaði og
at tey mistu virðingina
fyri tí lívi, tey higartil
hevdu livað. Fyri pening-
in, sum ferðafólkið legði
eftir seg, bar nú til at
keypa bæði grón og alla
aðra matveru til hetta
minkandi fólkatalið, men
hjá einum búskapi, har
turisma skuldi vera
høvudsålitid, vóru veður
og vindur altavgerandi —
hesir báðir frummåttir,
sum altíð høvdu roynst St.
Kilda-búgvum svikaligir,
og tá fjøruti ár vóru um-
liðin á henda hátt, gjerdist
meira og meira óliviligt á
St. Kilda.
Myndugleikarnir inni á
meginlandinum høvdu
altid havt i hyggju at fåa
St. Kilda-búgvar at ganga
upp i teirra egna samfelag,
sum teir mettu at vera
fullkomið. >Hóast lívið hjá
Robinson Crusoe kann
tykjast ógvuliga áhuga-
vert og spennandi«, skriv-
aði Anthony Trollope í
1878, >so fer mannaættin
altíð at vilja hava ein
Robinson Crusoe at koma
sær uppíaftur mannasam-
felagið. Men tíverri
kundu hverki St. Kilda
ella fólkið, sum har búði,
laga seg eftir teimum
krøvum og reglum, sum
eitt nútímans samfelag
setti. Ið hvussu so var,
hildu so tey, sum búðu
inni á meginlandinum, tað
ikki vera meguligt at
broyta viðurskiftini á St.
Kilda í tílíkan mun, at tað
fór at verða gjerligt at
tryggja fólkinum har eina
framtíð. Og oyggjabúgv-
arnir sjålvir høvdu mist
alt tilboð í stríði teirra fyri
at hóra undan. Við iva og
sorg í barmi gjerdu tey tí
av at rýma og lata fuglin-
um og Atlantssjógvunum
oyggjarnar.
vóru so væl umtóktar. Fyri hosur, turriklæði, tweed-klæði og postkort
fingu teir væl av peningi frá ferðafólkunum
Framhald