Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 1979síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 f. 14720 —11820 : 76, 3800 Tórshavn Svartkjafturin NÓGV bendir á, at stórar nøgdir av svartkjafti eru á leiðini kring Føroyar og at tað við hampuliga góðum úrsliti letur seg gera at veiða hendan fisk alt árið. VIT VITA, at t.d. russar hava veitt svartkjaft her alt árið, og at teirra veiða hevur ligið úr 300 upp í 800 tons um vikuna fyri hvort skipi. Vit vita eisini, at teir nýta so at siga allan hendan fisk til matna, og at tær royndir, sum higartil eru gjørdar her á landi, benda á, at tað ber til at fram- leiða svartkjaft til matna. Í UPPLEGGINUM, sum javnaðar- flokkurin fyri nøkrum vikum síðani handaði hinum flokkunum, varð mælt til, at hóskandi skip verða bygd á føroysku skipasmiðjunum, evnaði til at fiska svartkjaft burtur av alt árið, og at eitt landsumfatandi flakavirki í fyrstu atløgu verður sett á stovn til tess at tilvirka hesa råvøru og at útvikla framleiðslu av svart- kjafti til matna. FLOKKURIN mælti til, at hetta verður gjørt í samráð við fiskimenn, flaka- virkir og sølumenn, og at tey verandi flakavirkini seinri, tá tamarhald er fingið á veiðuna, framleiðsluna og søluna, skulu taka svartkjaftin inn sum part av råvørugrundarlagnum í teirra egnu framleiðslu. Í einum tílík- um tiltaki eigur tað almenna at ganga á odda og veita munagóðan stuðul. SJÁLVANDI vil onkur siga, at vit hava fiskiskip, ið eru for fyri at veiða svartkjaft alt árið og rætt er tað. Men her er talan um skip, sum ávísar tíðir á árinum hava loyvi at veiða ymisk onnur fiskasløg í øðrum sjógvi enn okkara egna. T.d. lodnu við Jan Mayen, Íslandi og í Barentshavinum. Sild og makrel í EF-sjógvi og í norsk- um sjógvi. Rækjur í Grønlandi og aðrastaðir. SKULU vit framvegis tryggja okkum hesi rættindi sum longst, megu tey sosialurin Nr. 69 — 5. september 1979 UPPSKOT UM AT GERA | 14. SEPTEMBER TIL TJÓÐSKAPARLIGAN STRIDSDAG Ein arbeiðsbólkur hevur nú í eina tíð arbeitt við málinum at birta upp undir aftur hitt tjóðskaparliga stríðið. Í hesum sambandi er uppskot frammi um at gera 14. september til fastan tjóðskaparligan stríðsdag. Arbeiðsbólkurin skjýt- ur upp at skipað verður fyri almennum 14. septemberhaldi í Havn í ár, við tí í hyggju at stað- tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. á tingsins palli. Hann er jú lærari, eigur sítt egna virkið, arbeiðsgevari. Er tað veruliga satt, í klubbanum. Fólk kenná hann — uttan á skræðuni Hann rindar sjómonnum løn, kanska ikki altíð til ásettu tíð, men hvat ? — Hesin skal eisini liva — helst av eðrum. Ei heldur í ár nakran skatt, so hvat ? — Hann er hevdingi mínari stætt Hann er sær sjálvum næstur Hann umboðar tað fría fyri-(sjálvur)-taksemið. LIBERALISMUNAR AV fólkinum er hann valdur hann er kyniskur og kaldur Fólk kenna hann — uttan á skræðuni at hann ei rindar skatt ?? Hvussu kann hann umboða mína stætt ?? Hann er sær sjálvum næstur Hann umboðar tað fría fyri-(sjálvur)-taksemið. Hann eigur skip og bátar hann er fittur og prátar — Skal eg fara og tosa við revisorin ? eg noyðist jú at rinda handan motorin. Fólk kenna hann — uttan á skræðuni, men hjálpir tó ellum — ikki so ?? festa 14. september sum tjóðskaparligan stríðsdag. Innbjóðingin er send til einstek áhugað, feløg og einstaklingar, um at stuðla 14. septemberhald- inum i ár, antin við rødum ella við at skriva seg sum innbjóðara til haldið. Í hesum sambandi stinga seg upp nógvir spurningar, og vit skulu nevna teir í løtuni kanska týdningarmestu. Arbeiðsbólkurin mein- ar, at tað er ógvuliga av- gerandi, at fáa staðfest tann fólkaviljan, sum er fyri føroyskum tjóðveldi, og at fáa henda vilja at sýna seg í verki. Vit eiga ikki at smæðast fyri at vísa á, at vit tjóðskapar- liga og á annan hátt fegin vilja standa á egnum beinum. Vit eiga at vísa aftur allari talu um, at tjóðskaparstríðið er hildið uppat, og í staðin vísa á, UMBOÐ at tjóðskaparstríðið nú eigur at verða fert í ikki borgarligum líki. Vit eiga at vísa á, at Feroyar skulu verða tjóð- skaparliga óheftar av øll- um hernaðarligum sam- gongum, so sum eitt nú NATO. Vit meta ikki, at hernaðarligar samgongur eru egnaðar at tryggja okkum hitt tjóðskaparliga frælsið, men tverturímóti eru hernaðarligar sam- gongur yvirhevur vandamiklar fyri heims- friðin, við tað at tær eggja til stórkríggj, og hartil verða tær nýttar til tjóð- skaparliga kúging. Herum eru fleiri dømi. Stríðið ímóti føroyskum limaskapi í EEC fyri nekr- um árum síðani sýndi okk- um, at stersti parturin av føroyska fólkinum var ímóti limaskapi. Hetta stríðið fekk munagóða politiska ávirkan í Feroy- um og eigur ikki at detta niðurfyri. EEC er fram- vegis ein hóttan mótvegis føroyskum áhugamálum. Umframt at berjast ímóti foroyskum EEC- limaskapi, eiga vit at stuðla næstu grannum okkara, grenlendingum og denum, í teirra bardaga fyri at sleppa úr aftur EEC og at kasta av sær aftur EEC-okið. Ein hin mest týðandi tátturin í tjóðskaparstríð- num eru royndirnar at varðveita og rekja okkara rættindi, tá talan er um búskaparliga og lívs- grundarlag okkara. Buskaparliga livsgrundar- lag okkara, eitt nú fiski- rættindi i feroyskum sjógvi, eigur ikki at verða nýtt sum býtislutur fyri løtuvinning hjá nekrum einstaklingum. Vit eiga at tryggja okkara søguligu og jardfrødisligu rættindi í og á landgrunninum, og vit eiga at krevja og bera so í bandi, at hesi rættindi verða vird og viðurkend. Okkum eigur at verða tryggjað 50 fjórðinga sjó- mark, soleiðis at skilja at, umframt 200 fjórðinga fiskimark, eigur alt sjó- og landagki innanfyri hetta mark at verða virt sum føroyskt myndugleikaøki í øllum lutum. Henda rætt fara alt fleiri tjóðir i fram- tíðini at tryggja sær. Hin 1. mai í ár fekk Grenland eina heimastýr- isskipan lík teirri fer- oysku. Vit, sum eru ónegd við okkara egnu heima- stýrisskipan, eiga at stuðla teimum grenlend- ingum, sum berjast fyri víðkaðum tjóðskaparlig- um frælsi í Grenlandi, fyri grønlendskum tjóðveldi. Í hesum sambandi er vert at nevna, at vit eiga at mótmæla allari hjálanda- kúgan og imperialismu við at vísa egnan frælsisvilja. Vit vita fullvæl, at ikki eru allar samfelagsligar og politiskar kreftir á einum máli. Vit líta ikki á sam- bands- og afturhaldskreft- irnar, men eiga at finna fram til og menna tær veruligu stríðsfúsu tjóðskaparligu kreftirnar her á landi. Við hesum orðum mælir arbeiðsbólkurin til fram- haldandi arbeiði við tjóð- skaparspurninginum og heitir á innbjóðararnar til 14. septemberhaldið um at leggja fram síni sjónarmið í tjóðskaparspurningin- um. 14. SEPTEMBER ARBEIÐSBÓLKURIN Til sølu Ein eitt ára gomul Yamaha-knallert til sølu vegna flytan. Kostnaðurin 5000 kr. TIf. 1 45 29. fk FK-limir! ; | skipini veiða umrøddu kvotur og so- leiðis kunnu tey ikki veiða svartkjaft burtur av alt árið, men svartkjafta- veiðan kann vera eitt ískoyti hjá teimum ein part av árinum. SKULU vit fáa nakað burtur úr svart- kjaftinum, eiga menn at umhugsa uppskotið frá javnaðarflokkinum. Aðalfundur FKs verður í døgunum 24.—28. september 1979. Raðfylgja og tíð verður lýst seinni. Sambært grein 14, skulu uppskot vera stjórnini í hendi í seinasta lagi 14 dagar frammanundan, t.v.s. 10. september. Ávirkið og styrkið felagsskapin, við at koma við tykkara uppskotum! Tit hava jú frætt : Reiðarin — ongan skatt Selumaðurin — null í skatt Í So hví ikki eg ?? | Men tad er kanska ikki lætt hann er ju ein hægri stætt Hann er ju sær sjålvum næstur Hann umboðar tað fría fyri-(sjálvur)-taksemið pál Stjórnin