Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 1979síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 69 — 5. september 1979 Byraðið vanrøkir vandamikla vegamótið — sigur Olivur Næss, RFF, í samband við tey útvið 50 ferðsluóhappini í N. Fin- sensgøtu—Bøkjarabrekku- vegamotinum Aftur um seinasta viku- skiftið hendi eitt ålvarsamt ferðsluóhapp í vegamótin- um: N. Finsensgøta — J. Paturssonargeta — Bekj- arabrekka. Ein kona endaði á skaðastovuni. Tveir bilar gjørdust vrak. Og teir eru ikki teir fyrstu. Men hvussu nógv ferðsluóhapp eru hend, síðan vegamótið varð latið upp fyri ferðslu, var ikki meguligt at fáa nágreini- ligt at vita mánadagin. Men á politigardinum varð sagt, at talið á ferðsu- óhappum togaði upp móti 50 — hálvthundrað. Og tað er einans hálvur annar mánaði, síðan vegamótið varð tikið í brúk. Vanrekt skyldurnar — Býarmyndugleikarnir hava fullkomiliga vanrekt hetta vegamótið við ikki at gera nakað, soleiðis at tað slapst undan ellum óhappunum, sigur Olivur Næss, Ráðið fyri Ferðslu- trygd. Hann heldur tað vera ófatuligt, at myndugleik- arnir, sum hava ábyrgdina av hesum, lata øll hesi ferðsluóhappini fara fram- við uttan at gera nakað sum helst. — Men nú má nakað gerast. Annaðhvert mugu ferðsluljós setast upp ella má N. Finsensgeta steingjast beinanvegin, leggur Olivur Næss aftur- at. Annars var Ráðið fyri Ferðslutrygd uppi í leikin- um, tá vegamótið varð latið upp og 20 ferðslu- óhapp hendu eftir einum vikuskifti. Tá heitti ráðið á politiið um at hava ein politist á staðnum, tá nógv ferðsla var, men Olivur Næss sigur seg ikki hava sæð nakran politist á staðnum sosialurin Síða 3 Bilurin til vinstru kom niðan eftir N. Finsensgetu og varð slongdur 180 gr. í samanstoytinum, soleiðis at gronin vendi omaneftir. Hesin bilurin skuldi halda aftur. Hin bilurin, sum var týskur, kom eftir J. Paturssonargetu móti Bekjarabrekku síðani tann fyrsta dagin eftir áheitanina. Stórar útreiðslur Vegamótið hevur íkki kostað Tryggingarsam- bandinum sert. Trygging- in hevur fingið 11 fráboð- anir, og á tryggingarsam- bandinum verður mett, at skaðaendurgjaldið, sum tryggingin hevur latið, liggur omanfyri 100.000 kr. Harafturat koma allir skaðarnir, sum ikki eru fráboðaðir. Illa avmerkt Tað er einki at ivast i, at grundin til tey mongu ó- happini er hon, at vega- mótið er ov illa avmerkt. Harafturat skal bilurin, sum kemur niðan eftir N. Finsensgetu, inn í hálvt vegamótið fyri at fáa út- sýnið niðan í brekku. Spurningur um at seta upp ferðsluljós á vegamót- inum hevur verið frammi. M.a. hevur Sosialurin víst á tann meguleikan á ein- um tidindafundi fyrr í summar. Men ferðslu- nevnd býráðsins 'vísti hann frá sær við tveimum grundgevingum. Onnur var hon, at tað er ov trupult við ferðsluljós- Bekjara- um, tá fjarleikin millum tey er so stuttur. Ferðslu- nevndin hugsaði um ljósini á R. C. Effersees- geta — Bøkjarabrekka. Hin grundgevingin var hon, at N. Finsensgeta skal steingjast frá Kåta- horninum og niðan til tað vandamikla vegamótið. Men enn er getuparturin ikki stongdur og dag og dagliga henda ferðslu- óhapp! Landsstevnan hjá Javna 1979: Hvørji rættindi hava brekað í Føroyum? vikuskiftið heldur Komandi JAVNI, landsfelagið evnaveikum at bata, lands- stevnu i samkomuhellini á Landssjúkra- húsinum. Skráin fyri stevnuna er henda: Fríggjakveldið kl. 19 setur ríkisumboðsmaðurin, Leif Groth, stevnuna. Beint aftaná verður pallfundur við evninum: »Hvørji rættindi hava brekað í Føroyum?« Luttakararnir á pallinum verða: Formaður í Feroya Kommunufelag, Vilhelm Johannesen, Borgarstjórin í Petur Christiansen, Formaðurin í Vanlukku- ráðnum, Joen H. Andreas- sen, sorinskrivari Formaður í Ándssvage- forsorgens Personalefor- Havn, bund (Feroya deild) Peter Broderick, Foreldur, Hanus A. Samuelsen, Brúkari, Svend Áge Andersen. Hesir vilja leggja fyri við hverji tilboð eru til brekað, tað verið seg likamliga, sálarliga ella bæði, og í hvenn mun hesi tilboð verða nýtt. Fundar- stjóri verður Jóannes Dalsgaard, lærari. Áhoyr- ararnir fáa eisini hevi at seta spurningar til pall- luttakararnar. Leygardagin kl. 19.30 leggur Helena Samuelsen fyri við evninum: Arbeiðs- líkindi hjá brekaðum fólki. Felagsskapurin N.F.P.U. (Nordis førbundet psykisk utvecklingshámning) hevði ráðstevnu í Íslandi 7.-10. august, 12 feroyingar lut- tóku á hesi stevnu. Hetta er eitt av evnunum, ið vóru frammi. Helena er foreldraumboð fyri Feroy- ar á hesi nevnd. Kl. 13.30. Nýtt frá ands- veikaforsorgini í Feroyum. Tað hendir nógv á hesum eki tað næsta árið. Jákup Linden- skov, landsstýrismaður og Marjun Sigurdsdóttir, sosialfulltrui, fara at greiða frá hesum Kl. 15-17. Arsaðalfund- ur. Skrá eftir felagslógini. Kl. 19 verður nátturði, og ymiskt verður til skemtunnar Aðalfundurin er limir í Javna, allir hinir fundirnir eru almennir. Í tíðindaskrivi til bleðini fyri sigur nevndin í Javna, at øll eru hjartaliga vælkom- in tillandsstevnuna