mikudagur 5. september 1979síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
'Óneyðugt at
ferðast so nógv
Á Sþgjarlógini fyri farna
fíggjarár vórðu játtaðar
700.000 kr. til kontoina
„ferða- og dagpeningur
innan- og uttanlands< hjá
landsfyrisitingini. Men
hetta var verri enn so nóg
mikið, so ein uppískoytis-
játtan uppá 833.000 kr.
mátti til, vísir eykafíggj-
arlógin, sum tingið hevur
fingið til viðgerðar.
Undir fyrstu viðgerðini
segði Pauli Ellefsen (sbfl.)
at hann í figgjarnevndini
fór at biðja um eina sund-
urgreining av telunum á
ferða- og dagpeninga-
kontoini.
— Tað kann ikki vera
neyðugt at ferðast so
nógv, segði Pauli Ellefsen
og legði afturat, at her er
nógv at spara.
Pauli Ellefsen vildi
eisini hava at vita, hvat
liggur aftanfyri meir-
nýtsluna uppá góðar 28
mill. kr. til fiskivinnuna.
Grund til
sjálvrannsakan
— Tað er grund til sjálv-
rannsakan hjá vinnuni.
Tað skal ikki vera ein
sjálvfylgja, at landskass-
in rindar ovurstórar pen-
ingaupphæddir til veiðu-
flotan. Hetta segði Heðin
Klein, landsstýrismaður,
tá onnur viðgerðin var av
uppskotinum frá lands-
styrinum um ftíðarav-
markaðan eykastudning
til fiskivinnuna.
Frávik til at
viðgera uppskot
um m.a. frávik
Tingformaðurin mátti
biðja tingið um frávik frá
tingskipanini til at við-
gera uppskotið frá Jógv-
ani Sundstein, Poul J.
Olsen og Finnboga Isak-
sen um stýrisskipan
Feroya í sermálum,
umboðsvald Feroya og
tingskipan Feroya
løgtings.
Í viðmerkingunum til
uppskotið stendur m.a.:
>Tá ið havt verður í
huga, hvussu ofta frávik
eru gjerd frá tingskipan-
ini, er tað óivað rætt at
kanna um hon er nóg góð,
ella um fastari reglur
kundu verið gjørdar«.
Uppskotið hjá teimum
trimum kom til fyrstu
viðgerð sama dag, tað
varð lagt fram, og tí mátti
frávik til.
Uppskotið varð beint í
lógarnevndina.
24,2 mill. kr. til
fiskivinnuna
Tey trý uppskotini frá
landsstýrinum um stuðul
til fiskivinnuna, sum ting-
ið hevur samtykt, koma
at kosta landskassanum
uml. 24,2 mill. kr.
25 mill. kr. til
Húsalánsgrunnin
Tingið hevur givið lands-
stýrinum heimild at veð-
halda fyri uttanlandsláni
uppa 25 mill. kr. til Húsa-
lánsgrunnin.
Landsstýrið metir; at
við játtanini á fíggjarlóg-
ini (10 mill.), afturgjalding
av útlánum og ti nýggja
uttanlandslåninum verð-
ur Husalånsgrunnurin
førur fyri at veita tvifald
so stór útlán sum áður i
tíðarskeiðinum 1. juli
1978 — 31. mars 1980.
Í fíggjarárinum 1978/
79 veitti Húsalánsgrunn-
urin lán uppá tilsamans
21,3 mill. kr.
Tvær nevndir
Tingið hevur valt tvær
nevndir afturat. Í fiski-
vinnunevndina komu Øss-
ur Dam Jacobsen (Hákun
Djurhuus, fikfl.), Eyðun
Videre (Óli Breckmann,
flkfl.), Jógvan Olsen
(Agnar Nielsen, sbfl.),
Poul J. Olsen (Óli Jacob-
sen jvfl.), Finnbogi Isak-
sen (Karin Kjølbro, tvfl.),
Hans M. Joensen (Signar
Hansen, tvfl.) og Adolf
Hansen (Juul Jacobsen,
frb&fivfl.).
Lutakast var um tann
eina sessin millum fólka-
flokkin og sambands-
flokkin. Tað var millum
Eyðun Videre og Johs.
Martin Olsen. Eyðun
vann.
Ídnaðarnevnd er eisini
vald. Í henni eru Jógvan
Sundstein (flkfl.), Flemm-
ing Mikkelsen (sbfl.), Ivan
Johannesen (sbfl.), Jorgen
Thomsen (javfl.) og Hans
M. Joensen (tvfl.).
Olavsøkutingsetan 1979:
17 fundir og 21 mål
Tað blivu 21 mål løgd
fram á ólavsekutingset-
uni, sum endaði fríggja-
dagin. Landsstýrið kom
við 10 málum, framburðs
og fiskivinnuflokkurin við
6 og Jógvan Sundstein
(flkfl.), Poul J. Olsen
(javfl) og Finnbogi Isak-
sen (tvfl.) komu við einum
máli. Afturat eru so fýra
fyrispurningar: um leysan
seyð í býum, Sildberan og
Skúvoyarsiglingina, haru-
stovnin og rektardeild í
Klaksvík
Níggju uppskot, ell frá
landsstýrinum, og tveir
fyrispurningar blivu
endaliga avgreidd.í ting-
setuni. Fíggjarnevndin
hevur 5 uppskot til við-
gerðar, lågarnevndin og
skattanevndin hver sítt.
Uppskotið um fíggingar-
miðsteð bleiv beint til
landsstýrið og landsstýr-
ismenninir Jákup Linden-
skov og D. P. Danielsen
hava hvør sin fyrispurn-
ing at svara, tá tingið
kemur saman aftur eina-
ferð í november
sosialurin
Nr. 69 — 5. september 1979
Ludvík Johannesen, jarðarbrúkari:
Lánimeguleikarnir
eru ov vånaligir!
Í seinastuni hevur Sosialurin havt eitt orða-
skifti um landbúnaðin og framtíðarvánirnar
hjá jarðarbrúkinum í Feroyum. Sosialurin
hevur havt samreður við m.a. menn, sum eru
knýttir at
landbúnaðarmyndugleikunum,
men ætlanin er eisini at lata aðrar jarðar-
brúkarar seta fram sínar hugsanir. Í hesum
blaðnum hava vit eina samrødu við Ludvík
Johannesen, jarðarbrúkara og keypmann, í
Dali.
— Fíggingarmeguleikarnir
innan landbúnaðarvinn-
una eru slettis ikki so góð-
ir, sum fert er fram frá
fleiri síðum ta seinastu tíð-
ina.
Soleiðis tekur Ludvík
Johannesen, jarðarbrúk-
ari í Dali, til í eini samreðu
við Sosialin.
Skal ein bóndi ella jarð-
brúkari byggja eitt fjós í
dag, kann viðkomandi
rokna við, at hver básur
kostar 30.000 kr. Av
samlaða kostnaðinum skal
jarðarbrúkarin sjálvur
figgja 40 pst., meðan
restin fæst sum lán frá
Feroya Jarðarráð.
Ludvík Johannesen
vísir á, at 40 pst. er alt ov
nógv, tí hendan peningin
má jarðarbrúkarin so fáa
til vega í banka ella øårum
peningastovni við vanlig-
um lánitreytum — stutt-
freistað lán við vanligari
útlánsrentu.
Lagalig lán
Lánini úr Feroya Jarðar-
ráð til fjós ganga vanliga
yvir eini 20-25 ár og er
rentan bert trý prosent.
Ludvík heldur, at hetta
eru góðar treytir, meðan
hann heldur, at sjálvandi
skuldu tey írestandi 40
pst. eisini verðið latin úr
jarðargrunninum.
Hann metir, at her
kemur hugtakið bygda-
menning í myndina og sig-
ur, at tað átti at verið eitt
lið í bygdarmenningarpoli-
tikkinum at veitt lagalig-
ari lán — langfreistað lán
við eini sámiligari rentu.
Drepa neytini
Ludvík Johannesen vísir
á, at tá ein traktorur skal
keypast, so skal hann
gjaldast aftur eftir fáum
árum — eftir 5-8 árum
Treytirnar eru tær somu
— jarðarráðið letur 60 pst.
í lánum, meðan jarðbrúk-
arin sjálvur skal útvega
40 pst.
— Eg trúgvi, at tað eru
fleiri jarðarbrúkarar, sum
drepa neytini, heldur enn
at seta seg í stóra skuld
fyri keyp av landbúnaðar-
maskinum, og í staðin lata
seyð ganga á bønum.
Hetta er í ellum ferum
ein av grundunum til, at
neytatalið minkar so nógv
úti á bygdunum, sigur
Ludvík.
Hann vísir á, at í Dali
minkar neytatalið
stødugt. Tað hava verið
útvið 30 neyt í Dali inn til
fyri stuttum. Talið er
minkað við einum triðingi
og tað fer helst at minka
upp aftur meira.
Uttanbiggjajørdin
— ein meinbogi
Ludvik Johannesen tekur
eisini uttanbiggjajørdina
fram sum ein stóran
meinboga.
hvussu ætla
landsins politisku
myndugleikar at lata
spurningin um uttan-
biggjajørdina liggja, spyr
Ludvik Johannesen og
leggur afturat:
— Tad er uttanbiggja-
jørdin, sum ger, at hagar
kring Føroyar liggja i
órekt, og at bøurin liggur
spyrji bara,
leingi
ósligin. Hetta líkist
ongum!
Sum demi nevnir
Ludvík, at í einum haga í
Dali eru 144 gyllin. Bara
tríggir eigarar búgva í
Dali. Hesir eiga 65 gyllin,
meðan restin er á uttan-
bíggjahondum.
— Hetta er bert eitt
dømi. Tað eru óivað fleiri
slík dømi kring landið.
Frætt er um hagar, sum
slettis ikki verða røktadir
— ja, tað verður slettis
ikki rikið — vegna óskilið
við uttanbíggjajerðini.
Ludvík Johannesen: — Ein betran av landbúnaðar-
lánunum má vera eitt lið í bygdamenningini!
Neyðugt við
stuðulsskipan
Í Dali eru um 800 áseyðir.
Seinasta vetur fóru um
150-200 seyðir og nógvir
jarðarbrúkarar brúktu
nógvan pening til fóður og
hoyggj.
Hetta hevur verið eitt
tungt tak hjá nógvum.
Ludvík heldur, at studn-
ingur avgjert átti at verið
latin til teir, sum hava
skorið seyð undanfarnu
ár.
Ludvík sigur, at nógvir
— í ellum forum teir, sum
hava seyð í bakkanum —
hava trupulleikar og áttu
at fingið ein ávísan stuðul.
Hann heldur eisini, at kom
ein slík studningsskipan
upp á tal, áttu bygdar-
ráðini at umsitið hana, tí
tey vita, hvat skorið verð-
ur, um bøurin verður
sligin og hvat viðkomandi
hevur uppgivið í úrteku.
Um studningurin kall-
ast hoystudningur ella
okkurt annað er líka
mikið, sigur Ludvík, sum
heldur, at studningurin
skuldi verið settur í mun
til skurðin eitt miðalár.
— Nógv verður tosað
um kreppusteðuna hjá
fiskivinnuni, men støda
hjá nógvum jarðarbrúkar- '
um er líka ring. Haraftur-
at eru fíggingarmeguleik-
ararnir hjá fiskivinnuni
nógv lagaligari enn hjá
landbúnaðinum, so her
krevst ein bati og tað
skjótt, sigur Ludvík Jo-
hannesen at enda.
Borgarafundir
í Klaksvík
Klaksvíkar býráð hev-
ur einmælt samtykt
eitt uppskot frá Olv-
heðini Jacobsen um at
halda tveir borgara-
fundir um árið.
Borgarafundirnir
verða skipaðir soleiðis,
at býráðslimirnir sita
við eitt pallborð og
svara spurningum frá
borgarunum í salinum.
Fyrsti borgarafund-
urin í Klaksvík verður
væntandi einaferð í
heyst.
É
i
!
Í
i