Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 70— Samrøda við danska fysioterapeutin, Brittu Holle: „eptember 1979 Nógv børn gerast longu taparar á skúlabonkinum Tey verða ikki hildin til nóg tíðliga Eitt nýtt skúlaár er byrjað. Hundraðtals foroysk born á seks og sjey ára aldri eru farin í skúla fyri fyrstu ferð í lívinum. Tey skulu nú læra at lesa og skriva. ; Tað er tó ein sannroynd, at ikki oll born, sum byrja í 1. flokki í fólkaskúlanum, eru nóg búgvin til at læra at lesa og skriva. Hesi bornini gerast ofta taparar í skúlanum og seinni í lívinum — um vit ikki hava kunnleika um menningina hjá barninum, eygleiða tað og fylgja við tí. Donsk hagtøl vísa, at 3 av hvørjum 20 børnum hava ilt við at fylgja vid i skúlanum. Í samrødu vid Sosialin vís- ir Britta Holle, fysiotera- peutur å, at vit kunnu hjålpa hesum børnum, so- leiðis at tey ikki gerast taparar. — Hvussu stór 6- lukka er tað ikki fyri barn- ið og familjuna, at barnið verður tapari, og hvussu nógvan pening kostar tað ikki samfelagnum, spyr Britta Holle. Ein tapari kostar 2 mill. kr. Í Danmark rokna tey við, at ein tapari kostar sam- felagnum 2 milliónir krón- ur frá veggu til grev. Tað er tí vert at umhugsa at hjálpa hesum fólkum so tíðliga sum gjerligt og gjalda tað, sum tað kost- ar Lat tað ikki verða sagt ov sjáldan, at tað ræður um at hjálpa børn- unum, meðan tey eru smá og eru við at menna seg, sigur Britta Holle við eini sannferdari redd. Krevur vælútbúnar stuðulslærarar Hon vísir á, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit eiga vælútbúnar stuðuls- lærarar, ið kenna menn- ingina hjá børnum. Samfelagið roynir eftir førimuni at hjálpa teimum børnum, sum á ein ella annan hátt hava ilt við at fylgja við. Tað er tó langt frá rokkið á mál. Í dag er stórur tervur á vælútbún- um stuðuls- og serlærarum serstakliga í teimum smærri og fíggjar- liga veiku kommununum í Danmark. AÐ Britta Holle uttan fyri Skúlan á Treðni Ein orsekin til at tað í dag er trupult at hjálpa tarnaðum bernum, tá tey eru byrjað í fólkaskúlan- um, er tann, at læraraskúl- arnir gera ikki so nógv burtur úr at læra um menningina av børnum. Dugandi, umhugsin og tolin Hetta heldur Britta Holl- e vera skeivt, ti lærarin hevur veruliga fyri neyð- ini at kenna menningar- stigini hjá einum barni. Hevur lærarin tá næmingar, sum eru meira ella minni menningartarn- aðir (retarderaðir), krevur tað av honum, at hann er dugandi, umhugsin og tolin. At eitt barn er menningartarnað vil siga, at tað á einum ella fleiri økjum er tarnað í mun til javnaldran. Eitt tílíkt barn hevur m.a. ringt við at fylgja við í skúlanum og hevur ilt við at læra at lesa og skriva. Ikki hildið til nóg tíðliga Orsekin til hetta, sigur Britta Holle víðari, kann vera tann, at barnið er føtt við ymsum brekum. Men ógvuliga ofta er orsekin at finna í sjálvari menningini av barninum. Tað hevur ikki verið nóg nógv hildið til (stimulerað), meðan tað var pinkulítið og er í upp- vekstri. Eitt, sum leingi hevur forðað fyri framstigum á hesum eki, er tað, at nógv lærarafólk hava havt ta áskoðan, at bern verða fødd sum seks ella sjey ára gomul — júst tá tey fara í skúla. Tað varð ikki hugsað um, at heili trý av tjúgu bernum í einum skúlaflokki bert vóru á sama menningarstigi, sum eitt trý ella fimm ára gam- alt barn. Ganga í skúla saman við hinum Uppá fyrispurning hverja undirvising menningar- tarnað børn fáa i Danmark i dag, sigur Britta Holle, at teir sosialu myndug- leikarnir fyri nekrum árum síðani settu ynski fram um, at tey menning- ertarnaðu skuldu ganga í skúla saman við hinum bernunum í vanliga fólka- skúlanum. Tey, sum so eru ringast fyri, verða send á spesialskúlar. Lóg kom um hetta fyri umleið trimum árum síðani. Britta Holle setir spurn- artekin við, um tað er rætt, at tey menningar- tarnaðu í fleiri forum sita millum hini bernini í fólkaskúlanum, sum steðan er við undirvísing- ini í dag. Tervurin er jú stórur á vælútbúnum stuðulslærarum. Vita ikki við vissu Í dag er stødan tí nógva staðni tann, at kommunur- nar vita ikki við vissu, hvat tær skulu gera fyri at hjálpa teimum menningar- tarnaðu bernunum. Tí royna tær hver í sínum lag at finna fram til ein undirvisingarhått, sum tær halda er best egnadur til tey ymsu børnini. Tað er sostatt ógvuliga ymiskt frá kommunu til kommunu, hvussu bernini verða undirvíst ella fáa hjálp. Í nekrum kommunum ganga tey menningar- tarnaðu bernini í fólka- skúlanum. Har er so ein stuðulslærari knýttur at flokkinum Í eðrum kommunum verða bernini ingartarnað porerne Tad er eingin skomm tikin år flokkinum saman vid studulslæraranum. Aðrastaðni verða hesi børnini = undirvist av einum serlærara allan skúladagin, og uppaftur aðrastaðni hava skúlarnir serflokkar fyri menningar- tarnað børn. I ávísum før- um ganga børnini å einum spesialskúla. Tá er nakað seint Úrslitið av hesum ymisku skipanum verður, at tað ganga fleiri ár, áðrenn skúlamyndugleikarnir veruliga vita, hvat er best fyri barnið. — Men tá er nakað seint, sigur Britta Holle. Heldur áttu vit at havt sterri kunnleika um bern- ini frammanundan — áðrenn tey fóru í skúla. Hon er av teirri áskoð- an, at teir sosialu myndug- leikarnir í Danmark eiga at gera kanningar av bern- unum, áðrenn tey fara í skúla, fyri at vita, hver skúli og hver uhdirvising er best fyri tey og tey bernini. Tá vistu komm- unurnar so longu tíðliga, hvat tær skulu gera fyri at hjálpa børnunum sum best. — Tá kunnu vit tosa um, hverji menningar- tarnað bern skulu ganga í fólkaskúlanum, og hverji skulu ganga á spesial- skúla. Britta Holle heldur sjálv, at hetta er ein spurningur, sum má av gerast í hverjum einstøk um feri. >Tað er eingin skomm at eiga eitt menn- (retarderað) barn. henda fyri eina og hverja familju. Tað ræður altíð um, at bæði familja og Tað kann vinir góðtaka hetta barnið, sum tað er. Ann- Eitt menningartarnað barn vil siga eitt barn, har menningin er tarnað á einum ella fleiri okjum í mun til javnaldran. Men tað at vera menningartarnaður nýtist ikki at merkja, at ein altíð fer at vera tarnað- A of r 7 FSI teimum, sur og sum ik k uUunnu I Í Í | | | ars kemur tað ikki víðari, men stendur í stað. um, um vit byrja tíðlig( longu eru farin í skúla, a so lætt við at fylgja við, i. Bert vilji og kunnleiki er til Britta Holle, fysioterapeutur, í Havn tann 2. september 1979 ——nmmðnn— ur. Nekur verða ongantíð frísk. Men vit kunnu hjálpa teimum flestu av hesum børn- 1