mikudagur 12. september 1979síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr.70— | september.1979
um
morgunin.
Kanna um tey
eru búgvin
Tað hevur stóran týdning,
at eitt menningartarnað
barn ikki verður sett á
skúlabonk í 1. flokki,
uttan at vit hava kannað,
um barnið er búgvið til at
læra at lesa og skriva. Tað
eru vissiliga nógv bern,
sum fáa hesa lagnu.
Eitt menningartarnad
barn, sum byrjar i |.
flokki verður kanska 9 ella
10 ár, áðrenn tað er búgvið
til at læra at lesa og
skriva. Í tílíkum feri
hevur eitt barn sitið á
skúlabonki í fleiri ár,
uttan at tað hevur skilt
nakað av tí, sum fram er
farið rundan um tað.
— Hetta er ógvuliga
harmiligt fyri barnið. Tað
verður lagt eitt alt ov
stórt press á tað, og har-
afturat verður barnið er-
kymlað, heldur Britta
Holle fyri.
Kunnu krevja
Hóast vit eiga at síggja
til, at barnið er ment at
læra at lesa og skriva,
áðrenn tað fer í 1. flokk, so
gongur lógin í einstøkum
førum ímóti hesum. Tí lóg-
in sigur, at foreldur kunnu
krevja, at barn teirra fer í
skúla, tá tað er sjey ár.
Hinvegin kann tað
eisini vera trupult at
krevja av foreldrunum, at
barnið skal ganga eitt ár
afturat í barnagarðsflokki.
Tað kann tó ofta lena
seg at umhugsa hetta, tí
bern, sum ikki eru búgvin
at fara í 1. flokk, fáa
trupulleikar at dragast
við, um tey kortini verða
noydd at fara í skúla.
Tilboð
Britta Holle vísir á, at vit í
einum demokratiskum la-
ndi siga, at ell skulu vera
eins, og ell skulu fáa sama
tilboð. Tað skulu vit eisini
hava, men tað nyttar ikki,
at vit fáa eitt tilboð, sum
sosialurin
Skeið á Skúlanum á Treðni
Nú um dagarnar hevur eitt skeið verið hildið á Skúlanum á Treðni í Havn. Tað er danski fysio-
terapeuturin, Britta Holle, sum hevur hildið fyrilestrar um menningarsálarfreði undir heitinum:
»Motorisk-perceptuell menning 0 til 7 år«.
Hon hevur við eðrum orðum tosað um, hvussu eitt barn mennist frå 0 til 7 ár, og hvat tað eigur
at duga, áðrenn tað er búgvið at læra at lesa og skriva.
Hetta er fyrsta skeið av sínum slag, ið hevur verið í Føroyum, og tað varð eisini væl vitjað. Um-
leið 150 fólk vóru til fyrilestrarnar hjá Brittu Holle, sum vardu í fimm dagar. Luttakararnir vórðu
býttir í tveir bólkar, har annar bólkurin var á skúlanum seinnapartin og hin um kveldið.
Luttakarar á skeiðinum vóru serskúlalærarar, lærarar í 1. og 2. flokki, barnagarðslærarar,
frítíðarlærarar, vøggustovustarvsfålk, heilsusjúkrasystrar, læknar, fysioterapeutar, heilsusjúkra-
systrar og onnur áhugað. Umframt fyrilestrarnar varð eisini arbeitt í bólkum við ymsum uppgáv-
Hver er so henda Britta Holle! Hon er donsk og útbúgvin sum fysioterapeutur. Hon hevur
stóran áhuga fyri, hvussu bern mennast og hevur hon tí eisini verið á fleiri skeiðum í USA og
eðrum londum fyri at læra meira um umredda evnið.
Britta Holle hevur skrivað tvær bøkur um evnið, onnur av bókunum er umsett til 7 fremmand
mál, umframt at hon saman við trimum eðrum fysioterapeutum hevur gjørt eina rættiliga
umfevnandi eygleiðingartalvu.
Sosialurin hevði hesa samreðu við Brittu Holle, áðrenn hon fór aftur til Danmarkar miku-
vit ikki eru búgvin at taka
ímóti.
Sjálv sammetir Britta
Holle hetta við, at hon
sjálv hevði verið biðin um
at hoyra ein fyrilestur um
kjarnorku. — Antin hevði
eg sitið og órógvað við
einum pakka av góðgæti,
ella hevði eg sitið og flutt
beinini aftur og fram og
órógva tey, sum sótu við
síðuna av mær. Tey hevdu
sagt, at nú mást tú vera
kvirr. At enda hevði eg
sovnað.
Fyri seg sjálv
ella órógva
Júst soleiðis hava tey
menningartarnaðu bernini
tað, tá tey eru noydd at
skula fylgja við teirri
undirvísing, sum tey enn
ikki eru búgvin at taka
ímóti.
Atburður teirra vísir
seg eisini beinanvegin.
Tað, sum eyðkennir tey, er
at tey sita heilt fyri seg
sjálv og ikki fylgja við
undirvísingini, ella gera
tey nógv um seg. Tey vilja
gera vart við seg og renna
runt í flokshølinum og
órógva hini. Úrslitið
verður ofta tað, at vit eru
noydd at taka okkum av
hesum seinnu bernunum
fyri at lærarin kann fáa
frið at undirvísa.
Vita hvussu eitt
barn mennist
Tað er uppgávan hjá øll-
um vaksnum fólkum, at
vita, hvussu eitt barn
veruliga mennist, sigur
Britta Holle. Uttan mun
til hvenn starvsbólk vit
hoyra til, mugu vit hava
kunnleika til, hvussu tað
mennist. Vit mugu eisini
eygleiða barnið, meðan
tað mennist.
Vit eiga á henda hátt at
vera varug við, um okkurt
»hol« er í menningini av
barninum.
Foreldrini mugu
taka sær av
barninum
Tað eru fyrst og fremst
foreldrini, ið eiga at taka
sær av barninum, sum er í
steðugari menning. Hetta
eigur at verða gjørt frá tí,
at barnið er heilt pinku-
lítið.
Tað hevur nevniliga
stóran týdning, at barnið
longu tíðliga verður hildið
til. Talan er um, at for-
eldrini skulu taka sær av
barninum og seta tað í
gongd við at fáa barnið at
rera seg, taka um lutir,
lurta og hyggja seg um.
Uppliva nakað
saman við
foreldrunum
Tað hevur annars stóran
týdning, at bern uppliva
nakað saman við foreldr-
unum, og at tey saman
royna at tosa um tað, sum
barnið hevur sæð ella
hoyrt.
Vit mugu tosa við barn-
ið, um tað skal duga at
tosa. Vit mugu lesa har
fyri barninum. Hetta at
lesa hart fyri barninum
meti eg hava óvuliga
stóran týdning, sigur
Britta Holle.
Vit eiga eisini at vísa tí
myndir. Dagin eftir eiga
vit at spyrja barnið, hvat
tað sá og hoyrdi dagin
fyri. Tað hevur nevniliga
nógv at siga, at barnið fær
nógvar ymsar royndir
undir uppvekstrinum.
Venja heilan
Tað er jú spurningurin um
at venja heilan hjá barn-
inum. Øl] menningin av
barninum hevur samband
við heilan.
Jú meira vit kunnu
menna heilan hjá tí lítla
barninum, jú sterri er
meguleikin fyri, at barnið
verður sunt og kann klára
seg seinni í lívinum.
Ein og hver rersla
hevur samband við heilan,
og tí hevur tað týdning, at
vit fáa hesar rerslur í
gongd so tíðliga sum gjer-
lígt.
Rera seg meira
í skúlanum
Britta Holle heldur, at
fólkaskúlin átti at gjørt
meira við at fáa bernini at
røra seg meira. Tað er eis-
ini ov lítið við einum fim-
leikartíma um vikuna.
Meginparturin av hesum
tíma fer til at lata seg úr
og í klæði. So nógv verður
ikki eftir til fimleikin.
Tað áttu antin at verið
fleiri fimleikartímar, ella
áttu lærararnir sjálvir at
fingið bernini at rera seg í
tímunum, so tey fingu
mýkt veddarnar og kropp-
in annars.
Heilsusjúkrasystirin
— veggustovan og
barnagarðurin
Heilsusjúkrasystirin, ið
vitjar nærum øll heim fyri
at kanna bernini, meðan
tey eru heilt smá, hevur
eina stóra ábyrgd, hvat
viðvíkur menningini av
barninum. Hon kann veg-
leiða foreldrini og dugir
annars at síggja um
barnið er sunt og mennist
rætt.
Eisini veggustovur og
barnagarðar hava stóra
ávirkan á, hvussu eitt
barn mennist. Við barna-
garðsflokkunum eru gjerd
stór framstig, tí her hava
vit meguleika at fylgja
við, hvat bernini gera.
Sjálv heldur Britta
Holle, at hetta arbeiðið
eigur at verða gjert meira
miðvíst. Vit mugu hava
ein áminnignarseðil, har
tað stendur týðuliga og
greitt, hvat eitt barn eigur
at klára og skal gera,
áðrenn tað skal læra at
lesa og skriva. Tað er
eisini í hesum sambandi,
at Britta saman við trim-
BGGNDS NG
£
Síða 9
Trý av hverjum 20 bernum hava trupulleikar, sum vit
geva okkum ov lítið far um
um eðrum fysiotera-
peutum hevur gjert eina
eygleiðingartalvu yvir
menningina av børnum.
Hinir starvs-
bólkarnir
Vit hava nú nevnt for-
eldrini, skúlan, heilsu-
sjúkrasystrina, veggu-
stovur og barnagarðar.
Tað eru eisini onnur, ið
hava ávirkan á, hvussu
barnið mennist. Hesi eru
læknin, tannlæknin, talu-
pedagogurin, psykologur-
in og onnur við.
Tað hevur stóran
týdning, at barnið verður
rekt og eftiransað av
fólkum, sum vita, hvussu
eitt barn eigur at menn-
ast. Hetta setir tí eisini
ávís krev til bæði foreldur
og allar teir ymsu starvs-
bólkarnar.
Bangin
— Eg havi varhugan av,
sigur Britta Holle víðari,
at teir ymsu starvsbólkar-
nir bæði í Danmark og í
Feroyum arbeiða ikki nóg
væl saman, men eru bang-
nir fyri hverjum eðrum.
Vit tora ikki at spyrja
hvenn annan, tí kanska
vita hini meira.
Vit mugu gera okkum
greitt, at vit kunnu ikki ell
hava kunnleika til øll
viðurskifti, men vit eiga at
vita, hvenn vit skulu
spyrja um hvat.
Tað er tó ikki altíð, at for-
eldrini hava havt megu-
leika at seta seg gjella inn
í viðurskiftini. Tá eiga hin-
ir starvsbólkarnir at
hjálpa teimum við ti.
Nýtist ikki at
vera nakað galið
Britta Holle heldur fyri, at
um eitt barn, ið er átta
mánaðir gamal og ikki er
búnað meira enn eitt seks
mánaðir gamalt barn, tá
eiga vit ikki beinanvegin
at siga foreldrunum, at
okkurt er galið. Tað nýtist
nevniliga ikki at vera
nakað galið. Haraftur-
ímóti eiga vit at biðja
foreldrini taka sær meira
av barninum.
Fysioterapeut
í fólkaskúlanum
Britta Holle vísir annars
á, hvussu nógv tað kann
hava at siga, at ein fysio-
terapeutur er knýttur at
fólkaskúlanum. Hann
kundi arbeitt saman við
læraranum og verið ein
trygd fyri, at bernini
mentust og búnaðust á
rættan hátt. Tá fingu vit
kanska heldur ikki so
nógvar taparar i
skúlanum, leggur Britta
Holle afturat.
Menningartrappan
— Nú mug í vit ikki halda,
at vit kunnu gera ell bern
heilt frísk. Men teimum
flestu kunnu vit hjálpa
væl áleiðis. Avgerandi er
tó, at vit kenna raðfylgj-
una á sjálvari menningini.
Øll menning hevur nevni-
Framhald á síðu 15