Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 74 — 26. september 1979 kring oyggjarnar Hjálpa føroyingum í Keypmannahavn Nú kunnu feroyingar í Keypmannahavn fáa vegleiðingar og ráð — á feroyskum. Hvenn hósdag millum kl. 18 og 20 eru Tommy Pedersen og John Mor- tensen at hitta í før- oysku helunum í Rant- zausgade 7. Teir vilja hjálpa feroyingum við at loysa spurningar, sum stinga seg upp, tá ein býr í einum fremm- andum landi. Teir hava sent út soljóðandi tíðindabræv um tiltakið: Í nógv ár hevur verið tosað um, at ein veg- leiðingarstova átti at verið knýtt at teimum føroysku helunum og ti føroyska felagslivinum i Keypmannahavn. Flest øll eru samd um, at tørvur er millum føroyingar fyri vegleid- ing/rådgeving, sum fyri brúkaran er ófor- mell og óforpliktandi, og sum er á feroyskum. Fyri at nekta ein part av tervinum fara vit at hava opið eitt kveld um vikuna í Rantzausgade, har øll kunnu koma inn at pråta við okkum um ivamål og trupulleikar. Tiltakid er ikki sett i verk ella bundi at nøkrum åvisum felagi ella stovni, men eitt tiltak, sum vit persón- liga standa fyri. Tó skal tað verða ein partur av felagslívi- num annars. Tað, vit halda, terv- ur er á at fáa hjálp til, og sum vit vita nakað um, er t.d. skatta- spurningar (dupult- skattingin), lestrar- og lestrarstuðulsspurn- Lastbilur koppaði Frígg'adagin koppaði ein lastbilur úti á Bumshamri í Klaksvík. Óhappið hendi á nýggja ringvegnum, sum er í gerð. Bilurin var i ferð við at tøma lastina, tá undirlendið sveik og hann fór á lið- ina. Mannskaði hendi ongin, men bilurin fekk nakað av skaða. Funnin í Hundsarabotni Leygarnáttina bleiv ein persónbilur stolin á Bjarnoyarvegnum i Havn. ingar, sosialar veiting- ar og fakligir spurning- ar (fakfeløg). Tad er sjålvsagt av- markað, hvussu nógv vit kunnu avrika uttan at kunna játta pening, eftir sum hetta tiltakið hverki kann ella er ætlað at vera eitt sosi- alkontór. Okkara vegleiðing verður mest at siga fólki frá, hvar tey kunnu venda sær, hverji rættindi tey hava, hverjir stuðuls- meguleikar eru og út frá egnum royndum at vísa á, hvussu man kann klára teir trupul- leikarnar, sum stand- ast av at búgva í einum fremmandum landi. Opið er hósdag kl. 18-20, fyrstu ferð 27.09.79 í Rantzaus- gade 7, 2., København N., tlf. 01—371099. Bussar: (2), 3, 8, 13,19, 63,68. Tommy Pedersen, so- sialrådgevari, stud. jur., John Mortensen, stud. mag. (samfelags- fak) Hava sett målnevnd SIGMA, felagið fyri lærarar í stedd, alis- og evnafreði, hevur sett eina trýmanna mál- nevnd at arbeiða við orðum og málbering- um, ið viðkoma læru- greinunum. Nevndin varð sett á aðalfundi felagsins fyrst í hesum mánað, og í hana komu Mads A. Winther, Karin Hammer og Svenning Tausen. Bilurin bleiv funnin leygarmorgunin norðuri á Hundsara- botni, har hann var far- in út av vegnum. Poli- tiið veit ikki, hver er farin av stað við bili- num. Asfaltera í Ljósáum og Svínáum Eiðis kommuna fer í heyst at asfaltera veg- irnar oman til havna- løgini í Ljósáum og Svínáum. Kommunan ger eisini nýggja vatnveit- ing í Svínáum. Hesum arbeiði líður væl. Umsetningurin Umsetningurin hjá Fer- oya Keypssamteku er í farna fíggjarári, sum gongur frá 1. apríl 1978 til 31. mars í ár, øktur við 19 prosentum. Tann samlaði umsetn- ingurin var 32,9 mió. kr. afturímóti 27,7 mió. kr. árið fyri. Tað er handilin í Dr. Jacobsensgetu, sum enn er tann stersti. Men til tað er at siga, at handilin í Hoyvík bert hevur havt opið helvtina av roknskap- arárinum. Handilin í Dr. Jacob- sensgetu seldi fyri 12,2 mió. kr. afturímóti 18,5 mió. kr. árið fyri, meðan " Hoyvíkshandilin seldi fyri 9,7 mió. kr., soleiðis at samlaða selan í handlu- num í Havnarøkinum var 21,9 mió kr. Stór framgongd í Fuglafirði Hinar báðar deildirnar av FK, tann í Fuglafirði, sum lat upp í juli 1978, og tann í Klaksvík, hava eisini økt munandi um umsetningin. Serliga hava eystringar økt um keypið i FK. Saml- aða veruselan i Fuglafirði var 5,9 mió. kr. afturímóti 4,7 mió kr. árið fyri. Í pro- sentum er veksturin 25. Í Klaksvík er selan eis- ini ekt: úr 4,6 mió. kr. upp í 5,1 mió kr. Veksturin í pst. er 12. Nettoavlopið minkað Samlaðu inntekurnar vóru 7,1 mió. kr. fíggjarárið 1978/1979 afturímóti 5,3 mió kr. undanfarna ár, men lutfalsliga eru út- reiðslurnar hækkaðar, so- leiðis at nettoavlopið eftir avskrivingar er 90.000 kr. minni. Í fjør var tað 0,46 mió. kr., meðan tað var 0,55 mió. kr. árið fyri. Tær beinleiðis útreiðsl- urnar til lenir, verukoyr- ing, húsaleigu o.a. eru ektar við útvið tveimum milliónum — úr 3,0 upp í knappar fimm mió. kr. Undirskot í Hoyvík Í årsfrågreidingini frá stjórnini verður sagt, at handilin í Hoyvík hevði eitt lítið rakstraryvirskot, men tá avskrivingar og aðrar útreiðslur eru trekt- ar frá, hevur handilin eitt undirskot. Í roknskapar- yvirlitinum sæst, at tað er góð hálv millión. Stjórnin sigur, at grund- in til hallið er, at rokn- skapurin fevnir bert um vetrarhálvárið, sum var sermerkt av kava og ring- um veðrið. Tí metir stjórnin, at ein fullfíggjað mynd fæst ikki, fyrrenn roknskapur fyri eitt heilt ár fyriliggur. øktur 19 pst. Síðani roknskaparárið endaði, er ein handil latin upp í Vágum. Hann lat upp í juni. Í ársfrágreið- ingini sigur stjórnin, at hann gongur væl og liggur væl fyri sambært fíggjar- ætlanini. Um ætlanirnar á Tver- oyri og í Klaksvík sigur stjórnin, at Tveroyri liggur fyrst fyri. Einki verður sagt, nær farið verður undir at byggja handilin. Í Klaksvík er grund- stykkjaspurningurin ikki greiður, og má stjórnin tí finna eina fyribilsloysn í Klaksvík. Skattaspurningurin loysast politiskt Í fjør varð FK skattað sum vanligt. Hetta er ikki hent áður. FK mótmælti og hevur fingið lyfti um, at spurningurin skal loys- ast politiskt. Fritidin hjá børnum og ungum til viðgerðar um vikuskiftið „Bern og unges fritids- situation på Færøerne«. Soleidis nevnist stevnan, sum »Landsforeningen Ungdomsringen« heldur i Havn komandi vikuskifti. Stevnan verður á Hotel Hafnia og hon verður sett friggjadagin kl. 17. Tad eru unglingar i Havn, Vestmanna og Klaksvík, sum hava tikið stig til at halda hesa stevnu, og teir hava vent sær til »Ungdomsringen«, sum rekur frítíðarvirk- semi fyri góðan fjórðing av ungdóminum í Dan- mark. - Tjak og fyrilestrar Endamálið við stevnuni er at viðgera spurningin, hvussu útviklingurin hjá børnum og ungum í Før- oyum kann stuðlast. Úr Danmark koma m. a. formaðurin í »Ungdoms- ringen< Bernhardt Taste- sen, fólkatingsmaður og aðalskrivarin Roar Hy- møller. Ur Feroyum luttaka Atli Dam, Jákup Linden- skov, Hergeir Nielsen, Ludvig Petersen, Klaus Herman, Karin Kjølbro, Petur Christiansen, Sverri Midjord og Leif Groth. Politisku flokkarnir hava eisini hver sitt umboð á stevnuni og ungmanna- feløgini hava tilsamans 15 umboð. Á stevnuni, sum endar seinnapartin sunnudagin, verða umframt bólkaar- beiði og tjak nógvir fyri- lestrar. Teir eru um steð- una hjá børnum og ungum í samfelagnum, mentanar- ligar og politiskar meting- ar av meguleikunum hjá foroyska samfelagnum at stuðla frítíðarsteðuna hjá børnum og ungum, frítíð- arkorini í Feroyum í sam- bandi við ung, ið hava trupulleikar av alkoholi og kriminaliteti, arbeiðs- viðurskiftini = hjá ung- mannafeløgunum og um sosiala og pedagogiska innihaldið i frítíðar- og ungdómsklubbum. Sjålvt í høvudsstadnum er ikki nógv at fara til hjá børn- um og ungum. Tað eru m. a. fólk í ungmannafelagnum Skansastovu, sum hava tikið stig til stevnuna nú um vikuskiftið. Myndin er tikin á føstulåvint í ár, tá Skansastovulimir slógu tunnu Í Í