Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

re Nr. 74 — 26. september 1979 sosialurin Nu hevur Skipasýnið góðkent Brimnes Eigarin kendi seg forfylgdan av Sofusi Sivertsen, leiðara á Skipasyninum. Sofus Sivertsen hevur ongar við- merkingar. — Hatta er onki at skriva um, sigur hann Útróðrarbáturin Brimnes TG 13 er nú góðkendur av Skipasýninum og hevur fingið siglingarloyvi. Eitt 10 ára stríð millum Skipa- sýnið og eigaran av Brim- nesi, Dánjal J. Jensen, er nú lokið við at eigarin hev- ur gingið ellum krevunum hjá Skipasýninum á meti. Dánjal J. Jensen heldur seg ikki vera rættvíst við- farnan. Í samreðu við So- sialin fyri góðum mánað síðani segði hann, at hann kendi seg forfylgdan av Sofusi Sivertsen, leiðara á Skipasýiinum. Onki at skriva um Vit hava biðið Sofus Sivertsen um eina við- merking til hetta málið, men hann vildi onki siga um tað. — Hevur Skipasýnið kravt tað sama av eðrum Skipasýnið hevur m.a. kravt, at Brimnes skal hava akkersljós. Eigarin, Dánjal J. Jensen, sigur, at ongin annar bátur í hesi steddini hevur akkersljós bátaeigarum sum av Dán- jali J. Jensen? — Ålvaratos, eg fari ikki inn i hatta har. Hatta er onki at skriva um. Båturin hevur siglingsloyvi, so er tað yvirstaðið. Málið er avgreitt. Tá vit spurdu Sofus Sivertsen, um hann sum leiðari av einum almenn- um stovni kundi nokta at geva upplýsingar, segði hann, at um vit nevndu eitt skip fyri honum og spurdu, hvat verður kravt av ti, so vildi hann ikki svara. Ósemjan millum Dánjal J. Jensen og Skipasýnið hevur eisini verið i rætti- num og Dánjal J. Jensen hevur fingið eina bót uppá 750 kr. fyri ikki at fylgja boðunum frá Skipasýni- num. Í letuni hevur sjórætt- urin málið til viðgerðar og verður næsti og væntandi seinasti rættarfundurin 19. oktober. Veitt 180 tons i góðan mánað Sleppur at fiska óaumarkaða nogd eftir næsta túr restina av árinum Koyrdi á transfor- matortorn Í síðstu viku koyrdi ein kona á eitt transforma- tortorn í Øravik. Hon var á veg suðureftir, tá hon fór út av vegnum og endaði á torninum. Konan varð legd inn á sjúkrahúsið á Tveroyri við skaða í andlitinum. Bilurin fór rættuliga illa. Rækjutrolarin Svalbard hevur havt stak góðan fiskiskap undir Canada. Eftir einum góðum mán- að hevur hann fiskað 180 tons, sum hann fyrst í vik- uni hevur landað í Matane í Canada. Helvt um helvt av veið- uni er kókað og rárækjur. Rárækjurnar verða pilkað- ar á einum nýmótans virki í Matane. Oavmarkada nøgd Svalbard hevur kvotu til eina last afturat i canad- iskum sjógvi. Tá tann seinri túrurin verður lidugur, væntandi um hálvan oktober, hevur Svalbard fingið loyvi at veiða óavmarkaða negd av rækjum á canadiska ekinum í grenlendskum sjógvi tað sum eftir er av árinum. Tað er P/f Marr & Co., sum hevur fingid avtaluna ilag. Samband vid fremstu framleidararnar Nú eru tað fleiri foroysk rækjuskip, sum royna undir Canada. Tað var annars P/f Marr & Co., sum fekk ta fyrstu avtaluna í lag í 1977 fyri rækjutrolaran Sólborg. P/f Marr & Co. hevur samband við bretsku fyri tekuna- Young's Seafood, sum er ein av heimsins fremstu rækjuframleiðar- um og hevur virkir líka úr fjareystri til Canada. Síðan canadiska fiski- markið varð flutt út á 200 fjórðingar, hevur Canada rikið ein ógvuliga varnan og miðvísan fiskivinnu- politikk. Hesin politikkurin mið- ar ímóti, at øll veiða á canadiskum eki verður landað og tilvirkað á virkj- um í Canada. Í mun til onnur skip, sum fiska undir Canada, so landar Svalbard í Canada, meðan hini selja veiðuna í Europa. Haraft- urat hevur Svalbard canadiar umborð og er hetta væl dámt av canad isku myndugleikunum. 33 busssteðgipláss í Klaksvík Tað vera 33 steðgipláss á bussrutuni í Klaks- vík. Bussrutan byrjar komandi mánadag og í fyrsta umfari verður koyrt við einum bussi. Feråslunevndin hjá Klaksvíkar býráð hevði mánadagin fund um bussrutuna. Tá varð avgjert, hvar steðgi- plássini skulu vera. Sambært ætlanini skal bussurin fara av Kósini hvenn heila tíma og av Bumshamri hvønn hålvan. Koyrt verður eftir niðara veg. Ger- andisdagar veråur koyrt frå kl. 6,30 til 24 og sunnudagar kl. 6,30—8,30 og 10—24 Hvalbingar ákærdir fyri innbrot Tveir ungir hvalbingar hava játtað seg sekar í at hava brotið inn á posthúsið í Hvalba tann 13. august í ár, upplýsir politiið á Tveroyri. Menninir fóru inn gjøgnum eitt vindeyga á posthúsinum og tóku 6 fleskur av sterkum við sær útaftur. Menninir, sum báðir eru fyrst í tjúgunum, verða nú ákærdir fyri innbrotið. ilma 3 Besti veðrurin fór fyri 3.600 kr. Leygardagin vóru tjørnuvikingar i Stakkinum eftir seyði. Sum siður er, var all- ur seyðurin seldur á uppboði í Tjernuvík. Teir fimtan seyðirnir, sum tiknir vóru, fóru fyri 33.600 kr. Boðini upp á tann besta veðrin komu uppá 3.600 kr. áðrenn avgerðin fall. Hann vá 76 pund. Boðini upp á lombini lógu úr 1500 upp í 2000 kr. Øll lombini vóru gimburlomb. Ágóðin frá uppboð- num kemur allari bygd- ini til góðar. Peningur- in fer til bygdahúsið, sum nú er innilokað. Aður er ágóðin m.a farin til eitt seyðahús og í fjer varð eitt nýtt hús bygt úti í Stakki- num, soleiðis at fólk kunnu verða náttina yvir, tá tey eru úti og fleyga. Tað er rennistrongur við aluminiumsvogni út á Stakkin. Leygardagin fara tjernuvíkingar norður í Sjeyndir eftir veður- lombum, sum vórðu slept norður í juni. Úr Tjernuvík frættist, at á Ytrisíðu í Sjeyndum fór meginparturin av seyðinum í kavanum seinasta vetur. Tað slapst ikki til hann. Vanliga ber Ytrasíða einar 180 áseyðir. Mett verður, at einir 130 eru farnii