Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. september 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 75 — 29. september 1979 dag: Nú deild, Royn—GÍ HB—KÍ SiF—Sumba Dómari nr. 68 Georg Magnussen B68 hevur til fyrsta umfar trekt frítt og kemur sostatt í kvartfinaluna uttan dyst. morgin. Sjóvinnubanka- steypið Tá Fótbóltssamband Feroya tíðliga í vár avgjerdi at samskipa alla vaksnamannadeildina, t.v.s. fyrstu, aðru og triðju deild, í eina felags steypa- kapping, og avgjerdi at tað steyp, ið kappast skuldi um, skuldi vera Ísafjarðarsúlan, varð sam- stundis avgjørt, at steypakappingarnar í aðru og triðju deild, bert skuldu leikast í ár afturat. Avgjert varð at tey lið, sum hevdu vunnið sær lut í steypunum báðum, skuldu í ár luttaka í ser- støkum kappingum, har vinnandi liðið í hvørjari, so fekk steypið til ognar. Í vár áðrenn landskappingarbyrjan, varð so kappast um steypið í 2. deild, Eysturoyar Heilselusteypið nevnt, og varð tað MB, ið ognaði sær tað. FSF hevur nú avgjert at kappingin um steypið í triðju deild, Sjóvinnubankasteypið, skal fara fram fýra tey komandi vikuskiftini. Sjey feløg hava ognað sær lut í steypinum og hava tey sostatt tryggjað sær luttøkurætt í enda- ligu kappingini, men bert við triðjadeildarliðnum. Tey sjey felegini eru Royn, HB, SÍF, B68, Sumba, GÍ og KÍ. At tað skal verða triðjadeildarliðið, t.v.s. leikar- ar, ið vanliga ikki hava luttikið á 2. ella 1. deildar- liðunum, ið skal luttaka í kappingini, kann gera hesa eitt sindur trupla fyri t.d. HB, ið sum einasta av hesum sjey feløgunum, ikki hevur havt lut- takandi lið í triðju deild hetta kappingarárið. Kappingarnevnd Fótbóltsambandsins hevur avgjørt, at fyrsta umfarið av kappingini um Sjó- vinnubankasteypið verður at spæla í dag, kvart- finalan leygardagin 6. oktober, semifinalan leyg- ardagin 13. oktober og finalan leygardagin 20. oktober. Við lutakasti er avgjert at hesi liðini hittast í Dómari nr. 125 Óli Holm Dómari nr. 3 Magnus F. Jacobs. eru bert føroyameistaraheitid eftir, og eru tey fyri dreingjadeildina, verður leikt í dag, og 1. sum verður Tað mest spennandi er 1. deild. ðrenn vit fara til tvey sum í dystin, skulu vit hyggja at støduni, sum sær soleiðis út: ÍF 18 31—8 23 TB 13 41—16 22 HB 13 36—19 16 B36 13 20—-27 12 MB 13 21—24 1l KÍ 13 16-37 8 VB 12 16—29 7 NSÍ 12 8-31 3 Fótbóltur um vikuskiftið Av hesum sæst, at ÍF hevur stórar megu- leikar at gerast meist- ari. Um teir leika javn- leik, og TB vinnur sín dyst, so fer TB avstað við heitinum, so tað verður spennandi. Vit síggja eisini á steðuni, at VB og NSÍ bert hava leikt 12 dyst- ir, meðan ell hini hava leikt 13. Hetta kemst av, at dysturin, tey bæði liðini skulu leika móti hverjum eðrum 2. september, varð útsett- ur vegna veður, og verður hann — ikki leiktur fyrrenn 6. oktober. Unglingadeildin varð avgjerd seinasta sunnudag og gjerdist KÍ tá meistari. Teir skuldu leika ein dyst í Leirvík móti LÍF, men av tí at LÍF ikki fekk mannað lid, vann KÍ dystin 3—0. HM-hondbóltur 11 lond koma at luttaka Sum flest ollum kunnugt verður heimsmeistaraskapið í hondbólti fyri C-bólkin avgjørt í Føroyum næsta år. Í hesum sambandi var ein tíðindafundur, sum nevndin, ið skal fyrireika kappingina, helt seinasta mánadag 11 lond av 14 megu- ligum koma at lut- taka i dystunum um heimsmeistara- skapið i C- bólkinum, sum verða leiktir í Fer- oyum mánað næsta ár. Londini verða Eysturríki, Noreg, Ítalia, Luxemburg, Ongland og Feroyar, sum koma at leika í bólki A, meðan Frakland, Ísrael, Finland, Belgia og Portu- gal koma at leika í bólki B. Tá avgjert varð, at C- bólkurin skuldi leikast í Feroyum, setti ÍSF eina fyrireikingarnevnd. Í hes- ari sita: Poul Michelsen, Sofus Rubeksen, Jógvan Arge, Jón Rasmussen, Niels Nattestad og Líggj- as Joensen, sum eisini er formaður í nevndini. Í Sveits Líggjas Joensen var í Sveits í 1978, tá C-bólk- urin var har. Hann kann- aði tá, hvussu fyrireiking- arnar vórðu gjerdar og hvussu alt gekk fyri seg. Ætlanin er, at kappingin í Feroyum skal fara fram á sama hátt. Ikki á júst sama hátt, tí umsteðurnar eru ikki tær somu. Leikast á trimum plássum Ætlanin er, at leikast skal i Havn; Klaksvik og i Vági, tó bert um ítróttar- hellin har verður liðug til SOSIALURIN ynskir tí KÍ tillukku. Endaliga steðan í unglingadeildini gjørd- ist hendan: KÍ 10 36-7 16 HB 10 34—12 14 NSÍ/B68 10 33—23 14 B36 10 21—28 8 TB 10 10-25 6 i februar LÍF 10 8-45 2 Dreingjadeildin i finalan f dreingjadeildini verður leikt í dag. Dysturin verður millum Skála og HB. í. HB 4—1. ta tíð. Eftir ætlan skal hon vera liðug til 31. desember í ár. 250 fólk Roknað verður við, at eini 250 fólk koma hendavegin í samband við tiltakið. Hvert landið hevur loyvi til at taka 20 fólk við, men IHF (International Hand- ball Federation)-reglurnar loyva 22 fólkum fyri hvert landið. Harafturat koma helst eini 6 umboð frá IHF og 6 dómaraper. Tað skuldu ikki staðist teir heilt stóru trupulleikarnir av at hýsa ellum hesum fólkunum. Í Suðuroy er nóg mikið við teimum báð- um hotellunum, sum eru. Í Havn skuldu heldur ongir trupulleikar verið, tí um ikki pláss verður fyri ell- um her, so kann farast út um Havnina við fólkun- um. Í Klaksvík kann verða verri, tí har er ikki lætt at fara útum, men vónandi fer alt at ganga. Koma við Smyrli Nógv hava helst væntað, at trupulleikar fara at standast av at fáa øll fólk- ini til landið, ti flogferåsl- an kann verða tarnað av veðrinum, men so verður ikki. Fyrireikingar- nevndin hevur tosað við Strandferðsluna um at fáa Smyril til Aberdeen, har ell hondbóltsfólkini skulu savnast, og síðani koma haðani við Smyrli til Før- oya. Hesum hevur Strand- ferðslan játtað, og luttak- aralondini hava fingið finaluna vann »Maskotturin« er enn ikki navngivin, men um onkur av lesarum okkara hevur eitt gott, føroyskt navn til hann, so kann viðkomandi senda uppskotið til ein av limunum í fyrireikingar- nevndini ella til ÍSF freist til 1. oktober, um tey taka av ella ikki. Tå fyrireikingarnevndin sein- asta mánadag hevði tíð- indafund, varð upplýst, at tá heyði eitt land tikið av tilboånum, og var tað Noreg. Ætlanin er, at Smyril skal vera aftur í Feroyum 1. februar sum kappingin byrjar 2. Sum sagt verða tað tveir bólkar, men tað er enn óvist, hvussu og hvar teir skulu spæla, tað ræður alt um, um hellin í Vági verður klár at spæla í. Men tó er tað lagt fast, at 2., 3. og 4. februar skal leikast, meðan 5. verður ein fridagur. 6. og 7. skal so aftur leikast, medan 8. verður frídagur. Hesir nevndu dagarnir verða allir til teir innleiðandi dystirnar. 9. februar verða so finalurnar, og er ætlan- in, at tvær skulu verða í Havn, tvær í Klaksvík, meðan ein verður í Vági. Tey bæði bestu liðini í bólki Á og B koma at leika um 1. og 2. plássi, meðan tey næstbestu leika um 3. og 4. plássi osfr. Tað ring- asta liðið í bólki A verður nr. 11. Mett verður, at alt hetta stóra tiltakið kemur at kosta millum 800.000 og 900.000 kr. Onkur heldur kanska, at hetta verður ringt at fáa inn aftur, men fyri- reikingarnevndin hevur gjert eitt uppskot um hetta. Roknað verður við, at inntøkan av atgongu- merkjum kemur at liggja um 200.000 kr. Luttakara- londini skulu gjalda uml. 360.000 kr., tað svarar til 180 kr. pr. mann pr. dag. Síðan er ætlanin at biða um stuðul frá bý- og bygdaráðum og frá almennum stovnum og fe- logum. Ætlanin er at gera eina T-shirt við búmerk- inum hjá C-bólkinum, og á henni kunnu so ymsar fyritekur lýsa á. Væntandi koma hesar troyggjurnar út undan jólum. Roynt hevur eisini verið at fáa eina frímerkjaút- gávu út í hesum sam- bandinum, men hetta letur seg ikki gera vegna tekniskar trupulleikar. Trygdartiltøk Enn veit fyrireikingar- nevndin ikki, hverji trygd- artiltok skulu setast í verk í samband við kappingina. Hon hevur tó tosað við politiid, og hava teir játtað nekur fólk at arbeiða saman við nevndini. Umboð fyri nevndina skulu hava fund við IHF um henda spurn- ing, og roknast kann við, at trygdartiltekini skulu vera nakað strong, tí t.d. Ísrael skal luttaka. 80 — 100 hjálparfólk Neyðugt verður við einum 80 — 100 hjálparfólkum til — umsjón, atgongu- merkjasølu o.a.t. Hvert landið hevur krav upp á ein ferðaleiðara, guide. Nógvir trupulleikar eru enn ikki loystir, men fleiri eru tó kláraðir. Vit vóna tó tað besta og ynskja góða eydnu.