leygardagur 29. september 1979síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 75 — 29. september 1979
VILGERA EIN PUNG 77
Ty SKALT BRÚKA : SKINN (KANSKA RV
EINUM GOMLUM SK6GVI), NÁL , SAKS, BAND
IKNHPP OG HRMARAR RÍ GERB HOL VIÐ.
et kLiPP SKINNIÐ TL.
oe Q BOYGG HAR ,SUM TAÐ
KAL BOYGGJAST
B<-mar ,
. Q SEYMA EIN KNAPP Á,
ELLA SET EIN TRYKKNBPP 9
ELLA TiLikT Á. ”
EITT LANGT BAND ELLA PN
L” SKER TÆR EINA SKINN-ÁL. >
o (Q) SEYMA VIÐ HESUM KANTÍN o
o Á PUNGINUM (ANSR EFIR o
9 AI BANDIÐ ER SO LANGT, o
0 AT TO FÆRI TAÐ N/DUR UM 9
hove Tú EINRSKINNKANST TO VÆL
BRUKA TJUKT Toy ELLA FILT.
LOYNIHELLIÐ
Pambo
Meðan offurhátíðarhaldið er farið fram í Ombi, hava
Basilius og húski hansara verið í einari gamlari borg
í oyðimerkini. Tey eru á veg til ein gróðrarblett, har
tey halda, at tað man bera til at krógva seg.
„Vit kunnu ikki halda fram ferðina fyrr enn eina-
ferð seinnapartin, tí haldi eg, at vit skulu fara at
hyggja at landslagnum her um leidir«, segði Difilius.
„Hver veit, um ikki onnur fólk kunnu vera her nær-
indis eisini. Tað sigst, at her eru nógvir ránsmenn
um vegir. Og til tess at eingin skal koma óvart á okk-
um, so haldi eg, at vit skulu fara at hyggja okkum
um«.
„Ja, tað eru helst hyggjuråd«, helt Basilius vid
honum, »tå og Jóhannus kunnu fara beinan vegin«.
Jóhannus tók boga sín og hylki við orvum og fór
tann vegin, sum Niláin var. Difilius fór hin vegin.
Báðir skuldu so ganga í ein runding uttan um
borgina.
„Verðið nú ikki ov leingi burtur!« rópti maðurin
aftan á teimum.
Jóhannes hevði gingið útvið ein tíma, tá ið hann
fór at kenna á landslagnum, at hann nærkaðist
Nilánni. Í fyrstuni var lítið til av grasi, men tess
longur hann gekk, tess grønari og síðari gjørdist
grasið. Hann legði leiðina longur til hegru. So við og
við kendist jørdin nú harðari undir fótunum. Nærri
við ánna sóust hegir, berir klettar. Bert onkustaðni
vaks ein pálmi, eitt sypristræ ella ein tornrunnur.
Jóhannes gekk ein hálvan tíma afturat við somu
kós, ætlaði síðani at snara til høgru einaferð afturat
og leita sær aftur til borgina. Júst tá rakti hann við
ein stóran klett, sum lá eitt sindur fyri seg sjálvan.
Har kundi verið eitt rúmligt helli inni undir honum.
»Eg má fara at vita, um har veruliga er eitt helli«,
hugsadi Johannes.
Hvat var hatta — hoyrdi hann ikki mannamál!
Jóhannes tveitti seg skerflatan á jørdina. Hann
mintist beinanvegin alt, sum hent var um náttina.
Tað ljóðaði sum var tað ein, ið messaði. Tað líktist í
hvussu er meira sangi enn talu. Hevði hann ikki
hoyrt slíkt fyrr onkunstaðni? — Jóhannes skilti so
mikið, at hann hoyrdi, at maðurin sang á koptiskum
máli. Knappliga visti hann, hvar hann hevði hoyrt
tað fyrr!
Kvikliga leyp hann á fetur og fór yvir til klettin.
Einaferð hevði ein koptiskur einabúgvi verið við til
gudstænastur í Ombi, hann var lærusveinur hjá tí
— - ÉT
Síða 9
Send loysnina til Sosialin, box 76, Tórshavn. Merk
brævbjálvan »Barnasidan«. Um vit fáa loysnina innan
komandi leygardag, verður tú við í lutakastinum um ein
virðislen.
6. partur
gitna Antoniusi. Tá ið tann maðurin helt bøn, hevdi
tað ljóðað nakað sum hetta, hann her hoyrdi.
Tá ið Jóhannes nærkaðist, sá hann eitt helli. Fyri
hellismunnanum stóð ein stórur pálmi. Ein lítil á
fossaði út úr hellinum oman brekkuna. Tætt við
ánna, nøkur fá fet frå hellismunnanum, lá ein gamal
maður á knæ og bað hart.
Varisliga fór Jóhannes nærri. Hann vildi ikki
órógva mannin, meðan hann bað. Men einabúgvin
hevði longu ansað eftir honum. Hann gavst við
benini, reistist og fór ímóti Jóhannesi. Hár hansara
og tað síða skeggið vóru snjóhvít, andlitið var reyð-
dæmt og frískligt. Hann var ílatin seyðaskinn og
styðjaði seg fram á ein tjúkkan stav. Hóast hann var
heilt gamal, var hann lættur á fótum.
»Harrin veri vid tær, sonur mín!< segði hann og
leit at Jóhannesi. »Ert tú vilstur? Ella — hevur tú
leitað eftir mær?«
»Nei«, svaraði Jóhannes. >Ég eri komin higar av
tilvild«.
»Av tilvild?«
»Ja, vit noyddust at ryma, ti keisarin hevur givid
bod um eina nýggja atsókn móti teim kristnu. Vit
halda til har yviri í tí gomlu borgini!<
„Hvat sigur tú? — Er ein nýggj atsókn byrjað?
Jóhannes greiddi nú tí gamla frá ellum, sum hann
visti. Hann segði honum, at tey ætlaðu at leita sær
skjól í gróðrarblettinum ella har umleiðir.
„So, so«, segði einabúgvin. >Ein nýggj atsókn er
byrjað!< — Eina letu stóð hann og stardi fram fyri
seg, so læt í honum: >So má eg fara aftur til býin. —
Harrin veiti teimum styrk, sum verða plágað av
Sátan, at tey megu standa fest á royndarstund!« So
hugdi hann upp á Jóhannes: >Tað verður torfert hjá
tykkum at krógva tykkum í gróðrarblettinum.
Meginparturin av fólkinum har eru skurðgudadýrk-
arar. Hava tey frætt um boðini frá keisaranum, fara
tey helst at geva tykkum upp til landshevdingans,
um tey fáa snevilin av, at tit eru kristin«.
Einabúgvin hugsaði seg um eina løtu. — >Ég skal
siga tær, hvat tit skulu gera: Í Zericah, soleiðis eitur
hin bygdin í gróðrarblettinum, býr ein kurvamakari.
Hann eitur Pambo — minst væl til tað navnið. —
Pambo hevur verið kristin í nógv ár, hann er skila-
góður, veit um alt og er so kunnugur her um leiðir
sum eingin annar. Sig honum, at tú hevur tosað við
Euthymius í hellinum — so vil hann hjálpa tykkum,
|
ES EDER BOOT
| 8
| SOSIRLURIN
| BOx 76
lutur skal vera 7 puntar, og har skal vera eitt djór í hverjum luti.
Hetta er ein fyrkantur vid 49 puntum. Kanst tu byta hann sund ri 7 l tir — ver | v ]
>
eftir J. M. Neale
og betri hjálp fáa tit ikki nakrastaðni!<
Jóhannes takkaði honum so mangar ferðir. >Men
ein ivaspurningur er enn«, segði hann so, »man hesin
Pambo fara at trúgva mær, tá ið eg sigi, at tygum
hava sent meg, faðir?“
„Ja, tú sigur nakad«, svaraði hin gamli. >Nú á
døgum megu fólk vera mistrúgvin. Men um tú sigur
við Pambo: Tá ið Euthymius doypti teg, beyð hann
tær at grava allar gudamyndirnar niður í hornið í
urtagarðinum undir fikutrænum! — Tá man hann
trúgva tær, tí hatta veit eingin uttan eg og hann«.
Jóhannes takkaði uppaftur. >Kann eg siga fyri
pápa, at eg havi hitt teg her, háttvirdi faðir? Hann
hevði verið fegin um at talað við tygum og fingið góð
ráð!“
„Nei, sonur míns, segði Euthymius og brosaði.
„Mær dámar best at vera einsamallur. Eg leggi einki
í at fáa vitjan. Hevði tú ikki komið óvart á meg,
hevði tú ikki sloppið at hitt meg. Eg fái latið hellið
mitt væl aftur, um tað gerst neydugt«.
Hann peikaði á lekin, ið rann út úr hellinum. >Men
eg hugsi, at Harrin sjálvur man hava sent teg higar,
Hann leiðir okkum øll og Hann fer ikki skeivur«.
Jóhannes fall á knæ og bað hin gamla signa seg.
Euthymius legði hendurnar á hann og bað eina ben.
„Kvika tær so burtur, sonur mín!< Foreldur tíni
munnu bíða eftir tær. Men eg sigi tær uppaftur: send
ongan higar til mín! Vilja tit mær nakað, sigið tað so
við Pambo. Hann ber mær mat hverja viku, og hann
skal eisini bera tykkum boð frá mær«.
Euthymius nikkað ímóti Jóhannesi, vendi sær á
og gekk inn í hellið, og Jóhannes skundaði sær aftur
til borgina.
Har vóru tey longu bangin um hann, ti hann heyði
verið so leingi burtur. Hann mátti greiða ógvuliga
gjølla frá sínum fundi við einabúgvan.
>Tað lætnadi um hjartað hjá mær«, segði Basilius,
tá ið Jóhannes var liðugur at siga frá ellum. >Ég havi
verið so í døpurhuga um, hvat vit skuldu gera í
gróðrarblettinum. Víst er Difilus nokk so kunnugur
har um vegir, men tað hevði ikki verið nóg mikið. —
Um einabúgvin hevur rætt — ja bern, so nýtist
okkum ikki longur at stúra!<
So vóru tey aftur á ferð gjøgnum oyðimerkina. Ein
tíma fyri og annan eftir. Sólin setti. So kom mánin
undan og sendi sínar bleiku geislar oman yvir alt
Vindurin vaks. Ferðalagið helt leiðina fram.
Móð og útlúgvaði steðgaðu tey aftur út ímóti
morgni. Skundisliga riggaðu tey sær tvey tjeld av
rekkjuváðum. Kamelarnir fingu at drekka úr leður-
sekkjunum, og skjótt lógu øll í fasta svøvni. Meðan
sólin spakuliga reis undan sjónarringinum.
7"