leygardagur 29. september 1979síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
sosialurin
Nr. 75 —
29. september 1979
Ungur landbúnaðarmaður:
Hegni og dugnaskapur
mugu setast fram um
privata ognarrættin!
— Eg havi ongantid hugsad
um at fara í eina aðra vinnu. Wij
Líka síðan eg var smádrong- +
ur, havi eg haut hug at fing-
ist við jarðarbrúk.
Soleiðis sigur ein av teim-
um mongu, ungu landbún-
aðarmonnunum í Foroyum,
sum halda, at landbúnaðar-
vinnan avgjørt kann gerast
ein týðandi, alternativ vinna
— Men tað er treytað av,
at ein miðvísur jarðarpoli-
tikkur verður ferdur.
Eisini er tað treytað av, at
ognarviðurskiftini verða
broytt, soleiðis at dugna-
skapur og hegni verður
sett fram um privata arva-
rættin, sigur Petur Karl
av Rana, jarðarbrúkari í
Trongisvági, í eini sam-
reðu við Sosialin.
Oman fyri fjósinum, sum liggur innanvert viðalundina í Trongisvági, hevur Petur
Karl í ár velt upp úr nýggjum einar 20.000 kvm. Ætlanin er at velta nakað tað sama í
ár og komandi vár
Av sjónum
inn í fjósið
Petur Karl, sum er 29 ár,
fór undir at byggja fjósið í
1972. Samstundis fekk
hann sær eini 6-8 neyt, so
hann hevði nakað, tá fjós-
ið var liðugt árið eftir.
— Frammanundan
hevði eg verið til sjós í
fýra ár, men eg hugsaði
|
alla tíðina um at fara
undir eitt jarðarbrúk.
Komin í land var eg eitt ár
á royndarsteðini í Hoyvík
og fór síðan at gera klárt,
greiðir Petur Karl frá.
Tá fjósið kundi takast í
brúk, útvegaði Petur
Karl sær um 20 neyt. Í
dag hevur hann 28. Helvt
um helvt av mjólkineytum
og ungneytum.
Fjósið er eisini betrað
og útbygt, síðan tað varð
tikið í brúk. Upprunaliga
hevði tað kest og land-
brunn. Nú hevur Petur
Karl fingið ein teðtanga,
sum spreiðir teðini út um
bein. Harafturat hevur
hann fingið sær grabbara
til báðar brunnarnar, sum
taka 10 kúfóður hver. Um-
framt teir, er stórt loft til
turt hoyggj.
Er farin undir
munandi nýdyrking
— Ætlan mín er nú at fara
at dyrka alt tað, sum kann
dyrkast av tí, vit eiga,
meðan restin verður brúkt
sum beiti. Sum nú er, fái
eg nógv av grasinum við
at leiga meg til tað, og
nógv kemur úr ødrum
bygdum. Men hetta er
ógvuliga strævið.
Av somu orsek er Petur
Karl farin undir munandi
nýdyrking. Í vár velti
hann einar 20.000 kvm.
omanfyri fjósið í Trongis-
vági. Seinri í ár fer hann at
velta uppaftur meira.
Ætlanin er so at velta
einar 20.000 kvm. afturat
komandi vár.
Tað, sum hann higartil
hevur velt, er upp úr haga.
ir
BIÐ
Arbeiðsdagurin er um at vera av. Klokkan er níggju-tíggju á kveldi, tá Sosialurin vitjar Petur Karl í fjósinum.
Hann hevur verið uppi síðan klokkan seks. Men blundurin var stuttur, tí síðstu nátt kálvaði ein kúgv. Men Petur
Karl var kortini upplagdur til eitt langt prát, tá vit fóru úr fjósinum
Í alt er brúkið 300.000
kvm. til støddar.
Storar maskin-
iløgur
At velta upp úr nýggjum
er ikki bíligt. Fyri at
kunna fara undir alla hesa
nýdyrkingina, hevur
Petur Karl útvegað sær
amboð og maskinur fyri
170.000 kr. — traktor,
vogn, sláimaskinu og
frontlessara.
— Hvussu verða slíkar
ílegur figgjaðar?
— Studning havi eg
ongan fingið. Men helvtin
er fíggjað úr jarðargrunn-
inum yvir 10 ár. Ein annar
máti at fíggja við, er at
selja av gomlum be, sum
ikki er nýtiligur til nýmót-