leygardagur 29. september 1979síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 75 — 29. september 1979
sosialurin
Fjósið, sum Petur Karl bygdi í #72—7;. Undir somu lon eru eisini tveir súrhoyggj-
brunnar, sum takg 10 kúfóður hver. Turt hoyggj verður goymt á loftinum
ans amboð, til
grundstykkir.
— Eru 30 neyt nóg mik-
ið at fíggja slík lán?
— Ja, tað skuldi tað
verið. Í meðal mj6lkadi
hver kúgvin í 1977 4.200
litrar, og í fjør mjólkaði
hon 4.550 litrar. Soleiðis
at umsetningurin var um- *
leið 180.000 kr.
— Men helvtin fer bein-
anvegin til kraftfóður og
kunstteð. Harafturat
koma so avskrivingarnar.
Ein onnur stór útreiðsla er
viðsetingin, soleiðis at
eykabásár altíð standa
fullir.
— Men umsetningurin
er ikki nóg stórur til eyka-
hjálp?
— Nei, tað er hann ikki,
men eg havi fingið hjálp
frá nekrum unglingum.
Harafturat tekur pápa-
beiggi mín, Carl, eina
hond í.
— Hvussu við summar-
ferium og fritid annars?
— ØIl hesi árini havi eg
bert havt eina summar-
feriu. Tá tók beiggi mín,
sum lesur niðri, sær av
fjósinum. Hann hjálpir
annars hvert ár einar tveir
mánaðir um summarið og
ein mánað um veturin.
Ein avloysara-
skipan hevði bett
— Men soleiðis er skilið
helst hjá teimum flestu
búnaðarmonnunum í Fer-
oyum. Viðvíkjandi summ-
arferium haldi eg avgjert,
at ein ella onnur avloys-
araskipan átti at fingist í
lag, soleiðis at búnaðar-
:menn eisini fingu hvílt seg
við hvert.
— Hvussu langur er ar-
beiðsdagurin?
— Hann er langur —
einar 14-16 tímar, men tað
hugsar man ikki um, tá
hugurin er til staðar.
— Men sjálvandi kann
ein mekanisera meira fyri
at minka um arbeiðið. Til
dømis ætli eg mær at fara
yvir til rer-mjólking kom-
andi ár, soleiðis, at mjólk-
in fer beinleiðis í kelitang-
ar.
— Hvar verður mjólkin
seld?
— Nakað verður selt
heima við hús, meðan
Suðuroyar Mjólkafelag
tekur nakað. Eg haldi at
eg lati eini 30 pst. av tí
árligu framleiðsluni her á
Tveroyri.
Kjetframleiðsla
loysir seg ikki,
sum er
— Loysir kjetframleiðsla
seg?
— Man fær í ellum fer-
um ov lítið burturúr. Í
hvussu so er minni enn
burturúr mjólkafram-
leiðsluni.
— Um tann bíligi kjet-
innflutningurin úr EF
varð skerdur onkurs-
vegna?
— Tað hevði óivað bett
nógv um viðurskiftini.
Men ein stór broyting má
til hjá okkum, tí sum er,
framleiða vit ikki nóg
mikið til tann feroyska
marknaðin. Treytin fyri at
vit kunnu framleiða meira
eru sterri brúkseindir.
— Fyri mítt viðkomandi
vil eg siga, at tað hevði
verið nógv stuttligari at
fingist við kjøtframleidslu
eisini. Arbeiðið er nógv
minni og um summari
passar brúkið seg sjálvt.
Men treytin er avgjørt
sterri víddir.
— Eru tær til staðar?
— Jú, tað eru tær, men
fyri at kunna fáa nyttu
búrturúr teimum, mugu
galdandi ognarviðurskifti
broytast, soleiðis sum eg
fyrr havi nevnt, at hegni
og dugnaskapur verður
tikið fram um privata
ognarrættin.
— Er tervur á eini ávis-
ari almennari planlegging
innan landbúnaðarvinn-
una, soleiðis at åvis fram-
leiðslumál vørðu sett?
— Tað haldi eg avgjort.
Hitt almenna eigur jú
helvtina av jerðini, og
uttan mun til hvussu illa
orðið stýring ljóðar í oyrun-
um á summum, átti ein
planlegging at verðið
framd. Demi eru um bygd-
ir við nógvari almennari
jerð, har dagliga mjólka-
framleiðslan er minni enn
ein litur upp á merkina.
Jerðin er jú ein týdningar-
mikil rávera, ið ikki eigur
at liggja ónýtt. Serstak-
liga ikki í eini tíð, tá tað
sansar at á eðrum ekjum.
— Nú verða fleiri
vakstrarhús bygd. Kann
slík framleiðsla verða ein
framíhjávinna hjá land-
búnaðarmonnunum?
— Jú, men so skuldi
brúkið ikki havt fleiri enn
12-14 neyt.
— Men ein bóndi kundi
eisini bygt vakstrarhús og
latið ein annan mann um-
sitið tað, meðan bóndin
sjálvur fyri mesta partin
tók sær av fjósinum. Í
vikuskiftunum kundu teir
skiftst um at arbeiða, so-
leiðis at annar altíð hevði
frí, eins og bóndin kundi
fingið summarfrí.
— Annars hevur tað
víst seg, at royndirnar við
vakstrarhúsframleiðslu
eru so mikið góðar, at ell
orka átti at verðið legd í at
nekta tann feroyska
marknaðin.
NUTU
Framsýningin i Lístaskálanum:
Síða 11
Menniskjaverur,
sýnislutir, bygdir
og landslog
Menniskjaverur eftir Jógvan Asbjørn Skaale, sum fer víðan í listaverkum sínum
Meðan Eyðun av Reyni
sýnir heldur daprar og
tungar málningar, sýnir
Jógvan Åsbjørn Skaale
okkum litfagrar og lætt-
ar málningar og pastell-
tekningar.
Tí er listaframsýning-
in, sum í gjár læt upp í
Listaskálanum, fjøl-
broyttari enn roknast
kundi vid.
Eyðun líkist påpan-
um, Ingálvi, á bæði ein
og annan hátt. Valið av
litunum víkir ikki nógv
frá og uppbyggingin av
málningunum minnir
eisini nakað um hana hjá
pápanum.
Men sum heild eru
litirnir hjá Eyðuni meira
eins — mattir og dekkir.
Verkini hjá Eyðuni víkja
ikki nógv frá teimum, vit
áður hava sæð frá hans-
ara hond á Ólavseku-
$
FvAun
EVU
framsyningunum, sum
hann hevur luttikid å i
mong år.
Hann hevur góð evni
og tí kundi hann uttan at
himprast leita og roynt
eitt sindur meira.
Eyðun málar
burturav. Hann hevur
útbúgving frá danska
kunstakademinum. Eis-
ini hevur hann gingið í
tekniskúla.
Málningar hansara
kunnu býtast upp í tvey
— landsleg og sýnislutir.
Jógvan Ásbjern er hin
fullkomni mótsetningur-
in. Hann er sjálvlærdur,
fer meira víðan, er meira
opin og bjartur.
Helvt um helvt av
teimum 60 avrikunum
hjá Jógvani Ásbjern eru
pastellir og oljumálning-
ar.
Stórur partur av
pastellunum eru menn
iskjaligar fantasi-verur
Vit hava sæd tær áður
og eru tær bædi g6dar og
skemtiligar vid skiftandi
andlitsbrøgdum og
litum hareftir. Hin part-
urin av pastell-tekning-
unum eru hus og byling-
ar. Fleiri frålikar eru i
millum.
Oljumålningarnir eru i
flestu førum landsløg,
bygdir og býlingar.
Nógv av motivunum eru
úr tí stórsligu náttúruni
norðuri í Kallsoynni og tí
friðsælu Mikladalsbygd.
Litirnir hjá Jógvani
Åsbjørn eru vorðnir
sterkari og sterkari og
eru málningarnir ikki so
innilokadir, sum teir
kendust fyrr.
Listaframsýningin er
opin í dag og í morgin
afturat kl. 14 til 18. jo-mo