Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. oktober 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr;81 — 20. september 1979 orsk blød fyrst at viðurkenna Tann 17. oktober 1879 ella fyri júst 100 árum síðan varð Mikkjal Dánjalsson á Ryggi borin í heim. Hann var son- ur Dánjal Paula Danielsen úr Beitinum í Miðvái og Maren Margretu Petersen av Steig í Sandavági. Elstur var hann av 6 systkjum og tá nógv jørå hoyrdi til húsið hevði hevði tað verið naturligt, at hann tók við, tå pápin legði frá sær, men so var ikki. Mikkjal hevði onnur áhugamál, enn júst at setast niður sum bóndi. Hansara hugur stóð meira til bókina. Faðir hansara Dánjal Pauli — ella Beitismaðurin sum hann varð róptur — var ein mentamaður. Hann hevði lært enskt mál, tá hann var á handilsskúla í Kirkwall og kundi tí gera nyttu av bæði enskum og donskum bók- mentum. Og nógvar vóru bekurnar í Beitinum; bæði danskar, enskar umframt tað, tey høvdu uppskrivað av sagnum, vísum, kvæðum o.s.fr. Mikkjal var ikki tann maður heldur enn pápin, at hann læt tað skrivaða etast upp í meli, uttan at hava sogið nakað av tí kunnskapi í seg, sum tær bóru í sær. Mikkjal hevur sostatt á ungum aldri lært enskt mål av pápa sínum, umframt tann dygga kunnleika til bók- mentir, sum savnið hjá Beitismanninum kundi geva. Tað er helst rætt at nevna her, at Mikkjal hevur havt serligan áhuga og góð evni at læra fremmand mál. Tá rúnarsteinurin í Sandavági varð funnin á sinni, vórðu boð eftir Mikkjali. Hann kundi týða hesa fornu skrift. Sum sagt, Mikkjal hevði góða mentanarliga barlast heimanifrå. Men manna millum var hann ikki høgt í metum. Fólk høvdu hug at harmast um henda bónda- son, høvdu hug at flenna at tí, sum hann tók fyri. Hetta at ganga á sandinum og granska goggur og krabbar, at ganga í bø og haga og mala sum ein ónytta var ikki tað, sum tey væntaðu av størsta óðalsmanni i bygdini. Henda reaktión hjá bygdarfólkinum hevur havt sína ávirkan á Mikkjal. Hann hevur óivað eisini følt seg sum eina ónyttu, tí gjørdist hann innisluttaður. Mikkjal var smádrongur, tá tjóðskaparrerslan fór at gera um seg her heima hjá okkum við m.a. stovnan av føringafelag. Pápi hansara gjørdist beinanvegin heitur talsmaður fyri nýggju rersluna og Mikkjal var eisini hugtikin. Tað var eisini í hansara ungdómstíð, at ung- mannafelegini vórðu stovnað. Í Miðvági stovnaðu tey ungmannafeløg i hålvfems- unum. Tað vóru m.a. seinni so kendir menn sum Olivar á Ryggi, skald og Rasmus Norði í Stovu — ella Rasmus á Háskúlanum, sum vóru millum stovnararnar. Í hesum felag tók Mikkjal dúgliga lut. Tað er sjálvsagt, at felagsskapurin hevur havt ávirk- an á ungu miðvingarnar. Á ollum fundum í felagnum var upplestur á foroyskum. Tað kundu vera úr Feringa- søgu ella eðrum, sum skrivað var á føroyskum. Aftaná var tjak um mentanarlig, tjóðskaparlig 0.0. aktuell viðurskifti. Mikkjal segðist at vera skemtingarsamur á hesum fundum. Honum dámdi væl at yrkja um drunn, sum ofta fór runt í felagnum. Tað er kanska her, hann hevur lagt til merkis at hann hevði gávur at fáa at bera upp á rím. Mikkjal kom ikki alment fram sum skald heima i Feroyum, fyrr enn norsk pressa hevði umtalað hetta framúr góða fosturlandsskaldið. Hann fór saman við eðrum føroyingum til Noregs á eina stevnu og hevði tå tær báðar yrkingarnar »Fram frímenn fram frá londum« og >Tað frílynta fólkið í Noreg« við sær. Hann varð so væl fagnaður, at miðvingar, sum høvdu hildið lítið um Beitisdreingin, vórðu bilsnir um, at so nógv kundi gerast burturúr honum. Nú fór hann rættiliga undir at yrkja alment, tó ikki við egnum navni undir, men undir dulnevninum >Gun- leygur<É. Mikkjal fór nú rættiliga at búnast. Heimfeðingurin úr Beitinum fór út at ferðast. Hann var tveir vetrar á donskum háskúlum, annan á Askov og hin á Frederiks- berg háskúla. Uppafturkomin fór Mikkjal undir at hava kveldskúla í Miðvági. Hann undirvisti í føroyskum, enskum og fimleiki. Ein morgun ' hoyna 1909 fór Beitismaðurin uppá endakamarið á loftinum at vekja Mikkjal og fáa hann upp at sláa. Men har var eingin maður. skaldið Mikkjal kom ikki alment fram sum skald heima í Føroyum, fyrr enn norsk pressa hevði umtalað hetta framúr góða fosturlandsskald- ið. Hann fór saman við ødrum føroyingum til Noregs á eina stevnu og hevði tå tær báðar yrkingarnar »Fram frímenn fram frá londum“ og >Tað frílynta fólkið í Noreg« vid sær. Henn varð so væl fagnaður, at miðvingar, sum hevdu hildið lítið um Beitisdreingin, vórðu bilsnir um, at so nógv kundi gerast burturúr honum. Mikkjal Dánjalsson á Ryggi 17. oktober 1879 — 20. oktober 1956 Seinni funnu tey hann ovarlaga í Hýsisá, har hann høgdi eina yrking í helluna. Ta vikuna fekst Mikkjal ikki í bein, sjålvt um terrin var av tí allerbesta. Tey bæði erindini, sum enn kunnu lesast í helluni er eitt satt listaverk skaldsliga, men ikki minni, sum hand- verk ber hetta av. Tað sum stendur í helluni er: Í hoyna 1909 Vatnið vinnur harðar hellur, slættar niður fjøll, líggin gongur grasið fellur falla vit so øll. Stívnar blóðið, steðgar hjartað, legst ein maður lík, sálin í Guds himni bjarta livir fræls og rík. Í 1920 gjørdist Mikkjal lærari i Bø og Gásadali. Her kundi hann rættiliga fara undir at kanna dýra- og plantulívið meðan hann ferðaðist millum bygdirnar og ikki gjørdi tað tað minni hugaligt, at gentan úr Gása- dali, Bina Joensen, sum hann seinni giftist við, eisini hevði áhuga fyri natúruni. Mikkjal á Ryggi varð loystur úr starvi, sum lærari í Be og Gásadali 1. januar 1945, vegna bróstsjúku. Hann lá á sanatoriinum í Hoydelum í nærum 12 ár frá 1944 til hann doyði 20. oktober 1956. Hann hevur skrivað hesar bekur: Landalæra 1. (Feroyar) saman við A. Thomsen (1926); Songbók 1. hefti (1934); Dýralæran 1. Súgdjór (1935); Miðvingasegu (1940); Fuglabókina, Dýralæra II (1951) og yrkingar (1954). Umframt hetta hevur hann latið úr hondum hópin av stuttsegum, sálmum, sangum og kvæðum. Mikkjal yrkti eina mongd av sálmum tey árini, hann lá á sanatorium. Nógva sálmar eigur hann í sálma- bókini. Meðan J. Dahl eigur 4%, Kingo 7%, Grundtvig 9%, eigur Mikkjal heili 18% av allari sálmabókini, og harafturat hevur hann týtt hópin av sálmum í henni. Mikkjal hevði eisini aðrar listarligar gávur. Umframt at skriva, fekst hann eisini eitt sindur við at tekna og mála. Umframt myndirnar í fuglabókini, hevur hann málað nógvar vakrar myndir, ið hanga í Beitinum og hjá skyldfólki hansara ymsastaðni. Men tað eru ikki tjóðyrkingarnar, sum gera Mikkjal til tað stóra skaldið. Heldur fara vinnulívsyrkingarnar og sálmarnir at mynda tann varðan eftir Mikkjal, sum síðst fellur. Í Hann er tað foroyska skaldið, sum fram um øll onnur, bæði tey ið hava skrivað bundið og tey sum hava skrivað óbundið mál, hevur dugað at lýst føroyska gerandisdagin bæði á landi og sjógvi. Hann hevur allar smálutir og smáhendingar við uttan at vera langrekjutur og keðiligur. Uttan at gera nógv hóvasták burturúr, dugur hann at greiða tað so, at tað bæði kann syngjast og lesast, uttan at eitt einasta orð fer burtur- ímillum hjá' tí lesandi. Tær nýtist hverki at vera magistari ella doktari fyri at skilja Mikkjal. Tú kennir teg í ferðalag við honum á benum í hoyna, í grindadrápi, á látri, á útróðri, í bjørgum, i sodnhúsinum o.s.fr. Øll skilja hann og kortini haltar hverki rím ella rytma í yrkingum hansara. Hann hevur innlivað seg so væl inn í viðurskiftini, at alt glíður innum sum ein góður munn- biti. Tað hevði blivið til eina tjúkka bók, um alt hjá Mikkjali skuldi verið ummælt hvert sær. Tað er kortini óneyðugt at gera tað, tí hann ummælir seg sjálvan nóg væl í hverjum einstekum føri.