Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. oktober 1979síða 20

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

lóhan Nielsen takkar: fólkatingsvalið 1979 Svíkið ikki javnaðarflokkin — gevið honum atkvødu tykkara! Ég vil við hesum orðum siga tykkum veljarum mínum kring Feroya land eina stóra tekk fyri tað álit, sum tit hava sýnt mær, síðan valið á heysti 1960. Heilsan hevur ongantíð verið mær góð. Nú fara árini eisini at krevja sítt. Eg eri ikki mentur longur at arbeiða 15 til 18 tímar um samdegrið. Tessvegna gjørdi eg av ikki at lata meg stilla upp- aftur. Hetta var mær ein tung avgerð. Eg havi sitid so nógv ár á fólkatingin- um — verið við at taka so nógvar av- gerðir, sum hava havt ovurstóran týdn- ing eisini fyri Feroyar. Men sum gamla orðið sigur maður kemur aftur í mans stad«, og tað er bøn mín til tykkara, sum val aftaná val hava givið mær atkvøduna: svíkið ikki javnaðarflokkin hesaferð, men gevið flokkinum atkveðu tykkara eins og áð- ur! Tann ræðslupropaganda, sum aðrir fora móti okkum, kann neyvan fáa Jóhann Nielsen á Ørsted prestagarði ÁHEITAN Tað er ein veruleiki, at illa hevur gingist flokkum at semjast um skipan av stýri i Føroyum uttan um javnaðarflokkin. Tað vóru meguleikar í 1974, í 1978 og aftur á vári og seinni í 1979 eftir sam- gonguslitið. Í Danmark er steðan tann sama; tað ber illa til at stýra uttan um javnaðarflokkin, ið umboðar áhugamálini hjá teim, ið skapa samfelagsvirðini. Í august í ár hildu vit okkum hava fingið so haldgott eitt samarbeiðsgrundarlag til vega, at javnaðarflokkurin kundi binda seg til at taka med- ábyrgd og sita fyri landsins stýri komandi trý árini. Ábyrgd kann slíta. Tó gongur flokkurin fegin undir hesa ábyrgd, men fer so at heita á oll tykkum, sum vilja hava, at hann eigur leiðsluna í Tinganesi, um hjálp til at fáa í hendi ell tey amboð, hann hevur brúk fyri til at fyriskipa hesa leiðslu. Fólkatingsumboðanin er eitt slíkt týdningar- mikið amboð. Tað er avgerandi, at tey mongu samfelagsmál, sum verða vidgjørd í Danmark, eiga talsmenn, sum viðurkenna tann sáttmála Danmark og Feroyar hava sínámillum, og tað við rættindum og skyldum. Rættindini at loysa verandi og komandi spurn- ingar í felag, og skyldur til sjálvi at fyriskipa egin viðurskifti innan karm heimastýrislógarinnar, har hetta tænir báðum pertum best. Landsstyrisins, løgtingsins og javnaðarfloksins møguleikar fyri at menna hetta samfelag eru mun- andi skerdir, tá sambandsumboð — ið ikki meta heimastýrisskipanina sum eina livandi veru, ið kann grógva og vaksa, skulu verja okkara sek, ' meðan vit verða beinleiðis svikin, tá umboðið sigur seg tala um føroyskan vilja, sum ikki er foroyskur, tí hann als ongan meiriluta eigur í Føroyum, men einans er vilji teirra, ið nýta pall fólkatingsins til tóm rakstrarróp, sektariska mis- negdartalu og sjálvdráttargorr. Í landsstýristíð míni havi eg roynt bæði sam- bandsmann, sum fer niður at ákæra stýrið í Feroy- um, og »aller underdanigst< frítekur danir fyri allar skyldur, og loysingarmann, sum sjálvboðin leggur føroyingum meiningar í munn, sum bert eru hansara egnu, og sum ongar heimildir eiga úr Feroyum. Hetta hevur darvað. Javnaðarumboðið hevur hinvegin vegað upp ímóti og verið við til at geva denum eina meiri fjøl- táttaða mynd av treytum okkara føroyinga. Fáur kundi gjert hetta betri enn Johan, sum eigur ikki bert floksins, men Feroya fólks tekk uppiborna. Men hann leggur frá sær í treysti til, at flokkurin, sum hverja ferð átti mann í manns stað, eisini hesaferð hevur sett við, og tað ikki minni enn eitt tíggjutal. Javnaðarflokkurin hevur álagt mær at virka í Tinganesi komandi trý árini og ætlar at skapa annað úrslit enn at falla aftur á teir flokkar, sum fera hana. Eg hugsi her um, at sambandið leggur okkum undir at vera yvirtøkumenn, ja nærum loys- ingarmenn. Fólkaflokkurin og tjóðveld- ið leggja okkum undir at vera svartasta samband. Hetta prógvar, at vit eru á beinari leið. Sambandið leggur okkum undir at vera gudloysingar og krypto-kommun- istar. Hetta kunnu vit taka okkum lætt. Slík rakstrarróp siga meira um tey, sum nýta tey, enn um okkum. Tað eru javnaðarmenn, sum hava gjørt Norðurlond til bestu samfeløg i heiminum. Eingin ivi um tað. At enda vil eg bera norðoyingum, sum ferð eftir ferð hava stillað meg upp, eina serstakliga heilsu. Feroya fólk, vilja tit Feroyum væl, so farið á val týsdagin og veljið javnaðarmenn! Johan Nielsen meguleika fyri samvirkan við eitt ella tvey av hesum tíggju valevnum. Ágangurin er stórur í bæði borð til tess at forða fyri hesi ætlan. Ti er neyðugt, at hver einstakur ger sær greitt, at ell fara á val, sum eiga í sær neista av hugsjón um verju av borgaranna rættindum, virkismegu- leikum og virkisfrælsi. Fær javnaðarflokkurin hesi á val, er annað um- boðið tykkara beinanvegin, men kveikir hesin neisti eld hjá nekrum fáum í somu umsteðum og við somu áhugamálum, soleiðis at tey fylgja tykk- um, eiga tit bæði umboðini. Við heilsan Atli P. Dam legmaður