leygardagur 27. oktober 1979síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TN
á
Nr. 83 — 27. oktober 1979
sosialurin
Síða 5
Jákup Lindenskov, nýggi følkatingslimurin: |
Ein ålitisvattan
til rikna lands-
styrispolitikkin
— Eg vil fyrst
takka øllum veljar-
unum fyri ta góðu
undirtøkuna, javn-
aðarflokkurin fekk
við fólkatingsvalið.
Eg meti úrslitið
vera eina ásannan
um, at tann rikni
politikkurin hjá
javnaðarflokkinum
hevur undirteku
millum veljararnar.
Soleiðis sigur Jákup Lind-
enskov við Sosialin í eini
viðmerking til fólkatings-
valið. ,
— Serliga er tað gleði-
ligt, at flokkurin hevur
eina so trygga veljarafjøld
aftanfyri seg, tå hugsað
verður um tað herðu og
mangan ósakligu valagita-
tión móti javnaðarpoli-
tikkinum. Serliga aftaná
at flokkurin í summar
hevði eina uppgerð við
landsstýrissamgonguna.
Tað vísir seg, at flokkurin
stendur sterkari eftir hesa
uppgerðina.
Undirteku frá
ónegdum
— Sambandsflokkurin
legði í valstridnum upp til,
at valið snúði seg um eina
styrkiroynd millum and-
steðuna og landsstýris-
flokkarnar?
— Ja, tað gjerdi hann.
Tað má ásannast, at sam-
bandsflokkurin hevur
Jákup Lindenskov tekur seg úr landsstýrinum, men fer
at taka sæti á legtingi aftur
fingið > undirtøku frá
ónegdum veljarum, sum
helst hava atkvett fyri
sambandinum fyri at vísa
sína ónegd. Men taka vit
landsstýrissamgonguna
sum heild, so kom lands-
stýrissamgongan styrkt
frá valinum. Hon ekti
munandi um atkveðutalið.
— Pauli Ellefsen hevur
ført fram, at hann metir
grundina til framgongd-
ina hjå javnadarflokkinum
og afturgongdina i pro-
sentum hjå
sambandsflokkinum vera
hana, at fólk hava atkvøtt
fyri javnaðarflokkinum, tí
tað var vist, at sambands-
flokkurin fekk annan
mannin, og fyri at byrgja
fyri, at tjóðveldisflokkur-
in ikki fekk annan mann-
in?
— Eg trúgvi, at tey,
sum hava atkvett fyri
javnaðarflokkinum, hava
gjørt tað, tí tey meta, at
javnaðarflokkurin er
besta borganin fyri einum
politikki, sum samsvarar
við tankarnar aftanfyri
heimastýrislógina og
javnaðarpolitikki yvirhev-
ur. Styrkiroyndin, sum
sambandsflokkurin legði
upp til, vísir eitt álit til
javnaðarflokkin sum leið-
andi flokk i landsstýris-
samgonguni.
— Hvussu leingi situr
tú í landsstýrinum aftur-
at?
— Eg havi ikki endaliga
avgjert tað enn, men tað
verður ikki leingi afturat.
— Tú ætlar at meta
fyrsta dagin, fólkatingið
kemur saman aftur?
— Ja, eg meti so skjótt,
tingið kemur saman.
Í løgtingid aftur
— Nú ert tú valdur inn á
legtingið av javnaðar-
flokkinum, men hevur
eykamannin, Óla Jacob-
sen, inni. Fert tú at taka
sæti á tingi aftur?
— Ja, tá man er fólka-
valdur inn í bæði tingini,
má tað vera ein fyrimunur
at kunna meta í báðum
tingunum. Tað eru jú mál,
sum verða viðgjerd bæði í
løgtinginum og í fólka-
tinginum. ;
—Nær ætlar tu at taka
løgtingsessin aftur?
— Tað veldst alt um,
hvussu arbeiðið kemur at
liggja í teimum báðum
tingunum. Enn havi eg
ikki tikið nakra avgerð.
Tað er torfert at siga í
letuni. Koma mál fyri á
fólkatingi, sum eg vil vera
við til at viðgera, so skal
eg helst vera har. Men eg
fari í ellum førum at lata
varamannin taka sæti í
løgtinginum, tá eg eri
staddur niðri.
Dámað væl
— Nú hevur tú sitið í 11 ár
í landsstýrinum. Hvat
heldur tú um landsstýris-
arbeiðið?
— Eg kom í landsstýri í
november 1968 saman við
Villa Sørensen, sála.
Hetta var i einari daprari
tíð fyri vinnulívið. Fiska-
loysi var í Grenlandi og
fiskiflotin stóð illa í tí, so
tey fyrstu málini, vit
komu at taka steðu til í
landsstýrinum, vóru
lántekur fyri 15 mill. kr. '
fyri at klára kreppuna.
Hetta var nógv tá. Somu-
leiðis vórðu inntekulógir
gjørdar fyri at stuðla fiski-
vinnuni. 7
— Harmar tað teg at
fara úr landsstýrinum?
— Eg havi sitið í lands-
stýrinum í næstan ellivu
ár og havt úr at gera
hvenn einasta dag. Og tað
havi eg verið glaður fyri.
Arbeiðið er ikki, sum onk-
ur heldur, eitt starv frá
níggju til fýra, men eitt
samdøgursstarv — frá
tidliga å morgni til nidur-
faringartíð.
— Eg meti tað vera
rætt, at ein flokkur, sum
skal vera livandi, skiftir
manningina út av og á.
Harafturat taki eg
hetta komandi starvið
sum eina útfordring, sigur
Jákup Lindenskov at
enda.
kring oyggjarnar
Tiggju tey fremstu
Umframt at fólkatingsvalið er ein kapping mill-
um flokkar, er valið eisini ein innanhýsis kapping
um atkveður.
Toppskorari á valinum gjerdist sambandsmað-
urin Pauli Ellefsen. Hann fekk 3681 persónligar
atkveður, sum er tað mesta, ið nakar higartil
hevur fingið í Føroyum.
Í komandi blaði ætla vit at hava eitt yvirlit yvir
persónliga atkveðubýti hvert valdemi sær, men
her eru 10 tey fremstu: 1. Pauli Ellefsen 3681. 2.
Jógvan Sundstein 1663. 3. Erlendur Patursson
1386. 4. Jákup Lindenskov 1255. 5. Vilhelm Jo-
hannesen 762. 6. Hilmar Bech 634. 7. Sverri Mid-
jord 607. 8. Adolf Hansen 557. 9. Finnbogi Isak-
sen 535 og 10. Johs. M. Olsen 465.
Næstflest atkveður á "PR
javnaðarlistanum fekk %
Vilhelm Johannesen, *
blaðstjóri og býráðs-
limur í Klaksvík. Hann
kemur ikki á fólkating
á hesum sinni. Jákup
Lindenskov, lands-
stýrismaður, leggur frá
sær í Tinganesi.
Nýggjan
landsstýrismann
Javnaðarflokkurin skal í næstu framtíð velja ein
nýggjan landsstýrismann. Jákup Lindenskov,
sum varð valdur á fólkating, hevur avgjert at
taka seg úr landsstýrinum.
Nær nýggjur landsstýrismaður skal veljast er
ikki avgjert enn. Enn fyriliggur heldur einki um,
hverjir kunnu koma upp á tal.
Stór lutteka
Valluttekan á fólkatingsvalinum gjerdist sterri,
enn spátt varð frammanundan. Luttekuprosentið
varð 65,5 pst. afturímóti 62,9 pst. við valið 1
mars 1977.
Hver orsekin er, er ikki lætt at meta um, men
valstríðið var harðari enn vanligt er undan einum
fólkatingsvali. Ein grundin til tað er, at lagt var
upp til eina styrkiroynd millum landsstýrisflokk-
arnar og andsteðuna.
Landsstýrisflokkarnir
fram
Teir tríggir landsstýrisflokkarnir, javnaðarflokk-
urin, tjóðveldis- og fólkaflokkurin, gingu allir
tríggir fram í atkveðutali. Samlaða atkveðutalið
hjá teimum trimum flokkunum ektist við 1915 at-
kveðum — úr 9.413 upp í 11.328.
Andsteðan gekk eisini fram í telum, men tann
stersti andsteðuflokkurin hevði eina lítla aftur-
gongd í prosentum. Tað hevði fólkaflokkurin
eisini.
Íalt fekk andsteðan 7.361 atkveður við hetta
valið, meðan hon fekk 5.931 við seinasta fólka-
tingsval. V.e.o. ektist atkveðutalið við 1430
atkveðum.
Sterstu framgongdina í prosentum hevði Fram-
burðs- og fiskivinnuflokkurin. Hann hevði eina
framgongd upp á 3,5 pst.