Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. oktober 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 83 — 27. oktober 1979 telf. 14720 —11820 box 76, 3800 Torshavn p.f. sosialurin Tørfinn Smith Vilhelm Johannesen fåbyrgd) Hogni Djurhuus Jøhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting ” - i » Utgevari: Fyritaksstjóri: Blaðstjóri: Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: - = = rå Alitisvåttan URSLITID AV fólkatingsvalinum týsdagin var, at sambandsflokkurin fekk annað fólka- tingsumbodid, medan javnadarflokkurin fekk hitt. Hetta vil siga, at somu flokkarnir, sum høvdu fólkatingsumboðini fyri valið, fingu tey aftur. TANN STØRSTI av andstøduflokkunum, sambandsflokkurin, hevði eina prosentvísa afturgongd, meðan tveir av landsstýrisflokk- unum, nevniliga tjóðveldisflokkurin og javn- aðarflokkurin, høvdu prosentvísa fram- gongd. Verða uttanflokka-atkvødurnar til seinasta fólkatingsval tiknar við, hevði tjóð- veldisflokkurin afturgongd á valinum týs- dagin, men hesar atkvgðurnar kunnu einans takast við fyri ein part. TANN TRIDI landsstýrisflokkurin, fólka- flokkurin, hevði eina minni afturgongd. Hetta kemst helst av, at veljarar fólkaflok- sins lítla og onga tiltrúgv høvdu til at flokk- urin hevði nakran møguleika fyri at ogna sær annað fólkatingsumboðið. Tí hava veljararnir hjá fólkaflokkinum verið meira líkasælir enn veljararnir hjá hinum báðum landsstýris- flokkunum vóru. OKKARA METING ER, at landsstýrisflokk- arnir samanlagt komu væl burtur úr valinum og at samgongan stóð seg væl mótvegis andstøduni. Var valið nú ein veljarakanning, har fólk høvdu høvi at siga frá, annaðhvort tey taka undir við sitandi landsstýri og tess politikki ella ikki, so må sigast, at landsstýrið fekk undirtøku frá veljarunum. JAVNAÐARFLOKKURIN kann vera sera væl nøgdur við úrslitið av valinum. Fólkatings- maðurin tey seinastu 19 árini var ikki við á listanum. Floksformaðurin var heldur ikki við. Men kortini megnaði flokkurin at vinna fólkatingsumboðið aftur og hevði eisini framgongd bæði í atkvgðum og prosentum. HETTA TAKA vit sum eitt álit á floksins politikk á tingi, í landsstýri og á fólkatingi. Vit takka øllum okkara veljarum og álitisfólki kring landið fyri undirtøkuna og tann dygga stuðulin. Um tú hevur sæð eina mynd í SOSIALINUM, sum tú kundi hugsa tær at átt, so skriva til okkara SOSIALURIN box 76 3800 Tórshavn Um íkki ber til at skriva, so ring. Telefonin er 11820 ella 14720. SPURNINGURIN ER IKKI, UM BØRN- INI SKULU Í BARNAGARÐ ELLA UM MAMMAN SKAL VERA HEIMA Nekur foreldur ynskja, at annað teirra er heima hjá bernunum, meðan tey eru heilt smá, og so kundu tey farið í barnagarð. Onnur ynskja, at annað foreldrið er heima, til bernini eru farin í skúla. Onnur ynskja eitt stutt barsilsorlov, og bernini í eina góða vøggustovu ella dagpleygu. Og uppaftur onnur ynskja, at annað foreldrið er verandi heima, til bern- ini eru vaksin; ella at kon- an alla tíðina arbeiðir heima. Eisini tey einsamellu foreldrini hava ymisk ynski um at vera heima hjá børnunum ella arbeiða úti. Vit hava øll loyvi at hava so ymisk ynski. Ein bólkur kann ikki seta seg sum dómara yvir hinum tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. og krevja, at bara sín máti skal vera loyvdur. Felags ynski hjá ellum børnum og foreldrum er, at tað skal vera pláss fyri børnunum, bæði úti og inni. Bernini skulu kunna spæla úti, uttan at vera í vanda fyri at verða dripin ella lestað av bilunum. Bernini skulu hava pláss at spæla inni. Og eitt felags ynski hjá ollum útiarbeiðandi mammum (og påpum?) man vera longri barsilsor- lov. Nógv ynskja sær styttri arbeiðstíð (enn 40 tíma viku). Um samfelagið var inn- rættað eftir børnunum, so vóru meguleikar fyri at uppfylla ell hesi ynski. So var nóg mikið av vøggustovum, barnagerð- um og frítíðarheimum. So var nóg mikið av íbúðum, har eisini var pláss fyri børnunum. So vóru spælipláss, og bilarnir vóru útihýstir úr bústaðarekjum. So var ein innteka nóg mikið at liva av hjá einari familju. So var almenni stuðulin til einsamallar uppihaldar- ar nóg stórur at liva av. So var meguleiki hjá foreldrum at fáa niður- setta arbeiðstíð — og hava ráð til tað. Men samfelagið er ikki innrættað eftir børnunum. Í veruleikanum hava fólk flest einki val. Ein stórur partur av teimum, sum vilja vera heima hjá bernunum, hava ikki ráð til tað. Húsa- leiga ella rentur og avdrøg upp á húsini krevja, at bæði foreldur arbeiða úti. Nógv, sum vilja arbeiða úti, sleppa ikki, tí ongar veggustovur, barnagarðar ella frítíðarheim eru, ella tí einki arbeiði er at fáa. Nógv bern, sum vilja sleppa í barnagarð, sleppa ikki, tí har er ikki pláss fyri teimum. Lenin hjá arbeiðsfólki og tí vanliga starvsfólkin- um er ov lág til, at tað ber til hjá einari familju at liva av einari innteku, og til, at foreldur kunnu vera til arbeiðis færri tímar hvenn dag — umframt at tað í hesum arbeiðsloysis- tíðum sjáldan ber til at fáa niðursetta arbeiðstíð. Um annað foreldrið vil vera heima, verður tað sum oftast mamman. Hon er von við heimaarbeiði; tað er ofta verri hjá henni at fáa arbeiði, og hon fær ofta minni len enn maður- in. Vanligt barsilsorlov.er bara 2 ella 3 mánaðir. Bern hava ongastaðni at vera, meðan foreldrini eru til arbeiðis. Bern eru á barnaheiminum, tí foreld- ur teirra ongastaðni hava at búgva. Bern eru altíð í lívsvanda, vegna bilarnar. Vanlig fólk hava ikki ráð til bæði at hava íbúð ella hús og hava bern, sum tey hava nóg góðar stundir til. Útiarbeiðandi mammur, sum vilja geva bernum sínum bróst, sleppa ikki, tí tær skulu til arbeiðis aftur alt ov skjótt. Í dag hevur ein stórur partur av okkum ungu ikki meguleikar fyri at velja at fáa bern og geva teimum góðar umsteður at vaksa upp undir. Tað er tí vorðin ein samfelagslig uppgáva at tryggja børnunum góð kor. Men tey rådandi i før- oyska samfelagnum i dag seta als ikki spurningin: hvat er best fyri børnini. Rættindini hjå børnunum eru ikki i huganum å teim- um, sum taka avgerðirnar. Hvat mundi hent, um vit tóku og innrættaðu samfelagið eftir tørvinum hjá børnunum? elin henriksen FORM. FØR. ARBEIÐARAFELAGS Fyrst og fremst, takk fyri svarið, sum ikki svaraði spurningi mínum, men har tú harafturímóti setti mær ein spurning, sum eg her eftir forimuni skal svara. Hvat viðvíkur ráðum tínum til mín um at fara til verka í tí trettanda mánaðinum, so skilji eg ikki — á mínum arbeiðs- plássi er árið 12 mánaðir. At tú, sum hevur sett longsta verkfall í Feroyum í gongd, hevur mist tíðarskilið, skilji eg fullvæl. Teir leysu endarnir tú slepti í síðsta brævi tínum skal eg royna at knýta saman. Skinnvirkið tú skjýtur eftir, er L/F Skinn í Havn. Lutafelagið varð stovnað í 1977, og sama árið var ein íslendingur her fyri at leggja seymi- kvinnunum lag á. Í mai/juni í ár vóru eini svensk hjún her við sama endamáli. Nevniliga fyri at fáa veruliga gongd á til- virkan av skinnverum. L/F Skinn telur um 30 limir, og á seinna skeiðin- um vóru eini 15 fólk. Lim- irnir í lutafelagnum eru fólk, sum sita kring landið og seyma, og sum so hava eina felags selubúð í Havn. Á skeiðnum luttók eisini Vilhelm Nielsen, sum er limur í L/F Skinn. Hann var einsamallur og hevði onga seymikonu við sær á skeiðið. Aftaná skeiðið fekk hann við sær svenska mannin til Sanda- vágs at kanna maskinur- nar har. Vit munnu vera „fleiri, sum ikki skilja, hví hesin maður er limur í L/F Skinn, tí, og her tað spurningur tín stingur seg upp. Tí í einum lutafelag eru tað limirnir sum á ein- um aðalfundi saman avgera, hver prísurin á vøruni skal vera, og harvið ' eisini profitturin. Sum tú sjálvur veit, so eru verk- fallsraktu kvinnurnar á Vilma ikki við til at taka slíkar avgerðir. Sum tú skilur, so eru hetta tvey heilt ymisk ting vit tosa um, og tað er úr vón og viti at samanbera. Ein spurningur, sum átti at havt áhuga fyri eitt fakfelag, sum hevur fólk sítt í verkfalli er: Hvussu er tað meguligt at selu- búðin hjá Vilma í Havn er á tremur við tilvirkaðum lutum? Í brævi tínum bað tú meg gera eina kanning og frágreiðing. Eg vóni hetta er á leið og eg vil tí spyrja upp aftur: Hvussu kann stjórin á Vilma siga, at nú byrjar arbeiðið aftur, tá fólkið er í verkfalli, og har næst: er tað ikki at vera streikubrótari, um onkur annar tekur við? Lossingarmaður í Havn DIMMA OG STRANDFERÐSLAN Í hósdagsdimmu er endur- prentað skriv, ið eg í summar sendi til m.a. restauratiónsleiðsluna á Smyrli. Skrivið var ætlað sum = internt skriv, tí er orðing- in sum hon er. Eg havi ikki fingið vátt- að, at skrivið er ella hevur verið uppsligið nakra- staðni umborð, har ferða- fólk vanliga skulu vera. Skoytast kann uppí, at eg = sum tað eisini fram- gongur av brævinum — fyrr havi heitt á m.a. somu deild um at spjaða inn- keypini soleiðis, at tær heilselur, ið flyta nógv við okkum, eisini sleppa upp í part. Hetta hevur einki hjálpt. P/f Poul Hansen hevur nú í langa tíð verið