Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 84 — 31. oktober 1979 sostalurin telf. 14720 —11820 box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: p.f. sosialurin Tórfinn Smith Vilhelm Johannesen fibyrgd) Høgni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miller - Arne Thomsen Fyritaksstjóri: Blaðstjóri? Blaðmenn: Sosialurin Dimmalætting Sølumøguleikar Seinastu tíðina hava fleiri føroysk skip selt sína veiðu í bretsku havn- um. Hetta førir í vissan mun til arbeiðsloysi á fiskavirkjunum heima í Føroyum. Í FLEIRI fórum hava føroysku skipini, sum hava selt uttanlands, fingið væl meira fyri fiskin, enn tey fáa her heima og tí er tað ikki so legið, um fiskimenn heldur vilja landa uttanlands, men fyri samfelags- búskapin sum heild er hetta ein skeiv gongd. ARBEIÐSLOYSIÐ á virkjunum heima í Føroyum er eitt. Oljunytslan, sum stendst av, at fleiri skip hvørja viku sigla ta longu leiðina til bretsku havn- irnar og aftur er eitt annað. Og eisini kunnu vit nevna ta tíðina, ið skipini missa og somuleiðis tann peningin, ið skipini og manningarnar leggja eftir í útlondunum. HØVDU VIT fyrr í hesum ári keypt skip til millumlandasigling, soleiðis sum javnaðarflokkurin og ein partur av landsstýrinum og ein partur av meirilutanum vildu, so kundi tað skipið flutt ein part av fiskafram- leiðsluni í feskum líki til bretska marknaðin og eisini til aðrar mark- naðar á europeiska meginlandinum. HER KUNDI talan verið um at útflutt: fesk, nidurkøld hýsa, toska-, upsa- og kongefiskafløk á einum kjøli. Tað vildi spart um oljunýtsluna, at alt fór við einum skipi, heldur enn at fleiri skip sigla hvørja viku. Hetta vildi givið hægri prís til okkara fiskimenn, vildi ikki ført til arbeiðsloysi á virkj- unum heima í Føroyum og vildi heldur ikki gjørt, at okkara fiskifør mistu tíð til sigling. TAÐ ER av alstórum týdningi, at vit selja okkara framleiðslu so, at vit fáa sum mest burturúr, meðan vit um somu tíð royna at varðveita arbeiði til allar hendur her á landi. Tað er eisini umráðandi, at okkara fiskivinna verður rikin so rentabult sum gjørligt og tað vil siga, at vit ikki nýta ov nógva olju og ov négva tíð til sigling. VIT EIGA at leggja stóran dent á at útbyggja okkara sølumøguleikar. Ein partur av hesum er eitt tíðarhóskandi skipasamband millum Føroyar, Bret- land og europeiska meginlandið. TIL ØLL »VANLIG« FÓLK I FØROYUM Tað er ikki eitt danskt val, ið vit her vóru til, men eitt líka so nógv førovskt val, tí tað er nevniliga ein av okkara føroysku polit- ikarum, ið vit valdu. Tað kann gera tað sama hvar teir eru ella sita — her ella har — tí teir hava sítt egna fólk í huganum og tað er teimum teir ar- beiða fyri. Góðu tit øll, studlid javn-. aðarflokkin! Hann hugsar nevniliga um okkum van- ligu fólk fyrst og fremst í sínum politiska arbeiði. Um ikki javnaðarflokk- urin var, so var eingin um- sorgan fyri okkum vanligu fólk í Feroyum. Hevði javnaðarflokkurin ikki framt sín politikk, hevði her verið líka ring sum í teimum tilafturskomnu londunum, har vit dagliga hoyra um fólk, sum doyggja í hungri og av hópsjúkum. Í teimum løndunum er ongantíð nakar javnaðar- politikkur ferdur, sum kundi havt loyst trupul- leikarnar hjá tí vanliga fólkinum og teimum fá- tæku. Tíðirnar gerast verri og alt verður dýari, tí mugu vit stuðla javnaðarflokkin. Vit vita ell ógvuliga væl at hann er tann einasti, sum kann loysa teir fíggj- arligu og búskaparligu trupulleikarnar javnt, soleiðis at tað ikki gongur út yvir ein ávísan stætt. Hetta er tjóðveldis- flokkurin ikki fyri meira. Hann hevur slept ollum sínum sosiala programmi upp á fjall og er í staðin bert farin attosa um loysing. Fær tjóðveld- isflokkurin sítt igjøgnum, verda tad einans tey riku, sum koma at klåra livid og dagin. Tað verður ein katastrofudagur fyri okkum vanligu fólk. Tað einasta rætta er, at oll finna saman og halda um javnaðarflokkin. Hetta er tann einasti mátin at yvirliva uppá. Læ og verðin lær við tær — grát og tú grætur aleina. Javnaðarflokkurin ar- sinnaður beiðir fyri okkum vanligu følkunum. Ikki ti, at hann hevur nakað ímóti teim- um, sum eru betri fyri, og tað havi eg heldur ikki. Tað er bara tað, at tey ríku klára seg betri enn tey vanligu og beheva ikki nakra politiska makt at styðja seg til. »Gud må hava hildið nógv av vanligum fólki, síðan hann hevur skapt so nógv av teimum“, skal Abraham Lincoln hava sagt. javnaðarfólk RÆTTLEIÐING TIL KÁRA Á LOFTI Eg undirritaði gartnari og leiðari fyri vakstrarhúsið í Hoyvík, ætli mær ikki at leggja meg beinleiðis út í tað tjak og meiningar, sum Kári á Lofti og Han- us Wardum hava fert fram í Sosialinum nr. 71, 73 og nr. 78. Men vil her við gera eina rættleiðing til Kára í Sosialinum nr. 78 — 10. oktober 79. Kári sigur millum ann- að: Teir í ikki keypa frá mær, eru kanska tryggir kundar hjá Royndar- steðini. (Citat endað). Kári sigur millum ann- að: Teir id ikki keypa frá mær, eru kanska tryggir kundar hjá Royndarsteð- ini. (Citat endað). Tað er nú soleiðis at eg undirritaði eri leiðari fyri vakstrarhúsinum á Royndarsteðini í Hoyvík, og tá tað kemur til tað at selja út úr vakstrarhúsin- tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. um, tá liggur tann sakin á mínum herðum. Vil eg tí upplýsa Kára á Lofti um, at eg selji til allar blómu- handlar í Føroyum, uttan ein blómuhandil. Tað at hesin blómuhandil ikki keypir nakað úr vakstrar- húsinum í Hoyvík, er ikki tí at vit ikki vilja selja til hann. Nei, tvertur ímóti, vit hava ferð eftir ferð roynt at selja til hansara, men hann er ikki áhugað- ur fyri okkara framleiðslu. Eg kann samstundis upp- lýsa, at hesin sami blómu- handil er fastur kundi hjá vakstrarhúsinum á Lofti. Men tó kann eg við- merkja, at tað er misjavnt hvussu nógv teir ymsu blómuhandlarnir = keypa frá vakstrarhúsinum i Hoyvík. Nakrir keypa meir og nakrir minni, alt eftir hvar teir eru staddir í Feroyum. Vakstrarhúsið á Royndarsteðini í Hoyvík hevur ikki bundið seg til nakran fastan handil ta tíð eg havi verið sum leiðari fyri tí. Ikki veit eg um teir gartnarar sum áður starv- aðust á Royndarstødini hava gjørt tað, men eg meti at ger man avtalur um sølu bert til åvisar handlar, kann man koma at skerja bædi sinar møgu- leikar og ikki minni hjå ødrum framleidarum. Vidvikjandi fakfelags- skapi fyri vakstrarhús- gartnarar, sigur Kári í rættleiðing síni til Hanus Wardum: — Royndarstjórin mein- ar, at eg havi lagt fót fyri fyrstu = royndirnar at stovna fakfelag = fyri vakstrarhúsgartnarar. Víðari sigur Kári: — Ikki dugi eg at siga, um ådurnevndu gartnarar bert vóru komnir vestur við tí í kvittanum at stovna fakfelag. Men ann- ar var sama dag ávegis til flogvellin og hin var bert í ferðalag við tí í hyggju at støkka inn á gólvið at síggja vakstrarhúsið, tí teir hevdu ikki sæð tað áður. (Citat endað). Her til er at siga, at Kári á Lofti má óivað hava gloymt hvat samreður okkara snúðu seg um tann umredda dagin sum vit, tveir gartnarar, vóru har vesturi. Rætt skal vera rætt. Tað var týsdagin 10. august 1978, at eg og ein annar vakstrarhúsgartn- " ari fóru vestur í Vágarnar. Endamálið var at vit skuldu hitta Kára til at fáa í lag ein fakfelags- skap, sum er bráðneyðug- ur fyri okkum. Vit løgdu tíðliga avstað um morg- unin til Vágarnar fyri at . vit skuldu fáa tosað eitt sindur saman, áðrenn hin gartnarin fór víðari til flogvellin. Men ikki fekst nógv burtur úr hesi vitjan okkara njá Kára, tí at greitt fingu vit at vita frá Kára á Lofti, at hann ikki var sinnaður fyri einum felagsskapi tá. Tí fór eg aftur til Havnar og hin áður nevndi gartnari sína ferð víðari til flogvellin, lítið glaðir. Tað at Kári á Lofti kann hava gloymt hesar sam- reður okkara í millum, kann vera tí at eg nakrar ferðir hava verið og vitjað í vakstrarhúsinum hjá Kára. Hesar vitjanir hava bæði verið áðrenn 10. august 1978 og aftan á. Tað sama er at siga um áðurnevnda gartnara. Nú vóni eg ikki at Kári á Lofti misskilir hesa rætt- leiðing mína. Tað er ikki óvanligt at gloyma ella at taka feil, tað kann henda sjálvt fyri tann besta. Men eg fegnist um at vit vakstrarhúsgartnarar kundu hittast til fundar 16. september í ár, og eg vóni at vit innan 3 vikur kunnu formliga náa okkara so lívsneyðuga máli, tað at vit kunnu fáa ein sameindan og sterkan fakfelagsskap fyri vakstrarhúsgartnarar í Feroyum. Við tøkk fyri upptøkuna Elis Poulsen, leiðari fyri vakstrarhúsinum á Royndarsteðini í Hoyvík SELJA KEYPMENN Í VÁGUM UTTAN VINNING? Dagblaðið hevði herfyri samreðu við privatan keypmann í Vágum, ið visti at siga frá, at keyp- menninir har vesturi selja eins nógv nú og teir gjørdu áðrenn Keypssam- tøkan kom í oynna. Síðani verður sagt, at tað eru fólk, ið vóru limir í Havn, sum nú keypa í Keyps- samtekuni í Vágum og at prísirnir eru teir somu í Keypssamtekuni, sum hjá privata keypmanninum. At enda verður sagt, at keypmenn í Vágum ongantíð hava havt vinn- ing av íslendska lamba- kjetinum. Tað er kanska býtt at svara til hetta, men eg geri tað kortini, tí eg meti tað vera av alstórum týdn- ingi, at ein oyggj sum Vágoyggin fær eina sam- tøku, tí fáa staðni í Føroy- um man keypmaðurin hava havt so stórt vald á íbúgvunum, sum júst í Vágum. Framhald á síðu 8 0 | z Er —