leygardagur 3. november 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
If. 14720 — 11820
box 76, 3800 Torshavn
jort: Tørfinn Smith
Vilhelm:Johannesen
Hogni Djurhuus
B 10 nt ført
Blaðmenn
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Lysingar: Arne Thomsen
Uppse ting Sosta urin
Prent: Dimmalætting
Tøgn
BORGARLIGA pressan i Føroyum,
sum vanliga fær nógv burtur úr
valum í øðrum londum, serstakliga tá
javnaðarflokkarnir hava afturgongd,
hevur gjørt sera lítið burtur úr fólka-
tingsvalinum í Danmark fyri stuttum.
NÓGV VARÐ skrivað um bretska
valið. Somuleiðis um kommunuvalini
í Noreg, har javnaðarflokkurin hevði
eina minni afturgongd, og eisini um
svenska ríkisdagsvalið, hvors úrslit
varð, at javnaðarflokkurin, hóast
framgongd, ikki megnaði at vinna
stjórnarvaldið aftur.
FØROYSKA borgarliga pressan
hevur fegnast um tapini í Bretlandi
og Noreg og somuleiðis um, at tað
ikki eydnaðist svenska javnaðar-
flokkinum at vinna ein tinglim meira
og harvið taka við aftur stjórnarvald-
inum. Um fólkatingsvalið í Danmark
og í Føroyum hevur lítið verið at
hoyrt. Her ræður tøgn.
ÚRSLITIÐ av fólkatingsvalinum i
Danmark varð, at borgarligi blokkur-
in og framburðsflokkurin fingu ein
dyggan framman á, meðan javnaðar-
flokkurin og Anker Jørgensen fingu
eina eins dygga álitisváttan frá
donsku veljarunum. Javnaðarflokk-
urin hevur aftur skipað eina minni-
lutastjórn undir leiðslu av Anker
Jørgensen.
VALID HEIMA i Føroyum gav javn-
aðarflokkinum fólkatingsumboðið
aftur. Hetta var í stríð við allar met-
ingar undan valinum. Nærum øll vóru
samd um, at nú Jéhan Nielsen ikki
stillaði upp og heldur íkki Atli Dam,
so var ongin ivi um, at fólkatingsum-
boðini fóru til sambandsflokkin og
tjóðveldisflokkin.
METINGIN hjá teimum borgarligu
blødunum hevur leingi verið tann, at
sosialdemokratiski politikkurin
hevur sæð sínar bestu dagar, og tí
hevur borgarliga pressan fegnast
hvørja ferð javnaðarflokkarnir hava
eina minni afturgongd. Úrslitið av
svenska ríkisdagsvalinum, av fólka-
tingsvalinum í Danmark og í Føroy-
um prógva júst tað øvugta.
Nr. 85 — 3. november 1979
Tá Jóanes Nielsen nú kom
undan kavi við sama
blástri, sum hann hevur
lagt eftir sær fleiri ferðir
fyrr, kundi eg ikki annað,
enn hugsa um ein særdan
grindahval, sum sleppur
sær burtur úr drápinum,
kavar nakrar ferðir, men
melur so inn aftur í rúgv-
una. Tað meta menn at
vera skaðahvalur. Hann
brýtur til ymsar síður og
ger sjálvandi ongan
mannamun.
J. N. er raskur at
spyrja. Eg setti honum
einaferð ein spurning, men
tá kavaði hann.
Hvat ið er hent í
»Vilmaverkfallinum«, er
sagt frá soleiðis, at J. N.
átti at fata tað, men so er
ikki.
At eitt arbeiði ellu part-
ur av tí, verður nidurlagt,
er nakað, sum er hent fyrr.
Tað hendir enn og tað
kemur at henda framveg-
is, uttan at arbeiðarar ella
feløg kunnu ávirka tað
munandi. Tað hendir eis-
ini á arbeiðsplássum, har
nógv betri menn enn bæði
J.N. og eg eru.
Tað vísir seg, at J. N.
goymir øll blødini, so hann
veit sjálvandi alt, ið hent
er og nýtist so statt ikki at
spyrja. At eg skal hava
sagt nakað til Dagblaðið,
dugi eg ikki at minnast,
lisið tað havi eg ikki. Ég
havi ikki havt tíð at lesa
øll blødini, men sama ger
— hevur J. N. havt stutt-
leika av tí, skal tað vera
honum væl unt.
Men J. N. veit kanska
at her er einki stavnsband,
tí betur, og helst betur fyri
J. N. eisini. Um arbeiðið
hjá Vilma hevur verið
niðurlagt, hava flestu
kvinnur kunnað fingið væl
av lenandi arbeiði higartil.
Eisini tær, ið har
arbeiddu. Tær hava so
statt ikki verið noyddar at
sita og bíða eftir boðum
frá Vilhelm Nielsen.
Um tað er Vilhelm Niel-
sen, kvinnurnar ella meg,
ið J. N. vil skaða, er mær
ikki greitt. Helst eru tað
vit ell, sum koma undir
spýggjuna, eftir góðum
kommunistiskum taktikki.
J. N. skrivar um skitin
kort og um at bjarga æru
Føroya Arbeiðarafelags.
Til tað er at siga, at tá ein
fær vánalig kort og skal
nýta tey eftir bundnum
reglum, er tað munandi
torferari at fáast við, enn
hjá honum, ið sjálvur vel-
ur kortini og sjálvur tekur
HVAT HENDIR?
sær rætt til, at spæla við,
tá best ber til.
Um munin millum æru
Foroya Arbeiðarafelags
og tað, ið J. N. hevur av-
greitt, fara vit ikki at tjak-
ast um her. Tað kunnu vit
lata ødrum at meta um.
Tá eg helt meg kenna
gongulag J. N.s á lossing-
armanninum, havi eg
helst mistikið meg, men
bera nokk báðir yvir við tí.
»Lossingarmadurin« skal
hava takk fyri svarið, sum
segði ymiskt, sum eg ikki
visti, men í síni heild, ikki
var meira sigandi enn
mítt.
Grundir fyri, at eg
spurdi um gongdina viðv.
L/f Skinn, er hon, at í »Alit
til Landsstyrid« frå ídnað-
arnevndini, stendur m.a.
soleiðis: »Ynski um ein
minni viðbreknan búskap
kann føra vid sær, at tað
er klókt at beina ein part
av framleiðslukreftunum
(arbeiðsmegi, kapital) inn
á aðrar vinnur, hóast
hesar ikki geva ein stóra
meðalinnteku, sum
hevuðsvinnanÉ.
Limirnir, sum arbeið-
arafelogini hevdu í um-
boðsnevndini, hildu tað
vera ein veikleika, at eitt
álit skuldi mæla til lønar-
ójavna og viðmerktu, at
„hetta í ongum feri skuldi
nerva arbeidaran«. Hetta
vísti seg, at fáa fulla
undirtøku frå Ídnaðar-
nevndini.
Hvussu hetta fyrivarni
nå verdur at roynast, er
meira ivasamt. Hetta fyri-
brigdi er heldur 6vanligt
her. Tad at lossingarmad-
ur kemur vid »profittin-
um“, sigur mær ikki nógv.
Tað ið umráðandi er, má
vera samlaða úrtekan,
sammett við arbeiðið.
Men her hava vit í
hvussu so er, at halda
fingrarnar burt, tá tað
helst ikki viðkemur okk-
um.
Men fyri ein samfelags-
revsara eru allar dyr opn-
ar.
Og so aftur til »gøluna«
og spurningin til J.N.
Tá limir í einum felagi
fara í eitt undirlønt arbeiði
sjálvbodnir, uttan at
felagið fær tað at vita, tó
at teir vita, at felagslóg
teirra sigur, at teir ikki
skulu gera tað.
Hvenn stuðul eiga teir
tá, tá felagið steðgar
arbeiðinum?
Johs. Olsen
HVAR ER KOMMUNALA EFTIRLITIÐ?
Harri legmaður, lands-
stýrismenn og Heðin
Klein, landsstýrismaður
við kommunaleftirlitinum
undir sær!
Sum bygdarráðslimur í
Skopunar bygdarráð hev-
ur undirritaði sent bræv
til kommunala eftirlitið
tann 4.1.1979. Somuleiðis
hevur eftirlitið fingið
bræv 14. september.
Sum øllum sandoyggja-
monnum kunnugt er
landsstýrismaðurin Heðin
Klein settur at umboða
Sandoynna. Undirritaði
loyvir sær hervið at spyrja
Heðin Klein, hvat komm-
unala eftirlitið hevur av
eftirliti. Greið okkum frá
hesum, annaðhvert í út-
varpinum ella í blødunum!
Skattaspurningurin
brúktur uttan eftirlit
Eg fari at siga tað soleiðis:
á havnagkinum í Skopun
fingu tríggir mans loyvi at
byggja fiskahús í tjúgun-
um. Hesi hús skuldu bert
brúkast til fisk. Tvey av
hesum húsum vórðu gjørd
av betong. Hesi hús kost-
aðu skopuningunum at
keypa aftur: annað 9000
kr. og hitt 11.000 kr.
Húsini vórðu keypt um
1970. Tað triðja varð bygt
av avlopsgróti frá gomlu
havnini. Í hesum feri
vórðu metingamenn sett-
ir. Húsið varð mett til
200.000 kr. Men í veru-
leikanum var hetta húsið
ikki vert meira enn 50.000
kr., tí havnin átti grund-
ina undir tí. Eigarin hevði
rikið almenna forrætning í
húsunum — posthús og
avgreiðslu, uttan at
kommunan fekk leigu í
tann mun, sum hon hátti.
Hetta hús gav lands-
stýrið Skopunar bygdar-
ráð loyvi til at keypa fyri
450.000 kr. Hvat var eftir-
litið hjá landsstýrinum
vert, tá hetta kundi lata
seg gera? Tað mesta av ,
inn-matinum av húsunum
varð koyrt á blåman!
Er tað rætt, at pening-
urin hjá skattaborgarun-
um verður brúktur uttan
eftirlit? Tá eftirlitið bert
heldur seg til tað, sum
meirilutin í bygdarráðnum
sigur, so er eftirlitið einki
vert.
I 1967 gjørdi bygdar-
ráðið ein byggiplan til set-
húsabygging. Tað var so-
leiðis, at menn, sum bert
áttu eitt stykki, máttu
missa tað. Landsstýrið
gav loyvi at ognartaka
hetta til sethúsabygging
og avgjørt varð, at eingir
spekulantar skuldu fåa
innivist á hesum eki.
Menn skuldu bert fáa
loyvi at keypa eitt grund-
stykki, um teir ikki áttu
hús frammanundan, og
byggjast skuldi innan
tvey ár, annars skuldi
stykki = avhandast til
kommununa aftur.
Í summar sást, at Louis
Eystberg, bygdarráðslim-
ur, hevði tilognað sær eitt
av grundstykkjunum. Ja,
tað besta í byggiplanin-
um. Hesin maðurin hevur
frammanundan hús við
stórum urtagarði rundan
um.
Eg fari at loyva mær at
spyrja Petur Poulsen,
bygdarráðslim og banka-
mann, og Herman Vinth-
er, bygdarráðsformann,
hverja frágreiðing kunnu
tit geva í hesum málinum.
Tað eru tit, sum hava latið
Louis Eysturberg fingið
stykkið. Og tað eru tit,
sum fara at lata honum
byggiloyvi.
Harra Heðin Klein, fáa
hesir menn loyvi at halda
fram at taka dyrkaða jorð
til nýggjan bygdaplan
niðan fyri vegin, har nú-
verandi útstykking liggur
omanfyri, meðan møgu-
leikar eru at halda fram
omanfyri vegin í núver-
andi bygdarplani, niðan í
ódyrkaða jørd, suður yvir
ánni, oman á Selatræð.
Hetta verður kostnaðar-
minni.
Lousis Eysturberg
setur skilaleys ynski fram.
Louis Eysturberg var
bygdarráðslimur frá 1967
til 70, tá ynskti hesin
maður at fáa til keyps alt
fram við strondini frá
Rakvík niðan eftir fram
við vegnum oman á Berg.
Teir táverandi bygdar-
ráðslimirnir skiltu um-
steðurnar. Petur Poulsen
og Herman Winther skilja
tit tað, ella hvat býr
undir?
Skopun, 31. okt. 1979
Lindberg Djurhuus
p.s. Tá eg skrivaði hetta,
rann mær í huga hendan
yrkingin eftir Steinbjern
B. Jacobsen:
Til
Til
Vellin við gronum grasi
Kelduna við klárum keldu-
vatni
. Veitirnar við gulum sóljum
Og havið.
Til
Fólk ið arbeiða fyri sam-
felagið
Av heilum huga fyri hesa
tjóð
Uttan at hugsa fyrst um
seg og sitt
Skulu vit fara.
Og vit skulu tola
alt í vetrinum
tá hann kemur
hava várið við.
Eitt fræ við
herðum skali
og kjarnu
skulu vit vera.
Ur savninum Kjekr
—— mr
sure