leygardagur 27. juli 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 142 - 27. juli 2002
Nr. 142 - 27. juli 2002
33
Eg eri havnargenta, ein av teimum vanligu
havnargentunum, ein gongur framvið dag
og dagliga, á veg til arbeiðis, til døgurða,
avstað aftur og so heim seinrapartin, men
kvøldini eigi eg sjálv og kann gera við tey,
hvat eg vil.
Ofta leiti eg mær út um býin, gangi og
spáki uttan mál og mið, gleði meg yvir
náttúruna, hoyri áartutli og droymi dreym-
ar. Eitt summarkvøld eg komi niðan gjøg-
num býin, merki eg málingaroyk nógva
staðni frá, og ein maður uppi í einum stiga
biður mær gott kvøld. »Naah, her skal
pyntast«, sigi eg. »Ja, tað er fyri neyðini,
eg fái hetta upp í lag. Tú, gott vit hava
Ólavsøkuna, hon fær eitt sindur av futti í
okkum«.
Allan vegin niðan eftir hugsaði eg um
Ólavsøkuna. Ólavsøkan, hvussu nógv sig-
ur hetta orðið ikki okkum føroyingum. Ja,
tað sambindur okkum sum fólk, henda há-
tíð við øllum, hon rúmar, er okkara frá
fyrndini av, og vit eiga hana øll. Hjá teim-
um gomlu vekjur hon ríkar kenslur og góð
minni, hjá teimum ungu gleði og langtan.
Og nú, nú skulu vit aftur at halda Ólav-
søku.
Knappliga kemur tað til mín, hvussu
heldur tú sjálv hesa hátíð? Um lív og heils-
an verður tær lagað, og tú verður gomul og
skuldi sagt yngri ættarliðum frá ólavsøku-
haldinum í tíni tíð, ja, so kundi tú sjálvandi
roknað upp alt, ið var, men í hvussu nógv-
um vart tú sjálv við. Næstan ongum. Nú
ádni eg við. Nei, den skomm, men »er
slaget tabt, så er der tid at vinde et nyt«. Nú
skal eg halda ólavsøku »ordiliga«.
Fyrst er at fáa fatur á eini ólavsøkuskrá,
síðan sigi eg teimum heima frá ætlan míni
og samstundis, at eg ikki eti hjá teimum,
men fari til mostur.
Mamma vil vita hví. »Sum tú ert tornom,
mamma, fatar tú ikki, at eg ætli mær at
vera leys, so eg kann rýma beinanvegin,
máltíðin er liðug«.
Svarið kom turt: »Tað ert tú von til, so et
tú bara her, mostur hevur nokk at gera.«
Tá man ikki skal svara mammu síni
aftur, so helt eg mær, men beiggjarnir vóru
so spontskir, at teir bóðu meg fara á Hafnia
at búgva, sjálvandi vildi eg fegin tað, men
tað er ógjørligt at fáa innivist hesar dagar-
nar.
Eg gleddi meg sum eitt barn til 28. juli.
Endiliga: Ólavsøkuaftan.
I punkt á skránni: Ólavsøkan sett
Býráðsformaðurin setur ítróttarstevnuna. Í
stívasta pussi fari eg niðan á Vaglið.
Fløggini veittra, veðrið er av tí fagrasta.
Hópur av fólki og hornblásturin ljóðar. Øll
koma í veitslulag. Nú kemur skrúðgongan.
Nei, ein føgur sjón at síggja allan henda
vakra
og
fríska
ungdómin
koma
marcherandi. Hann hugtekur øll og eisini
hin hvíthærda býráðsformannin, sum
stendur á røðarapallinum. Góð orð hevði
hann til ítróttarungdómin, ja, eg helt, tað
var so gott, at eg bað hann geva mær røðu-
na, og her er hon:
Í øldir hevur Føroya fólk komið til Havn-
ar at halda ólavsøku og soleiðis eisini í ár
og vónandi í alla framtíð, so leingi fólk býr
á hesum oyggjum.
Ólavsøkan hevur nakað dragandi við sær
– hon stendur yvir øllum – hon hevur fest
seg í Føroya fólk.
Vit hava lindi til at spjaða okkum, men
eitt standa allir føroyingar saman um, tað
er Ólavsøkuna – sum er tjóðarhátíð okkara.
Ólavsøkan var at byrja við ein kirkjulig há-
tíð, men tað er onki at ivast í, at hon næstan
beinanvegin fekk ein verðsligan dám, við
tað at okkara gamla ting varð sett henda
sama dag.
Aftrat at vera kirkju- og fólkahátíð, er í
okkara døgum ítrótturin vorðin ein
høvuðstáttur í ólavsøkuhaldinum. Ja, kan-
ska tann størsti.
Ein hópur av fólki kemur til Havnar á
Ólavsøku at kappast í ítrótti – ella at síggja
hesar kappingar. Hetta setur sín stóra dám
á hátíðina, og tí ræður um hjá ítróttarfólki-
num, at hesin dámur verður soleiðis, sum
tað sømir seg fyri eitt mentað fólk og rættar
ítróttarmenn.
Drívkraftin í øllum ítrótti er kappingin,
men hon má vera so, at ikki illstøða stendst
av henni – tvørturímóti eigur ítrótturin at
skapa vinskap mann og mann – bygd og
bygd ímillum.
Jú størri part av ólavsøkuni ítrótturin
tekur, størri verður ábyrgdin hjá ítróttar-
fólkinum fyri eini væleydnaðari hátíð.
Ítróttarfólk av bygd og bý verið hjartaliga
vælkomin til hesa ítróttarstevnu.
Eg vil enda við einum ørindi av Jóannes
bónda Patursson:
Ungligar, sum fylkjast her,
minnist væl hará.
Tvinnar eru gøturnar,
onnur víkir frá.
Búgvið tykkum her tí væl
vegna fosturlands frama til at standa í stríði.
Berið reinan skjøldin og æruna ta friðu.
Búgvið tykkum tí so væl.
Við hesum orðum vil eg lýsa ítróttarstevn-
una á ólavsøku nítjanhundrað fimti og –
byrjaða.
Kappingin dunaði og hornbasturin spæl-
di eina løtu.
II punkt: Kappróðurin
Tað var ein øðilig gonga, sum av Vaglinum
og aðrastaðni frá leitaði oman á bryggjuna.
Eg eri so heppin at fáa sess ytst úti á
skinnaraskeri. Ein drúgv løta er, áðrenn
bátarnir eru komnir á pláss, men keðiligt er
ikki at bíða. Tað er blikalogn og heilt klárt.
Allastaðni, har eyga røkkur, eru fólk, kapp-
róðurin dregur sum onki annað, og vakurt
er tað eisini at síggja allar hesar nógvu bát-
ar koma rógvandi, næstan tann vakrasti
parturin av øllum ólavsøkuhaldinum. Eg
hyggi yvir móti Tinganesi, tað stendur á
tremur av fólki. Tinganes, hvussu mundi
tað síggja út, tá tingið varð sett her fyri øld-
um og aftur øldum síðani. Mundi landsins
kosnu mett tá kjakast eins og teir gera nú.
Mundi løgmaður hava líka nógv stríð av
Ólavsøkuhald
ein stuttsøga
limunum sum okkara nú. Eitt er vist,
konurnar hjá tingmonnunum fyrr í tíðini
høvdu tað í einum føri nógv lættari enn
konurnar nú.
Tá vóru ongir politiskir valfundir, hesir
ræðuligu fundir, har tað oftast eru valevni-
ni sjálvi, ið eru til viðgerðar, og ikki
flokksstevnuskráirnar. Har menn alment
fáa sálarligar fleingir, meðan áhoyrararnir
stuttleika sær, og ætt og vinir særast meint.
Hevði tað verðið øðrvísi um kvinnur vóru
við, skal eg ganga út frá mær sjálvari, má
svarið verða nei, tíverri.
Nú byrjar kappróðurin. Sum øll eru
spent; tey flestu ynskja, at teirra skulu
verða fremstir ella fremstar, og summa-
staðir stendst orðadráttur av hesum, og tað
gongur ikki altíð líka spakuliga av, serliga
málreystur eru teir, sum longu hava kenn-
ingina, teir vilja ikki lata sær bjóða alt,
men veruleikanum mugu øll boyggja seg
fyri, og tá liðugt er, fara vit avstað, nógv
errin og glað, onnur kedd, men í hvussu er,
ongin vildi verið kappróðurin fyri uttan. Ja,
tíðirnar broytast, einaferðina var árabáturin
av allar allar størsta týdningi hjá okkum.
Forfedrar okkara átti onki annað. Við
honum fóru teir út á havið at vinna veiðu.
Við honum varð farið í læknaørindum. Nú
hava vit øll nýmótans skip, telefon, sjúkra-
hús, men kanska vóru forfedrarnir tryggari
í teirra dagligu veru enn vit, tí teir høvdu
Guð við sær allastaðir. Teir livdu og doyðu
í hesum: Forløg míni eru í tínum hondum.
III punkt: Gamlir skúlakennigar
Tummas, Jóannes, Páll, Ása og Hervør; tey
vilja vita, hvar eg fari. »Niðan á plenina«.
Hurðin upp: Kom inn, kom inn, vit skulu
eisini niðan, men bilsin eru tey yvir meg,
og eg má so út við ætlan míni.
»Óført, vit skulu nokk taka okkum av
tær, so tú fært eina minniríka ólavsøku«.
Sum eg keði meg uppi á plenini, veit
onki um fótbólt og ætli mær so smátt
omanaftur, men so komi eg at hoyra nakrar
Havnarmenn tosa, nei, eg meini skelda.
Sum teir eru óðir inn á HB. Teir nytta
onki, duga ikki til nakað, ongin av teimum,
góðir til burturkast.
So rópa teir á teir ymsu spælararnar:
»Kom nú, kom nú, hinir gomlu, saa, saah,
ansa tær, ansa tær, sært tú ikki handa klaks-
víkingin, aah, din dummi hundur, aah, títt
klss«. Teir næstan gráta, meðan teir lata tað
regna yvir HB. Sum gott havnarfólk vildi
eg ynskt, at HB var líka raskt við bein-
unum, sum hesir góðu menn við mussa-
skøðnum. Teir liva so við í spælinum, at
teir sparka, sum var tað teir, ið høvdu bólt-
in. Nei, hygg har. HB fær mál, og ein havn-
armaður, sum stendur við tveimum smá-
dreingjum, ein í hvørjari hond, skal klappa,
og so íðin er hann, at hann gloymir alt uttan
um seg, og brestir dreingirnar saman, hesi
ólukkudýrini gráta sum stungnir. Pápin er
illa við og roynir at troysta, øll rundan um
flenna.
Sum eg havi tað stuttligt. Bert spell, eg
skuldi havt ein bandupptakar við; tá hevði
onkur gjørt eygu, um tey hoyrdu hesar
»verdugu« havnarborgarar, sum til dagligt
ganga so stillir í havnargøtum, verið so
heitar og illar inn á sínar egnu. Jú, sig ikki,
tað er futt í Havnarmonnum. KÍ vann.
»Nú fara vit til kabarett« sigur Jóannes,
men Hervør vil heldur hava nátturða og so
aftaná til kabarett.
Jú sigi eg, komið heim við mær til nátt-
urða. Tit eru hjartaliga vælkomin.
Tey takka, vilja eiga tað til góðar eina
aðra ferð. Eg veit væl hví. Pápi eigur
ongan løgg at bjóða.
Endin verður at vit keypa okkum pylsur
og so inn í sjónleikarhúsið.
Aftaná fara vit við Pálli. Har fáa vit
kaffi. Tosið gongur, vit hava so nógv at
spyrja um og fortelja frá, hava ikki sæst í
eitt ár. Kabarettin er eisini til viðgerðar, og
gomul felags skúlaminni eru mong.
So út aftur og inni í eini hús, eg aldri havi
verið inni í fyrr. Eg skammist og tori illa
inn, men konan er bæði blíð og týð og sig-
ur, at á Ólavsøku gongur ein allastaðni og
melur: »Kom nú bara inn Elin, so skalt tú
fáa stoktan fisk frá mær«. Hoyrdi eg beint,
jú hon stendur yviri við komfýrin og steik-
ir. Og hvat er hetta. Mitt á gólvinum í køki-
num stendur eitt fínt klaver. Hvat í allari
víðu verð, eri eg í ørviti? Nei, eg drekki
ikki ein gang vín.
»Vit flutt inn higar í gjár«, sigur konan.
»Góðu tit komi og hjálpi mær at fáa klaver-
ið inn í stovuna. Tá tað er gjørt, fara vit at
eta fiskin við musikki til«. Konan spælir á
klaverið fyri okkum.
Vit takka fyri okkum og leita heim í bý-
in. Tey ætla sær í føroyskan dans, og eg
ætli mær til hús, tó so lætt sleppi eg ikki.
»Tú skalt við okkum ikki talan um
annað«. Eg royni at bera meg undan, leggi
ikki í dans, eri so móð eisini. Nú seta tey á
meg, og tað er ikki smávegis: »Ver bara
sonn, tú heldur tað er synd at dansa, veitst
tú ikki, at tey dansaðu í Gamla Testamenti.
Jesus var sjálvur gestur í einum brúdleypi
og meira enn tað, hann gjørdi vatn til vín.
Vit eru sett í heimin at liva, liva fatar tú
ikki tað? Gleða okkum, meðan vit kunna«.
Tey halda áfram. Nú er øðin komin í meg.
»Hví halda tit tykkum altíð til bíbliuna, tá
tit skulu hava onnur at dansa og drekka?
Hví brúka tit ikki hana í øðrum førum og
liva eftir henni? Til dømis tit banna so illa,
og allíkavæl sigur bíblian okkum, at tala
okkara skal vera ja, ja og nei, nei, og brúka
vit sterkari orð, so er tað av tí ónda. Hon
sigur eisini: Søkið fyrst Guðs ríkið. Og
hvat ger menniskjan, næstan alt annað enn
hetta«.
Eg fái ikki sagt meira. Tey loypa á meg
frá ølum síðum og teppa meg, og hetta
ræðuliga kjakið endar við, at tey siga: »Tað
er ikki fyri Várharra, at tú ikki torir at í
dans, men tú ert bangin fyri teimum í
KFUK.«
Eg mótmæli harðliga: »Tær uppi í
KFUK nokta okkum ikki at dansa. Tað
mega vit sjálvar um. Tær royna at vísa
okkum vegin til Guð og fáa okkum inn á
hann, læra okkum alt gott, onki annað«.
Tey byrja av nýggjum, og eg hoyri meg
sjálva siga: »Eg skal vísa tykkum, at tit
hava órætt, eg komi við tykkum í sjónleik-
arhúsið«.
Troðkandi og skumpandi eydnast tað
okkum at koma innar. Tað er fult av fólki,
sum sild í tunnu. Hitin er øðiligur, og dans-
urin líkist ongum. Her er onki at gera uttan
at sleppa sær útaftur. Meðan »stríðið í
Runsival« dunar, berji eg meg út. Sum tað
er frískt uttanfyri. Nú kann eg anda ordi-
liga.
Spakuliga fari eg oman gjøgnum Tórs-
gøtu. Á Bryggjubakka støðgi eg á og hyggi
at kirkjuni, okkara vakra gamla kirkja,
Harrans hús. Fjart hoyrist dunið frá
mannamúgvuni á Vaglinum, men her er
stilt og friðarligt og fjálgt. Ólavsøkan,
kirkjuhátíð okkara; fimm korter av øllum
haldinum geva vit tær, søkið fyrst Guðs
ríkið. Eg má sláa eyguni niður sum tollarin
á sinni í templinum og biðja Guð náa meg
arma syndara, sum eg eri komin lítið áveg-
is, og sum eg føli meg dálkaða. Ikki tí at eg
havi verið í dansinum, men tað var hetta
ræðuliga kjakið. At eg skuldi bera meg so
ljótt at. Fara at brúkast um bíbliuna, og
hvør eri eg, at eg kann seta meg sum dóm-
ara yvir onnur, aah, sum eg angri. Hevði
bara kirkjan verið opin nú, so hevði eg leita
inn. Men Guð er allastaðir at finna. Um tú
vilt biðja, so fær inn í kamar títt og bið til
Faðir tín, sum er í loyndum, og Hann vil
svara tær. Fer tað nakrantíð at eydnast mær
at fáa svar?
Best er at fara víðari út á Reyn. Komin
innar, fari eg í køkin at fáa mær ein kaffi-
munn. Sum mamma kennur meg væl. Á
kaffikannuni hongur ein seðil:
»Góða Elin!
Seint í kvøld komu Malena og Sakaris.
Eg mátti geva teimum kamarið hjá tær, so
tú mást fara til Honnu-mostur at sova, í
kamarinum til gongina.
Jógvan er eisini her og hevur spurt eftir
tær. Hvar gongur tú og melur?
Vinarliga Mamma!«
Jógvan her. Sum eg eri kedd, at eg ikki
havi verið heima í kvøld. Tað var stórt
spell. Í morgin skal eg nokk verða inni.
Eg eri so móð, at eg orki ikki avstað.
Hyggi inn í stovuna. Ongin liggur á divan-
ini, so fari eg upp á loftið at vita, um tað
eydnaðst mær at fáa fatur á soviposanum.
Ongin er komin á kamarið hjá mær, eg inn,
lati hurðina til vaðingina upp og krúpi inn-
ar og finni posan. Við honum í føvningi-
num komi eg knappliga at hugsa um
Jógvan. Hví mundi hann vera komin so
seint og onki sagt frammanundan.
Kundi hann hava onkra gentu her? Nei,
nei. Nú hoyri eg tos og tað verður bøla-
myrkt. Hurðin til vaðingina verður afturlat-
in. Nú siti eg mitt í tí. Banka vil eg ikki.
C
M
Y
K
33
32