Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. juli 2002síða 18

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 142 - 27. juli 2002 Nr. 142 - 27. juli 2002 35 Malena eigur ongi børn og tað vildi givið henni »stoff« fyri nógv ár, um hon fekk at vita, at eg sat undir vaðingini ólavsøkunátt, bara tí eg ikki var mammu lýðin. Nei, so heldur vera innistongd; men gott eg eri húsfólk. Eg grulvi longur, lætt er tað ikki, eg eri jú í føroyskum klæðum. Hvussu fari eg at síggja út? So nú eri eg komin til kamarið hjá elsta beiggja mínum. Eg banki og rópi spakuliga: »Jákup, svevur tú?« Ongin svarar. Eg seti meg at bíða, fari aftur at hugsa um Jógvan. Eg uggi meg við, at hann kann ikki hava nakra gentu, hann hevur spurt eftir mær, tó mær tað sama, vit kennast bara og klandrast heldur ofta. Forrestin eg havi gloymt at sagt tykkum, hvør Jógvan er. Mamma hansara er úr Havn og allarbesta vinkona mammu. Nú foreldur hennara eru deyð, búgva hon og maðurin og Jógvan altíð hjá okkum, og vit ferðast ofta hjá teimum. Vit eru ógvuliga væl, Jógvan og eg, sjálvt um vit klandrast við hvørt. Tað er altíð eg, ið eri orsøkin til stríðið, tíverri. Jógvan er trúgvandi, ikki bara í orðum. Alt lív hansara er ein vitnisburður. Endiliga kemur Jákup. Eg banki og rópi: »Jákup, lat mær upp, eg eri undir vaðing- ini«. Skápshurðin fer upp og eg mestsum detti út. Vakurt av Jákupi hvørki at skelda ella grína. Sitandi á gólvinum skal eg takka honum. Eg hyggi hupp, men tú góðasti. Jógvan stendur uppi yvir mær. Hvat skal eg gera, orðini koma raplandi: »Tú mást orsaka, eg trú, Jákup var her, men alt er jú ein hurlivasi á Ólavsøku, ja vælkomin skuldi eg sagt«. »Gott kvøld, góða Elin, og takk fyri tað. Hetta var óvæntað. Í alt kvøld havi eg ging- ið og leitað eftir tær, og nú hevði eg givið upp, og so skuldi tað allíkavæl eydnast fyri mær, men at tú skuldi koma at liggja fyri fótum mínum, tað hevði eg ikki droymt um. Spell, ta ikki er skotár.« »Eg siti, at tú veitst tað, og tvætla ikki«. Eg skundi mær at reisast og fari at busta av mær. Mær dámar onki at vera so nær Jógvani. Eg fari at smæðast, aah tín býtt- lingur at fara at smæðast ein drong, tú hev- ur kent alla tín tíð. »Vilt tú hava ein kaffimunn, Jógvan?« »Tað vil eg fegin, takk, meðan vit drekka kanst tú fortelja mær, hví tú hevur verið undir vaðingini«. Vit fara oman í køkin og eg noyðist at fortelja. Jógvan kann vera fittur, hann argar meg ikki, men tað er nakað í eygum hansara, eg ikki kann týða, hann heldur meg nokk fyri gjøldur allíkavæl. »Elin, hevur tú soviposan?« Soviposan? Eg rádni við, og Jógvan flennur. Nú dámar honum. »Nei, konufólk, gera sær alt hetta stríðið og so til onga nyttu. Soviposin gloymdur undir vaðingini.« Hetta fari eg at hoyra fyri leingi. Sama ger. Best at spela sær oman til Hannu- mostur, men Jógvan sigur, at hann skal fara. Eg eri so móð, at eg skal ikki út aftur. Onki hjálpur, Jógvan vinnur. Hann er nú galantur, tá hann vil. Eg gevi honum lykil- in og sigi, hvørjum kamari, hann skal vera í. Vit biða hvørjum øðrum góða nátt. Hann fer út og eg upp á kamarið hjá Jákupi. Eg sovnaði beinanvegin, fekk biðið faðirvár, onki annað. Um morgunin vakni eg av ein- um øðiligum skríggi. Tað er mamma. Hon situr á einum stóli við bakka í hondunum. Koppar, tallerkar, alt skramblar, sum hon ristur. »Elin, hvat vil hetta siga, hví ert tú her?« »Jógvan fór yvir til mostir at sova« eg sigi henn so frá øllum. »Áh, tú góðasti, sum tú gjørdi meg skakkan, best at ringja til mostir og siga henni frá, at hon hevur fingið annan gest.« Eg drekki, skundi mær í og niður undir. Tað er ein øðiligur látur at hoyra. Jógvan er har, hann má nú fortelja uppaftur fyri mær, hvussu tað gekkst honum. Hann vaknar við, at hann verður umfevndur av Hannu- mostur, sum sigur: »Góða barnið, sum mostir er glað at hava teg her«. Og so fær hann ein ordiligan koss. At Hannamostur varð kløkk, er onki at siga til. Tey máttu geva henni kamfer-dropar. Pápi krevur av mær, at eg skal oman at biða um fyrigeving, og eg noyðist. Jógvan bjóðar sær at koma við, nei takk, hetta vil eg klára sjálv. Mamma biður meg sam- stundist lána mær fyriklæð og turrklæð, tí eg kann ikki fara í kirkju sum eg síggi út. Mostir er komin aftur fyri seg og heldur, tað var bara stuttligt. »Tú Elin, hví verða tað ikki Jógvan og tú? Eg haldi, hann hevur eitt gott eyga til tín, og hann hevði óivað fingið eitt hampað fólk burturúr tær.« »Mostur, ert tú óð í høvdinum, heldur tú meg ikki vera eitt hampað fólk, hatta er tað stívasta eg havi hoyrt, og so av síni egnu mostur.« Hon royndir at sissa meg. »Tú hevur fingið allar eftirlatir, vit hava øll somul oyðilagt teg, men ert tú bara heilt fitt. Um Jógvan skuldi borið upp bønarorð, so mást tú endiliga játta, minst til hann kennur teg væl, so blindur fer hann ikki inn í hjúnar- bandið, og hugsa um, hvussu fitta ver- móður tú fært.« »Nokk, nokk«, eg haldi um oyruni. »Nú lata vit hatta fara, men mostur, kundi eg lánt turrklæði og fyriklæði frá tær?« »Ja, góða, tað skalt tú og tú kanst líka so gott eiga tey beinanvegin, eg brúki tey ikki.« Den mostur er góð. Keðiligt hon ongi børn eigur, men hon hevur okkum, og vit eru næstan líka góð við hana sum við mammu. Jógvan fylgist við okkum í kirkju. Nú eri eg á veg til Harrans hús, fyri at tæna Hon- um og tilbiðja Hann, og hvussu sær tað út í hjarta mínum? Harri, ger meg stillan fyri orði Tínum, Harri, lat meg sita við føtur Tínar og lýða á Teg og finna tann frið, ið ber av øllum viti. Nú ringjur, og allir prest- arnir, embætismenninir og løgtingsmenn- inir fara innar í kór. Guðstænastan byrjar. Í mong, mong ár havi eg havt gongd mína her. Sunnudag aftaná sunnudag. Her eri eg doypt, her havi eg játtað dópspakt mína. Her havi eg á knæ inni við altari ferð aftaná ferð tikið móti syndanna fyrigeving og fingið lut í Jesu likami og blóði. Her havi eg samlast við ætt míni í gleði. Her havi eg við sorg sagt nøkrum av teimum farvæl. Tíðin rennur avstað, og hvat við mær. guð er í seinastuni vorðin so langt burtur fyri mær. Presturin er farin á prædikustólin. Eg haldi hendur saman, og biði sum eg eri von fyri honum, at tað hann hevur at siga, má verða onkrum til frelsu og nógvum til hjálpar. Ríkan tekst hevði hann og lívgev- andi orð. Aftaná kirkjugongdina fara vit niðan á Vaglið, men ikki er hugsingur um at sleppa inn í tingið, os vit fara bara oman til døgurðan. Áðrenn vit eru liðug at eta, koma skúla- vinir mínir, tey vilja hava meg við til kapp- ríðingina. Mamma bjóðar kaffi, prátið gongur hugnaligt, tey felstu kenna Jógvan. Hann hevur eisini gingið á skúlan, 2 ár frammanundan okkum. Eg havi ongan hug at fara, men so verði eg argað við, at eg skuldi jú halda Ólav- søku ordiliga. Pápi spyr, um eg eisini ætli mær at verða ólavsøkutrúlovað. Øll flenna, yngsti beiggi mín heldur tað vera gott fyri meg, at tað skímur ein heilan tíma í nátt, tí við míni út- sjónd fái eg ongan drong í dagslýsi. Ja, beiggjar eru nú einaferð biggjar, og teir broytast ikki. Mamma heldur fyri: »Far tú bert niðan í KFUM í kvøld og blív KFUM-trúlovað, tað er óivað meira haldbart«. Tey gera seg til at fara, og Jógvan biður meg endiliga koma við, og so fara vit øll í einum stórum hýruvogni. Komin út á Háls finna vit okkum sess á nøkrum steinum. Heilt fitt av fólki hevur leitað út higar. So byrjar kappingin. Tað er spennandi at síggja, at eg komi at hugsa um kappríðing- ar í øðrum londum, so sum eg kenni tær frá bíløtum í bløðum. T.d. Derby-renningin í Onglandi, har øll eru so fín. Damurnar við hattum sum cykluhjól og menninir í vela- frakka. Ja, tað er munur á. Her er heldur ongir beinkir at sita á, tíverri. Prátið gongur óført okkara millum. Her- vør vil vita, hvar eg bleiv av í gjárkvøldið, um eg rýmdi beinanvegin úr dansinum. »Jú, tað var so øðiliga heitt og trongt, so eg slapp mær útum sum skjótast«. Eg merki, at Jógvan hyggur at mær, men eg tori ikki at møta eygum hansara. Hvat heldur hann um meg? Eg sum ongantíð havi ginið í dans. Tey tosa víðari, eg eri bilsin yvir, ta virðing og tann blíðskap, tey vísa Jógvani; á heimvegnum bjóða tey okkum við til kappsvimjingina, tá Jógvan takkar og sigur, at hann ætlar sær til hús, tí hann skal í meinigheitshúsið kl. 6, so er tað ongin, ið mótmælir, tvørturímóti, tey eru øll greið yvir, at so fær hann ikki stundir at koma við teimum. Vónandi síggja tey hann aftur seinni. Tá tey eisini biðja mær farvæl, so er tað onki annað at gera enn at fylgja við Jógvani. Mamma gevur okkum nátturða. Sum tað er gott at hvíla beinini. Ólavsøkan er bara gongd og aftur gongd. Malena og Sakaris koma innar at fáa sær ein bita. »Nú er tíð hjá mær at fara« sigur Jógvan og reisist, »kemur tú við mær, Elin?« Eg eri næstan ongantíð í meinigheits- húsinum, tó sýta vil eg ikki, meðan Malena hoyrir, og tað var jú eg, ið skuldi halda Ólavsøku ordiliga og fáa alt við. Niðan eftir, vænti eg at Jógvan fer at spyrja meg um dansin. Nei, hann sigur onki. Sum eg skammist. Inngongurin er drúgvur, men góður. Aftaná kemur sangurin: Ak, vidste du, som går i syndens lænker. »Hví skal eisini hesin verða sungin? Tað er hvørt orð til mín«. Nú verður fríður vitnisburður, og nógv eru tey, ið koma upp at vitna. Ymsikt siga tey frá, men alt snýr seg um tað sama, takksemi, tí Guð í stóru, ófataligu náði síni hevur endurloyst tey, og so trongdin at fáa onnur við. Kl. 10 er ólavsøkusamkoman hjá KFUM og K uppi í KFUM. Jógvan er KFUM’ari, so vit bæði fylgj- ast niðan. Tað vóru hugnaligir tímar, eg nýtist ikki at siga tykkum, hvat fór fram, tí tit og eg uppliva júst tað sama nú. Jógvan hjálpur okkum at beina burtur og rudda, og so verður borðreitt av nýggjum, og vit sita leingi og hugna okkum. Tit ungu herinni, sum ongantíð hava verið við og hjálpt at taka alt upp aftaná, tit vita bara ikki hvat tit snýta tykkum sjálvi fyri. Aftaná samkomurnar hava vit tað ógvuliga stuttligt. Fáið hetta prógvað í kvøld. Klokkan er nógv tá vit reisast. »Tað er alt ov vakurt veður at fara heim at sova,« heldur onkur fyri. »Kom lat okkum fara út at ganga, tað er bert einaferð Ólavsøka um árið«, og allur riðulin heldur avstað, út á Skansa ætla tey sær. Jógvan spyr um eg ætli mær við. Eg veit ikki, kundi væl hugsað mær at ferið út at gingið. »Elin, eg minnist, tú einaferð segði, at tú ynskti so at sætt Havnina frá Oyggjarveg- num eina ólavsøkunátt. Vit skuldu kanska gingið tann vegin, um tú leggur í«. Tað vil eg fegin, og vit fara. Tosað eitt sindur um samkomuna í KFUM, men eg veit ikki hvat bagir, vit sum altíð hava haft so mikið at sagt hvørjum øðrum, nú er tøgn okkara millum, ein merkilig tøgn. So eru vit niðankomin, og tað var tað vert. Sum Havnin er vøkur við øllum ljós- unum. Leingi standa vit, eg skal akkurát spyrja, um vit ikki skulu fara omanaftur, tá Jógvan sigur, at hann hevur nakað at tosa við meg um, og biður meg koma yvir til steinbonkin hjá okkum. Hann rættir mær hondina og vit fara oman í hagan móti Havnadalinum. Sum børn vóru vit her um leiðir, og ein dagin komu vit fram á ein stein, ið akkurát var dánaður sum ein bonkur. Vit kannaðu okkum hann og nógv glað barnaminni eru knýtt til hansara. Vit sita eina løtu. »Tað er løgið, sum alt kann broytast, Elin. Tá eg kom til Ólavsøku so var tað bert fyri at hitta teg og tosa við teg um tað, sum hjarta mítt er fult av, og nú, nú er tað nakað heilt annað, ið liggur mær á sinni. Heima havi eg gingið og lært meg, hvussu eg skul- di bera meg at, hvussu eg skuldi málbera meg, og nú verða tað nøkur heilt onnur orð, tú fært at hoyra, nettupp tí tú ert mær so dýrabar.« Eg hyggi at honum og fyri fyrstu ferð í dag møtast eygu okkara. Andlit hansara lýsir av kærleika til mín. Hann leggur arm- in um økslina á mær. »Elin, tú ert ikki lukkulig, tú ert vorðin so friðleys, eigur tú onga trúgv longur, hvar er Guð í lívið tínum?« Eg fái onki svara, royni at berja grátin niður, men tað eydnast ikki. Móti bringuni á Jógvani gráti eg, sum aldri áður í lívinum. Eym orð verða teskað mær í oyra, troystarorð. Endi- liga linkar gráturin, og eg fái sagt frá øllum tí, sum hevur pínt meg í langa tíð. Øll halda meg vera trúgvandi, eg gangi í kirkju og KFUK, ja til altars, men Guð er ikki longur livandi fyri mær. Um eg skal vera heilt sonn, so eigi eg ongan Guð meira, leingi trúi eg, at barnatrúgv mín skuldi varða, gerast sterkari og bera meg yvir ta persónligu trúnna, aah, mær dámdi væl at hoyra um Timoteus, men nú, nú eri eg sum tann eldri bróðurin í tí burturvilsta soninum. Eg eri í faðirhúsinum og allíka- væl nógv longri burturi frá Guði enn hin størsti syndarin. Tó haldi eg áfram at biðja í vón um at fáa svar, men eg veit, at eg biði ikki rætt, eg eri ikki eyðmjúk, eg royni av mær sjálvum at vera góð og gloymi at av okkum sjálvum kunnu vit onki, men við og í Guði alt. »Aah, góði Jógvan, tú eigur ta livandi trúnna. Sjálvt skúlakenningar mínir merkja ta, og tey hava stóra virðing fyri tær. Eg ynskti so, at tú fórst at vitna í kvøld, kanska hevði tað verið mær til hjálpar, men nú bøni og biði eg teg um at hjálpa mær. Góði Jógvan, hjálp mær, eg orki ikki meira«. Í teirri stillu náttini byrjaði so Jógvan at tosa. Hann hevði ætlað sær at vitna í meinigheitshúsinum, men tá hann merkti, hvussu illa við eg varð av sanginum nr. 310, var tað nakað, ið helt honum aftur, og hann fekk tað soleiðis, at hann heldur skul- di vitna fyri mær einsamallari. Aldri á ævi míni havi eg hoyrt slíkan vitnisburð. Aldri eru orð og hendingar í bíbliuni vorðnar so livandigjørdar fyri mær. Knappliga merki eg Guð so nær, og í ljósinum frá Honum, síggi eg fyri fyrstu ferð meg sjálva, mítt dálkaða hjarta, øll míni brek, alt tað ringa, eg havi gjørt, og alt tað nógva, eg skuldi havt gjørt. Í míni sváru sálarneyð fari eg á knæ, og eg biði, sum eg aldri havi biðið, biði til eg ongi orð eigi eftir. Við eitt eri eg á Golgata, við Jesu kross, og tá hendir undurið, sum er líka so stórt sum skapanarundurið, eg verði endurloyst og tikin aftur í faðirfavn- in. Eg eri eitt Guðs barn aftur. Oh, sæla stund. Nú kann eg av sonnum, av fullum og heilum hjarta lovsyngja Guði fyri Jesus Kristus, frelsara mín, og full- gjørda verk Hansara. Inniliga biðið eg Guð hjálpa mær í trúarlívinum, tá eg skal oman aftur av umbroytingarfjallinum og liva ger- andisdagin mín í dalinum, og inniliga takki eg Guði fyri mín besta vin Jógvan, sum hevur leitt meg til Hansara. Ætlan mín við Ólavsøkuni gekk út, øðr- vísi enn eg hevði væntað. Hetta varð ein sonn vøkunátt, eg kom at halda veruliga Ólavsøku. Tað roðar í eystri, tá vit reisast, og meðan vit hond í hond fara omaneftir, rísur sólin. Ein undurføgur sjón, sum meira enn nakað annað talar um Guðs stóra almátt og vísir okkum menniskjum ein lítlan glotta av teirri dýrd, vit einaferð fáa loyvi at skoða. Vit halda leið okkara inn í ljósið. JH Lisin fyrstu ferð á Ólavsøku (1963) í KFUM síðan: Klaksvík, feb. 1964 Nólsoy, hvítusunnu 1964 Fuglafirði, 1965 Vestmanna, nov. 1967 Sandavági Fámjin, feb. 1971 Miðvági, mars 1971 C M Y K 35 34