Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. desember 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 99 — 22. desember 1979 tingnýtt „Skriva uppá mammu-politikkur« »Skriva uppå mammu- politikkur«, soleidis nevndi Adolf Hansen tingmål nr. 27, Konga- ligar fyriskipanir um »hjemmesvygeplejerske- ordninger, sundhedsplej- erskeordninger og skole- lægeordning«. Hann segði, at eftir hesum nýggju skipanunum verður parturin at gjalda hjá statskassanum sterri enn hann er nú. Av sjálv- bjargnisgrundum fór hann ikki at atkveða fyri uppskotinum. Býtið má broytast fyrst, segði hann. Tað vóru fleiri enn Adolf Hansen, sum settu spurnartekin við lands- stýrisuppskotið. Asbjern Joensen helt, at tað er rímiligt at umhugsa málið eitt sindur nærri, so tað ikki kemur aftur um brekku, hvat kostnað- inum viðvíkur. Hann segði, at fleiri útreiðslur eru ikki roknaðar uppí tey tel, sum eru nevnd í skjøl- unum frá landsstýrinum. — Vit mugu vita, hvat tað kemur at kosta, áðrenn vit samtykkja, segði Asbjern Joensen. Skarvar — Kappast við útróðrarmenn um upsan Hver skarvur etur 73 tons av upsa Legtingið hevur fingið áheitan um at avtaka frið- ingina av skarvinum. Tað er útróðrarfelagið Eystan Múla, sum vil gera skarvin friðleysan. Sum grundgeving fyri á- heitanini sigur felagið, at hver miðalskarvur etur 20 ársgamlar seiðir um dagin. Umroknað til upsan, sum snellubátar- nir nú fáa (10 kg. hver fiskur) verður hetta seiða- át hjá skarvunum til 73 tons av upsa um árið. Hetta má geva monn- um nakað at hugsa um í hesum tíðum, sigur útróð- rarfelagið Eystan Múla. Áheitanin er beind í fiskivinnunevndina. Jógvan Sundsteifi segði, at fólkaflokkurin tekur undir við, at skip- aninar skulu setast í gildi. — Men um tað skal vera nú beinanvegin ella ikki, vilja vit taka steðu til undir nevndarviðgerð- Jergen Thomsen nevndi spurningin um donsku yrkisfelegini og landsstýrisins samráðing- ar við tær. Karin Kjelbro segði, at nú hevur hetta málið verið 6 ár á veg. Hon legði stóran dent á, at tað nú verður = samtykt, so skipaninar kunnu fara at virka. Aftaná kann so set- ast ein nevnd at viðgera meguligar broytingar í samráð við tey, sum skulu virka undir skipanunum. Tað var einans framsegufólkið fyri sam- bandsflokkin og tjóðveld- isflokkin, Eilif Samuelsen og Karin Kjelbro, sum uttan stórvegis atfinning- ar tóku undir við lands- stýrisuppskotinum, sum aftaná fyrstu viðgerð bleiv beint í sosialu nevnd. Gynækologiskar kanningar — ókeypis Tingið hevur fingið skriv frá fýra kvinnum, sum all- ar hava gingið til røntgen- og radiumsviðgerðir á Finsens Institut í Keyp- mannahavn. Kvinnurnar heita á av- varðandi myndugleikar um at „stíla so fyri, at all- ar kvinnur um 40 ára aldurin við regluligum innkallingum fáa tilboð um ókeypis gynækolog- iskar kanningar«. Tingið beindi skrivið til landsstýrið. »Alternativid« góða undirtøku Uppskotið hjá sambands- flokkinum um avheintan av útróðrarfiski við bili, sum nakað av gjeldri er gjert burturúr, bæði innan tinggátt og uttan — tað hevur verið nevnt malternativið hjá sam- bandinum til loysn av fiskivinnukreppuni« — fekk góða undirteku, tá tað var til fyrstu viðgerð mikudagin. Málið fer til aðru við- gerð uttan nevndarvið- gerð. Almenna lýsingablaðið komið undir land Nú er líkt til, at almenna er komið Landsstýrið lýsingablaðið undir land ætlar í hesi tingsetu at leggja fram lóggávu um eitt tílíkt blað Hetta verður upplýst í viðmerkingunum til fíggj- arlógaruppskot lands- stýrisins fyri 1980/81. Í uppskotinum eru settar av 179.000 kr. til at fyri- reika blaðið Landsstýrið biður fólk: Russisk skip ikki lokkandi Landsstýrið hevur vent sær til Fiski- rannsóknarstovuna og til trolaraskipar- ar, men tað er ikki eydnast at fáa nakran at fara við russiskum skipum. Hetta upplýsti Heðin Klein, landsstýrismaður, í legtinginum hósdagin. Hann svaraði nekrum tingmonnum, sum spurdu, hví feroyingar ikki hava brúkt meguleik- an at seta fólk umborð á russisk skip at fylgja við, hvussu teir fiska á djúpum vatni við Feroyar. Hesin meguleikin stendur okkum í boði sambært fiskiveiðusáttmálanum millum londini bæði. Ting- menn meta henda spurn- ing so týðandi, at ein samd marknaðarnevnd í áliti sínum til fiskirætt- indaskipanina fyri 1980 ger vart við hetta og heitir á landsstýrið um at ávirka, at feroyingar í mest meguligan mun kunnu vera um borð á slík- um russiskum kanningar- og fiskiskipum. Ikki kann sigast annað, enn at uppskotið frá landsstýrinum um fiskirættindaskipanina fekk kalda mótteku í ting- inum. Tingmenn vóru samdir um, at vit higartil hava fingið alt ov lítið burturúr í mun til tað, vit lata russum. Tingmenn høvdu heldur ikki tær stóru vónirnar til sáttmálan við U.S.A. um føroyskan fiskiskap har. Onkur fegnadist t6 um, at i såttmålanum stendur, at U.S.A. viðurkennir, at fiskiskapur er altavger- andi fyri Føroyar. Atli Dam, legmaður, segði, at tað er neyðugt at hava sáttmála við russar fyri at eiga eina kvotu, tá fiskur einaferð aftur verður at fáa í Barents- havinum. Hann segði eisini, at sáttmálin við Noreg um fiskiveiðu í Barentshavinum er óbrúkiligur uttan vit eisini hava sáttmála við russar. Russisk skip í Havn. Tey spæla flog- bólt á dekkin- um. Feroyingar sleppa við hesum skip- um, men enn hevur ongin boðið sær til Plakatin komin og orkestur spælir Vikuskiftið millum jói og nýggjár framferir Gríma Kærleiksrímur í Sjónleikarhúsinum í Havn. Hesar framferslur verða ólíkar teimum, sum hava verið. Tá hevur tónleikurin ljóm- að frá einum bandav- spælara. Men á sýningunum í Havn verður ongin bandav- spælari, tí tónleikarar- nir koma sjálvir at spæla. Fleiri, sum hava verið til Kærleiksrímur, hava uttan úrslit spurt eftir plakatini, sum Tove Guttesen gjørdi til leik- in. Nú er hon endiliga komin og fæst til keyps í bókabúðum í Havn og annars, tá Gríma spælir Kærleiksrimur- nar — næstu ferð tann 29. desember í Sjón- leikarhúsinum. Barnahjálpargrunnurin: Stríkaður á fíggjarlógini — Skal nú hava pening úr Jólamerkjagrunninum Landsstýrið hevur ikki játtað pening til Barnahjálpargrunn- in á fíggjarlógarupp- skotinum fyri 1980/ 81. Barnahjálpargrunn- urin skal nú hava pening úr Jóla- merkjagrunninum, sigur landsstýrið í viðmerking. Játtanin á fíggjarlógini fyri 1979/80 er 40.000 kr. Barnahjálpargrunnurin sekti í heyst um at fáa sterri studning enn higar- til á komandi fíggjarlóg. Sagt verður at tervurin á hjálp er ikki minkaður. Í 1978 býtti grunnurin út 203.100 kr. Rentuinntok- urnar tað árið vóru 147.500 kr. Umsóknirnar um hjálp vóru 159 í tali í fjør. Latnar verða annad- hvert 900, 1200 ella 1500 kr. í senn, men hetta mun- ar ov lítið í dýrtíðini, sigur stýrið fyri Barnahjálpar- grunnin. Tað torir tó illa at lata meira, fyrrenn sloppið er undan núver- andi óvissu um innteku- meguleikar grunnsins í framtíðini. Einastu inn- tekur, grunnurin hevur, eru rentur av stovnsfæ- num, játtanin á fíggjar- lógini og nakrar gávur. Merkjasølan køvd Í umsóknini um størri studning sigur stýrið fyri Barnahjálpargrunnin m.a.: „Eftir at Postverk Før- oya er farið at geva út ióla- merki til frama fyri >Jóla- merkjagrunn«, hevur Barnahjålpargrunnurin greitt fingid bod um, at postverkið ikki fer at selja nakað merki fyri Barna- hjálpargrunnin. Við hesum er Barna- hjálpargrunnsins merkja- útgáva og -søla, sum byrj- aði i 1944, køvd — uttan at grunnurin fær endur- gjald fyri mista merkið. Hetta var einasti penga- gevandi aktivitetur, sum afturat í stóran mun var við til at halda ansin fyri grunninum livandi millum fólke. Fær úr Jóla- merkjagrunninum Reglugerðin fyri Jóla- merkjagrunnin varð lýst týsdagin. Hesin grunnur hevur tað endamál at býta út ágóðan av seluni av jólamerkjunum hjá Post- verki Feroya. Eitt av pettunum í reglugerðini er soljóðandi: »Styrid kann ikki geva bindandi lyfti um studn- ing av inntekum fyri kom- andi ár, Feroya Barna- hjálpargrunnur tó undan- tikin, tó soleiðis, at tilsøgn um studning komandi ár til Barnahjålpargrunnin ikki má vera hægri enn 10% av ágóðanum árið fyri«. i 1978 gav sølan av før- oyska jólamerkinum 500.000 kr. uml. í avlopi. Mett verður, at avlopið í ár verður nakað tað sama. Stýrið fyri Jólamerkja- grunnin átti tí sambært hesum at kunna givið stýrinum fyri Barnahjálp- argrunnin tilsogn um 50.000 kr. í studningi komandi ár. SO en SO rr