Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. desember 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ve re Nr. 99 — 22. desember 1979 sosialurin Starvsmannafelagið fer at krevja limagjald. Formaðurin: Íkki mist maskinmeistararnar Starvsmannafelagið hev- ur ikki mist maskinmeist- ararnar, metir formaðurin, Erns Hansen. Hann sigur, at nú Strandferðslan hevur fingið boð ikki at aftur- halda limagjaldinum, má felagið sjålvt .innkrevja tað. Hóast > maskinmeistararnir hava meldað seg ur Starvs- mannafelagnum, eru teir sáttmálabundnir | gjegnum tað. Ernst Hansen vísir á, at sáttmálin millum Starvs- mannafelagið og landsstýrið greitt sigur, at hann m.a. fevnir um maskinmeistarar- nar við Strandferðsluni. — Skal nakað broytast í sáttmálanum má hann brót- ast. Eg trúgvi ikki, at lands- stýrið kann bróta hann, tí so fellur allur sáttmálin á gólvið. Og so koma vit í eina konfliktsteðu, sigur Ernst Hansen. Ikki brúka sátt- mála uttan tilknýti Ernst Hansen metir ikki, at landsstýrið hevur brotið sátt- málan, men hann setur spurnartekin við, um starvs- mannafelagið kann góðtaka, at nakrir limir nýta ágóðan av sáttmálanum — lenarliga og arbeiðsliga — uttan til knýti til felagið. Strandferðslan skal íkki afturhalda limagjaldinum. Hevur landsstýrið ikki so 6- beinleiðis góðtikið útmeld- ingina? — Nevndin í Starvsmanna- felagnum hevur fullmakt at gera avtalur við stovnarnar um at afturhalda limagjaldin- um av praktiskum orsekum. Er eingin avtala, mugu vit sjálvir innkrevja tað. Og vit vóna at fáa tað frá maskin- meistarunum, so vit sleppa undan at gera nakað. — Um meistararnir ikki vilja gjalda? — Tað kann eg einki siga um enn. Fáa vit einki lima- gjald, og teir fáa at vita, at teir ikki eru í felagnum, eru teir sáttmálaleysir. Tá kunnu teir ikki siga, at teir eru lentir eftir starvsmannasáttmálan- um, tí ta treyt krevja vit, at limaskapur krevst, um sátt- málin skal brúkast. Landsstýrið hevur álagt Strandferðsluni at afturhalda limagjaldið! — Tað mugu Strandferðsl- an og landsstýrið klára sín- ámillum. Draga ikki limir Fleiri fakfeleg vilja vera við, at tit draga limir til tykkum? — Nei, men tey sum verða sett í alment starv eftir okk- ara sáttmála, mugu gerast limir í Starvsmannafelag- num. Og evugt, fer nakar úr okkara eki inn á t.d. hand- verksekið, fer eitt skifti av fakfelag fram. Men tað vísir seg, at hini felegini skilja ikki, at tá onkur kemur frá teimum og inn á okkara ekið, at viðkomandi má gerast lim- ur í Starvsmannafelagnum. — Respektera tit hini fak- ini? - Ja, fullkomiliga. Arbeidir t.d. ein handverkari handverkara-arbeiði = innan tað almenna, krevja vit ikki limaskap í Starvsmanna- felagnum, sigur Erns Hansen at enda. Seinasta ymagniða komið Vit vera eitt blað fátæk- ari í tí nýggja árinum. Myndablaðið Magn kemur ikki útaftur. Sein- asta eintakið — jóla- blaðið — er komið. Magn er komið út í fýra ár. Tað eru teir báð- ir ljósmyndararnir Kalm- ar Lindenskov og Alan Brockie, sum hava givið blaðið út. Um helvtina av útkomutíðini hevur Randi Jacobsen, tíðindakvinna, havt skrivingina um hendi. Magn hevur lagt dent á tað meira serigsa í til- veruni. Tað hevur við frálíkum reportasjum greitt frá tí dagliga deg- num hjá pørtum av fólk- inum — frá nógvum av tí, sum vit ikki góvu okk- um far um. Bygdasegan hevur verið ein fastur táttur í blaðnum og hann man hava givið mongum eina kunning um tær ymisku bygdirnar. Men Magn hevur eisini verið avdúkandi í fleiri fórum. Hvør minn- ist ikki >Mjerkadals- gøluna« og skotvenjingarnar eftir menniskja-dukkum hjá politinum, sum politiið avnoktaði? Eingin ivi er um, at Magn hevur verið eitt tað mest fullkomna blaði, sum er komið út í Føroyum. Tað veri seg í myndum, skriving og út- sjónd. Tí er tað stórt spell, at blaðið ikki orkaði meira. Fíggjarliga grundarlagið var ov lítið. Einans smá 1000 eintøk meira — og útgávan var ikki steðgað. Men fólkið — lesarin — valdi. jo-mo Sumbingar syngja um Svartafoss Tveir sumbingar, Georg og Ronnie, góvu fyrradag- in eina single-plátu út. Tey bæði legini eru Svartifossur eftir Hans A. Djurhuus og Mama eftir Ronnie. Til Svartafoss hava teir brúkt eitt norskt lag, sum Georg hevur broytt nakað, meðan Ronnie eisini hevur gjert 1. vinningur 2. vinningur Eyka vinningur: Drigið verður 1.3.1980. lagið til Mama. Tað er LM-handilin, sum gevur plátuna út, meðan Milson Zacharias- sen hevur tikið hana upp. Upptekan er gjerd í summar og ætlanin var, at plátan skuldi koma út til 6lavsøku, men hon varð seinkað. Georg og Ronnie spæla Allar staðir, har bakað verður, brúka tey SWAN Við at baka enn meira við SWAN kunnu tygum nú vinna: Eina rundferð fyri tvey Føroya - England - Danmark - Føroyar vid Bliki. Eina flogferð fyri tvey Føroya - Danmark - Føroyar. hvønn mánað (desember 1979 - januar-februar 1980) 10 vinningar á 10 pk. SWAN hveitimjøl. og syngja sjálvir a-lagið, meðan Milson eisini lut- tekur við steelguitar á b- lagnum. Georg og Ronnie hava spælt saman í fleiri ár í bólkinum Fire Star. Nú spælir Ronnie við Black Birds, meðan Georg syng- ur við ymiskum bólkum. Sendið so nógv SWAN-merkir sum gjørligt inn til: Postbox 16 3800 Tórshavn á SWAN Sjálvval til fleiri lond Tann 1. januar 1980 kunnu feroyingar ringja beinleiðis til sjey lond afturat, Cypern, Jugo- slavia, Portugal, Tjekko- slovakia, Turkaland, Gi- braltar og Malta. Í telefonbókini stendur, at væntandi verður sjálv- val til hesi londini í lagi á sumri 1978. Hetta hevur drigið út, men nú er tað komið undir land. Og nýggjársdag kann ein snara okkur nummar heilt yviri í Turkalandi og ynskja gott nýggjár. Hey øll føroysk børn er heitið á nyggjari barna- bók, ið beint nú er út- komin. Tað eru feroysk bern, sum hava skrivað og teknað myndirnar, ið eru í litum. Bókin er 48 blaðsíður og kostar um 30 kr. Savnað tilfarið og givið út hava Anna Brimnes, Johanna C. Merkere og Ingrið Sondum. Skipið stevnir fram á leið er heitið á bók, sum er komin út í vikuni. Bókin er skrivað av kenda norska rithevund- anum Nordahl Grieg. Týtt hevur Árni Dahl. Bókin, sum er 160 síð- ur, kostar 58 kr. Tað kann roknast við, at prísirnir á timburi o.t. fara at hækka munandi í 1980. Nú er meira enn eitt hálvt ár síðani timbur- prísirnir hækkaðu. Síðani tá er tollurin hækkaður við 2% og svenska krónan er uppskrivað við 5%. Harafturat eru hendar broytingar í prísunum. Meginparturin av fer- oyska timburinum kemur Løgmaður: — Eg havi ikki góðar vónir um, at vit fáa tosk undir Grenlandi næsta ár. Hetta segði Atli Dam, legmaður, á ting- fundi hósdagin. Hann segði, at vísindamenn hava mælt til, at TAC fyri tosk við Grenland verður 0 i 1980. Gren- lendingar sleppa tó at veiða tosk, men EEC og ríkisstjórnin hava kring oyggjarnar Litlar vónir um tosk næsta år Janus å nynorskum »Færøyske Dikt« av Janus Djurhuus, eitur nýggj bók, sum er komin i bókabúðirnar nú beint fyri jól. Tað er norð- maðurin, skaldið og mál- freðingurin, Ivar Org- land, sum hevur megnað at týða fleiri av yrkingun- um hjá Janusi Djurhuus til nýnorskt mál. Hetta er áhugaverd bók, sum uttan iva vil vera við til at vísa norrenu grannum okkara, hvussu stór skald Feroy- ar hava fostrað. Bókin er 325 blaðsíður. Hon kostar innbundin 128 kr. og útgevari er for- lagið Fonna. Utgåvan er stuðlað av Norrena Ráð- num. Plastposa- nýtslan skal minkast Føroya > Keypssamtøka hevur sett sær fyri at minka um nýtsluna av plastposum. Stjórin í FK metir, at nýtslan hevur fingið yvir- hond og harafturat frem- ur hon oysl og dálkar. Tí fer FK eftir nýggjár at taka pening fyri pos: arnar. Onnur hugskot hava verið, men royndir aðrastaðni vísa, at muna- besti mátin at minka um nýtsluna, er at taka fyri plastposatnar. Timburprisirnir upp i 1980 ur Finnlandi og Svøriki Prísráð Føroya upplys- ir, at teir enn onga um- sókn hava fingið frá timburhandlunum um at hækka prísin. Stjórin í Timbur- handlinum, Eivind Fossá, sigur, at tað er givið, at alt fer at hækka í komandi ári, men hann veit ikki nær og hvussu nógv prís- irnir á timbri og eðrum til- fari fara at hækka. eftir ynski frá gren- lendingum góðtikið, at ongin annar sleppur at royna eftir toski næsta ár. Spurningurin um feroysku toskaveiðuna verður tikin upp aftur á fundi við ríkisstjórnina fyrst í januar, upplýsti løgmadur. Allir flokkar verða umboðaðir á hesum fundi.