leygardagur 12. januar 1980síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
sosialurin
Nr. 3 — 12. januar 1980
… SO leingi man
heldur tað vera
áhugavert at
vera menniskja
og medmenn-
iskja livir man
framvegis …
Framhald av síðu 9
Hendan greinin lysir 6gvu-
liga væl William sum drong
og munin millum hann og
Christian, sum teir bert kall-
aðu Matras:
»Hann, ið skrivar hesar
reglur, var tá sterkt indre-
missiónskt ávirkaður, og tað
fall honum fyri bróstið, at
tann purluti , bygdadrong-
urin, hann hevåi hitt, var
havnardrongurin hevði ilt av
sínum nýggja vinmanni og
óttaðist fyri, at hesin ungi
heidningurin gekk móti ein-
um bráðum enda. Tann gudi-
ligi drongurin bar eisini eitt
sindur av ótta fyri at verða
lokkaður avvegir av hesum
heidna, ið tóktist hava serar
gávur til at skaka huga hans-
ara upp.
— Er eingin Gud? Ja, hvat
so? helt missiónsdrongurin.
So kunnu menniskjur gera
alt tað illa tey vilja !
— Nei, segði hin heidni, ið
valla var meir enn 13 ára
gamal, tí eitthvert er til, ið
rópast fyri moral.
Hetta orðið moral hevði
tann gudiligi drongurin væl
hoyrt gitið, bæði heima og í
meinigheitshúsinum, men
aldri hevði hann vitað tað
nýtt í einari so undarligari
samanseting. Hetta elvdi
honum nógv at hugsa um.
Men í fyrstani var tað ikki
sert fyri, at hann vanvirdi og
meinskaðist inn á henda
nýggja moralin og hansara
unga talsmann.
Hetta gjørdi, at hann helt
seg eitt sindur burtur frå
Matras ta fyrstu tíðina. Tað
var eisini ein onnur lýta við
dreinginum Matras, at hann
hoyrdi til »ungsosialistar-
nar«, sum var ein politisk
sekt, ið búleikaði her í Havn
tá á døgum og viðhvert var
at siggja marsjerandi i gøt-
unum undir sprotareyðum
flaggi, syngjandi Inter-
nasjonala. Undangongu-
menninir í hesari rerslu vóru
tveir bakarasveinar, annar
var J.P. Davidsen, sum nú er
legtingsmaður og landsstýr-
ismaður. Allir luttakararnir
hevdu eitt lítið hvast smíl
undir nesini, tí teir vóru
demonstrantar móti borgar-
ligum trongskygni, móti
kirkju og missión. Vit gudi-
ligu dreingir gingu og hugdu
at teimum við sorg og and-
stygd, men vit gleddu okkum
yvir at vit høvdu alt rættvisi,
ja sjálvan Várharra, í okkara
parti. Tað ódámliga reyða
flaggið fór helst við Guds
hjálp av knóranum, áðrenn
langt um leið.
Utmerkað seg
við dovinskapi
Ein annar av vinmonnum
Williams var Jergen Frantz
Jacobsen, men hann var ikki
»litterert interesseraður=,
men hevði meira hug til
fysikk og hevði sitt egna
laboratorium.
Aftaná realskúlaárini, um
hverji hann einastaðni sigur:
>.. sá udmærkede jeg mig nok
særligt ved min uopmærk-
somhed. Jeg kunne ikke
samle tankerne om under-
visningen, og det fik man så
fæle anmærkninger for — så
efterhånden gik man jo lidt
til bunds og blev betragtet
som nærmest åndsvag….«,
fóru Matras og Jørgen-Franz
á Sorø fyri at taka students-
prógv, meðan William fór á
keypmansskúla í Keyp-
mannahavn.
William og kona hansara Lisa
William métasanrn-
førdur — Matras
ómodernaður
William og Matras mettust
aftur. William var ikki sert
skakaður. Matras var >vorð-
in kommunist. Eg minnist,
hvussu ódámligt tað var fyri
meg at hoyra hann tala hug-
tiknan um »kammerat Lenin«
og »kammerat Trotzky«, ti eg
hevði enn mina barnatrúgv
óbroytta og hevåi somu and-
stygd sum stættarfelagar
mínir fyri allari gudleysari
bolsjevismu. Lagnan hevði
eisini fert meg inn á heilt
aðrar vegir, eðrvísi tryggar,
royndar og lættferar. Eg
rópti meg »manufakturist«
og var altíð væl ílatin, tí eg
visti hvat mótin kravdi. Men
neyðars Matras, hann var
ikki bert ómoderna ílatin og
við trefsutum slipsi, hann var
eisini kloddutur innan, niður-
fyrikomin, og hevði ongum
áhuga fyri uttan tí russisku
revolusjónini.
Tað gjørdi mær ilt at
síggja hann fara avstað aftur
til sína ótryggu lagnu í tí
gudleysa utlandinum«.
Men seinni broytti William
sjálvur áskoðan. Hann gjørd-
ist eisini vinstrasinnaður.
Ikki hug fyri handli
Tað var pápin, sum vildi, at
Fýra skaldabreður og havnarmenn: Janus, Jørgen-Frantz, William og Hans Andrias
William skuldi ganga í fóta-
spor hansara, hóast hann ikki
sjálvur hevði áhuga fyri
handli. William vildi heldur
verða yrkjari, meðan mamm-
an helt, at hann skuldi fara á
tekniskúla.
Í eini samreðu sigur Willi-
am, at keypmansskúlin var
kortini ikki so galin >... ogsá
den skole stár nu for mig í et
festligt lys.... Og lærdómin
kom honum seinri til góðar,
tá hann starvaðist í handlin-
um hjá pápanum.
Á keypmansskúlanum í
Fiolstræde fekk William ein
vinmann, sum kom úr einum
kunstnaraheimi. Tað var
hesin vinmaðurin, sum fann
uppá, at teir skuldu vitja
skaldið Otto Gelsted, ið
seinni fekk stóran týdning
fyri William, skaldskap hans-
ara og lívsáskoðan hansara á
tann sosialistiska bógvin.
Í journalistlæru
Tá William gavst á keyp-
mansskúlanum, fór hann
í læru sum journalistur við
Folkebladet í Ringsted. ».
William var tó ikki leingi í
blaðheiminum.
Otto Gelsted hevði fingið
hann at yrkja. Sjálvur var
Otto Gelsted konsulentur á
einum forlagi, Levin og
Munksgaard, sum sendi tað
fyrsta yrkingasavnið, »Ark-
tiske elegier« út í 1921.
Yrkingasavnið fekk góða
undirtøku og fyri familjuni
kundi hann nú prógva, at
hann veruliga var yrkjari
Øll árini í tjúgunum yrki
William nógv og komu trý
søvn út.
Kundi ikki liva av
yrkingum
Men William kundi ikki liva
av at yrkja. Hann royndi tí at
skriva bókur. Men einki veru-
ligt spurdist burtur úr í
fyrstu syftu
Í eini samreðu við Land og
Folk í fjør sigur William um
tær fyrstu royndirnar
„Det er uhyyyrligt —
Jeg leverede det troligt til
Gelsted, som lige så troligt
sendte mig det i hovedet
igen. Han var gal på mig. Det
var ikke godt. »Det er
uhyyyrligt«, sagde han med
sådan en hvisletone mellem
tænderne.
Han var en meget streng
og en meget unådig kritiker.
Og jeg er ham uhyre tak-
nemmelig for, at han ikke fik
Munksgaard til at tage disse
bøger. De var frygteligt u-
modne. Og var de udkommet,
ville jeg have haft dem at
trækkes med resten af min
tid
God kritik skal man være
meget taknemlig for. Og Gel-
sted var en god kritiker. Og
streng. I virkeligheden gør
kritikerne en meget stor ind-
sats og er til stor gavn«.
Avirkadur av Kirk
Um hetta mundið kom Willi-
am eisini at kenna rithevund-
an Hans Kirk og gjerdust
teir bestu vinir. Hans Kirk
vitjaði eisini í Feroyum — í
1947.
William ávirkaðist eisini
av Kirk: »Min roman Noatun
er i øvrigt stærkt inspireret
af Fiskerne. Og Kirk var også
meget glad for den«.
Fyrstu skaldsøguroyndir-
nar komu ikki å prenti. Ti-
verri — mugu vit i dag siga —
eru handritini ikki til. Men i
1934 kom tann fyrsta skald-
søgan, Blæsende Gry, ut:
»… den noget dødbagte
kæmperoman skrev jeg helt
ærligt med det formål at
prøve at slå igennem som
prosaforfatter, som roman-
forfatter, i håb om at skaffe
mig et selvstændigt leve-
brød. Men det blev en stor
fiasko. Bogen gav under-
skud, og det fik jeg kun
dækket ind ved at forære
Munksgaard (forlagið) en hel
del malerier — for jeg malede
også en masse i den tid«,
sigur William i eini samrødu
vid danska utvarpsmannin
Hemming Hartmann-Peter-
sen.
Giftur, bygt og
tradarmadur
Umframt at måla og skriva,
arbeiddi William i handlinum
hjå påpanum. Hann var flutt-
ur heimaftur, og giftist i 1932
vid systkinabarninum, Lisu,
sum er ættað úr Kollafirði.
Saman settu tey búgv uppi á
Varða, har tey framvegis
búgva, og fingu tríggjar
synir — Heina, Zacharias og
Jergen-Frantz.
Eisini var hann blivin
»amatør-tradåarmadur« og
hevði fingið sær eina kúgv. I
seguni »Arkadisk Efter-
middag« í savninum »Kur
mod onde Ånder« skrivar
hann ógvuliga poetiskt um
kúnna »Stjørnueyga«, og tá
hann einaferð var til tarvs við
henni.
Hetta minnisbrotið boðar
— hóast búskaparlig trongtíð
fyri Feroyar — um eina
hugnaliga og romantiska tíð
fyri William.
Gerst sosialistur
Men tríatiárini við armóð og
neyð ávirkaðu William, og
hann verður sannferdur um
sosialu støduna í samfelag-
num.
Hann sigur seg ongantíð
hava verið dogmatiskan
sosialist: >Dertil falder sosial-
ismens skyggeside alt for
stærkt i øjnene. Men jeg har
altid været venstreorienter-
et, og det er jeg stadig«, sigur
hann við Århus Stiftstidende
i 1973.
Fær vidurkenning
Seinast i triatiårunum fær
William Heinesen veruliga
viðurkenning sum prosa-
skald. Tað var við skald-
seguni Noatun, sum fekk
góða undirteku bæði í Dan-
mark og í utlandinum.
Tey fylgjandi 11 árini var
William tigandi. Einki kom
"it í bók frå 1938 til 1949, tá
„Den sorte Gryde« kom út.
Arið eftir útkomuna av
Den sorte Gryde kom »De
fortabte Spillemænd«, sum
»… med sit livsoverskud lyste
op i den danske efterkrigs-
litteratur«. (Politikens Dansk
Litteratur Historie).
Skrivad i krigsins
ræduleika um lukku
»Spælimenninar« skrivadi