Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-01-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. januar 1980síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 sosialurin Samfelagið i Nóatún William Heinesen hevur skrivað nógvar bøkur — skaldsegur, stutt- segusevn og yrk- ingasevn. Vegna plásstrot verður bert Nóatún (1938) umtalað. Hon er eitt gott umboð fyri tær sosialrealist- isku skaldsegurnar og hevur tiskil eisini serligan á- huga, tá ið tað verð- ur skrivað um sam- . .. felagsviðurskiftini í hansara békment- Tær fyrstu skaldsegurnar (Blæsende Gry, Noatun og Den Sorte Gryde) eru sosialrealistiskar, t.v.s. at rithevundin hevur sett sær fyri á kritiskan og realistiskan hátt at lýsa samfelagið — ikki bert partar av tí, men heildina, báðar samfelagsklassar- nar, arbeiðsfólk og virkis- ánarar. Tær flestu skaldsegur- nar eru kollektivskaldseg- ur, t.v.s. at rithevundin hevur valt fleiri hevuðs- persónar. Nóatún liggur á markinum til at vera ein kollektivskaldsega. Um orsekina til, at tað megu- liga er ein hevuðspersón- ur, skrivar Henrik Ljung- berg í bókini »Eros og samfund í William Heine- sens romaner« s. 26: »Da Niels Peter samtidig be- nyttes oftere end de øvrige som formidler af beretningen, og da det ievrigt er ham, der kon- stant tager initiativet m.h.t. arbejdet med op- dyrkningen, kan det ikke undgås, at læseren opfatt- er ham som en slags hovedperson i romanen«. Henrik Ljungberg sigur kortini, at Nóatún »med rimelighed kan kaldes en kollektivroman«. M.a. ti at hon lysir dagligu trup- ulleikarnar i einum kollek- tivi. Avirkadur av sam- tidar-békmentum William Heinesen er uttan iva ávirkaður av norður- lendskum bókmentum í samtíðini. Hann var í sín- um ungu árum í Danmark og hitti har kendar kultur- radikalar hevundar sum t.d. Otto Gelsted. Otto Gelsted ummælti Nóatún (vit finna greinina í Dagblaðnum í 1939 undir heitinum: »En færøsk roman«). Í greinini vísir Otto Gelsted eisini á sosialu lýsingarnar: »… Niels Peter, den urokke- lige Slider, der ogsaa tager Kampen op mod Stor- bonden og Sagfererne inde i Byen, da de prøver at gaa Koloniens Ret for nær«. Seinni skrivar hann nå- greiniligari: >... Tegninger af den joviale Lurendrejer og Pengepuger Sagfører Didriksen og hans Fuld- mægtig, der er blevet Ox- ford og uddeler religiøse Opbyggelsesbøger til de Klienter, hans høje Chef netop under Huldsalig- hedens Maske har plyndret for deres fattige Spareskillinger«. Nógv hevur verið skriv- að um, at skaldsegan »Fiskerne« eftir Hans Kirk meguliga hevur ávirkað WH. Tað var móti í 30'unum í Danmark at skriva sosialrealistiskar romanir, t.d. »Dokken« eftir Niels Nilsson. Lax- ness hevði eisini skrivað „Salka Valka«. Otte Gel- sted nevnir eisini »Katrinu« eftir Sally Salminen. Tað kundi eisini verið nærliggjandi at nevnt pólska skaldið W.S. Rey- mont og hansara sosial- realistisku skaldsegu (i fýra pørtum) »Bøndurnir«. Tað sigst, at henda skald- søgan hevði hugtikið Hans Kirk. Fíggjarlig krepputíð Í Nóatún viðger WH. fíggjarligu krepputíðina í 30'unum. Hetta verður gjørt við at lýsa sosialu steðuna hjá meiniga- manni, samstundis sum hann vísir á, hver ið eigur framleiðslutólini. Á henda hátt fær lesarin eina vitan um, hví tað stendur so illa til í Nóatún — og tað ger sjálvandi sítt til, at vit fáa eina samanknýtta heildar- mynd av steðuni. Sjálv gongdin í skald- seguni er, at nekur húski flyta úr keypstaðnum út í tann óbygda Deyða- mannadal, har tey hava stovnað bygdina Nóatún. Hvert húski fær eina trød. Har velta tey epli og í endanum av bókini keypa tey eina kúgv. Teir flestu bygdamenn- inir eru til sjós, tá ið tað liggur fyri. Tað er sjálv- andi av tí arbeiðinum, at bygdin er knýtt at samfe- lagnum. Heimafólkið keypir verurnar uppá borg frá keypmanninum Fre- dag, sum eisini er reiðari. Tað eru ikki allir nóa- túningarnir ið trívast í Deyðamannadali. Óli Ørn- berg og Tilda flyta aftur til keypstaðin. Eisini ein dóttur hjá Niels Peturi flytir av bygdini. Reiðarin býr í keypstað- num. Hann hevst at nóa- túningunum av tí at teir keypa ov nógv uppá borg. Men rithøvundin lýsir hvussu fátæksliga tey liva. Ein annar áhugaverdur persónur í keypstaðnum er sakferarin Didriksen. Hann umboðar tað stóra kapitalveldið. Reiðarin Fredag kann ikki sammet- ast við Didriksen í veldi. Fyri at lýsa maktstríðið í hesi krepputíðini, skal evnið býtast í tveir bólkar: 1) Sosialu viðurskiftini og 2) Kapitalveldið. 1) Sosialu viðurskiftini Nóatúningar stríddust fyri tí dagliga breyðinum. Trupulleikarnir fyrikomu at vera skaptir av tí sam- felagi, sum teir livdu í. Í hesum sambandinum skulu nevnast fimm demi um tað: a) Nóatúningar fluttu úr Stérafjørdi, tí at teir ikki kundu fortjena fyri lívsins uppihald har. Hvussu illa statt tað var, fáa vit at vita á síðu 115 (í føroysku utgåvuni). Óli Ørnberg vitjar Ulrikku og hon klagar sína neyð um, at hon ikki hevur nakað at bjóða Óla: »Nakad at bjóða tær havi eg ikki«, segði hon og hugdi blíð- skortað og ósmæðin at honum, »ti vit hava hvørki - kaffi ella te i húsinum. Lítið er at fáa av arbeiði her í Stórafirði, tað versn- ar fyri hvert ár, ið fer... vit fátæku fiskagentur síggja ikki oyra, nei, og hartil mugu vit næstan bidda okkum hvert sindur av mjøli ella sukri, vit bera í munnin, so trekir eru teir at lata uppá borg!« b) Nóatúningar hevdu ilt við at fáa brenni til vega, m.a. tí, at bóndin noktaði teimum at leita eftir reka. Illa var statt við torvi eisini: Seinast í januar mánaði var einki petroleum eftir. Torv var heldur einki«. (s. 107). c) Angelund hevði verið hjá keypmanninum fyri at keypa uppá borg, tí >neyð- in hétti« (s. 128). Hann ásannaði, at: „Vit eru eitt neyðars avlopsfylgi, vit íbúgvar í Nóatúni, eitt sleð av yvirskipan, einki annað. Og tað verða vit eisini skjótt eil somul her á landi«. (s. 128). Kortini ynskir hann seg ikki í grevina, sum Tea ger í »Fiskerne« hjá Hans Kirk, tá ið neyðin er sterst. d) Dótturin hjá Niels Peturi hevði fingið tuberk- lar. Læknin kom til bygd- ina. Hann spurdi millum annað: >Hvussu er vorðið við feðini... hava tit nakað at geva børnunum? Breyð? Mjólk?< (...) Niels Petur rodnaði (...) stað bilar eitt sindur« (s. 182—183) Tey áttu bert eplir í húsinum. e) Nóatúningarnir eiga ongan seyð í haganum við bygdina. Hann eigur Sig- vard bóndi. Einaferð hendir tað tó, at eitt lamb má drepast og flettast á staðnum, tí at tað hevði brotið beinini. Sunneva ger blóðpylsu: »Børnini vóru hjartans- fegin, tað vóru nógv ár síð- an tey høvdu leskað slíkt. (s. 213). Tey fáa eisini at vita frá bóndanum, hvat ið tey hava gjert. Bóndin livir í yvirflóð í mun til meiniga- mann. Nóatúningarnir eru ær- lig fólk. Niels Petur fer til bóndan fyri at fortelja sannleikan um lambið, men verður ikki væl mót- tikin. 2) Kapitalveldið Tað fyrikoma tvey sleg av William Heinesen og Otto Gelsted, mæti danski yrkjarin og týðar- in av klassiskum griksk- um skaldskapi (1888—1968), komu at kennast longu í 1919. Um ávirkanina frá Gel- sted, ið var kennari og Du var mit universitet Í 1977 gav Berge Houmann út eitt stórt greinasavn eftir Otto Nr. 3 — 12. januar 1980 maktmenniskjum: a) Bóndin sum umboð fyri ta feudalu tíðina og bj Didriksen og Fredag sum demi um yvirklassan í tí borgarliga, kapitalistiska samfelagnum. a) Bóndin hevur makt, av tí at hann hevur nógva jeorð í hondum. Sum kongsbóndi hevur hann eina aðalsteðu og hann sigur tað sjálvur: >... vit sum eru kjarnin í fólkin- um, vit sum hava varð- veitt góðan gamlan sið og skikk og kvædini«. (s. 216). nm Bóndin samarbeiðir við borgaraskapið í stríðnum móti nóatúningunum. Tað kemur til sjóndar í sam- bandi við sakina um tað áðurneynda lambið: >... um tit hereftir gera allar- minsta misbrot, vil Didriksen taka alt málið upp av nýggjum, og so eru tit bart út lidnir at búgva í Deyðamannadali<. (s. 241). b) Fredag er ein fer- oyskur reiðari og handils- maður. Hansara handil fer á heysin og tað verður Didriksen sum er ravnur- in, ið pikkar rovið. >... Didriksen sakferari hevur longu tvær reisur verið í holt við meg!« (s. 102). Fredag goymir ikki sína vreiði ímóti Didriksen: >... Einasti maður, ið heldur sær uppi, tað er Didriksen sakførari, ti hann fær í øll- um førum sín part, hann livir av, at tað gongst ødr- um illa!« (s. 102). Didriksen er danskari og umbodar tiskil fremm- andaveldið. Hann fær pen- ing fyri alt millum himmal og jerð í samfelagnum William Heinesen og Otto Gelsted elskari av list og skald- skapi úr øllum heimin- um, og sum eisini hevði stóran kunnleika til m.a. heimspeki og sálarfreði, tekur William Heinesen soleiðis til í yrkingini Dansende poppelfrø: Men bevares, der var også så meget andet — der var jo hele kulturhistorien — filosofien fra Heraklit til Herbert Iversen, socialismen fra Thomas More til Thøger Thøgersen og først og sidst kunsten i alle dens former fra Homer til Tom Kristensen fra Altamiragrotten til Lundstrøm. og den enorme bagage af universalia jeg medbragte når jeg vendte tilbage til mine små fattige nordhavsøer er jeg endnu ikke helt færdig med at pakke ud. Gelsted við heitinum Til- bageblik på fremtiden. I hesum savninum er m.a. sum heild. Eisini Oli Ørn- berg hevur fingið koyrilin at fela: >... hann sum vann sær tólv hundrað krónur av mínum húsagangi...= (8. 78). Didriksen ynskir at loysa trupulleikarnar við samarbeiði. Eitt demi er sekin um úttalilsið hjá Niels Peturi ímóti Hansen (um at hann er kríatúrið hjá Didriksen). Ursliti8 endaði við eini friðarav- talu. Eitt annað demi er klandrið millum Niels Pet- ur og bóndan. Didriksen kemur við soljóðandi upp- skoti: »Eg havi bestan hug at bjóða bóndanum semju onkursvegna«. (s. 223). Grundin til, at Didrik- sen ynskti samarbeiði skal sjálvandi síggjast út frá hansara egnu stødu. Hann fær pening fyri tað. Sum vit síggja eru tað tveir bólkar í samfelag- num, sum stríðast fyri at fáa materiellan ágóða: Tey mugvandi, sum íikki kunnu samarbeiða síná- millum (Didriksen og Fre- dag) og fólk flest, ið stórt sæð eru solidarisk móti hverjum eðrum. Í hesi mynd av samfe- lagnum kunnu vit skilja, hví tað varð neyðugt at geva teimum ognarleysu jørd at dyrka og hví tað var so trupult hjá teimum at stovna niðursetubygd- ina. Hann vísir okkum, at tað vóru fíggjarligar kreftir í keypstaðnum og í útheiminum, sum vóru hevuðsorsekin til trupul- leikarnar. Arnbjern Danielsen ein grein um William Heinesen (upprunaliga prentað í Land og folk 27. juni 1954}. Um hvussu William Heinesen búnaðist sum yrkjari og rithevundur skrivar Gelsted soleiðis: I sin første digtsaml- ing, Arktiske Elegier fra 1921, viser han sig som en på samme gang indi- vidualistisk og kosmisk lyriker. Han har selv be- tegnet sit daværende jeg som »asketisk skønheds- dyrker«. I 1924 forsøgte han sig med en religiøs, efter hans eget sigende dødbagt kæmperoman. Men i 1928 kom Hans Kirks roman Fiskerne, og Heinesen blev stærkt grebet af den og af venstre-sociale strømn- inger. De bragte ham nye impulser og lærte Lesið víðari í síðu 15