Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-02-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. februar 1980síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 størst dent å undir- sø BER Ferdalagid adrenn fraferdina sosialurin Likamliga brekaði spæla flogbólt Mánadagin í síðstu viku komu læraraskúlanæming- ar aftur av eini námsferð í Noregi. Hetta liðið av lær- araskúlanæmingum er tað fyrsta linjuholdið í ítrótti, sum hevur verið á náms- ferð uttanlands. Sosialurin hevur hitt ein lærara, Egga Jensen, og ein næming, Eirik Hof- gaard. — Hvat var endamálið við ferðini, Egga? — Seinasta summar fingu vit eina nýggja lesi- ætlan fyri ítróttarlæru- greinina á læraraskúlan- um. Í hesi ætlanini eru nakrar heilt nýggjar grein- Ir, sum vit ikki kenna so nógv til, t.d. ítróttur fyri likamliga brekaði, kunn- ingarítróttur og kavaítróttur. — Við lesiætlanini i huga fóru vit at fyrireika eina Noregsferð. Fyrst og fremst høvdu vit áhuga fyri ítrótti fyri likamlig brekað. Og fyri at fáa eitt innlit í tað arbeiðið, sum gjørt verður fyri slík, valdu vit eitt stað, sum eitur Beitostelen Helse- sportsenter. Hetta sentrið liggur einar 20 km norðan- fyri Oslo. Endamálið: at kunna klára seg sjálvi — Hvat fevnir likamliga brekað um? — Frá blindum, deyv- um, til tey, sum sita í rullustóli. Harafturat koma fólk, sum hava havt blóðteppar, sukursjúku o.a. Einasta treyt fyri at koma á sentrið er, at tey kunnu klára seg sjálvi. — Endamálið við næm- inginum, sum kemur á eitt slíkt sentur, er at læra hann so mikið, at hann sjálvur kann nýta tað, hann hevur lært, tá hann fer heimaftur ella fer í skúla. Fyri at hann skal klára seg sum best, hendir tað ofta, at ein lærari hjá næminginum kemur við á sentrið, og fær at vita, hvussu hann skal undirvísa einum slíkum næmingi. Likamliga brekað í fólkaskúlan — Ferðin er gjørd sam- bært tí nýggju lesiætlan- ini, men hvenn praktiskan tydning fær ferðin fyri før- oyska læraraskúlanæm- ingin? — Bæði í Danmark og Noregi eru teir likamliga brekaðu næmingarnir integreraðir — saman- sjóðaðir — í vanliga fólka- skúlan i størst møguligan mun, og vit kunnu rokna við, at vit um heilt stutta tíð fara at gera tað sama. — Fyri at kunna taka ímóti teimum brekaðu næmingunum, og kunna undirvísa teimum, so er tað av týdningi, at hava verið á einum slíkum skúla. Nú vita vit eitt sindur um, hvat gerast skal og hvat ið ikki skal gerast, og standa ikki á verum botni, sigur Egga Hugsa ikki um tey brekaðu her — Á ferðini sóu vit, at vit í Feroyum hugsa alt ov lítið um tey likamliga brekaðu, og meguleikar teirra fyri at koma til og á almenn stød og stovnar, sigur Eirikur — Soleiðis vóru í Noregi allastaðni serligar inn- gongdir til tey brekaðu — á hotellum, biohøllum, dansihelum, bókasavnum, krambúðum, gongubreyt- um o.s.fr — Her hjá okkum hava tey smáar meguleikar at klára seg sjálvi, og mugu tí altíð hava hjálp. Hetta gav okkum nakað at hugsa um. Fingu nógv hugskot — Hvussu leingi vóru tit á hesum sentrinum? — Í fyrstu syftu vitjaðu vit skúlan fyri at tilrættis- leggja sjálva vitjanina, síðani høvdu vit bólkaar- beiði og gjørdu spurningar í samband við vitjanina. — Á sjálvari vitjanini fingu vit frágreiðing um skúlan og um alt virksemi hansara, sóu ljósmyndir frá virkseminum og vóru ein túr bæði innan- og uttandura. — Eisini fingu vit hevi at spyrja, hvussu vit kundu brúka tey ymisku tólini í undirvísingini hjá okkum, og hvat varð gjørt við integrering í Noregi. Í hesum viðfangi fingu vit nógv góð hugskot. — Ánnars tóku myndir av øllum tí, vit sou, og var tað ógvuliga áhugavert at síggja allar meguleikarnar, tey brek-