Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-02-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. februar 1980síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 9 — 2. februar 1980 sosialurin * Tað ber væl til at stoyta seg fram, hóast beinini ikki kunnu brúkast. Og hetta mýkur vøddarnar aðu hevdu. Vit sóu m.a. breytir til skíðakan, ís- breytir, sum vóru ætlaðar til at stinga seg fram á sleðum, og eina træbreyt, sum var ætlað teimum blindu at royna seg á rulluskoytum á. Haraftur- at sóu vit tey, sum vanliga sita í rullustóli, sita á hest- baki. Eisini sóu vit blind súkkla á tandemsúkklu saman við einum við vanligari sjón, greiða Egga og Eirikur frá. Kunnu fáa lívsmót av nýggjum — Nú hava tit vitjað eitt slíkt sentur, fáa tit nyttu burtur úr tí, tit hava sæð, Eirikur? — Vit hava sæð, at við hjálp av ítrótti kunnu fólk, sum t.d. koma til skaða og verða brekað, venjast kropsliga og anda- liga upp, so tey fata, at tey eru »normal«, hóast tey kanska mangla eitt bein. — Tað er jú ikki neyðugt at tey setast inni og fela seg handikappað. Tey kunnu umskúlast til annað starv og fáa lívsmót av nýggjum. — Hvussu nógv og hvussu leingi eru tey brek- aðu á sentrinum? — Tað eru 60 næmingar á sentrinum og teir eru fýra vikur í senn. Skiftið av næmingum fer fram hvenn einasta dag. Hvenn morgun, áðrenn skúladag- urin byrjar, verður fundur hildin millum lærararnar, og á hesum fundinum verður ætlan legd fyri hvenn einasta næming fyri dagin. — Ánnars kann eg leggja afturat, sigur Egga, at vit við vitjanini hava vissað okkum megu- leika fyri at koma í prak- tikk á hesum staðnum. Eisini hava vit fingið lyfti um hjálp við eini ferð, har meguleiki verður at síggja, hvussu næmingar verða integreraðir í fólkaskúlan. Kunnu broyta »spesialskulan« — Taka vit Føroyar sum dømi, so hevur eitt brekað barn, sum skal í fólkaskúl- an, ongar fyritreytir, tí tað er ikki vant upp, Eirikur! — Nei, tað hevur ikki tær kropsligu fyritreytir- nar, sum krevjast, uttan tað hevur vant seg sjálvt, og spurningurin er ti, hvussu væl eitt slíkt barn kann klára seg. — Áttu vit at havt eina lítla uppvenjingarsteð? — Vit hava »spesial- skulan«, og hann kundi — i stadin fyri at proppa t.d. hoyri- og sinnisbrekað á sama stað árið runt — verið eitt stað við einum vissum »gjøgnumtrekki« av bernum, og á honum kundu tey lært at klára seg sjálvi. — Harafturat kundu vit havt ta skipan, at tey ser- útbúnu lærarafólkini á „spesialskúlanum< fingu ta uppgávu at fylgja við tí brekaða barninum ta fyrstu tíðina í fólkaskúl- anum. — Við eini slíkari skipan sluppu vit kanska eisini undan tí fyribrigd- inum, at bernini í dag kanska ávirka hvert annað til tað verra. Tað ber eisini til at dansa, hóast man situr í rullustóli Miðað varð ímóti frálæru Ta tíðina, sum var til av- lops, brúktu næmingarnir til at standa á skíð. Við hjálp frá vegleiðara lærdu tey ikki bara at standa á skíð, men vegleiðingin var løgd soleiðis, at miðað varð ímóti frálæru seinni. Teir vóru langar túrar og komu í ódnarveður, so sýnið var bert fáar metrar Tey flestu lærdu at standa á skíð, vilja Egga og Eirikur vera við. — Nú hava tit lært at standa á skíðum sambært lesiætlanini. Hvat er enda- málið við hesi greinini í Blind standa á skíðum lesiætlanini, Egga? — Í greinini stendur, at næmingar skulu hava meguleika at koma út, tá tað er kavi. Og meiningin er, at tey skulu læra at skreiða á skoytum og standa á skíð. Harafturat kann kavin brúkast til evn- ing og dramavenjingar — Viðvíkjandi kavaítrótti fingu vit lyfti um, at vit kunnu senda fólk yvir til Noregs fyri at luttaka í instrukterskeið- um í kavaítrótti. Ikki stuttleikaferð — Hvat sigur tú annars um túrin, Eirikur? — Sum heild var túrurin — Vit sannførdust um, at vit gera lítið fyri tey likam- liga brekaðu í Føroyum aftur ímóti í Noregi Ein blindur súkklar á tandem saman við einum. sær góður. Hann var læruríkur eina stuttleikaferð — Onkur hevur í blað- grein kallað ferðina hjá tykkum fyri stuttleika- ferð? — Summi meta ítrótt sum stuttleika, meðan eg meti, at ítróttur — um- framt tað stuttliga — er eitt ískoyti at stimbra fólk við, so tey gerast heilsu- sterkari. — Onkur hevur skírt ferðina fyri stuttleikaferð fyri almenna stuðul. Hevur tú somu meting, Egga? — Avgjert ikki. Hon er Síða 11 sum gjørd sambært lesiætlan- it løgdu størstan 1 á undirvísing fyri ikamliga brekað, og eg kann við vissu siga, at tað sjónarmiðið, sum tey flestu høvdu um likamliga brekað, er broytt í dag Og kunnu vit fáa tveir tríggj- ar næmingar áhugaðar fyri ítrótti fyri brekað, eru pengarnir, sum vit hava fingið, farnir væl. — Hvussu varð ferðin fíggjað? — Ferðin, sum kostaði upprunaliga 3.500 kr. fyri hvenn, er fíggjað við bingospelum og stuðuli, so hon kom niður einar 600 kr. fyri hvenn — Vit fingu nógv hugskot frá vitjanini i Beitostølen Helsesportsenter, sum koma okkum til góðar í undirvísingini