Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-02-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. februar 1980síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 13 — 16. februar 1980 Laksur verður strokin Fyri einum ári síðani komu góð 100.000 laksarogn við flogfar- inum úr Noregi. Hetta vóru rogn frá tí framúr góða stovnin- um, sum norðmenn hava brúkt nógv ár og stríð og strev at finna fram til. Rognini vórðu keypt av P/f Fiska- aling og ætlað sum grundarlag undir framtíðar laksaali- vinnuni í Føroyum. Laksarognini vórðu klækt í februar í fjer, og í dag gongur smá- laksurin í kerunum norðuri við Áir. Um góðar 3 mánaðir er laksurin = sjóbúgvin, og laksaalarar kunnu av álvara fara til arbeiðis. Fýra ymsir laksa- alarar skulu býta umleið 50.000 smá- laksar, sum nú liva eftir. Tað ganga síðani tvey ár at fóðra laksin í sjónum, til hann kann drepast og seljast. Ætlanin er at alar- arnir longu næsta vár skulu fáa nýggja sending av smálaksi, og soleiðis er ætlanin at tað skal ganga hvert ár. Andreas Reinert, leið- ari av P/f Fiskaaling Ungur havnarmaður fer undir fiskaaling: Skal framleiða 300 tons av laksi í Funningsfirði Flótihyljarnir verða nú gjørdir í Noregi P/f Salmo, P/f Á Strond, P/f Fiskaaling og P/f JOKI. Hetta eru nevnini á teimum feleg- um, sum byrja at ala laks til várs. Í hesum blaðnum fara vit at umrøda pro- jektið hjá P/f Joki. Tað er John Andreasen úr Havn, sum stendur fyri hesum felagnum. Enda- málið er at reka laksa-, fiska- og skeljadjór- aling, eins og handil og ídnað. John Andreasen er einsa- mallur um sítt aliprojekt. Hann hevur selt húsini í Havn fyri at útvega sær pening til ætlanina. Øll hesi seinastu árini hevur hann arbeitt við ætlanini at fara í gongd við aling í Feroyum og hevur hann verið eitt ár í Noregi fyri har at seta seg inn í fiska- aliarbeiði í síni heild. Riggar til — hylj- arnir koma skjótt John er so smátt farin at rigga til. Landsstýrið og kommunurnar við Funn- ingsfjørdin hava gjørt av at seta vestara armin av fjørøinum av til fiska- aling, og nú bíðar John bert eftir hyljunum. Tað er norska verk- smiðjan Norsenet í Berg- en, sum í letuni framleiðir teir fyrstu flótihyljarnar til Joki. Tveir fóðurbátar og motorar eru longu komnir til Feroya. 200—300 t av laksi Ætlanin er at byrja í smá- um. Tað er eisini avmark- að, hvat alararnir kunnu fáa av smálaksi (smolt) at koyra í flótihyljarnar. Joki-projektið umfatar ialt 40 flótihyljar, og ætlanin er at rekka eina framleiðsiu, sum er millum 200 og 300 tons av laksi Tað ganga sjálvsagt nekur ár, áðrenn hetta verður veruleiki, men við dagsprísum hevur ein tílík framleiðsla eitt seluvirði uppá millum 10 og 15 mill. kr. Samlaðu ílegurnar eru mettar til 1,5 mill. kr. 30 metrar úr landi Hann skal bert hava fimm flótihyljar hetta fyrsta árið. Annað árið koma 20 hyljar afturat, og restin kemur so triðja árið. Hver flótihylur er gjørdur av plastrerum við eini nót hangandi undir. Nótin rúmar ialt 500 m' av sjógvi. Flótihyljarnir verða lagdir einar 30 metrar úr landi millum Tentiloyra og Skipanesoyra á vestara arminum á fjerðinum. Teir verða festir fastir í botnin við stálketum og akker- um. Framleiðslan tey bæði fyrstu árini verður at meta sum á royndarstigi. Joki fær umleið 15.000 smálaksar í ár, sum ætlan- in er at fóðra í tvey ár. Tá vigar laksurin um 4 kg. og hevur ein prís uppá umleið 50 kr. kg. Næsta ár skal Joki so fáa nakað væl meira av smálaksi, og tá verður tí eisini neyðugt við fleiri hyljum. Eisini skeljafisk Fiskaaling er ikki bert laksur og síl John Andreasen sigur, at henda vinnan hevur ógvuliga nógvar meguleikar. Hetta fer hann tí eisini at taka við í sínum projekti. Hann ætlar nevniliga at ala skeljafisk báðumegin laksahyljarnar og at hava botnfisk gangandi undir sjálvum nótunum. Enda- málið við hesum er at fáa betri nýtslu úr fóðrinum. Nýta alt fóðurið Tað krevst ógvuliga nógv av fóðuri til laksaaling, og ein partur av hesum fóðuri vil sekka niður á botn ella fara útí fjerðin. Skelja- fiskurin báðumegin hylj- arnar kann nú vaksa skjótt við at fáa lut í parti av hesum fóðrinum, og somuleiðis botnfiskurin, sum samstundis heldur botnin reinan. Hetta ljóðar sum var tað dreymaverð, men til tað er at siga, at norðmenn nýliga eru farnir undir at gera royndir við hesum, so meira veruleikafjart enn so er tað altso ikki. Sýrufóður Sjálvt fóðurið er ein tann mest týðandi tátturin í alingini. John heldur, at tað í byrjanini verður neyðugt eisini at innflyta vátfóður. Tervur er eisini á frystigoymslum til fóðurið. P/f Joki ætlar at loysa fóðurspurningin við at brúka sýrufóður, sum er flótandi og kann goymast í silobygningum. Hetta fóðurið kostar bert 7 oyru kilo. Harafturímóti kostar vátfóðurið umleið 70 oyru kg. Tá eru innfrysting og goymsluútreiðslur írokn- aðar. Norðmenn arbeiða í løtuni við at royna syru- fóður, sum vísir seg at egna seg væl. Sýrufóður eru fiskarestir, sum verða blandaðar saman við ymsum sýrum og eðrum evnum. Arbeiði til fleiri fólk Uppá fyrispurning um ali- stødin i Funningsfirði kann fara at geva fólkum arbeiði í bygdunum har, sigur John Andreasen. at tá alisteðin er liðug útbygd, verður arbeiðið til nekur fólk, og tá sjálv slaktingin fer fram, verður arbeiði til umleið 15 fólk einar tríggjar mánaðir um árið. Hetta merkir, at her verður bæði arbeiði og fleiri inntekur at skatta av á plássinum — Eg fari ikki undir fiskaaling fyri pengarnar John Andreasen er úr Havn. Hann er snikkaralærdur, men hevur hesi seinastu árini arbeitt við at fyrireika eitt aliprojekt. Hann hevur verið í Noregi og arbeitt á eini alistød í Skrova i Lofoten, har viðurskiftini viðvíkjandi streymi, fauna, mineralum og hitaviðurskiftini í sjónum og annars veðurlagið yvirhevur eru meinlík okkara. John hevur eisini luttikið á skeiði um fiskaaling, sum Fiskeri direktoratet í Bergen skipaði fyri, og hann hevur arbett á almennu kleki-, yngul- og smoltstødini á Averøy í Sundalsere — somuleiðis í Noregi. John hevur eisini arbeitt hjá Fiskaaling her heima. Nú byrjar hann so sjálvur í Funningsfirdi skuld, sigur John víðari. — Tað er áhugin fyri hesi spennandi og týðandi framtíðar vinnu, sum fær meg at seta alt tað eg eigi av peningi í projektið. Funningsfjørdur. Her verða nú lunnar lagdir undir eini týðandi framtíðar vinnu í Føroyum. Spennandi verður, hvussu tað fer at gangast i 04 Vestari armurin av Funningsfirði er settur av til fiska- aling. Framtíðar arbeiðspláss hjá teimum fólkum, sum búgva við fjørdin. Pílurin vísur. hvar alingin verður.