Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-03-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. mars 1980síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 19 — 8. mars 1980 sosialurin Síða 5 Kommuna stevnd eftir 25 tús. kr. — fríkend — Føroya Vegtekniska Felag tapti móti Vestmanna kommunu. Tríggjar aðrar kommunur stevndar Vestmanna komm- una skal ikki gjalda Føroya Vegtekn- iska Felag tær 24.885 kr., komm- unan varð stevnd eftir. Dómur fall í málinum týsdagin og bleiv kommunan fríkend. Samstund- is bleiv Føroya Veg- tekniska Felag dømt at gjalda Vest- manna kommunu 3.000 kr. í sakar- málskostnað. Feroya Vegtekniska Felag stevndi Vestmanna kommunu, tí kommunan keypti oljumel úr Noregi og legði hann á getur og tún í bygdini. Oljumølin bleiv keypt frá einari fyri- tøku,, sum F.V.F. hevur einaumboð fyri í Feroy- um. Felagið stevndi tí kommununi eftir mistari umbodsmannaløn. Kravid var 24.885 kr. umframt 6% i rentu av 12.375 kr. frå 1. januar 1976 og 6% av 12.510 kr. frå 1. januar 1977 at rokna. Grundarlagid reyk Men å einum rættarfundi reyk grundarlagið undan stevningini. Eitt bræv frá Vest- manna kommunu til F.V.F. bleiv lagt fram og tá sakferarin hjá F.V.F. sá hetta brævið, vildi hann ikki fara víðari við málin- um. Tað vildi hinvegin stjórin í F.V.F. og eftir at sakferarin hevði tikið seg burturúr málinum, kravdi stjórin sjálvur at fáa dóm. Í brævinum, sum hevði so avgjerdan týdning í málinum, baðar kommun- an felagnum frá ætlanum sínum um at keypa olju- møl. Av tí F.V.F. visti um ætlanir kommununn- ar, kundi tad ikki seta nøk- ur krøv móti henni. F.V.F. kundi lættliga, visandi til såttmåla sin vid norsku fyritøkuna um einarættin, havt steðgað handlinum millum hana og Vest- manna kommunu, bleiv sagt á rættarfundinum. Hetta er eisini grundgev- ingin fyriat kommunan bleiv fríkend. Aðrar kommunur stevndar Føroya Vegtekniska Felag hevur eisini stevnt trim- um eðrum kommunum, felagið hevur arbeitt fyri. Tað eru Fuglafjarðar. Hvalbiar og Miðvágs kommunur. Viðvíkjandi Fuglafjarð- ar kommunu hevur dómarin sett fram eitt semingsuppskot, men partarnir hava ikki enn boðað frá, um teir taka vid tí. Krevini móti hinum báðum kommununum eru heldur ikki endaliga við- gjørd í rættinum. Viðvíkj- andi Miðvágs kommunu skulu fleiri vitni avhoyr- ast og Hvalbiar kommuna kemur fyri á næsta Suður- oyartingi. Formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini: — Sjálvandi onki viðtikið, tá fundur ikki er vidtøkuførur — Sjálvandi fara vit ikki at viðtaka nakað, tá vit bert eru tveir á fundi. Tí tá er fundurin ikki viðtekuferur. Hetta sigur Essa Arge í einari viðmerk- ing til grein í Sosialin- um mikudagin. Tað var á seinasta býráðsfundi í Havn, at Sofus Sivertsen mót- mælti, at hann bleiv sagdur standa aftan- fyri eina samtykt, sum byggi- og byarskipan- arnevndin hevur gjørt. Hann segåi, at hann ikki var å fundi, tå samtyktin bleiv gjørd. Við tað, at tveir av hin- um nevndarlimunum heldur ikki vóru á fundi, hava sostatt bert 2/5 av nevndini verið í fundarhelinum, tá samtyktin bleiv gjørd. Men 2/5 er ikki ein viðtekufer nevnd. Essa Arge, sum er formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sigur, at sambært gerðabókini frá fundin- um, sum Sofus Sivert- sen sjálvur hevur und- irskrivað, var Sofus Si- vertsen hjástaddur, tá samtyktin bleiv gjørd! Býarætlanin og byggisamtyktin hjá klaksvíkingum: Skal umsetast úr donskum fyrst — Verður løgd fram síðst í hesum mánað- inum, sigur býráðsformaðurin Ein partur av býarætlan- ini og byggisamtyktini hjá Klaksvíkar kommunu er skrivaður á donskum og skal = umsetast fyrst, áðrenn ætlanin og samtyktin í sínari heild verða lagdar fram til al- ment eftirlits. Umsetingin verður gjørd hjá landsverkfrød- inginum og verður liðug í hesum mánaðinum, upp- lýsir býráðsformaðurin í Klaksvík, Jógvan Isak- sen. Klaksvíkingar eru farnir at ótolnast eftir at Klaksvík — Fólkið otolnast eftir at síggja býarætlanina og byggisamtyktina síggja, hvussu byrådid hevur ætlað, at býur teirra skal skipast komandi árini. Tað er soleiðis, at tá ein býarætlan ella ein byggisamtykt hevur ligið frammi í tríggjar vikur, kunnu íbúgvarnir í komm- ununi mótmæla. Mótmæl- ini verða síðani send sam- an við ætlan ella samtykt til landsstýrið, sum hevur endaliga orðið at siga. Tað eru Anders Nyvig og Tróndur Fugle, sum hava býarætlanina og gjert byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu. Hetta arbeiðið var liðugt í november í fjer. Jógvan Isaksen sigur, at roknað verður við, at býarætlanin og byggisamtyktin nekta tervin hjá kommununi eini 20 ár fram í tíðina. Tær kunnu tó endurskoð- ast fimta hvert ár. Jógvan Ísaksen: — Um- setingin verður liðug í hesum mánaðinum, og áðrenn vit leggja hana fram, síðst í hesum mán- aðinum, skulu vit hava ein borgarafund. ne: ØU 500 kring oyggjarnar 3274 folk til Klaks- vikar vid Hornøy Katamaranbaåturin Horney flutti flest fólk á rut- uni Tórshavn —Klaksvík, tá hann í fjør summar sigldi fyri Strandferðsluna. Hann sigldi við 6.556 ferðafólkum millum báðar sterstu býirnar i landinum, 3.274 úr Havnini og 3.282 úr Klaksvík. Á Suðuroyarrutuni flutti Horney 6.260 fólk. Hann sigldi eisini einstakar turar til onnur pláss og tilsamans flutti hann 14.440 ferðafólk í tíðar- skeiðinum 6. juli — 19. september. Tað er enn heilt óvist, um Horney ella ein av hansara líkum kemur aftur í summar. Vit hava spurt á Strandferðsluni, um nekur kanning er gjerd av ferðingarmynstrinum millum Havnina, Klaksvík og Suðuroynna, meðan Horn- ey var her. Slík kanning er ikki gjerd, so tað ber ikki til at siga við vissu, um fólk, sum t.d. hava ferðast millum Klaksvíkar og Havnina, heldur hava valt Horney enn at fara við bili yvir land. S&K Suðuroy stovnað Skrivstovu- og kram- búðarfólk í Suðuroynni hava nú fingið fakfelag og tey verða væntandi lent eftir sáttmála frá 1. mai komandi. S&K Suðuroy varð stovnað týskveldið. Felagið skal fera sátt- málasamráðingar sam- an við hinum SáK feløgunum. Svøriki A stovnandi aðal- fundinum varð fyrsta nevndin í S&K Suður- ov vald. Í hana komu Alec Forest og Jonhild Kjærbo úr Vági og Birgar Niclasen, Alisa Joensen og Tróndur Nolsøe av Tvøroyri. Nevndin hevur ikki skipað seg enn. Eini hálvthundrað fólk hava longu meldað seg í felagið. Góður marknaður fyri føroysk frímerki — Svenski marknaður- in gerst steðugt sterri og tað kemur okkum væl við, at norðurlend- ska frímerkjaframsýn- ingin hesaferð er í Sve- ríki. Hetta sigur leiðarin á frímerkjadeildini hjá Postverki Ferova, Knud Wacher. Frí- merkjadeildin skal lut- taka á norðurlendskari frimerkjaframsyning i Malmø 22.—30. mars. Slik framsyning er å hverjum ári. Í fjør var hon í Danmark. Frí- merkjadeildin hevur verið við á hverjum ári, síðani hon varð sett á stovn. Hetta er ein seluframsýning og øll higartil útkomin fer- oysk frímerki verða sýnd fram. Knud Wacher: — Tað hevur alstór- an týdning at vera við á tílíkari framsýning. A framsýningini í Stokholm, sum bert vardi í tveir dagar, seldu vit fyri 65.000 kr. Men hetta er ikki tað týdningarmesta. Tað týdningarmesta við at luttaka er at fáa fleiri viðskiftafólk.