Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-03-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. mars 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

- am telf. 14720. 11820 Sosialurin box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: píf sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Fólkaslagið sosialistar MEÐAN SAMGONGUFLOKKAR í hesum døgum hava úr at gera við at finna loysnir, sum beta kunnu um ta kreppu, fiskivinnan er komin í, hevur málgagnið hjá einum av hesum flokkum, Fólkaflokkurin, heilt onnur mál at taka sær av. DÁLKING OG ÚTSPILLAN av annaðleiðis- hugsandi hevur altíð verið eyðkenni hjá hesum oratoriska kasti, og somuleiðis at såa hatur og split millum flokkar og einstakling- ar. Við ávísum millumbilum er tað Javnaðar- flokkurin og hansara veljarar, sum skulu hava sítt. At vit hava loyvt okkum at gjørt nakrar viðmerkingar til tað stóra yvirskotið hjá bankunum, samstundis sum partar av vinnu okkara svelta, kemur teimum illa við. Í ODDAGREIN seinasta mikudag í málgagni Fólkafloksins, hvers navn vit ikki vilja dálka henda teig við, verður skrivað um sosialistar sum eitt fólkaslag. sum ikki dugir at síggja avlop ella gott húsarhald hjá ødrum, uttan at gremja seg um, at avlopid skal koma fjøldini til góðar. Aðrastaðni í somu grein verður sagt at tær milliónir, sum bankarnir leggja í landskassan eru til sosialistar at brúka upp á seg og síni. VIT KUNNU íkki á nakran hátt góðtaka eina so grova niðurseting og útspilling av tí, tíbetur stóru fjøld av fólki, sum íkki eru bangin fyri at kalla seg sosialistar. Skrivað verður um hetta »félkaslagid« sum ber seg og so at, og sum í somu grein verður ákært fyri at nýta skattaborgaranna pengar uppá seg og síni. TAÐ MAN vera nógv fyri hjá Javnaðarflokk- inum í landsstýrinum at vita, at hetta er muran í einum av samgongupartnarum sínum. Um flokkurin góðtekur slíkt orðalag um veljarar sínar er upp til flokkin. Vit gera= tað ikki. TAÐ VERÐUR torført at gera serigsar við- merkingar til hesa grein, men bert forvissa blaðstjóran á Fólkaflokskastinum um, at tað ikki eru sosialistarnir, sum eru vanir at skapa kreppur. Heldur ikki ta vit nú eru i. Men tað eru tær fríu marknaðarkreftirnar, sum skapa tær, men tað er ikki so sjáldan, tað eru sosial- istarnir, sum eru við til at loysa tær. Tað eru heldur ikki sosialistar, sum mergsúgva sam- felagið, men tá spýtast skal í landskassan, eru eisini sosialistarnir vælkomnir. Tað hava vit heldur einki ímóti, men vit vilja vera virdir sum fólk. taluri Nr. 19 — 8. mars 1980 Føroya Fiskimannafelag undrast: Einki tilmæli fylgt — hóast góða undirbygging Fiskimannafelagið metir, at í vissum ferum verður mannamunur gjerd- ur. Hetta sigur fe- lagið í einum mót- mæi, sum tað sendi legtinginum miku- kveldið. Mótmælið er soljóðandi: Í samband við viðgerðina av uppskotunum um stuð- ul til fiskivinnuna, sum eru til viðgerðar í legting- inum hava vit í samband við 1. viðgerð og viðgerð í fíggjarnevndini gjørt ym- isk tilmæli til broytingar i landsstyrisuppskotinum. Talan hevur lutvist verið um tilmæli sum vildu gjert fyriliggjandi upp- skot meira fullfíggjað og lutvíst hevur verið talan um tilmæli um rætting av beinleiðis skeivleikum í landsstýrisuppskotunum. Vit halda okkum hava undirbygt og dokumenterað hesi tilmæli so væl sum tað yv- irhevur er gjerligt. Men tað undrar okkum nú upp- skotini koma aftur úr nevnd, at at kalla ikki eitt tað einasta av okkara til- mælum er fylgt. Og tað hóast vit hava víst á, at tey øll kunnu haldast inn- anfyri rammurnar av teirri utreidsluupphædd, sum landsstýrið hevur sett av at nýta til mann- ingarstudning. Áðrenn vit tó fara at missa alla vón um, at tað skal bera til at fáa sakliga undirbygdar broytingar framdar undir eini løg- tingsviðgerð av einum máli, fara vit at tríva í nakað av tí, sum vit áður hava víst á, og har vit meta at beinleiðis skeiv- leikar og mannamunur verður framdur. Viðvíkjandi feskfiska- viðbót. Her hava vit áður víst á, at vit halda tað vera ein skeivleika, at manningarviðbótin skal avtrappast, tá prísirnir hækka, tá hetta ikki verð- ur gjert fyri skipini. Her hava vit t.d. víst á, at kunnu menn enn vera ymsir á máli um hvussu tervurin er á stuðli ávika- vist til manning og skip, so kann eingin ivi vera um, at er tervurin stórur á stuðli til línuskipini, so er hann tað ikki minni til teir menn, sum sigla við. Hetta vísa inntøkutølini, sum legtingslimir hava fingið, skilliga. Hóast hetta er samlaði stuðulin eftir uppskotinum til skip- ini 43 oyru pr. kg., meðan hann bert er 32 oyru til fiskimenninar, sum eru við. Tá hesin munur fyrst er gjørdur er tað heilt ó- rímiligt at fara at niður- trapppa manningarstuðul- in áðrenn hann er farin at virka, meðan skipastuðul- in stendur við. So vit fara at endurtaka okkara rími- liga minstatilmæli um í hvussu er at lata tey 32 oyruni standa við. Annars halda vit tað vera heilt órímiligt og ó- grundað at avtaka stuðul- in til eitt fiskaslag, nevni- liga svartkalva. Svart- kalvi fær viðbót eftir enn galdandi lóg, men verður fyriliggjandi uppskot samtykt fellur hesin stuðul burtur. Hetta kann neyvan vera gjørt av øør- um enn einum mistaki, tå hetta ikki er umrøtt i við- merkingunum til lógina. Svartkalvi hevur vanliga lítlan týdning, men beint nú hava trolararnir veitt væl av svartkalva, og meguleiki er hjá línubát- um eisini at fara í hesa veiðu. Talan er um eina veiðu har meguleiki er fyri ektum meguleikum, og vil tað vera heilt órímiligt at skerja studningin júst á hesum eina fiskaslagnum. Vit hava við nágreini- ligum útrokningum skrivi til fíggjarnevndina víst á, at okkara tilmæli kunnu haldast innanfyri tær 14 mill. kr., sum ætl- aðar eru til manningar- studning til feskfiska- veiðu. Vit síggja tó í álit- inum frá fíggjarnevndini, at lenjavningargrunnurin hevur fingið kostnaðin av landsstýrisuppskotinum at vera 15,1 mill. kr. við somu veiðu sum seinasta ár. Her skulu tó nekur fyrivarni takast. Lutvíst er roknað við fulla studn- ingsupphædd uttan avtrapping, :.v.s. ein upp- hædd sum ongantíð kemur fult til útgjalding- ar. Eisini eru eini 10.000 t. av garna- og trolfiski út- roknað sum línufisk, og gevur hetta eisini ein skeivleika. Ut frá hesum meta vit at okkara út- rokning í umredda skrivi til fíggjarnevndina er á heilt góðari leið, og vísir hendan at okkara tilmæli eru innan eitt rímiligt mark. Viðvíkjandi flakastudn- ingi. Vit vilja mótmæla at ætlanin ikki er at broyta uppskotið viðv. flaka- studningi og at ætlanin opinbart er at gera mannamun millum manning á salfiskatrolar- um og tí eina flakatrolar- anum. Vit hava í brævi til legtingið gjølla víst á, hvussu órættvíst hetta uppskot er, og vit hava á fundi í fíggjarnevndini tikið hesi uppskot uppaft- ur. Vit hava eisini har víst á, at um nakar er sum heldur, at nakað er at mis- unna manningini á flaka- trolaranum so kunnu vit upplýsa at hetta skip nú er burtur á 5. mánaði á hesum túrinum og at neyvan kann roknast við einum túri uppá minni enn hálvt ár. So tað kann neyvan vera nekur saklig orsek til at diskriminera hesar menn. Tilskilast skal at broytta uppskotið hjá sambandsflokkinum i stóran mun betir um hendan umtalaða mismun. so um ikki annað uppskot kemur fram, fara vit at mæla tinginum til at sam- tykkja hetta uppskot. Vit halda okkum aftur at hava verið so sakligir sum gjerligt. Vit meta om- anfyrinevndu tilmæli at vera væl undirbygd, og kunnu tey rætta um ring- astu skeivleikarnar í landsstýrisuppskotinum. Um tað tó framvegis kemur at vísa seg at tað er burturspilt stríð at koma tinginum til hjálpar og beta um brek, sum bert kunnu verða framd av vankunnleika, so ætla vit at umhugsa um vit ikki heldur framyvir skulu spara okkum ómakin. Men vit nokta enn at trúgva at tað veruliga kann fara at verða so galið. AAA AAA AAA AA AAI Framhald av síðu 3 nevndarformaðurin var ósek- ur Mettu knappliga upp í krambúðini Eftir fráboðanini frá tí ónevnda fór politiið at kanna málið av nýggjum. Kanningin endaði við at fyrr- verandi formaðurin skuldsettur Við vitnið hevur politiið sagt um hetta, at tað noydd- ist at gera nakað. »ti ryktini vóru so nógv, at tað kundi ikki lata tað sita á sær longur« Men á rættarfundinum hósdagin segði sakferarin hja fyrrverandi nevndarformann- inum, sum klagar, at politiið sjálvt við tí ófantaliga at- burðinum undir kanningarar- beiðinum hevur verið við til at breiða ryktini. Tó sigur politiið, at tað varð hevur ikki sagt hetta um ryktini við vitnið. Meðan politiið kannaði málið, lá fyrrverandi nevnd- arformaðurin á sjúkrahúsi, og visti av ongum, fyrrenn politiið knappliga troppaði upp í krambúð hansara. Hansara hjartamál Tá fyrrverandi nevndar- formaðurin spurdi, hvat poli- tiið vildi, fekk hann at vita. at teir komu við eini stevning í samband við innbrotið á Norðís A rættarfundinum hós- dagin segði hann, at tá hann spurdi, hvenn teir mistonktu, søgdu teir hann vera tann seka. — Men hví skuldi eg fara at bróta inn á Nordis, sum er mítt hjartamál og sum eg alla tíðina hevði stríðst fyri, segði fyrrverandi nevndarformað- urin á rættarfundinum. Enn undir mistanka Men seinri kom politiið eftir, at teir høvdu ikki fingið fatur á tí rætta, og nevndarformað- urin fekk í brævi at vita, at hann var ósekur. Tó hevur hann ampa av hesum enn og vil reinsast fullkomiliga, tí enn verður hildið, at hann framdi inn brotið. Sakferarin, Halgir Winther-Poulsen. ferdi fram at politiið átti at kanna sjálva brotsgerðina av nýggj- um, og finna teir seku, tí sum hann segði, sporini vóru so góð, at teir kundu finnast enn. Eisini helt sakferarin, at politiið átti at avhoyrt tann ónevnda persónin fyri at finna fram til kelduna til alt málið. Bert fyri at skaða Annars helt sakferarin, at meldingin var bert gjerd fyri at skaða fyrrverandi nevnd- arformannin. Í hesum við- fangi vísti hann á tað legna, at meldingin varð gjerd tríggjar dagar fyri aðalfundin á Norðís, tá nevndarformaðurin tók seg úr nevndini. Viðvíkjandi klaguni um myndugleikamisbrúk, segði Haigir Winther-Pouisen, at hann legði ikki politiið bein- leiðis undir at hava framt myndugleikamisbrúk, men hann legði harafturímóti poli- tiið undir at hava misbrúkt myndugieika sín so ófanta liga, at tað kundi sammetast við myndugleikamisbrúk. Almenni ákærin, Klyver helt, at ákæran var ikki nóg væl grundað. Hann segði, at politiið hevði lagt dent á nakrar tervandi roknskapir og bygt mistakan sín á tað, at nevndarformaðurin knapp- liga tók seg úr nevndini