leygardagur 12. apríl 1980síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Stuttur saman-
andráttur av fram-
haldssøguni um
LOYNIHELLIÐ:
Í Egyptalandi umleið ár 150 e.Kr.
Basilius og kona hansara Thekla, synirnir
Jóhannes og Filippus, dóttirin Cyrilla og
trælurin Difilus eru flýdd heiman, ti róm-
verski landshevdingin í Egyptalandi hevur
gjørt eina atsókn móti teim kristnu har.
Í oydimørkini meta tey einabúgvanum Eut-
hymiusi, sum setir tey í samband við kurva-
makaran Pambo, ið eisini er kristin. Pambo
býr í einum gróðrarbletti í oyðimerkini, hann
fylgir teimum í eitt helli í fjøllunum (Pan-
hellið) og fær teimum mat og útgerð hagar.
Men hermenn eru sendir at leita eftir
teimum, tað frættir einabúgvin Euthymius,
so hann ávarar tey og fylgir teimum í eitt
uppaftur tryggari helli, sum hevur eina loyni-
liga inngongd undir einum steini á fjalla-
síðuni. Harumframt hevur hetta hellið eisini
eina aðra útgongd: eitt hol í einum hamara
høgt uppi yvir einum trongum dali. Har
slepst niður við einum reipstiga úr hellinum.
(Hetta hellið kallast „Hellið hjá tí heilaga
Charilaus« eftir einum einabúgva, sum hevði
fjalt seg har í forðum).
Pambo er farin í Pan-hellið at ávara tey um
hermenninar, men tá eru tey farin haðani —
Pambo kemur fram á hermenninar og sníkir
seg aftan á teimum...
A UUU AAA AAN RRÓNNNKS0 HU NNHNSNNNNSNSSSSSÓSÓTO0 OH ÁS ss
Loysnin á seinastu uppgávuni:
Vinnari:
Bárður Mortensen á Argjum
j
;
}
|
|
|
Skrivið til Barnasíðuna
>
Inge Johannesen
Viðareiði
Inge Johannesen, Viðareiði
LOYNIHELLID
eftir J. M. Neale
Vid Hadesåarbakkan
14. partur:
Pambo bíðaði í ein ella tveir tímar, so helt hann somu
leið, sum teir rómversku hermenninir vóru farnir
Hann fekk kortini ikki sovið, tí hann hevði hvílt seg
meginpartin av degnum. Kanska var eingin grund
hjá honum at fara aftur í Pan-hellið, men um hann
har fekk sneytað so mikið eftir hermonnunum, at
hann frætti, hvussu til stóð í Zericah. og meguliga
eisini fekk at vita, hvat yvirvaldið síðani hevði í
kvittanum. Kurvamakarin hevði longu mest sum
gjert av við seg sjálvan, at hann skuldi flyta burtur
av hesum leiðum og kanska búseta seg í einum av
teimum stóru býunum úti við sjógvin. Har kendi
eingin hann eila visti um, at hann var kristin, og tá ið
henda atsóknin móti teim kristnu var av aftur
hasað, so kundi hann helst vera púra ekkaleysur har.
Tad var longu seint á degi, tá ið hann stóð ovast á
tí fjallinum, haðani getan gekk oman til hellið. Hann
så varðeldin hjá rómverjum, og hann gjørdist bilsin.
tí hann hoyrdi teir skelda og deila harðmæltir
Spakuliga sníkti hann seg umvegis yvir til teirra
Hann var vaksin upp í oyðumerkini og visti, hvussu
hann skuldi ósæddur koma fram á ein fígginda ella
eitt djór. Tað eydnaðist honum at sníkja seg so nær
teimum, at hann bert stóð einar seks metrar oman-
vert við hellismunnan.
Hermenninir hvørki trættust ella deildu, teir vóru
bara heldur harðmæltir og uppestir.
>Um tað ikki er gandur«, helt ein av teimum.
„hvat er tað so?<
»Vit hoyrdu tað jú allir! < segði ein annar
»Og tað kom beint út úr jørdini!« rópti ostamakar-
in og netraði á málinum.
>Ein ræðuligur gangur!«
»Tad ger tað sama, hvat tað var, góðu hermenn!
Vit mugu kortini leggja okkum at sova nu!« segði
Pedo Albinovanus. Hann tóktist heldur ikki at vera
rættuliga álvuligur. >Vit mugu hvíla okkum. helst
teir seks menninir, sum skulu aftur til Zericah
morgin! Tí um tit forsova tykkum. doyggja vit allir í
hungri! Okkum tervar stórliga mat! «
Pambo taldi 22 menn harinni. Teir stóðu tætt sam-
antrunkaðir um bálið. Summir hugdu ræddir uttan
um seg til allar síðir.
»Hoyr! — nú var tað aftur har!« rópti trælurin
Í somu letu hoyrdist eitt langt, djúpt suff, tað
ljóðaði eins og kom tað beint út úr fjallinum. Her-
menninir hopaðu ræddir eftir hæli. Eisini hevuðs-
maðurin bliknaði
Tad kulsaði oman eftir bakinum á Pambo. Hann
visti heldur ikki, hvaðani hetta undarliga ljóðið kom
"Tey siga, at hasir nasareararnir duga at mana
fram nåttarandarnar«, segði Cajus við skelvandi
redd. >Tað skuldi ikki undrað meg, um tey hava beitt
teir eftir okkum við sínum forbannaða gandi!«
»Eg havi åvarad tykkum!« segåi Serapiskus neyð-
arsligur å målinum. »Eg åvaradi tykkum i góðari tíð!
Segði eg ikki fyri tær, høvudsmadur. at Pan spekti
her?«
»Var tað bara hann! So hevði eg borið honum fram
eitt offur, og so hevði alt verið í lagi!< segði Pedo
>Men eg óttist fyri, at hetta er nasareara-gandur, «
móti honum veit eg ongi ráða
y
»Vit åttu at flutt tjaldbudir okkara høvuds
madur«
»Og tað beinanvegin!«
Aftur hoyrdist tað ræðuliga ljóðið: nú hvæsti
eisini, og at enda kom eitt andskræmiligt skriggj! —
„Vit eru staddir við avgrund Hadesar*), hevuðs-
maður! Lat okkum flýggja!< stamaði ein gamal her-
maður, nábleikur av ræðslu.
>Ég skal hjálpa tykkum! Eg veit, hvussu tey fáa
teir illu andarnar í sítt vald!« rópti trælurin.
>Tað hjålpir okkum einki«.
>Jú, kanska. Har sum tey koma saman, hava tey
eitt stórt ílat við vatni, ella tey fara oman at eini
tjern ella á. Tað fólkið, sum tey vilja verja móti illum
andum, lata tey í hvít klæði. So skal hann venda sær
móti vestri og avnokta djevulin (soleiðis rópa tey tað
illa) og allar hansara illu andar. Síðani skal hann
stíga niður í vatni, og so dýva tey hann undir eina ella
tvær ferðir, eg minnist ikki rættiliga. Síðan salva
tey hann vil olju, geva honum hunang at eta, og so
siga tey, at hann er vorðin ein nýggjur skapningur!«
>Hevur tú eini hvít klæði, trælur?«
»Ne-nei«, hvatt úr honum.
"Og olju — og hunang — og vatn?«
>Nei, harri, men eg havi sæð tað einaferð, og tað er
vist, at tað hjálpir!< Trælurin skalv av ræðslu.
>Tig við tær, trælur!< rópti ein av monnunum.
>Tað er nú undarligt við hasum dópinum hjá nasa-
rearunum«, segði hevuðsmaðurin. »Hann gevur
teimum valdið á ellum andum. Og tey kunnu eisini
reka út andar, serliga náttar-andarnar, men hvat
hjálpir tað okkum. trælur?«
Aftur hoyrdust ýlini innari í hellinum.
>Nú orka vit ikki hatta longur, hermenn! Kom. lat
okkum fara oman i dalin!«
„Endiliga!< róptu summir og lættnaðu um
hjartað.
»Og um vit so bróta okkum sundur av tí?“ spurdi
ostamakarin.
»So er tað kortini betri enn at vera nærhendis
Hades!< svaraði ein av hermonnunum. „Vit finna
ivaleyst eitt friðarligt pláss niðri í dalinum«
Eisini hjá tær at leggja beinini!« speirak ein
annar.
Næstan beinanvegin fór hermannaliðið til gongu,
hermenninir hólkaðu oman getuna. So við og við
hvarv ljóðið av teirra fotafetum. og kyndlar teirra
kámaðust burtur eisini.
Pambo bíðaði umleið ein hálvan tíma afturat. so
kreyp hann sær niður í hellið
>Ég havi eisini í sínari tíð avnoktað djevulin og
allan atburð hans og allar gerningar hans<, hugsaði
hann. >Heldur ikki nú ræðist eg hann og hansara
gerningar!«
Hann erraði seg upp
»Taå mátti so verið, at Gud gav mær megi, so eg
ikki ræðist tað, ið hermenninir flýddu undan«.
Eitt sindur ivasamur fór hann inn í hellið og legð-
ist hugsunarsamur til hvíldar.
>Men um nú kortini ein av náttar-andunum er her?
— Ella um tað nú er sjálvur Pan, sum leikar í —?«
Skríggini og suffini bara versnaðu. Tað bar onki til
at sova við hetta lag. Hann reistist og trilvaði varis-
liga inneftir í hellinum at vita, hvaðani tey óhugna-
ligu ljóðini komu. Hann var alsamt klárur at taka til
beins útaftur. Hann trilvaði eftir veggjunum og fann
at enda eina smala rivu í klettinum.
:Man eitt djór vera kropið inn hagar?< Pambo
lurtaði alspentur eina løtu. »Um tað er eitt djór, so
man tað í hvussu er vera nakað lítið, so lítið. at tað
nki er at rædast…« Pambo drálaði eina letu. men so
tók hann hondina inn I1MVvuna
ET