leygardagur 3. august 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 146 - 3. august 2002
Nr. 146 - 3. august 2002
3
Hann hevur eina avgjørda
meining um nærum alt: um
fisk, um olju, um aling og
dálking, um náttúruvernd,
um føroyingar og nú mín
sann eisini um øl, og tað
serstakliga eitt ávíst merki.
Er hann nevndur er hann
kendur. Maðurin er eingin
minni enn Johan Morten-
sen. Ella kanska best kend-
ur undir heitinum Hot ella
Hotturin, sum næstu grann-
ar/kenningar nevna hann.
Sunnudagin 4. august
verður hesin heldur sjáld-
sami og rættiliga fjølbroytti
maðurin við tí heldur ó-
føroyska "lookinum", mest
álíkur onkrum úr fjarskot-
num
londum,
fimti.
"Óføroyskur" er hann eisini
í mangar aðrar mátar – eitt
nú heldur hann seg ikki
aftur at siga sína meining –
tá tað ræður um standa
fram við heldur ótraditio-
nellum og markantum sjón-
armiðum. Og fírir ikki fyri
at tala Róma beint ímót.
Hetta hava vit so eisini
verið vitni til hesar seinastu
mánaðirnar, síðani hann og
Olle (Óla Svend) fóru inn í
bryggjaríbransjuna.
Við
sínum, fyri mong, sera
ágangandi og ekstremu
lýsingum hevur hann gjørt
seg og havnarbryggjaríið
bæði kent og "beryktað".
Tey, ið kenna Johan, vita,
at her er ein maður, sum
roynir at liva lívið fult og
heilt hvørt sekund, hvønn
minutt og hvønn tíma av
degnum. Altíð uppá fartin
og altíð skund. Altíð við
onkrum hugskoti, onkrum
nýggjum tanka. Einki við at
útseta tingini. Einki við
kanska. Har skal nakað
henda alla tíðina, og tað
skal vera her og nú. Og tað
skjótt eisini. Tað var tí
heldur ikki nakað vánaligt
páfund børnini hjá einum
av
vinmonnum
Johans
fingu
og
eftirfylgjandi
gjørdu korta prosess, tá tey
tóku telefonina, og Johan
var hinum endanum - við at
geva honum eyknevnið
"Skjótijohan", nú eisini
fleiri aðrir Johannar plagdu
at ringja. "Pápi, Skjótijohan
var í telefonini. Men hann
gjørdi so skjótt av og legði
rørið á, áðrenn vit fingu
sagt, hvar tú var at hitta."
Tað kundi so bara vera tann
eini, nevniliga fiskaoljuøl-
johannurin.
Vit eru fleiri, ið vilja
ynskja tær Johan hjartaliga
tillukku við teimum fimti.
Nú tú setur kós fram móti
teimum 100, er ilt at
ímynda sær annað, enn at tú
fer at vilja røkka so nógv-
um
av
tínum
málum,
áðrenn aldurin fer at gera
vart við seg av álvara. Og tí
er "vandi" fyri, at ferðin fer
heldur at økjast uppaftur
meira heldur enn at minka.
Men við tí ferð og tí ágrýtni
og ikki minst við tínum
nærum ómettandi vilja og
dirvi til at royna nakað nýtt,
ið jú hevur eyðkent teg hesi
fyrstu fimti árini, ivast vit
heldur ikki í, at tú manst
fara at klára at seta nakrar
varðar aftrat eftir teg, hálv-
ella heillaðaðar.
Tó so – tá man er uppi í
so nógvum, er ringt at vera
fullur og heilur í øllum og
allastaðni. Tað er tó skeivt
at siga, at tú hevur verið
hálvur í nógvum tú hevur
fingist við, hóast tú er farin
frá einum spennandi ævin-
týri til eitt annað. Har tú
mestsum hevur verið heil-
ur og fullur.
Tað gav at bíta, tá Johan
var uppi í fiskivinnuni. Har
var hann saman við pápan-
um við til at menna søluna
av fiskavørum og vágaði
hesin nýggi og ungi fiska-
sølualvin – hesin Dávid – at
bróta upp um armar í
kappingini við fiskasølunn-
ar Goliath, Føroya Fiska-
sølu, á borgini hinumegin.
Arbeiðið við sølu av fiski í
familjufyritøkuni MARR
& CO saman við pápanum
Agga var í mangar mátar
slóðbrótandi marknaðar-
arbeiði, tá hugsað verður
um, hvussu torført tað
kundi vera at kappast við
gigantin hinumegin vegin.
Johan mundi tó vera tann
fyrsti at útflyta aldan laks,
hann var eisini millum teir
fyrstu við feskum fløkum í
størri stíli. Saman við páp-
anum Axel Mortensen legði
hann støðið undir ta fríu
kappingina vit hava í dag
við fiskamarknaði og sølu.
Johan valdi annars longu
frá ungum árum at ganga
bókliga vegin heldur enn at
fara til sjós. Hann tók stu-
dentsprógv í 1972. Longu
tá var hann nakað fyri seg.
Ein einari, ein serlingur ella
bara eitt serligt produkt av
síni tíð. Hann gav sum 19
ára gamal út yrkingasavnið
LIBIDO undir dulnevn-
inum HOT. Savnið, man
onkur halda, var rættuliga
nýskapandi. Fyri stuttum
royndi hann enn einaferð
sínar skaldagávur við so-
nevndum Haikoyrkingum.
Eftir studentaskúlan fór
Johan at lesa psykologi,
men gavst og fór at arbeiða
hjá pápanum. Her var hann
í nógv ár og var við til at
seta síni fingramerki á
fiskivinnuútviklingin.
Johan
tók
við
sum
bretskur konsul, tá pápin
fór frá vegna aldur, og tað
álitisstarvið røkti hann í
samfull 15 ár. Við sínum
góða enska førleika og við
sínum stóra innliti í og
áhuga fyri bæði føroyskum
og altjóða viðurskiftum og
her ikki minst fyri vinnu og
mentan og tí fólksliga var
hann
bókstaviliga
tann
føddi til konslastarvið.
Tá hann gavst fyrst í
øldini var tað fyri burturav
at kunna halga seg nýggju
oljuvinnuna, ið hann var
millum teir fyrstu at síggja
stóru framtíðar møguleik-
arnar í fyri bæði vinnu, fólk
og land. Har fekk hann
ongan minni enn tann ar-
beiðssama og gløgga olju-
mannin Richard Hardman
sum mentor og varð skúl-
aður í hesi nýggju vinnu.
Johan var fyrsti føroyski
umboðsmaðurin hjá Ame-
rada Hess og var harvið við
í tí týðandi arbeiðinum at
útvega felagnum lisens á
føroyskum øki. Seinni tók
Johan við sum stjóri í
øðrum oljufelag, Anadarko.
Tað hevur so ongar ætlanir
um at bora enn, og er tað
ikki sørt lagnunnar spei-
semi, at Johan, ið ber orð
fyri at vera ekstremt ótolin,
má bíða í mong ár enn, til
"hansara" felag fer at bora
og møguliga finna olju. Tað
er kanska júst henda bíði-
tíðin, ið er orsøkin til, at
maðurin, sum vil, at okkurt
skal henda alla tíðina, fann
sær enn eitt nýtt yrki,
bryggjaríbransjuna.
Tað mundi tí neyvan
koma óvart á nakran, at
hvørki fiskur ella olja
skuldi gerast byrjan og endi
hjá Hottinum. Í fjør gjørdi
hann ein av ungdóms-
dreymum sínum til veru-
leika: at gerast medognari
av einum bryggjaríi og vera
við til at menna tað. Og tað
er ikki lukkuligt, sum hann
hevur "leikað" í síðani. Ikki
ein tíðindasending ella ein
ávísútgáva uttan, at Hott-
urin hevur ein fingur, onk-
untíð eina heila hond, við í
spælinum. Gav hann fiskin-
um og oljuni alt tann tíð tað
var (og framvegis er) gevur
hann ølinum og bryggjarí-
dreyminum allan armin.
Ikki meira enn koyrt tær
fyrstu nýggju ølirnar á
marknaðin
frættist,
at
Johan & Co eru á vitjan á
einum av fremstu bryggja-
ríunum í Europa. Og nakrar
vikur seinni er opið hús í
Hornahúsunum í Havn, har
borgarstjóri og vinnumála-
ráðharri leska sær á av tí
spildurnýggja og skúmandi
bjórinum við tí sjáldsama
og ikki sørt mentanarkenda
heitinum MUNGÁT. Aftur
ein uppfinnsamur Hottur í
essinum. Men við tí hevur
Johan Hot neyvan sagt tað
seinasta orðið í ævintýr-
kenda bryggjarí-hugaheimi
sínum. Tjóðarbjór var tað
hesaferð. Man tað blíva
meira lokalt, t.d. Havnar-
bjór næstu ferð! Ella ein
krútsterkur
Hottentottur
(megnar hann at broyta
lógina um mest loyvdu
ølstyrki?) ella sum onkur
kreativur
havnarmaður
fann uppá herfyri: ein NOL
og HOT fyri ikki at siga
Knold og Tot. Og her
hugsaði hann um báðar teir
nýggju bryggjaríeigararnar,
Nolsøe og Hot. Nei einki
bagir hugflognum, tá øl er á
skránni.
Hóast fimti og nøkur fá
evarskalítil grá hár, er
Johan framvegis tann sami.
Har hann er, har er hann
heilur, og tað skal henda
nakað alla tíðina, og tað her
og nú. Selur framvegis fisk,
arbeiðir í oljuni og er farin
at bryggja øl, tí hann er so
"forbannað" ótolin at bíða
eftir tí týska slagnum av
"øli", oljuni. Men hann
hevur eisini aðrar týðandi
røkur at røkja. Fiskar hann
ikki síl á Sandsvatni, lurtar
eftir Rolling Stones, lesur
eina góða bók ella vitjar
vinmannin á Dímun, so
brúkar hann nakað av tíðini
sum Lloyds umboðsmaður,
og gjøgnum sítt egna felag
BALDUR umboðar hann
eisini ferðamannaskip um-
framt at fáast við fiskasølu
og ymiskt gastronomiskt
virksemi. So áhugamálini
og gerimálini eru mong.
Eitt nú plagar Johan ikki
at halda seg aftur, tá talan er
um at siga sína hugsan um
samfelagslig
viðurskifti.
Eisini tá er hann ótrúliga
skjótur,
onkuntíð
ov
skjótur. Men oftani rakar
hann í plett. Sigur tingini,
sum tey eru, ærliga og uttan
ótta fyri at gerast "the bad
guy" millum "the estab-
lissement". Einki uttanum-
tos. (Tað er annars so popu-
lert fyri tíðina) Hann er
kanska nakað av tí nærm-
asta vit í dag koma oftani
sera avgjørdu og beinraknu
greinunum hjá John Smith
og Tórmóð Dahl, ið báðir
eru farnir. Í greinum sínum
er hann heitur forsprákari
fyri náttúruvernd og tosar
ímóti teimum, sum dálka
land og náttúru og ikki fara
væl um okkara tilfeingi. Jú
víst. Johan er bæði Hot og
In.
Johan giftist í 1977 við
Jensinu Bolstad úr Sand-
vík. Tey hava børnini Jens
Hera og Guðrun.
Tillukku við degnum
Johan og skunda tær nú eitt
sindur minni komandi 50
árini. Tú hevur væl tíðina
fyri tær - ella!
Johan heldur dagin við
móttøku á Bryggjaríinum
seinni í mánaðinum skilst.
Ein vinmaður
Kendur og havnarmaður fimti
Tað er ein stórur saknur fyri okkum øll, ið komu at
kenna Snæbjørg, ikki minst tú góði Dagfinnur,
hennara fýra synir, ommubørn og sonarkona.
Orð kunnu ikki greiða frá, hvat tað vælsignaða
menniskja kom at týða fyri meg, eg vil minnast
hana við takksemi og hervið lýsa frið yvir minnið
um Snæbjørg.
Marin
Til minnis um mína
góðu bróðurkonu
Snæbjørg
Ein 52 ára gamal
maður var funnin
deyður undir bilin-
um hjá sær uppi á
Brekku í Klaksvík
hósmorgunin. Alt
bendir á at maðurin
hevur arbeitt undir
bilinum, og at don-
kraftin er farin und-
an bilinum, sum so
fall niður á mannin
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Løgreglan í
Klaksvík fekk fráboð-
anina um vanlukkuna
um ellivutíðina hós-
morgunin. Tað var ein
drongur um ellivu ára
aldur, sum varnaðist at
maðurin,
sum
hann
hevði sæð liggja undir
bilinum og arbeiða, ikki
rørdi seg. Hann var-
skógvaði so nøkur vaks-
in, sum so boðaðu frá.
Og hóast tað varð borið
sera skjótt av at flyta
mannin til Klaksvíkar
Sjúkrahús, so kundu tey
har bert stað-festa, at
maðurin var deyður.
Vakthavandi á politi-
støðini sigur, at alt bend-
ir á, at maðurin hevur
vundið donkraftina til
bilin upp og so hevur
lagt seg inn undir at
arbeiða upp á bilin. Og
so er donkraftin farin
undan og bilurin dottin
niður á mannin. Tí tá
løgreglan kom á staðið
lá donkraftin við síðuna
av bilinum.
- Ein donkraft lyftir
ein bil nakað upp frá, og
fallið niður á mannin
hevur tískil verið nakað
trivaligt, heldur vakthav-
andi á politistøðini í
Klaksvík.
Maðurin lá soleiðis
fyri, at bilurin er dottin
niður á miðjuna á hon-
um.
Tá løgreglan kom á
staðið lá maðurin hálvur
undir
bilinum
beint
framman fyri bakhjólið.
Ikki er greitt, nær van-
lukkan hendi, men mað-
urin var sæddur um
hálvgum níggju tíðina
uttan fyri Varda Verk-
staðin á Brekku, har
hann fór í holt við at ar-
beiða upp á bilin.
Frá løgregluni í Klaks-
vík siga tey, at tað var
sera lítið av ferðslu og
friðarligt hósmorgunin.
Tað er vanliga lítið av
ferðslu á vegastrekkin-
um, har vanlukkan hendi
og nú summarfrí er, so
kann tað roknast við at
enn minni ferðsla er.
Vakthavandi sigur, at
tað kann vera orsøkin til,
at ongin varnaðist van-
lukkuna fyrr.
Vanlukka kravdi
mannalív
Í gjár fór Føroya
Klarinettorkestur við
Norrönu. Leiðin lá til
Noregs har venjing,
konsertir og annað
síðani er á skránni
TÓNLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
Føroya Klarinettorkestur er
eitt orkestur við klarinett-
næmingum
frá
Føroya
Musikkskúla. Umleið 20
limir frá ymiskum lokalum
musikkskúlum eru við í
eini ætlan, sum skal gerast
til eitt nýtt ensemble, og
sum í tíðini skal verða eitt
fast møtistað fyri øll, sum
spæla klarinett í Føroyum –
bæði byrjarar og víðari-
komin.
Í seinastuni hevur or-
kestrið spælt til ymisk
tiltøk. Í Listaskálanum,
SMS, Müllers Pakkhúsi,
Mentarnarnáttin, í Snar-
skivuni, til Varmakeldu og
ymiskt annað.
Í gjár lá leiðin so umborð
á Norrønu, og hareftir var
skráin pakkað við tónleika-
ligum, sosialum og al-
mennum tiltøkum. Í Bergen
skal orkestrið venja einsa-
malt og eisini saman við
næmingum
frá
Bergen
Kulturskole.
Klarinettnæmingar
og
ein rútmubólkur frá tí
lokala
musikkskúlanum
skulu spæla saman við
Føroya Klarinettorkestri.
Vónin er at samstarvið við
Bergen Kulturskolefer at
geva góð sosial og tónleika-
lig sambond, sigur Føroya
Klarinettorkestur í tíðinda-
skrivi.
Á túrinum verður møgu-
leiki fyri at vísa fram ein
lítlan part av føroyskum
tónleiki og tí føroyska tón-
leikalívinum í einum al-
tjóða høpi. Orkestrið er
nevniliga bjóðað við til at
vera við í ISME 2002 – ein
ráðstevna, sum er fyri-
skipað av International
Society for Music Educa-
tion. Heiðursforsetin á ráð-
stevnuni, drotning Sonja,
setur ráðstevnuna mána-
dagin 12. august, har tón-
leikalærarar, tónleikarar,
granskarar, lesandi og fyri-
skiparar frá øllum heim-
inum eru bjóðað at vera
við. Nakrir bólkar og or-
kestur, somuleiðis frá øll-
um heiminum, eru bjóðað
at lýsa heitið á ráðstevnuni,
SAMSPEL. Føroya Klari-
nettorkestur skal spæla
tvær konsertir í foyaranum
í Grieghøllini, sigur Føroya
Klarinettorkestur at enda í
tíðindaskrivi.
20 klarinettspælarar
í Bergen
C
M
Y
K
3
2