leygardagur 3. august 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 146 - 3. august 2002
Nr. 146 - 3. august 2002
5
100 ár eru síðani
Martin Joensen,
skald, var føddur í
Sandvík. Hann er ein
av stóru rithøvund-
um okkara, ið sera
væl hevur lýst samtíð
sína, slupptíðina,
fólkini, føroyingin og
ikki minst hevur
hann givið teimum
rúm, ið liva á lívsins
skuggasíðu. Á Lista-
stevnuni fer Hanus
Kamban at halda
fyrilestur um Martin
Joensen
BÓKMENTAFRØÐI
Dagfinn Olsen
Nakað herfyri var hátíðar-
hald í Sandvík í samband
við, at 100 ár vóru liðin
síðani Martin Joensen var
føddur. Martin var úr
Sandvík og starvaðist eisini
sum lærari har, til hann
seinni fór at starvast á
Tvøroyri.
Við hátíðarhaldið í Sand-
vík las Álvur Enni, lærari,
ein fyrilestur, sum pápi
hansara, Johs. Enni, hevði
um skaldið fyri eini 20
árum síðani. Steinbjørn B.
Jacobsen, skald og bygda-
maður Martins, las minnis-
yrking og Hanus Kamban
hevði fyrilestur um lív og
skaldskap Martin Joensens.
Listastevnan tekur nú við
og Hanus Kamban fer at
halda fyrilestur á Lista-
stevnuni um Martin Joen-
sen, sum er ein av týðandi
varðunum í føroyskum
skaldskapi.
Eikin í skaldaskógvi
okkara
Við hesum orðum mintist
Petur M. Dam Martin Joen-
sen í minningarorðunum
um høvundan. Teir báðir
vóru vinmenn og vinalag
var húsana millum, tá
Martin kom at starvast á
Tvøroyri.
Í fyrilestrinum hjá Han-
usi Kamban verður greitt
frá høvundans uppvøkstri
og andaligu fyritreytum.
Verk verða umrødd og
komið verður inn á per-
sónslýsing, bygnað, mál-
burð og samfelagslýsing og
mun í stíli millum tær báðar
bøkurnar Fiskimenn og Tað
Lýsir á Landi.
Greitt verður frá hansara
politisku og samfelagsligu
áksoðan og hugsanum um
mentan, átrúnað og ment-
anarpolitikk og einstak-
lingar, sum teir komu til
sjóndar í hansara virki sum
blaðstjóri og blaðmaður.
Martin
var
eitt
skifti
blaðstjóri á Sosialinum.
Mannakennari
Hóast Martin ikki gav so
nógvar bøkur út, so er tað,
ið út er komið, alt varðar í
okkara skaldskapi. Og før-
oyskir
skúlanæmingar
kenna allir skaldskapin. Við
teimum báðum skaldsøg-
unum Fiskimenn og tað
lýsir á Landi, vann Martin
Joensen sær sess millum
fremstu høvundar í okkara
ungu bókmentasøgu.
Hann heldur seg til veru-
leikan. Samtíðina. Lýsur
slupptíðina út í æsir, eins
og bygdalív, vinnulív. Per-
sónslýsingarnar eru framúr
eins og lýsingarnar av sam-
veruni manna millum.
Tá Fiskimenn kom út
skrivaðu William Heinesen
og Heðin Brú í viður-
kennandi ummæli m.a., at
"Martin Joensen er psyko-
log…". Og teir ráða fólki til
at lesa søguna, sum teir
meta gløgga og sera bein-
rakna. Sum bert ein manna-
kennari kann gera tað.
Skuggasíðan
Steinbjørn B. Jacobsen
sigur í Varðanum 1978:
Søgur Martins lýsa ofta
fólk, sum frá føðingini og
kringumstøðunum eru sett
at liva á lívsins skuggasíðu.
Skaldskapurin Hjá Mart-
in Joensen vísir okkum
ymsu eginleikarnar hjá
okkum menniskjum.
Heðin Brú sigur m.a. í
fororðinum til "Klokkan
Ringir": Beint sum Martin
fór at royna seg sum søgu-
skrivari, var tað eyðsýnt, at
her var ein pennur, sum var
út yvir tað vanliga. Hann
lýsti
fyndugari
og
sá
gjøllari enn vit onnur.
Málbrúk hansara skar í tann
líkasæla lesaran og fekk
hann at siga fyri munni
sínum: Aha, soleiðis skal
tað sigast.
Fyrilesturin um Martin
Joensen verður í Norður-
landahúsinum mánadagin
tann 12. august.
Fyrilestur um skaldið
Martin Joensen
á Listastevnuni
Stutt um Martin Joensen
Martin Joensen føddur 19. apríl 1902, í Sandvík.
Giftur Linu Bjørgheim úr Havn.
Læraraprógv 1926, lærari á Økrum, Víkarbyrgi,
Sandvík og Tvøroyri (1944-64).
Skrivaði greinar og stuttsøgur í bløð og tíðarrit og
barnasøgur í barnabøkur og bløð.
Útgávur
1946: Fiskimenn (skaldsøga)
1949: Útrák (stuttsøgur)
1952: Tað lýsir á landi (skaldsøga)
1962: Klokkan ringir (stuttsøgur)
1977: Heimadoktarin (stuttsøgur)
1977: Gamli maðurin og varðin (stuttsøgur)
1962: Heiðursløn M.A. Jacobsens fyri Klokkan
ringir, Tað lýsir á landi, Útrák og Fiskimenn.
Martin Joensen andaðist 25. desember 1966.
Tá 100 ára hátíðarhald var í heimbygdini hjá Martin Joensen,
helt Hanus Kamban fyrilestur um skaldið. Í samband við
Listastevnuna heldur Hanus Kamban fyrilestur um Martin
Joensen í Norðurlandahúsinum
Mynd: D.Olsen
Martin Joensen,
rithøvundur
Tey, sum í vikuni hava
fingið svar frá út-
búgvingarstovnum í
Danmark og aðra-
staðni uttanlands,
skulu nú gera seg til
at flyta av landinum
og byrja eitt nýtt lív
sum lesandi. Sunnu-
dagin fara nøkur av
teimum, sum í løtuni
lesa uttanlands, at
greiða teimum, sum
ætla sær undir lestur,
frá um lívið sum
lesandi uttanlands á
árliga pisufundinum
hjá MFS
LESTRARVEGLEIÐING
Ingrid Bjarnastein
Á hvørjum ári fara ungir
føroyingar í stórum tali av
landinum í lestrarørindum.
Onkur ætlar sær bara eitt
styttri skeið í útlegd, meðan
onnur ivast í, um tey
munnu fara at venda aftur.
Ofta kann tað tykjast
møtumikið at siga farvæl til
tað kenda og trygga og flyta
av landinum, og hjá ikki so
fáum av teimum pisunum,
sum
komandi
mánaðin
pakka klæðsekkin, merkir
lestrarbyrjanin eisini, at tær
skulu flúgva úr reiðrinum
hjá foreldrunum - nakrar
fyri fyrstu ferð.
Tá
pisurnar
soleiðis
skulu til heilt nýggjar um-
støður, reisa nógvir spurn-
ingar seg, og sunnudagin
fara umboð fyri Meginfelag
Føroyskra Studenta (MFS)
at royna at svara hesum
sum frægast á árliga pisu-
fundinum, sum felagið
skipar fyri.
Á Platform
Í ár verður pisufundurin
hildin í hølunum hjá Havn-
ar Klubba, har diskotekið
Platform heldur til. Á
fundinum fara umboð fyri
Meginfelag Føroyskra Stu-
denta (MFS) at greiða frá
um, hvat tað inniber at flyta
uttanlands og byrja eina
útbúgvingarleið har.
Á skránni eru millum
annað
íbúðarviðurskifti,
stuðulsskipanir, herskylda
og annars mannagongdir og
reglur, ið eru umráðandi at
kenna, tá ein byrjar á út-
búgvingarstovni
uttan-
lands.
Ymiskt er hvussu nógv
pisurnar hava sett seg inn í
viðurskiftini hjá teimum
lesandi niðri, og tí verður
eisini høvi hjá fundarlut-
takarunum at seta MFS-
umboðunum
spurningar
bæði á fundinum og eftir
fundin.
Flest til Danmarkar
Hjá nógv teimum flestu
føroyingunum, sum velja at
fara uttanlands at nema sær
útbúgving, gongur leiðin til
Danmarkar, og tí fer pisu-
fundurin fyrst og fremst at
snúgva seg um viðurskiftini
hjá teimum, ið fara á
danskar útbúgvingarstovn-
ar. Men Altjóða Skrivstov-
an, ið ráðgevur føroying-
um, ið fara út um ríkið at
útbúgva seg, verður eisini
umboðað á fundinum.
Umframt støðugt at ar-
beiða fyri at verja rættind-
ini og betra umstøðurnar
hjá føroyskum lesandi, hev-
ur MFS tríggjar skrivstovur
í Danmark, sum allar veita
føroyskum lesandi veg-
leiðing. Høvuðsskrivstovan
liggur í Keypmannahavn,
og hinar báðar liggja í
ávikavist Århus og Odense.
Harumframt roynir MFS at
fjálga um frítíðarlívið hjá
teimum føroysku lesandi í
Danmark við at skipa fyri
tiltøkum av ymsum slag so
sum kjakfundum, konsert-
um og dansi, sigur MFS í
tíðindaskrivi um pisufund-
in.
Pisufundurin hjá MFS er
ein fastur táttur, sum hvørt
ár savnar ein stóran part av
teimum, sum um ólavsøk-
una hava fingið játtandi
svar um upptøku frá út-
búgvingarstovnum uttan-
lands, og nú fyrireika seg til
at fara av landinum at nema
sær útbúgving.
Pisufundurin verður á
Platform í morgin, sunnu-
dagin, klokkan 19.00.
Greiða pisum frá um lestrarlívið
C
M
Y
K
5
4
Mazda Demio
1,3 LX
silvur, 4 hurðar, 5 gear,
árg. 04/00
Honda Accord
2,0 EX
reytt, 4 hurðar, 5 gear
Fiat Brava
GT 103 HK
reytt, 3 hurðar, 5 gear,
árg. 07/99
Ford Escort
HB 16v
reytt, 5 hurðar, 5 gear,
árg. 10/96
Renault Megane
1,6e
reytt, 5 hurðar, 5 gear,
árg. 12/96
Mazda B2500
4x2 StandardCab
blátt, 2 hurðar, 5 gear,
árg. 02/97
Mitsubishi Pajero
2,5 Turbo Diesel
grønt, 4 hurðar, 5 gear,
árg. 08/88
Mazda B2500
RegCab 4x4 DX
reytt, 2 hurðar, 5 gear,
árg. 04/98
Toyota Hi Lux
4x4 dx
blátt, 2 hurðar, 5 gear,
árg. 10/88
Mazda 323 p
2,0D LX
Reytt, 2 hurðar, 5 gear,
árg. 06/98
Mazda 626
S 2,0i GLX
reytt, 4 hurðar, 5 gear,
árg. 02/02
105.000,-
105.000,-
59.000,-
59.000,-
110.000,-
110.000,-
70.000,-
70.000,-
80.000,-
80.000,-
119.000,-
119.000,-
Mazda B2500
RegCab 4x4 DX
reytt, 2 hurðar, 5 gear,
árg. 04/98
119.000,-
119.000,-
72.000,-
72.000,-
35.000,-
35.000,-
53.000,-
53.000,-
110.000,-
110.000,-
92.000,-
92.000,-
sýnaður
09/01
sýnaður
02/02
sýnaður
09/00
Premazy er aftur á goymslu
eisini eru nýggir bilar á goymslu
Avsláttur uppá ein góðan
brúktan bil hesa vikuna
Vælkomin inn á gólvið
Tilboð:
frá Dekksøluni
Keyp 4
GJALD
FYRI 3
Íroknað áseting
og balansering
BERG MOTORS · 31 35 35