Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. august 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 146 - 3. august 2002 Nr. 146 - 3. august 2002 7 Elsa Waage er ein av forkunnugu gest- unum, sum vitjar í Føroyum í sambandi við Listastevnuna 2002. Hon er her sam- an við manni, dóttir og klaverspælaranum, Giulio Zappa LISTASTEVNAN 2002 Ingrid Bjarnastein Upprunaliga er Elsa Waage úr Íslandi, og harafturat er hon hálvur føroyingur. Mamma hennara er ættað av Selatrað. Elsa Waage er í Føroyum í sambandi við Listastevnu- na. Saman við manni, dóttir og klaverspælaranum Giu- lio Zappa roynir hon eisini at njóta føroyska lívið enn einaferð. Tí sum barn vitj- aði Elsa nevniliga rættiliga nógv í Føroyum. – Fyrr dugdi eg rættiliga væl at tosa føroyskt, men tað geri eg ikki longur, sig- ur Elsa flennandi, og vendir síðani beinanvegin aftur til tað italienska. – Eg plagdi at vitja í Før- oyum tá eg var lítil við mammu míni. Har vitjaðu vit langommu mína á Sela- trað, og mær hevur altíð dámað ógvuliga væl her. Yvirraskaður Klaverspælari hennara, Giulio Zappa, hevur debut í Føroyum – og í Skandinav- ia yvirhøvur. – Eg eri glaður fyri at vera komin í eitt so for- kunnugt stað. Her er vak- urt, og eg var veruliga yvir- raskaður av tí, sigur Giulio Zappa, sum er úr Milano í Italia. – Eg havi ongantíð verið í Skandinavia fyrr, og eg eri ógvuliga glaður fyri at vera komin her nú. Serliga saman við Elsu, sum hevur røtur hiðani. Elsa Waager býr í einum lítlum býi nær Como, sum er tætt við Milano. Hon og Giulio spæla og syngja ofta saman í Italia. Og í Italia hevur Elsa búð í samfull níggju ár. – Mær dámar best at spæla til konsertir, sigur Elsa. – Serliga nú, tá eg havi fingið eina dóttir, so dámar mær ikki at vera burtur í ov long tíðarskeið í senn. Maðurin, sum er úr Italia, og dóttirin eru við í Føroy- um. Tá vit tosaðu við Elsu og Giulio, var dóttirin á Selatrað, har hon fær møguleikan at síggja alt tað, mamman upplivdi sum barn. Elsa Waager og Giulio Zappa skulu spæla til setan- ina av Listastevnuni. Har fer hon at syngja Erdas Warnung úr operuni Das Rheingold eftir Wagner. Sunnudagin skal vera kon- sert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Har fer hon at framføra íslendskar og aðrar norðurlendskar sang- ir, og endar sjálv konsertin við musical-brotum, sum Elsa er ein stórur fjeppari av. Elsa Waage, operasangarinda: Vitjað í Føroyum alt lívið Elsa Waager og Giulio Zappa eru í Føroyum í sambandi við Listastevnuna Mynd: Álvur Haraldsen LISTASTEVNAN 2002 Ingrid Bjarnastein Listastevnan 2002 verður sett í dag klokkan 14.00. Fyrrapartin í gjár varð ein seinasta hond løgd á allar fyrireikingarnar, og var ein rúgva at gera uppi í Norðurlandahúsinum. – Vit eru klár til setanina í morgin, sigur Birgir Kruse, stýrisformaður fyri Listastevnuna 2002. – Her er ein rúgva at gera, og fleiri fólk hava ringt inn við fyrispurning- um. Tiltøkini eru so fjøl- broytt og ymisk, so tað eru nógvir ymiskir fyrispurn- ingar. Spurt verður um alt frá ølskeinking til bussút- leigan. Fyrrapartin í gjár vóru eisini ein rúgva av fólki uppi í Norðurlandahúsi- num. Bæði útlendingar og føroyingar, sum fyrireika Listastevnuna gingu og mólu um beinini á hvør øðrum. Ein persónur er settur av at taka ímóti og innkvartera teir ymsu gestirnar, og hevði hon úr at gera henda morgunin fyri Listastevnan fer av bakkastokki. Men ongin ivast. Lista- stevnan verður klár at seta í dag klokkan 14.00. Listastevnan 2002: Leggja seinastu hond á fyrireikingarnar Tað er úr at gera uppi í Norðurlandahúsinum í hesum døgum Mynd: Álvur Haraldsen Burturhugur á Kuba Teitur Árnason hevur latið sín næsta film úr hondum. Hetta er eitt slag av framhaldi av tí fyrra filminum, sum snúði seg um gerand- islívið í Hattarvík. Oyggin Kuba er hesu- ferð karmur um film- in, sum verður frum- sýndur í Havnar Bio í dag FILMUR Stefan í Skorini Seinastu mánaðirnar hevur føroyingurin Teitur Árna- son sitið við sveittabroti og klipt næsta film sín. Hann hevur sama heiti sum tann fyrri, nevniliga Burturhug- ur. Undirheitið hesuferð er Observaciones de Cuba ella eygleiðingar av Kuba. – Hesin filmurin er meira litfagur enn tann fyrri, har eg royndi at lýsa einsemi og avbyrging úti í Fugloy. Fólkini, sum verða lýst í filminum, eru væl skorin fyri tungubandinum, og tónleikurin hevur ein stóran leiklut í filminum, segði Teitur Árnason áðrenn hann fríggjadagin settist í flogfarið í Kastrup við kós móti Føroyum. Gerandismyndir Filmurin snýr seg um fýra persónar á Kuba, og hyggj- arin fær innlit í teirra ger- andisdag. Í filminum verð- ur fylgt við fiskimanninum Manuel, sjúkrasystrini Ra- celdu, tónleikaranum Laza- rus og yrkjaranum Luis. – Eg havi ongan ávísan boðskap við filminum, men ætlanin er, at geva fólki høvi at fordjúpa seg í ein- um fremmandum um- hvørvi, sigur Teitur Árna- son. Teitur kennir sjálvur øll tey fýra fólkini, sum eru miðdepil í filminum, per- sónliga, og hetta er avger- andi fyri tað endaliga úrslit- ið. Teitur kendi eisini fólk- ini, sum vóru við í tí fyrra filminum. – Eg kom at kenna hesi fólkini, tá eg var á Kuba á fyrsta sinni í 1995. Í filmi- num royni eg at gera eitt portrett av teimum, og nomið verður við ymisk verkevni, sigur Teitur Árna- son. Sjúkrasystirin Racelda býr í høvuðsstaðnum Hav- ana, meðan hinir tríggir, sum eru við í filminum, búgva í einum býi har suð- uri í landinum, sum eitur Cienfuegos, ið merkir teir hundrað eldarnir. Ein greipa Filmarnir báðir, sum bera sama heiti, eru á ein hátt ein greipa, men hinvegin eru teir eisini sera ólíkir. – Filmarnir eru leik- stjórnaðir í sama anda og minna um hvønn annan. Teir skulu á onkran hátt vera ein greipa, hóast um- hvørvini, sum lýst verða, eru ógvuliga ólík, sigur Teitur. Teitur hevur tvær ferðir verið á Kuba og tikið upp. Fyrru ferð var fyri meira enn einum ári síðani, men í vetur var hann aftur á tí karibisku oynni og tók upp. – Tað var neyðugt at rista lív í aftur hetta projektið, tí tað var so langt fráliðið, síðan eg tók tær fyrstu myndirnar. Tí fór eg yvir- aftur til Kuba í vetur. Á seinnu ferðini havi eg fing- ið nógv nýtt tilfar, sum eg havi brúkt í filminum, og tað hevur tí bøtt nógv um hann, at eg fór aðru ferð, sigur leikstjórin. Filmurin miðar ímóti at koma fram á sereyðkenni í hesum samfelagnum, sum liggur so fjart frá øllum, sum vit kenna heimligt. Ætlanin við filminum er eisini, at hann skal geva svar uppá tann fyrra filmin, sum varð tikin upp í Hattar- vík. Nógv tíð Síðan februar mánað hevur ungi leikstjórin verið sera upptikin av at klippa upp- tøkurnar og at fáa tey sein- astu tingini uppá pláss. – Eg havi lagt alla mína tíð í hetta projektið, og seinasta mánaðin hevur tað verið sera hektiskt. Eg eri tó sera væl nøgdur við tað endaliga úrslitið, sigur Teit- ur. Teitur hevur havt somu fólk at hjálpa sær við upp- tøkunum sum til filmin um Hattarvík. Filmurin er 75 minuttir til longdar og verður frumsýndur í dag, leygardagin, klokkan 17 í Havnar Bio. Sýningin er ein partur av Listastevnu Føroya, sum eisini fer av bakkastokki í dag. Sjúkrasystirin Racelda er ein av persónunum, sum vit fylgja í filminum. Her er hon á marknaðinum og keypir grønmeti. Ætlanin er, at hyggjarin skal fáa høvi at fordjúpa seg í einum fremmandum umhvørvi. Allar myndirnar á hesi síðuni eru úr filminum Nýggir filmurin hjá Teiti Árnasyni fer at lýsa gerandisdagin hjá fýra tilvildarligum persónum á Kuba. Filmurin ber sama heiti sum filmurin um Hattarvík, nevniliga Burturhugur Hóast filmurin av Kuba og filmurin úr Hattarvík lýsa tvey sera ólík univers, so er ætlanin hjá leikstjóranum, at teir kunnu supplera hvønn annan á onkran hátt C M Y K 7 6