Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. august 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 146 - 3. august 2002 Nr. 146 - 3. august 2002 9 SUMMAR Solby A. Eliasen Klaksvík: Frítíðarplássið úti í Grøv er ein sonn perla, tá tað kemur til at fara eina útferð saman við familju ella vinum. Og tað vóru mong, sum nýttu høvi til tess í góðveðrinum hósdag- in. Frítíðarplássið sær aftur út sum tað gjørdi, áðrenn ógvusliga skriðjulopið í tann 18. septembur 2000, tá tað nógva regnið oyðilegði ein stóran part av plássi- num. Og tað fegnast klaksvík- ingar og norðoyingar um, tí vanligt er, at mong hava tað sum ein fastan tátt at leggja sær leiðina út har, tá veðrið er so gott, sum tað var hós- dagin. Og tað var sera stuttligt at síggja, hvussu børnini hugnaðu sær í ánni, har tey vassaðu og spældu so góð. Onkur var enntá so djarv- ur at leypa á sjógv og svam í Borðoyavík, men um tað var so lýtt í veðrinum hós- dagin, skal her vera ósagt. Men fólk hugnaðu sær í øll- um førum. Tað sást ikki bert úti í Grøv, at veðrið var gott. Nógv fólk vóru úti og spák- aðu í býnum og helst allir barnavognarnir í Klaksvík, sum ikki vóru úti í Grøv, sóust í gøtunum hendan dagin. Summi nýttu eisini høvi til at fríðka um uttan fyri húsini hjá sær. Fólk sóust mála og lúka ókrút og ann- að tílíkt. Og ongin ivi var um, at sólin var sterk og heit, tí nógv fólk vóru longu vorðin heilt reyð ella brún tíðliga seinnapartin. Og sjálvandi vóru tað eisini mong, sum vóru í bø- num og hoyggjaðu ella hongdu upp í turkilag. Og tað var lag á manni at fáa hoyggið turt, nú rættiligur hoyterri er. Hann sigur eis- ini frá góðum veðri í nakrar dagar aftur at, so um tað heldur sær, so kann tað væntast, at onkur fær alt hoyggið turt um vikuskift- ið. Summarið í ár hevur annars ikki verið tað stóra at reypa av. Onkrir góðir dagar hava verið bæði í mei, juni og juli, men mun- nu teir helst kunna teljast á aðrari hondini. So nú er tað bara gott, at fáa onkrar góð- ar dagar, meðan vit fram- vegis kunnu siga, at tað er summartíð. Sól og summar Veðrið var av tí allarfagrasta hósdagin og her liggur Leirvík í bakandi sól Sjálvt ísspeglarnir báðir úr Barometrinum, Heri Jacobsen og Kári Sólstein, høvdu leitað sær vegin norðureftir í summarið Hesar báðar fittu smágenturnar vóru millum tey mongu børnini, sum hugnaðu sær í ánni úti í Grøv hósdagin Veðrið var av tí fagrasta og her liggur Kalsoyggin í bakandi sól. Óivað hevur nógv verið hoyggjað í oynni henda dagin Í fagra summarveðrinum hósdagin høvdu nógv fólk leitað sær út í Klaksvík. Summi vóru farin út í frítíðarplássið úti í Grøv, meðan onnur gingu og spákaðu í býnum og uppaftur onnur fríðk- aðu um uttanfyri. Eisini hevði onkur leitað sær vegin niðan í fjøllini. Í øllum førum sást nakað av fólki ganga niðan á Klakkin TÓNLEIKUR Pop.fo Á ólavsøku spældi gospelbólkurin I AM fyri fyrstu ferð saman við nýggja gittarspælara sínum til eitt størri til- tak. Arni Zachariasen er komin við í bólkin í staðin fyri Mikkjal Hvanna- stein, og frumframførslan var á gospelkonsertini í Badmintonhøllini ólavsøkudag. – Arni spældi framúr væl. Vit eru allir sera væl nøgdir og glaðir fyri, at tað gekk so mikið væl. Eisini áhoyrar- arnir søgdu aftaná konsertina, at tað gekk væl hjá honum. Summi søgdu skemtandi, at tey hildu, at Mikkjal framvegis spældi við, sigur Birgir Sigurðsson, sangari í I AM. 200 fólk vóru til gospelkonsertina, og tað Birgir var nógv, tá hugsað verð- ur um, at sólin bakaði niður, og at steypafinalan í fótbólti varð spæld samstundis. Leygardagin fer I AM til Noregs, har teir skulu spæla á Kørre festivali- num. Teir spæla leygarkvøldið á mid- nátt. Tað er Adore Music, sum hevur fingið hesa ferð í lag, og teir ætla, at I AM eisini skal spæla til onnur tiltøk á ferðini. I AM royndi seg við nýggjum gittarspælara TÓNLEIKUR Pop.fo Tað var sum sild í tunnu til tey bæði tiltøkini, tá Frændur spældu til dans í tjaldinum í Kommunu- skúlagarðinum á ólavsøku. Nógv ungfólk leitaðu sær til dansin, og tey dugdu eis- ini at syngja við teir allar teir kendu Frændasangir- nar. Frændur fara leygar- kvøldið at spæla til seinasta tiltakið á hesum sinni. Tað verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har dansur verður. Eins og á ólavsøku verð- ur Terji Rasmussen afturat Nolsøe-brøðrunum sum sangari. Teir, sum spæla undir, eru Rógvi á Rógvu, Agnar Lamhauge og Magn- us Johannesen. Frændur fara at spæla allar teir kendu sangirnar, sum teir hava givið út síð- ani 1984. Sangir sum Minnist tú gildið, Lívs- mynd, Føroyar, Eros og aðrir rigga akkurát væl at spæla í dag, sum teir gjør- du, teir komu fram fyri nógvum árum síðani. Tiltakið í Mentanarhúsi- num í Fuglafirði er leygar- kvøldið frá klokkan 23.30 til 04.00 sunnunáttina. Frændur spæla í Fuglafirði – Vit eru sera væl nøgdir við, at fyrsta konsertin hjá okkum við Arna gekk so væl, sigur Birgir Sigurðsson, sangari í I AM Leygarkvøldið fara Frændur at spæla til dans í Mentanarhúsinum í Fuglafirði Birgir Sigurðsson, og hinir í bólkinum I AM eru sera væl nøgdir við nýggja gittarspælaran, Arna Zachariasen Frændur fara leygarkvøldið at spæla til seinasta tiltakið á hesum sinni. Tað verður í Mentan- arhúsinum í Fuglafirði, har dansur verður C M Y K 9 8 Internet -tað loysir seg!