leygardagur 3. august 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 146 - 3. august 2002
Nr. 146 - 3. august 2002
11
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum hevur tosað um
politiskt reinføri, og at ting eru "eftir bókini". Vit hava
í løtuni eitt mál, ið man roynir at tiga burtur.
Tjóðveldisflokkurin tekur ikki støðu, hóast formaðurin
í tingbólkinum Heini O Heinesen sigur, at teir ikki
hava álit á landstýrisfólkunum.
Flestu landstýrisfólkini munnu verða væl skikkaði til
sessin og gera ivaleyst sítt besta. At nú ivi er sáddur um
sjálvan løgmann og ein annan landsstýrismann av
einum Tjóðveldistingmanni, uttan at tað fær
avleiðingar av nøkrum slag, ger bert, at tað kemur
inflatión í løgmans- og landstýrisembætini. Negativu
úttalilsini smitta av uppá tey landsstýrisfólk, ið ivaleyst
gera sítt arbeiði til lítar, og einki hava, ið ikki tolir
dagsins ljós.
Hvussu nógv fólk, kanska serliga ung fólk, hoyrir man
ikki siga, at politikarir eru allir líka, sipandi til ivasom
mál í fortíðini. Her má nevin sláast í borðið
beinanvegin, um alt politikaraálit ikki skal vera fokið.
Allir politikarar eru ikki líka. Teir allarflestu hava
ongantíð havt ilt við at skyna á sínum egna og annara.
At onkur nú pástendur, at løgmaður hevur ella hevur
havt ilt við tað ger, at handlast má beinanvegin. Ikki
allar avgerðir eru so skilagóðar í tinginum, men
løgtings- og landstýrisfólk flest gera ivaleyst sítt besta
og gera tað í góðari trúgv. Býttar ella ábyrgdarleysar
avgerðir koma ivaleyst mangan fyri, men tað er ikki
ólógligt at verða inkompetentur í bestu meining.
Veljarin fær til eina og hvørja tíð tey tingfólk, hann
hevur uppiborið.
Fara fólk nú bert at yppa øksl at ákærunum móti løg-
manni, so eru vit á einum glíðibana, og demokratiska
samfelagið Føroyar fær óbótaligan skaða. Moralska
ábyrgdin liggur tungt á tingmonnum, tá løgmaður skal
veljast. Ikki má tað verða so, at man vegna eitt mál,
sum til dømis fullveldismálið letur sær lynda, at menn
óansæð hvat verða valdir í Føroya hægsta sess, bara tí,
at man fyri ein og hvønn prís vil sleppa at sita við
valdið.
Veljarin er ivaleyst líkaglaður við, um løgmaður kundi
sitið við valdið í Zimbabwe ella ikki, men hann vil
óivað fegin vita, um løgmaður dugir ella dugdi at
kenna mun á sínum egna og annara. Torbjørn Jacpbsen
sigur framvegis eitt, meðan løgmaður og varaløgmaður
siga, at tað ger hann ikki.
Virðingin fyri politikarum má vinnast aftur við at
Løgmaður setir Torbjørn Jacobsen uppá pláss, ellla við
at Torbjørn Jacobsen prógvar síni úttalilsir. At sagt
verður í bløðunum, at fortíðin ger, at menn í føroya
hægstu sessum kunnu trýstast henda og handa veg, er
stak ræðandi, og má slíkt afturvísast beinanvegin.
Vónandi fer samgongan at handla, og fær formaður
Tjóðveldisfloksins nú høvi til at vísa í verki, hvat hann
meinar við, tá hann sigur "eftir bókini".
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Politiskt reinføri
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard
justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Ragnhild Ellingsgaard
ragnhild@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktíonin:
tel. 220507 tel. 333843
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
TÍÐINDASKRIV
Alzheimerfelagið, Tórs-
byrgi 16, 100 Tórshavn
Alzheimerfelagið
frættir
fegin frá fólki við royndum
frá umlætting, serliga frá
teimum við meiningum
um, hvussu slík umlætting
gerst ein góð uppliving fyri
allar partar.
Alzheimerfelagið
er
komið við í eina norður-
lendska
verkætlan
við
svenska heitinum: "God
korttidsvård vid demens -
bättre livskvalitet". Norður-
lendska Ráharraráðið stuðl-
ar verkætlanini, sum skal
brúkast til at bøta um um-
lættingina. Demensfeløgini
í Finlandi, Álandi, Svøríki,
Noregi, Danmark, Íslandi
og nú eisini Føroyum sam-
starva um verkætlanina.
Úrslitið verður ein veg-
leiðing um góða siðvenju.
Í hesum sambandi vil fe-
lagið fegin koma í samband
við fólk við demenssjúkum
og næstringar teirra við
einari meining um, hvat eitt
gott umlættingartilboð er.
Tað noðurlendska
samstarvið
Í Norðurlondum búgva
nøkur hundraðtúsund fólk
við demenssjúkum. Flestu
teirra verða í nógv ár
búgvandi heima hjá sær
sjálvum. Fyri nógv gevur
hetta lívsvirði, so leingi
tann sjúki og tey avvarð-
andi ynskja tað soleiðis. Av
og á kemur tað fyri, at
næstringarnir hava brúk
fyri, at onkur annar tekur
yvir eina løtu. Hendan
verkætlanin gevur so feløg-
unum møguleika fyri mið-
víst at savna royndir við
umlætting.
Á Norðurlendska fundin-
um í 2001 varð avgjørt at
kanna nágreiniliga ta van-
ligastu siðvenjuna fyri um-
lætting. Føroyska felagið
var fyrstu ferð við á norð-
urlendskum fundi í ár, og
kom tá við í hesa verkætl-
anina. Meiningin við um-
lætting eigur at vera at
varðveita førleikan hjá
teimum, sum hava demens,
samstundis sum tey avvarð-
andi fáa høvi at hvíla seg,
savna megi og hava tíð at
taka sær av sær sjálvum
eina løtu.
Stirvnir umlættingar-
møguleikar
Sambært teimun norður-
lendsku Alzheimer- og de-
mensfeløgunum fáa fólk
við
demenssjúkum
og
teirra avvarðandi alt ov
lítlan stuðul at vera heima.
Umlættingartilboðini eru
antin ikki nóg smidlig ella
ikki lagað til tann einstaka.
Endamálið er at skilja týdn-
ingin av góðari umlætting
og skal lýsa dømi úr ymsu
londunum. Tað eru sjónar-
miðini hjá brúkarunum,
sum skulu leggja støðið
undir eina felags fatan av
dygdini.
Í dag kenna nógv avvarð-
andi órógv á sær, tá ið tey
lata teirra demenssjúku á
stovn. Hetta kann føra við
sær, at tað kann vera torført
at gleða seg yvir sína egnu
frítíð. Fólk við demens-
sjúku kunnu uppliva, at
umlættingin hevur ikki tey
røttu tilboðini. Úrslitið
verður, at tey uppliva ikki
kensluna av at vera til nyttu
og at brúka øll tey evnini,
tey framvegis hava.
Tí vil felagið sum nevnt
fegin frætta frá fólki við
royndum frá umlætting.
Betri umlætting
TÍÐINDASKRIV
Kunningarstovan í
Saltangará
Aftur í ár verður skipað fyri
stórum laksa- og sølutorgi í
miðbýnum í Runavík. Til-
takið verður leygardagin 3.
august frá kl. 12:00 til kl.
16:00. Harumframt hava
handlarnir í Runavík lang-
an leygardag.
Høvi verður hjá øllum
vitjandi at fáa ein ókeypis
breyðbita við góðum laksi,
sum kokkur ger til á stað-
num. Okkurt drekkandi
verður til keyps. Eisini hava
fólk møguleika at keypa
feskan laks heim við.
Nógv áhugavert verður at
vitja. Til dømis verður pall-
ur settur upp á torginum,
har tónleikur og annað und-
irhald verður. Eisini verður
Café og loppumarknaður á
skránni.
Í sambandi við laksa- og
sølutorgið verður vegurin
frá Deild C út á Kommunu-
skrivstovuna stongdur.
Laksa- & sølutorg í Runavík
Hans Birgir Hansen
Mr. Big
Tað verður talað og skrivað
um búskaparliga upphiting
í bløðum og elektronisku
fjølmiðlunum og úti ímill-
um manna á kaffistovum,
ið vitjaðar verða kring alt
landið.
Tað hevur ómetaliga stór-
an týdning at skunda undir
landspolitikkarar at fáa
dagføring av lóggávum og
skipanum og mannagongd-
um og kunngerðum v.m.
Tað er ikki minst gald-
andi at fáa skipa javnvág úti
í øllum etableraðum viður-
skiftum og fáa skipa netar-
beiði við atliti til keyp og
sølu av vørum og tænast-
um.
Tað
hevur
avgerandi
týdning at fáa fjøltáttað
virksemi skipað sjálvstøð-
ugt og óheft av øllum
lands- og kommunalpoli-
tikki, framíhjárættindum til
lívs, ið skapar stættarmun
ímillum tey útvaldu og
vanliga fólkið.
Tað er avgerandi neyðugt
við nýskapanum/-hugsan-
um á øllum økjum, hvat
allir føroyingar skulu gera
sær nógv greitt, so vit ikki
gerast eftirbátar í dag.
Tað er avgerandi neyðugt
at fáa skipað eftirútbúgv-
ingar innan almenna/lands
/kommunala/privata/ríkis/u
msitingar, sum skjótast
eftir summarfrítiðina.
Tað er ikki minst gald-
andi øll, ið arbeiða innan
dagstovnar, skúlar, læru-
stovnar og verkir og virkir,
so øll gerast tilbúgvin og
kunnu læra frá sær í dag.
Tað skal sleppast undan
umfatandi stagnatiónum,
so alt ikki steðgar upp, úti í
øllum tí fakliga, ein ger í
dag vart við, tá ið ein
hugsar um heildarskipan
v.m.
Tað er avgerandi neyðugt
at fáa alt fjøltátta virksemi
tillaga
eftir
føroyskum
viðurskiftum og arbeiðs- og
fíggjarorku, og tørvið við-
urskiftafólkum.
Og sjálvt kostnaðarstøði
kann lækkast munandi hjá
øllum ein greiddi í lesara-
brøvum í bløðunum.
Búskapurin upphitaður
Lista-
stevnan
sett í dag
LISTASTEVNU-
TÍÐINDI
Í dag, Leygardagin 3.
august
klokkan
14:00, verður onnur
Listastevna Føroya
sett i Høllini í Norð-
urlandahúsinum.
Ernst Sondum Dals-
garð leggur fyri við
at framføra verkið
"Bara at vera", har
Niels Uni Dam eigur
orðini og Tróndur
Bogasson tónleikin.
Síðani býður Birgir
Kruse formaður í
stýrinum vælkomin
og Heðin Mortensen
næstformaður í Um-
boðsráðnum
setir
stevnuna.
Báðir
handa komandi for-
monnunum,
Helgu
Hjörvar og Karini
Kjølbro,
ávegis
reglugerð fyri Lista-
stevnu Føroya. Síð-
ani
syngur
Elsa
Waage "Erdas Warn-
ung" og "Traume"
eftir Richard Wagner.
Tórshavnar Manskór
við nærum 40 sang-
arum framførir undir
leiðslu av Bjarna
Restorff
"Regin
Smið" við paukum
og
elgittara,
sum
áviksvíst Kára Olsen
og Ólavi Jacobsen
leika á. Týsdagin
byrja Norðurlandsku
Sjónleikaradagarnir,
sum eisini eru partur
av Listastevnuni. Í
hesum
sambandi
framførir
føroyska
umboðið í norður-
lendska sjónleikara-
samstarvinum, Laura
Joensen, røðu. Eftir
røðu hennara, verður
vinnarin í leikrita-
kappingini um besta
útvarpsleikin kosin.
Seinasta hálva tíman
av setanini eiga seks
føroyskir sniðgevar -
designarar - sum við
modellum, tónleiki
og ljósi fara at sýna
fram tað nýggjast
innan
mótadesign.
Tilsamans varar set-
anin hálvan annan
tíma.
LISTASTEVNAN
Tíðindaskriv
Partur av Lisatstevnu Før-
oya 2002 eru teir Norður-
lendsku Sjónleikaradagar-
nir, Nordiske Teaterdage,
sum hildnir verða annað
hvørt ár.
Umframt at skipað verð-
ur fyri sýningum, fær rit-
høvundurin Jóanes Nielsen
handaða virðislønina Nord-
isk Dramatikerpris fyri
leikin "Eitir nakað land
Week-end?". Føroyskt um-
boð í samstarvinum er
Laura Joensen og Jenny
Petersen er samskipari av
tiltakinum í Føroyum.
Leikirnir, sum
framfrødir verða eru:
"There"
Norski "There", er dansi-
leikur eftir víðagitna Jo
Strømgren, sum saman-
tvinnar dans og sjónleik í
vakrari og stuttligari fram-
sýning um skeivu fatan
okkara av Eysturevropa.
Fýra
leikarar/dansarar
greiða okkum frá russum,
soleiðis sum vit halda, at
teir eru; menn í vakuum,
uttan verulig orð, men við
fjølbroyttum ljóðkollasjum.
Leikarar og dansarar eru:
Jan Ivar Lund, Espen
Raboli Bjerke, Thorbjørn
Harr, Kyrre Tæxnæs
"Elektra"
Svenski "Elektra", sum
Uppsala Teater framførir, er
klassiskt drama í fløktari
nútíð. Henda 2500 ára
gamla søgan er latin í
fullkomiliga
nýggjum
2000-ára ham. Framførslan
vísir okkum á, hvussu tað
er at liva við fyrndargoml-
um mentanarkrøvum mitt í
nýmótans, vesturlendskum
samfelagi. Ein leikur um
heiður, hatur og hevnd,
morð og moral. Ein leikur
um eina familju.
Birgitta Englin er leik-
stjóri.
"Hóvliga, Elektra"
Íslendski leikurin, sum í
heitinum eisini sipar til
klassisku søguna "Elektra",
er sermerktur og óvanligur
leikur hjá íslendska Tjóð-
leikhúsinum, í skapi eftir
Hrafnhildur H. Guðmunds-
dóttir. Leikstjóri er Viðar
Eggertsson, sum er kendur
í Føroyum fyri uppsetingar
í Klaksvík og í Havn. Evnið
í hesum leikinum eru viðr-
skifti millum kvinnuligar
sjónleikarar,
móðir
og
dóttir.
Vit fylgja teimum á palli
og á stórskíggja, har tær so
við og við missa tamar-
haldið á støðuni teirra
millum.
"Gunnlaug Ormstunga"
Svenska leikhúsið Teater
Pero framførir "Gunnlaug
Ormstungu". Kærleikssøg-
an millum skaldið Gunn-
laug Ormstungu og Helgu
Føgru er evnið í hesum
dramatiska
leiki,
sum
byggir á íslendsku 1000-ára
ættartalvu
víkinganna.
Spenningurin millum tað
uppspunað og veruleikan,
tá og nú, og samspælið við
áskoðararnar ger framsýn-
ingina
áhugaverda
og
øðrvísi. Leikstjóri er Peter
Engkvist.
"Macbeth"
Norðurlendska
verkætl-
anin, sum byggir á klass-
iska Shakespeare leikin
verður aftur at síggja á
føroyskum palli. Leikurin
"Macbeth" í uppsetingini
hjá Cezaris er sum ein
marra; líka ójavnur og
leysliga samansettur, ólog-
iskur og irrationellur sum
ein marra. Myndirnar flóta.
Menniskjuni ganga aftur og
fram og sleppa ikki úr stað.
Marran endurtekur seg
sjálva endaleyst.
"Macbeth" er bert ein lítil
partur í tí stóru mekan-
ismuni - tá ið maktmekan-
isman er farin í gongd, er
eingin vegur aftur.
"Eitir nakað land Week-
end?"
Føroyski "Eitur nakað land
Week-end?" er fyrsti sjón-
leikurin hjá Jóanesi Niel-
sen. Fyri handritið fekk
Jóanes fyrstu virðisløn í
føroysku leikritakapping-
ini, og uppaftur verður
hann í ár heiðarður við ikki
minni enn Nordisk Dra-
matikerpris 2002. Virðis-
lønin verður handað týs-
dagin hin 7. august á setan-
ini fyri Nordiske Teater-
dage. Leikurin flytur okk-
um fram til okkara tíð og
heim til egna oyggjasam-
felag okkara. Evnið er av-
byrgd menniskju, sum ikki
megna føroyska gerandis-
dagin og tí eru á afturlatnari
deild á sálarsjúkrahúsi.
Leikhúsið Grima framførir
og leikstjóri er Eyðun
Johannesen.
Tveir barnaleikir verða
eisni framførdir á norður-
lendsku sjónleikarastevn-
uni, sum er partur av Lista-
stevnu Føroya 2002. Teir
eru:
"Vinden viskar"
Tað er svenska leikhúsið
Masthuggsteatern
sýnir
barnaleikin "Vinden visk-
ar".
Í hesum leiki vil leik-
stjorin Rolf Sossna lýsa
ævintýrkendu
søgur
Aisopos´ á ein livandi hátt.
Framførslan, sum er fyri 4-
9 ára gomlum børnum,
viðgerð spurningin um,
hvat ið styrki er. Hetta
verður lýst við orðum,
rútmu,
myndaspæli
og
gandakynstri. Framførslan
verður í Atlantis í Klaksvík.
"Kópakonan"
21 føroysk børn framføra
søgnina um Kópakonuna í
leiki og dansi. Tey er í
aldrinum 11-13 ár og eru
knýtt at Dramaverkstað-
num hjá Hjørdis Johansen.
Tey framføra eina dramati-
seraða útgávu av kendu
søgnini um Kópakonuna. Í
juni mánað vitjaðu børnini
World Festival of Child-
ren's Theatre í Týsklandi,
har tey framførdu "Kópa-
konuna". Framførslan verð-
ur í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði.
Listastevnan
Sjónleikur
C
M
Y
K
11
10