Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. august 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 - 3. august 2002 13 Miðvøllurin er leikbannaður Bæði Fróði Benjaminsen og Fríðin Ziskason verða burturfrá, tá B68 fær vitjan av illa sperdu tvørámonnunum B68–TB Jóannes Hansen Í morgin fáa Frank Skytte og B68 vitjan av gamla felagnum hjá B68 venjara- num. TB er ikki væl fyri, men B68 venjarin vónar sjálvandi ikki, at hansara menn fara at vera so blíðir við TB á vøllinum, at tað fer at ganga út yvir úrtøk- una. B68 venjarin og fleiri aðrir úr felagnum vóru á Mølini á Eiði mikukvøldið. Teir eru neyvan ræddir av tí, sum teir sóu TB avrika, men B68 formaðurin Nic- las Davidsen er sær sjálv- um líkur, tá hann úttalar seg: – Tað er altíð torført at spæla ímóti einum liði, sum er eitt sindur kroyst. Tvørá- menn eru næstniðast, og teir vita væl, at teir hava brúk fyri stigum. TB hevur áður tikið stig frá okkum á Svangaskarði, og vit eru greiðir yvir, at vit vinna ikki, uttan at vit stríðast fyri søkini. Hjá B68 er talan um eitt sindur av mannfalli á mið- vøllinum. Fróði Benjamin- sen er leikbannaður, og tað er Fríðin Ziskason, sum varð útvístur í 10. umfari ímóti HB í Gundadali, eis- ini. Hinir, sum fyrr í ár hava verið við til at manna mið- vøllin, eru allir tøkir. Talan er fyrst og fremst um Mar- lon Jorge, Jann Inga Peter- sen og Boga Petersen. B36 málverjin Tróndur Vatnhamar vandi við B68 hóskvøldið. B68 formaður- in sigur, at Tróndur spurdi, um hann kundi venja við, og tað var alt í lagi. Ongar ætlanir hava verið um, at B68 skal gera avtalu við málverjan, sum ólavsøku- aftan vardi B36 málið í 2. hálvleiki ímóti KÍ. Hjá TB eru somu spæl- ararnir tøkir, sum vóru við á Eiði mikukvøldið. Sum tað varð sagt í blaðnum í gjár, so vísti TB vilja at spæla ímóti EB/Streymi, men tað bilaði bæði í álops- partinum og í verjuni, sum í tíggju umførum hevur latið 42 mál fara ígjøgnum. Eingin ivi er um, at tvørá- menn høvdu verið meiri enn fegnir, um teir í morgin kundu farið suður aftur við einum stigi. Tað hevur gingið væl hjá føroyska spælara- num í Vejle, sum iva- leyst verður millum teir fyrstu ellivu í dag ÚTISETI Jóannes Hansen Meðan gomlu liðfelagarnir í NSÍ vóru á ólavsøku eftir løgmanssteypinum, og meðan teir hava frøtt seg um finalusigurin, hevur Christian Høgni Jacobsen arbeitt av lívsins kreftum í Danmark. Málið hjá honum er at vinna sær fast pláss ímill- um teir fyrstu ellivu á lið- num hjá Vejle, og tað sær út til at ganga væl. Christian Høgni hevur verið við frá fyrsta bríksli flestu ferðir- nar, og hann hevur fingið nógva spælitíð. Venjarin Frank Petersen sigur seg vera væl nøgdan við leikligu avrikini hjá Christian Høgna, og bæði Christian Høgni og hinir í Vejle gleðast um, at tað nú er komið hol á málskjót- ingina hjá føroyska spæl- aranum. Í trimum teimum seinastu venjingardystun- um hevur Christian Høgna skorað tvey mál, m. a. eitt ímóti superligu liðnum hjá AaB. Fyrsta stigið ímóti upp- flytingini til superliguna, sum Vejle fyrr í summar flutti niður úr, verður tikið í dag. Christian Høgni Jacobsen og liðfelagarnir eru í Keypmannahavn, har teir seinnapartin skulu spæla á Tingbjerg stadion ímóti Brønshøj. Hjá Øssi Hansen og B68 ræður nú um at halda fast í oddinum, og tískil er einki minni enn ein sigur nóg gott hjá toftamonnum í morgin Christian Høgni skal í eldin aftur Tað gongur væl hjá landsliðsleikaranum úr Runavík, Christian Høgna Jacobsen, í danska felagnum Vejle. Málið hjá honum er at vinna sær fast pláss í álopinum 13 Føroysku dreingirnir fáa ikki mál, tá teir hava møguleikar, og tá teir gera mistøk, eru mótstøðu- menninir avgjørdir NM U–17 LANDSLIÐ Jóannes Hansen Í hesi vikuni er føroyska U–17 landsliðið í Luleå í Svøríki, har teir kappast í árligu NM kappingini. Hesa ferð eru føroyingarnir í bólki við Onglandi, No- regi og Svøríki. Týsdagin spældu Føroyar ímóti Onglandi, og mikukvøldið var Noreg á skránni. Tað hevur onkra ferðina roynst betur hjá føroying- um, enn tað hevur gjørt hesa ferð. Báðir dystirnir endaðu við 4–0 tapi. Í gjárkvøldið skuldu Føroyar spæla ímóti Svøríki. Ván- irnar vóru ikki heilt góðar, tí Svøríki megnaði 2–2 ímóti Noregi, meðan Svø- ríki tapti 5–2 ímóti Ong- landi. Í hinum bólkinum eru Danmark, Finnland, Ísland og Slovakia. Serliga ís- lendingar hava gjørt um seg. Teir megnaðu 0–0 ímóti Slovakia, og teir smurdu Danmark av 3–0. Danmark vann 2–1 á Finn- landi, og Finnland vann 1–0 á Slovakia. Dagfinn Olsen var dómari, tá Ísland og Slovakia spældu mál- leysan javnleik. – Vit høvdu roknað við, at dysturin um sjeynda plássið leygardagin fór at standa millum okkum og Ísland. Soleiðis verður tað ikki, tí Ísland hevur staðið seg so væl. Men kanska verður tað ímóti Danmark. Tað sigur Bill Jacobsen, venjari hjá U–17 lands- liðnum. Hann ásannar, at breiddin í hesum árgang- inum á føroyska liðnum er ikki tann, sum hon hevur verið okkurt annað árið, men hann heldur, at liðið hevði betri uppiborið í fyrsta dystinum, sum var ímóti Onglandi. – Eftir 1. hálvleik var málleyst, og tá spældu vit upp til teir á øllum økjum. Hagtølini staðfesta hetta. Teir høvdu fýra horna- spørk, og vit høvdu trý. Teir høvdu tvær góðar royndir ímóti málinum, sum Gunn- ar Nielsen – hann varð eftir dystin kosin at vera besta føroyski spælarin – bjarg- aði, og Jóhan Petur Poul- sen, Páll M. Joensen og Emil N. Leifsson høvdu góðar royndir ímóti eing- ilska málinum. Eftir steðgin var gongdin ikki ókend. Ongland fekk brotsspark, tá 26 sekund vóru farin, og teir skoraðu aftur í 54., 61. og 70. minutti. 2–0 málið var ikki serliga harðlig skotroynd úr stórari fjarstøðu, sum fór millum nógvar spælarar. Tá teir skoraðu til 3–0 og 4–0 vóru verjuspælarar snýttir, og uppbakkingin kiksaði. Málskjúttarnir vóru úr Aston Villa, Milwall og Sheffield Wednesday. Og hinir eingilsku spælararnir vóru úr kendu eingilsku feløgunum. Ofta hava onkrir eingilskir spælarar verið framúr í NM kappingunum fyri U–17 landslið, og so eru teir seinni vornir heilt kendir í eingilskum fót- bólti. Hesa ferð hava teir í Svøríki serliga lagt til merkis Adrian Tettgrew úr Chealsea. Hann skoraði fýra mál ímóti Svøríki. Tríggir stútarar eftir horna Ímóti Noregi gekst Føroy- um mótsatt, sum tað gjørdi ímóti Onglandi. Trý av teimum fýra málunum vórðu skorað í 1. hálvleiki. Í 2. hálvleiki var føroyska liðið betri við síðsta stóra hálva tíman, og teir høvdu tríggjar royndir ímóti norska málinum, men teir fingu einki mál. – Øll trý málini í 1. hálvleiki vórðu stútað eftir horna. Vit kendu væl h o r n a - sparkskombinatiónirnar hjá teimum, men vit megnaðu ikki at byrgja uppfyri. Teir høvdu seks risastórar spæl- arar í okkara brotsteigi, tá teir høvdu horna. Um teir høvdu havt ein ella tveir, so kundu vit kanska megnaði at byrgt fyri, men vit hava ikki so nógvar spælarar, ið eru stórir og góðir í høv- uðspælinum, sigur Bill Jacobsen. Besti maður á báðum liðunum verður kosin eftir hvønn dyst. Eftir dystin ímóti Noregi varð Páll M. Joensen kosin besti før- oyski spælarin. Liðið Í báðum teimum fyrstu dystunum var føroyska liðið mannað við teimum somu ellivu frá fyrsta bríksli. Teir eru Gunnar Nielsen, HB – Fritleif í Lambanum, ÍF, Jústinus Hansen, NSÍ, Poul N. Joensen, VB, Jónas Þór Næs, HB – Bogi Herman- sen, B36, Mikkjal T. Hentze, B71, Emil N. Leifsson, HB, Jóhan Eivind R. Mouritsen, HB – Páll M. Joensen, HB, Jóan Petur Poulsen, B68. Í dystinum ímóti Ong- landi vóru fimm útskift- ingar. Í 67. minutti varð Steffan Kalsø, KÍ, settur á vøllin fyri Páll M. Joensen og Teitur R. Joensen, Skála, kom inn fyri Mikkjal T. Hentze. Í 73. minutti kom Urbanus Olsen, KÍ, inn fyri Jóhan Petur Poulsen, Símun Louis Jacobsen, GÍ, fyri Jónas Þór Næs og Ove Magnussen, B68, fyri Jóhan Eivind R. Mouritsen. Teir báðir, sum ikki komu inn, vóru eykamálverjin Heini Christiansen, Skála, og U–15 landsliðsspælarin Kristian Mouritsen, HB. Í dystinum ímóti Noregi vórðu tríggjar útskiftingar framdar. Í 52. minutti kom Steffan Kalsø inn fyri Jóhan Petur Poulsen, í 67. minutti kom Símun Louis Jacobsen inn fyri Mikkjal T. Hentze, og í 69. minutti avloysti Kristian Mouritsen eldra beiggjan Jóhan Eivind R. Mouritsen. Umframt spælararnar og venjaran eru hesi við í før- oyska ferðalagnum: Pætur Clementsen er hjálparvenj- ari, Heri Olsen liðleiðari, Álvur Hansen og Sóley Mikkelsen ferðaleiðarar og Fanny Kruse er fysiotera- peutur. Nr. 146 • leygardagur • 3. august 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 10 7 - 2 - 1 30 9 21 23 2 GÍ 10 6 - 1 - 3 18 15 3 19 3 NSÍ 10 5 - 3 - 2 18 13 5 18 4 B68 10 5 - 3 - 2 16 14 2 18 5 KÍ 10 5 - 2 - 3 23 13 10 17 6 B36 10 4 - 2 - 4 29 18 11 14 7 VB 10 3 - 3 - 4 7 8 -1 12 8 EB/ Streymur 9 2 - 1 - 6 9 20 -11 7 9 TB 9 1 - 2 - 6 11 38 -27 5 10 Skála 10 0 - 3 - 7 8 21 -13 3 Støðan, 2. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 FS V 9 6 - 2 - 1 33 8 25 20 2 Sumba 9 4 - 3 - 2 14 12 2 15 3 LÍF 9 4 - 2 - 3 18 15 3 14 4 ÍF 9 4 - 1 - 4 21 18 3 13 5 KÍ 9 3 - 4 - 2 14 14 0 13 6 B71 9 3 - 3 - 3 12 8 4 12 7 HB 9 3 - 2 - 4 13 13 0 11 8 B36 9 2 - 4 - 3 10 16 -6 10 9 NSÍ 9 3 - 1 - 5 8 14 -6 10 10 VB 9 2 - 0 - 7 5 30 -25 6 Sama søgan í Svøríki Klaksvíkingurin í Runavík, Bill Jacobsen, er venjari hjá føroyska U-17 liðnum, sum í hesum døgum roynir seg í NM kapping í Svøríki C M Y K 12