leygardagur 3. august 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 146 - 3. august 2002
15
Nú er gerandisdagur aftur hjá NSÍ
Fyri fyrstu ferð higar-
til í ár er kapping um
plássini í Gøtu, har
teir halda tað vera
heilt hugaligt, nú teir
eru við í telvingini
um oddasessin
GÍ–NSÍ
Jóannes Hansen
Mánadagin vóru teir av
góðum grundum kátir á
ólavsøku, og týskvøldið
vórðu teir heiðraðir í Runa-
vík.
Tað
er
sjálvandi
steypavinnararnar úr NSÍ,
sum tað snýr seg um. Síð-
ani mikukvøldið hevur tað
verið uppgávan hjá venjara-
num at fáa spælararnar so
at siga at koma niður aftur á
jørðina og hugsa um og
fyrireika seg til stóru upp-
gávuna, sum er á skránni í
morgin.
NSÍ skal um Gøtueið, har
GÍ bíðar. Gøtumenn hava
ongantíð fyrr í ár verið so
nær oddasessinum, sum teir
eru nú.
– Tað verður sera torført
hjá okkum. Sjálvandi vilja
vit vinna. Um vit sleppa til
hús aftur við einum stigi, so
verður tað eitt gott úrslit.
Hetta sigur Jógvan Mar-
tin Olsen, NSÍ venjarin.
Hjá honum verður sammett
við finaluliðið neyðugt at
gera nakrar broytingar. Pól
Thorsteinsson er leikbann-
aður eftir ólavsøkuútvísing-
ina, og Ulrik Balling er far-
in av landinum aftur. Kári
Hansen noyddist at fara út
úr finaluni, og hann er iva-
samur. Tað er ein vødda-
skaðin í lærinum, sum
plágar.
Sonni L. Petersen og Óli
Hansen vóru leikbannaðir í
finaluni. Teir eru sjálvandi
grammir at sleppa upp í
part aftur. Djóni N. Joen-
sen, sum væl og virðiliga er
komin fyri seg eftir skaða-
steðg, loysti av í miðverj-
uni, tá Pól Thorsteinsson
hevði sæð reytt. Hann man
ivaleyst vera gott boð upp á
avloysara í miðverjuni.
Nógv fólk
Í sjeynda umfari tapti GÍ á
heimavølli ímóti KÍ, og
gøtumenn spældu ikki væl.
Men í trimum teimum
síðstu umførunum undan
summarsteðginum
gekk
sum eftir ánni. GÍ vann
hvørja ferð, og tað lagaði
seg so mikið væl hjá teim-
um, at teir rukku fram á
næstovasta plássið.
– Tað lagaði seg heilt væl
hjá okkum, og sjálvandi er
tað hugaligari nú. Dysturin
ímóti NSÍ verður torførur,
men um tað eydnast okkum
at vinna, og um HB ikki fær
fult í Klaksvík, so verður
tað heilt spennandi, tá vit
um fjúrtan dagar fáa vitjan
av HB.
GÍ veteranurin Magni
Jarnskor veit eisini at siga
okkum, at teir hava ikki
verið so væl fyri við fólki
fyrr í ár, sum teir eru nú.
Bárður á Lakjuni er komin
úr KÍ, og Popczynski tykist
vera komin fyri seg. Tað er
kortini ivasamt, um hann
verður millum teir fyrstu
ellivu í morgin. Bartal Elia-
sen og Sámal Joensen vóru
skaddir undan summar-
steðginum, men teir eru
komnir fyri seg aftur.
- NSÍ hevur eitt fínt lið,
so eg haldi, at allar fyri-
treytir eru fyri einum góð-
um og undirhaldandi dysti.
At tað verður spennandi er
sjálvsagt, heldur Magni
Jarnskor.
Djóni N. Joensen og Pól
Ennigarð verða væntandi at
síggja í Sarpigerði sunnudag-
in í grannauppgerðin millum
GÍ og NSÍ
Bæði KÍ og HB skulu til próvtøku
HB venjarin ásannar,
at tað meiri enn
nakrantíð er nú, at
hansara menn skulu
vísa, hvør dugur er í
teimum, og KÍ venj-
arin heldur, at hans-
ara lið framvegis hev-
ur møguleika at
røkka toppinum
KÍ–HB
Jóannes Hansen
Klassikarin millum klaks-
víkingar og havnarmenn er
nógv meiri spennandi í
morgin, enn tað fyrr í
summar bar til at ímynda
sær, at hann skuldi verða.
HB er framvegis oddalið,
og eftir ikki serliga sann-
førandi fyrsta triðing av
kappingini tykist KÍ vera á
rættari kós.
– Vit eru allir sera harmir
um, at tað kiksaði í final-
uni. Tað skal nógv til at
reisa seg aftur, og tað er
stutt tíð frá mánadegi og til
sunnudag. Men spælararnir
fokusera nú upp á lands-
kappingina. Vit eru á odda,
og vit skulu verja støðuna í
sera
torførum
dystum
næstu vikurnar. Eftir KÍ á
útivølli skulu vit spæla
ímóti B36 og so skulu vit til
Gøtu, og vit skulu eisini til
Runavíkar. Avrikið í seinna
hálvleiki í finaluni kunnu
vit ikki vera nøgdir við,
men nú hava vit møguleik-
an at vísa, hvør dugur er í
okkum, heldur HB venjarin
Ion Geolgau.
Fyrr í summar spældi HB
treytaleyst 4–3–3, men í
finaluni vóru teir í meiri
4–4–2 útgávu.
– Tað er harmuligt, at vit
nú eru noyddir at broyta
spælskipanina frá tí, sum
vit hava vant í eitt hálvt ár.
Men vit mugu laga okkum
eftir umstøðunum, og tær
eru, at vit ikki hava somu
manning nú, sum vit høvdu
fyrr í ár. Í finaluni var sakn-
urin á Una Arge sera stórur,
og hann fara vit framvegis
at sakna, staðfestir Ion
Geolgau.
Hans á Lag er leikbann-
aður í Klaksvík, og í vikuni
hevur verið eitt sindur iva-
samt, hvussu tað verður við
HB liðnum í morgin. Jan C.
Dam hevur ikki vant síðani
ólavsøku, tí hann hevur
trupulleikar við fótliðnum.
Hann skuldi roynast í gjár-
kvøldið. Nicu vandi ikki
hóskvøldið. Jóhannis Joen-
sen hevði trupulleikar undir
venjingini. Ivaleyst vera
fleiri av ivasomu monnun-
um við, men teir vóru eitt
sindur fjáltursstungnir, tá
vit fyrrapartin í gjár høvdu
samband við HB.
Umframt finaluna ímóti
NSÍ hevur HB spælt tveir
venjingardystir. Teir vunnu
3–0 á B68, og teir spældu
1–1 í Gøtu.
Fleiri møguleikar
Kurt Mørkøre verður ikki
millum teir fyrstu ellivu í
Klaksvík í morgin. Men
hann verður á dómaraseðli-
num, og so fer tíðin og
dystargongdin at vísa, um
venjarin skal seta seg sjálv-
an á vøllin í 2. hálvleiki.
– Fyrr í summar spældi
eg, tí vit manglaðu fólk.
Míni aktivu fótbóltsár eru
um at vera farin, og tíbetur
sær tað nú út til, at tað ikki
verður neyðugt hjá mær at
spæla,
staðfestir
Kurt
Mørkøre.
Síðani undan summar-
steðginum hevur hann mist
Bárð á Lakjuni, men hann
hevur fingið Heðin á Lakj-
uni aftur, og so er tað norð-
maðurin Bjarne Vattelstad,
sum er komin úr Sogndal,
og sum eftir tveir venjing-
ardystir framvegis hevur
eftir at vísa, at hann er ein
álopsloysn við málum í.
Harafturat er Símun Joen-
sen, sum hevur verið í USA
í eitt ár, komin aftur til KÍ.
Bæði í venjingardystinum á
Svangaskarði
(2–2)
og
ólavsøkuaftan ímóti B36
(3–1 til KÍ) var hann í mið-
verjuni.
Alexander Djordjevic er
júst aftur komin úr Jugo-
slavia, har hann hevur verið
í summarfrí, og tískil verð-
ur hann neyvan ímillum teir
fyrstu ellivu í morgin.
– Vit fara at royna eftir
øllum stigunum. Um tað
eydnast at vinna, so verða
vit rættuliga við í kapping-
ini. Men tað er framvegis
rættuliga opið. Fimm tey
fremstu liðini skulu øll
spæla ímóti øllum, so iva-
leyst fara øll at missa, held-
ur Kurt Mørkøre.
Jón Rói Jacobsen og HB
skulu reisast eftir ósigurin í
steypafinaluni, meðan Jan
Joensen og KÍ ikki mugu
tapa dystin, um FM heitið
ikki skal fara úr eygsjón
15
14
Nr. 146 - 3. august 2002
Dysturin í Gundadali
sunnudagin millum
B36 og Skála er sein-
asta útkall hjá B36,
um liðið skal gera seg
galdandi í oddinum
UPPTAKT
Heini í Skorini
Skála hevur bert fingið trý
stig hetta kappingarárið, og
eitt av hesum stigum varð
ognað á heimavølli móti
B36. Tískil má B36 læra av
sínum mistøkum, tí einki
annað enn ein sigur er nøkt-
andi fyri greipuvinnararnar,
um teir skulu gera seg gald-
andi í oddinum í ár.
Jens Kristian
framvegis skaddur
Hjá B36 er landsliðsleikar-
in Jens Kristian Hansen
framvegis
skaddur,
og
verður verjuleikarin vænt-
andi ikki klárur til dystin
sunnudagin. Ungu leikarar-
nir Tórólvur Poulsen og
Ragnar Poulsen eru eisini
ivasamir til dystin, men tað
fer neyvan at broyta nógv
uppá byrjunaruppstilling-
ina hjá B36.
Hinvegin er miðvallarin
Niels Joensen komin fyri
seg eftir drúgvan skaða, og
hevur hann ikki spælt ein 1.
deildar dyst síðani tíðliga í
landskappingini móti HB.
Annars eru allir hinir B36
leikararnir tøkir, og m.a.
spælir
landsliðsleikarin
Julian Johnsson sín fyrsta
heimadyst í 1. deild í ár
sunnudagin.
Lyklaleikarar ivasamir
á Skála
Hjá Skála eru týdningar-
miklir stuðulsspælarar iva-
samir til dystin í Gunda-
dali. Runavíkingurin Dán-
jal Hansen og sandoyingur-
in Kári Nielsen dragast
báðir við skaða, og tískil er
ógvuliga ivasamt, um teir
vera við. Hóast allir aðrir
eru tøkir, kann hetta gerast
ein stórur missur hjá Skála.
Dysturin sunnudagin er
ógvuliga
týdningarmikil
fyri bæði feløgini, tí bæði
liðini hava harðliga brúk
fyri stigum. B36 skal aftur
hava samband við oddin ,
meðan Skála berjist fyri at
yvirliva í bestu deildini.
Burtursæð frá Zivko-
vic eru vágbingar væl
fyri, og í EB/Streymi
eru teir fullir í sjálvs-
áliti eftir knúsandi
sigurin mikukvøldið
VB-EB/STREYMUR
Jóannes Hansen
Í blaðnum í gjár varð sagt,
at EB/Streymur við avriki-
num mikukvøldið, tá teir
vunnu 4–0 á TB, vísti, at
teir fara ikki at flyta niður.
Spurningurin er so, um tað
fer at bera teimum til at
sleppa av áttanda plássi-
num, sum teir hava verið á
higartil í ár.
EB/Streymur er tvey stig
aftanfyri VB, og um teir
skulu sleppa longri upp á
støðutalvuna, so verður
neyðugt at vinna í morgin.
– Vit eru greiðir yvir, at
EB/Streymur er væl fyri, og
tað verður torført hjá okk-
um, men vit plaga at standa
okkum væl á heimavølli,
heldur VB miðvallarin Palli
Augustinussen, sum hevur
hagtølini við sær. Í fjórð-
ingsfinaluni í steypakapp-
ingini vann VB 2–0 á heima-
vølli ímóti EB/Streymi.
Hjá VB og spælandi
venjaranum Marek Wierz-
bicki er sama fólkið tókt,
sum spældi undan summar-
steðginum. Undantakið er
Predrag Zivkovic. Hann
hevur verið plágaður av
knæskaða alt kappingarár-
ið, og tað er hann framveg-
is. Hann royndi at venja
týskvøldið, men tað gekk
ikki.
VB hevur spælt tríggjar
venjingardystir. Teir hava
vunnið 5–2 á TB í Vági, og
so vunnu teir báðar dystir-
nar í kappingini á summar-
stevnuni í Sumba. Fyrst
vunnu teir 13-1 á Royn, og
so vunnu teir 9–1 á TB.
Ronnie tøkur aftur
Hjá Trygva Mortensen og
teimum í EB/Streymi er
lagið sjálvandi gott eftir
góða úrslitið mikukvøldið.
EB/Streymur hevur fing-
ið onkrar spælarar í summar-
steðginum. Eitt nú mið-
vallaran Oddvin Zacharias-
sen, sum skoraði tvær ferð-
ir upp á brotsspark miku-
kvøldið. Um hann verður
ímillum teir fyrstu ellivu í
morgin er kanska eitt sind-
ur ivasamt. Liðformaðurin,
Ronnie Samulsen, var leik-
bannaður ímóti TB. Nú er
hann tøkur aftur, og hann
eigur ivaleyst sjálvsagt
pláss ímillum teir fyrstu
ellivu.
Sigur er eitt krav
hjá B36
Arnbjørn Danielsen
og hinir í B36 skulu
vinna dystin móti
Skála sunnudagin,
um oddaliðini ikki
skulu fara úr eygsjón
Sundalagið hevur møguleika
at taka VB
Robert Cieslewic og hinir úr VB fáa tað væntandi torført móti einum
vælupplagdum liði úr Sundalagnum.
C
M
Y
K
14