leygardagur 3. august 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 146 - 3. august 2002
17
Nú hava teir ikki
vunnið í fýra dystum
á rað, og mikukvøldið
taptu teir ímóti botn-
liðnum Sogndal, sum
í ein tíma var undir-
mannað
NOREG
Jóannes Hansen
Tað gongst ikki væl hjá
Molde í løtuni. Meðan før-
oyingar hava hildið ólav-
søku og eru komnir fyri seg
eftir ólavsøkuna, hava teir í
Noregi avgreitt tvey umfør
í tippuliguni. Eitt umfar var
í vikuskiftinum, og miku-
kvøldið
og
hóskvøldið
vórðu dystirnir spældir,
sum vórðu útsettir, tá spæl-
ararnir vóru í verkfalli fyrr
í summar.
Molde er nú á fimta
plássi. Tað eru sjey stig upp
til Lyn, sum er á odda við
35 stigum. Men úrtøkan hjá
Molde hevur tær seinastu
ferðirnar verið so vánalig,
at tað er lítið, sum bendir á,
at teir fara at vera við í
stríðnum um gullkrónurnar.
Mikukvøldið spældi Molde
í Sogndal, sum inntil í fjør
var føroyska felagið í
norskum fótbólti, og sum
stríðist fyri at sleppa undan
niðurflyting. Teir hava fing-
ið hjálparvenjaran hjá nor-
ska landsliðnum, Harald
Aabrekk, at vera stuðul á
beinkinum, og tað tóktist
hjálpa mikukvøldið. Sogn-
dal spældi fyri lívinum, og
teir vunnu 2–1.
Úrslitið verður mett at
vera framúr, tí síðsta tíman
spældi Sogndal við tíggju
monnum. 32 minuttir vóru
farnir, tá ein varð rikin av
vøllinum fyri sum aftasti
maður at taka bóltin við
hondini. Tá var støðan
longu 2–1. Håvard Flo stút-
aði Sogndal framum 1–0,
og teir skoraðu til 2–1 bein-
leiðis uppá fríspark hjá
Molde málverjanum, Eddie
Gustafsson. Síðsta tíman
vardi Sogndal, og Molde
royndi at leggja trýst á, men
teir megnaðu ikki at spæla
seg til stórar møguleikar.
Eftir dystin ásannaðu
Molde spælarar, at teir iva-
leyst hava hugsað ov nógv
um at vinna gull. Nú mugu
teir bara savna seg um ta
uppgávuna, sum stendur
fyri framman. Og tað er
væl skiljandi, at teir siga
soleiðis, tí síðani summar-
steðgin hevur gingið av
skriðuni. Umframt 2–1 tap-
ið í Sogndal, hava teir spælt
tvær ferðir 0–0. Seinna
ferðin var sunnudagin, tá
teir vitjaðu Viking í Sta-
vanger. Molde hevði fleiri
møguleikar enn heimaliðið,
men tað endaði málleyst.
Oddastríðið
Lyn er framvegis á odda við
35 stigum. Hóskvøldið spæl-
du teir málleysan javnleik á
útivølli í Stavanger ímóti
Viking. Teir á heimaliðnum
hildu seg vera óhepnar ikki
at fáa mál.
Stabæk vann mikukvøld-
ið 3–2 á Moss og er næst-
fremst við 31 stigum.
Heimaliðið spældi illa, og
teir vóru sperdir mesta
partin av tíðini, men tveir
minuttir fyri leiklok fingu
teir sigursmálið. Sunnudag-
in høvdu teir vitjan av
Bodø/Glimt. Tá stóð heldur
einki til, men Stabæk vann
kortini 2–1.
Rosenborg er rættuliga
farið at gera um seg. Hós-
kvøldið vóru teir í Bergen
og spældu ímóti Brann. Tá
tríggir minuttir vóru eftir av
vanligu
leiktíðini,
var
heimaliðið á odda 2–1, men
Rosenborg vann 3–2. Teir
eru nú komnir upp á triðja
plássið við 30 stigum. Tað
verður avgjørt mettur at
vera møguleiki fyri, at teir
kunnu vinna NM fyri 11.
ferð á rað.
Sunnudagin vann Rosen-
borg eisini 3–2 á útivølli.
Tað var ikki eiti á sigur, tí
hann var ímóti oddaliðnum
Lyn, og gestirnir vórðu
sagdir at vera sera hepnir.
Í Lyn vóru teir misnøgdir
við, at dómarin ikki bríksl-
aði fyri brotssparki til teir.
Myndirnar vísa, at talan var
um støðu av sama slagi,
sum tá Todi Jónsson fyrr í
summar varð snýttur av
Kim Milton Nielsen í av-
gerandi dystinum um DM
ímóti Brøndby. Og har
afturat skoraði Rosenborg
sigursmálið til 3–2, tá bara
ein minuttir var eftir.
Odd Greenland er á
fjórða plássi við 29 stigum.
Teir
sendu
sunnudagin
Moss, sum er næstniðast,
heim úr Skien við 2–0 tapi.
Niðast við bara sjey stigum
er Start úr Kristiansand.
Mikukvøldið spældu teir á
útivølli ímóti Bodø/Glimt,
sum vann 2–0. Start hevur
givið skarvin yvir. Teir høv-
du fimm spælarar á liðnum,
sum vóru 20 ár og yngri, og
avrikið varð mett at vera
mest átókt tí hjá einum
unglingaliði.
Eftir sigurin á Molde
mikukvøldið er Sogndal
komið upp á triði aftasta
plássið, og nú hava teir
vunnið tvær ferðir upp í
slag. Í vikuskiftinum vunnu
teir 2–0 á Vålerenga, men
spurningurin er, um teir
sleppa at varðveita tey stig-
ini. Tað verður tosað um, at
Sogndal hevði ov nógvar
spælarar á vøllinum, sum
ikki eru úr EBS økinum.
Nú verður hetta kannað.
Lillestrøm liggur fram-
vegis tungt í sjónum. Teir
eru framvegis í niðurflyt-
ingarvanda, men sunnudag-
in eydnaðist tað endiliga at
vinna 2–1. Á heimavølli-
num høvdu teir vitjan av
Bryne.
Størri kapping
Jákup Mikkelsen er fram-
vegis
eykamálverji
hjá
Molde. Mánakvøldið vardi
hann málið á næstbesta lið-
num, sum vann 3–0 í Lar-
vik.
Knud Lillebakk, sum er
triði málverjin í Molde,
hevur síðani í apríl verið út-
leigaður til Bryne. Nú flytir
hann aftur til Molde, har
hann frá 3. august skal
kappast við Eddie Gustafs-
son og Jákup Mikkelsen
um málverjuplássið.
Hesar seinastu dagarnar
hevur verið nógv tosað og
skrivað um, at Molde skal
skriva sáttmála við Ronny
Johnsson. Sáttmálaskeiðið
hjá verjuspælaranum í Man-
chester United er liðugt, og
Alex Ferguson ætlar ikki at
skriva nýggjan sáttmála við
norðmannin, sum nú leitar
eftir nýggjum arbeiðsgev-
ara.
Molde er steðgað fullkomuliga upp
Tað gongur í løtuni illa hjá Jákup Mikkelsen og Molde í bestu
norsku deildini
Nýggi føroyski lands-
liðsvenjarin, danin
Henrik Larsen, hevur
júst verið sín fyrsta
arbeiðstúr í Føroyum
sum føroyskur lands-
liðsvenjari. For-
maðurin í FSF,
Dánjal Andreasen,
sigur, at Henrik Lar-
sen fekk nógv burt-
urúr ferðini, og at
teir í FSF eru væl
nøgdir við vitjanina
LANDSLIðSVENJARIN
Heini í Skorini
Fyrsti føroyatúrurin hjá
Henrik Larsen sum føroy-
skur landsliðsvenjari er
júst farin aftur um bak, og
hevur hann sostatt fingið
sínar fyrstu myndir av før-
oyskum fótbólti. Dánjal
Andreasen, formaður í
FSF, sigur, at landsliðs-
venjarin fekk nógv burtur-
úr, og at eftirmetingar
FSF´s eru góðar.
– Henrik Larsen sá bæði
venjingar, venjingardystir,
Europa
Cup
dyst
og
steypafinaluna, og prátaði
hann eisini við fleiri leik-
arar og venjarar umframt
onnur fólk, ið eru tengd at
landsliðnum. Dánjal An-
dreasen sigur, at landsliðs-
venjarin sostatt fekk nógv
burturúr, og at eftirmeting-
ar FSF´s av fyrsta túrurin
hjá Henrik Larsen eru góð-
ar.
FSF formaðurin vísir
eisini á, at teir hava fingið
eina góða mynd av Henrik
Larsen, og at hann tykist
taka uppgávuna í álvara.
– Hildið allar avtalur
Nógvar atfinningar hava
verið mótvegis Henrik
Larsen, ikki minst í fjøl-
miðlunum, men Dánjal
sigur, at hesar atfinningar
als ikki hava verið rættar.
– Landsliðsvenjarin hev-
ur hildið allar avtalur, og
hann hevur gingið øllum
okkara krøvum á møti.
Viðvíkjandi ferðini til Før-
oya, so kom hann henda-
vegin, so skjótt sáttmála-
skeið hansara byrjaði, og
tískil er ikki beint at finn-
ast at honum. Dánjal sigur
víðari, at um funnist skal
vera at nøkrum, so er tað
Fótbóltssambandinum, sum
hevur sett krøvini til Hen-
rik Larsen.
Eftirmetingarnar hjá Fót-
bóltssambandinum av fyr-
sta túrinum hjá landsliðs-
venjararnum eru sostatt
góðar, og sambært Dánjal
Andreasen hava teir álit á
Henrik Larsen og stuðla
honum 100%.
Næsta uppgávan hjá
landsliðsvenjaranum er at
savna landsliðshópin í
fyrireikingunum til EM
undankappingina, og hev-
ur hann uttan iva fingið
nakað at hugsa um eftir
ferðini í Føroyum.
Dánjal Andreasen, FSF formaður:
Landsliðsvenjarin fekk nógv burturúr ferðini
Henrik Larsen hevur
júst verið sín fyrsta túr í
Føroyum sum føroyskur
landsliðsvenjari, og fekk
hann sambært FSF nógv
burturúr túrinum
17
16
Nr. 146 - 3. august 2002
Avrikið hjá føroyska
liðnum í superliguni í
fyrsta umfarinum var
einki at reypa hurrá
fyri
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Fótbólturin fór av álvara
aftur á rull í Danmark í
vikuskiftinum. Í dýrdar-
veðrinum og nógva hitan-
um í Parkini sóu 14.536
áskoðarar
ikki
serliga
sannførandi FCK fáa eitt
stig burturúr. Tað var eitt
vónbrot.
Viborg var komið eftir
javnleikinum. Teir vóru
tvær ferðir á odda, og sjálvt
um FCK javnaði til 2–2, tá
tað restaði eitt korter, so
vóru gestirnir væl nøgdir.
Tað var leingi ivasamt,
um Todi Jónsson fór at vera
førur fyri at spæla. Hann
hevði verið skaðaplágaður
og harvið hevði ikki borið
honum til at venja saman
við liðfeløgunum. Todi var
á beinkinum frá fyrsta
bríksli, meðan Peter Møller
var í álopinum undir liðini
á Zuma.
Todi varð skiftur inn fyri
Peter Møller, tá seinna
umfarið var átjan minuttir
gamalt, og í 76. minutti
javnaði
hann
til
2–2.
Carsten Fredgaard, sum
eisini var innskiftur, legði
innfyri úr vinstru, og Todi
stútaði í málið.
Í morgin fer FCK at
spæla á útivølli ímóti Køge,
sum roynir seg í bestu
deildini fyri fyrstu ferð í
seytjan ár. Todi Jónsson
verður í FCK hópinum.
Aftur í hesi vikuni hevur
ein lítil skaði gjørt um seg.
Undir venjing ólavsøkudag
fekk hann eftir luftdyst ein
snudd í økslina, men hetta
hevur kortini ikki hildið
honum burtur frá venjing-
ini.
Dysturin í morgin verður
sendur á TV3+ rásini
klokkan 26.35. Køge stóð
seg væl í fyrsta umfarinum.
Teir vóru í Gladsaxe, har
teir megnaðu 2–2 ímóti AB.
Brøndby legði leygardag-
in fyri sum eitt ódnarveður.
Teir vunnu 3–0 í Silkeborg.
Tá Brøndby fyri knøppum
tjúgu árum síðani kom í
bestu deildina, vístu teir
leingi fínt og undirhaldandi
fótbóltsspæl. Tað hava teir
ikki gjørt síðstu árini. Nú er
Michael Laudrup venjari,
og tað sást aftur í spælin-
um, sum var hugflogsríkt
og málsøkjandi og harvið
eisini sera undirhaldandi.
Longu í dag klokkan 16
verður heimadysturin hjá
Brøndby ímóti AB at síggja
á TV3+ rásini. Dysturin er
framskundaður, tí Brøndby
mikudagin
skal
spæla
seinna Europa Cup dystin
ímóti albanska meistara-
liðnum Dinamo Tirana.
Mikudagin vann Brøndby
1–0 á heimavølli. Talan var
ikki um serliga sannførandi
sigur.
Samantaldi vinnarin av
hesi uppgerðini skal spæla
ímóti norska Rosenborg um
eitt pláss í bólkaspælinum í
europeisku meistarakapp-
ingini. Síðani lutur varð
kastaður, hevur verið gjørt
nógv burturúr uppgerðini
millum norska og danska
meistaraliðið. Mikudagurin
fer at vísa, um tað verður
Brøndby
ella
Dinamo
Tirana, sum skal spæla
ímóti Rosenborg.
AGF tykist hava fingið
nýtt mót, síðani Poul Han-
sen gjørdist venjari. Fyrsta
uppgávan hjá fyrrverandi
Lyngby venjaranum og
Farum ítróttarstjóranum var
á heimavølli ímóti júst
Farum, sum royndi seg í
bestu deildini fyri fyrstu
ferð. 8.882 áskoðarar møttu
upp. Tað eru nógv fleiri,
enn tað hava verið hesi
seinastu soltnu árini í
Århus. Teir sóu AGF vinna
2–0. Farum spældi ikki illa,
men tað kom sjálvandi illa
við, at teir longu á hálva
tímanum mistu ein mann.
AGF fer í morgin aftur at
spæla á heimavølli. Hesa
ferð verður tað ímóti Es-
bjerg, sum tapti fyrsta
heimadystin
2–1
ímóti
AaB. Aalborg verður aftur í
morgin á útivølli. Mót-
støðuliðið verður FCM,
sum á útivølli í fyrsta
umfarinum tapti 2–0 ímóti
OB.
Fyrsti heimadysturin hjá
Farum verður í morgin
ímóti Viborg.
Todi Jónsson javnaði til 2-2 móti Viborg og tryggjaði harvið FCK eitt stig
FCK skal
koma fyri
seg í Køge
C
M
Y
K
16