Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. august 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 146 - 3. august 2002 Nr. 146 - 3. august 2002 19 Carlos Mayes upp- livdi 11. september í sjálvum Pentagon bygninginum. Hann var í seks mánaðir eisini við til loyndar- fulla arbeiðið at rudda upp eftir álopið, har teir sluppu at síggja ræðuleikan við ber- um eygum. —Einki kundi fyrireikað okk- um til 11. september, sigur Carlos, sum sigur seg hava lært at fáa meira burturúr hvørjum degi eftir 11. september 11. SEPTEMBER Heri á Rógvi Hósdagin fer 22 ára gamli amerikanarin at standa í Elim í Søldarfirði og taka ímóti brúður sínari Hildur. Hósdagin eru tað góðir ellivu mánaðir síðani, at Carlos Mayes var staddur í Washington D.C. í USA, har hann starvaðist í Penta- gon, sum petty officer 3. class í United States Navy. 11. september 2001 fer at standa eftir sum ein hin týdningarmiklasti merkis- dagurin í amerikanskari søgu eins og í heimssøguni. Tað var tann dagin, at terroristar rendu við tveimum flogførum á World Trade Center (Twin Towers) í New York og hernaðar bygningin Penta- gon í Washington D.C. Tús- undtals fólk doyðu orsakað av álopunum. Carlos Mayes er komin til Føroya at giftast, og hann helt hóskvøldið fyri- lestur. Tað var Ungmanna- felagið Samband, ið skipaði fyri. Sum ein jarðskjálvti Lagnudagin 11. september minnist Carlos Mayes rættiliga. Hóast tað er skjótt eitt ár síðani, so stendur dagurin framvegis frískur í minninum á 22 ára gamla hermanninum í United States Navy, ið er at meta sum eitt slag hernaðarligari sjóverju. Nakrir av hesum sleppa at arbeiða í Penta- gon, men tað eru strong krøv — Eg minnist, at vit henda morguni tosaðu um álop, og hvat kundi henda við okkum, greiðir Carlos frá. Áðrenn álopið vóru teir av teirri sannføring, at Pentagon, ið er fimmhyrn- aður umsitingarbygningur hjá amerikanska verjumála- ráðnum, ikki kundi rapa orsakað av nøkrum álopi. Bygningurin varð tikin í nýtslu í 1953. Hann hevur sjey hæddir, har tvær eru undir jørð. — Tá flogarið rakti bygn- ingin, kendist tað sum ein lítil jarðskjálvti, sigur Carl- os Tað var beinanvegin, at tað byrjaði at líkist einum ruðuleika, og torført var at fyrihalda seg til støðuna hjá teimum mongu í Pentagon. Flogfarið rendi á norður- vestur síðuna av bygning- inum. Tað rænda flogfarið megnaði at skræða niður eina heila síðu av bygning- inum. — Vit vóru bidnir um at syrgja fyri at fáa fólk út úr Pentagon og at halda skil á, tí vit kendu bygningin betri enn nakar annar. Tá vit fóru úr bygninginum fyri at fáa fólk úr, so sóu vit flogfarið. Tað var 50 metrar frá okk- um, og tað lá eitt sindur á skák inni í bygninginum, og tað var roykur allastaðni. Vit vóru bangnir fyri, at flogfarið skuldi spreingjast, so vit skundaðu okkum at fara út, greiðir Carlos frá. — Vit skuldu hjálpa bjargingarfólkunum at syrgja fyri, at fólk høvdu tað gott. Síðani skuldu vit fara innaftur í bygningin fyri at leita eftir nøkrum yvirlivandi í bygninginum ella flúgvaranum. Tað var tó alt ov heitt hjá okkum at vera inni. Vit vistu, at var tað ov heitt hjá okkum at vera inni í bygningum, so var tað nógv heitari hjá teimum í flogfarinum, og har vóru valla nøkur á lívi. Vit vóru noyddir at bíða til sløkkiliðið kom fyri at køla niður og sløkki eldin. Meðan alt hetta gekk fyri seg, og teir bíðaðu eftir sløkkiliðnum, komu hópin av skaddum fólki út úr bygninginum, og hesi vóru í fleiri førum illa fyri. Carlos og hansara deild vóru noyddir at hjálpa til. — Eg eri ikki serliga vandur at fáast við heilivág, men eg varð noyddur at læra ógvuliga skjótt, sigur Carlos. Meðan alt hetta hendi, so varð alt samband við um- heimin kvett. Carlos og hinir, sum fingust við at hjálpa, sluppu ikki avstað, tí vegirnir vóru stongdir. Fartelefonirnar riggaðu heldur ikki, tí teir vóru bangnir fyri, at frekvens- urin frá telefonunum vildi fáa eina møguliga bumbu at spreingjast. Teir royndur eisini at halda fólki burtur frá bygninginum, tí vandi var fyri spreingingum. — Meðan vit royndu at halda fólki aftur. løgdu vit til merkis ein hvítan vøru- bil, ið stóð parkeraður. Bil- urin hevði eingi vindeygu, og hann tóktist misteinki- ligur. Vit kannaðu bilin og royndu at halda fólki aftur. Tríggjar minuttir seinni sprongdist bilurin, sigur Carlos. Teir gjørdu síðani enn eina roynd at fara inn í Pentagon bygningin, har Carlos eisini hevði sína mappu, lyklar og onnur ting liggjandi. Men heldur ikki hesaferð bar til, tí tað var framvegis alt ov heitt. — Eg vildi ógvuliga fegin sleppa at ringja til unnustu mína. Eg hevði ikki givið ljóð frá mær í átta tímar, og hon visti einki um, hvussu tað stóð til hjá mær. Eg og nakrir aðrar fóru síðani til eitt stað, ið liggur beint við Pentagon. Vit máttu klatrað upp um hegn. Har møttu vit løgregluni, ið ikki kendi okkum fyri at arbeiða í Pentagon, tí vit vóru í hvítum búnað og smurdir út við blóði. Til hildu okkum so aftur, til vit fingu prógv- að, hvørjir vit vóru. Vit sluppu síðani avstað og fingu ringt, greiðir Carlos frá. Næsta dagin vendur teir aftur til Pentagon. Alt var í knúsi og brent, har teir hildu til. Sjálvur mátti Carl- os uppliva at finna av av sínum skipsfeløgum deyð- an. Hetta var ein av monn- unum, ið hevði vant Carlos, og tað var eisini Carlos, sum mátti tann tunga teinin til konu hansara og børnini at siga teimum frá, hvat var hent honum. Rudda upp Beinanvegin næsti dagin var farið í holt við at rudda upp. Fólkini á staðnum skipaðu seg skjótt í ein sok- allaðan camp, sum hevði til uppgávu at fáa rudda upp á økinum við Pentagon. George Bush vitjaði og staðið og helt eina talu fyri hermonnunum. Tær næstu tríggjar vikurnar arbeiddu fólk dag og nátt fyri at rudda upp í Pentagon. — Tað var sera strævið arbeiði, men vit royndu at halda út. Teir næstu mán- aðirnar vóru vit fullkomi- liga avskornir frá umheim- inum. Eingin fekk loyvi at nærkast Pentagon, og alt, sum gekk fyri seg har, var loyniligt. Eg kundi enntá ikki siga unnustu mínari frá, hvat vit gjørdu, sigur Carlos, sum var verandi í Washington í seks mánaðir, men eftir hetta slap hann avstað aftur, tí herurin var bangin fyri, at fólk kundu fáa sálarligt mein av at vera ov leingi á staðnum. Tað var heldur ikki alt líka tespiligt. Í alt lótu 240 fólk lív í Pentagon 11. sep- tember. Meðan Carlos og hini fólkini fingust við at rudda upp, so funnu tey oftani ymsar kropslutir liggjandi. — Dagin eftir álopið vóru øll bangin. Flogfarið var framvegis har, og vit royndu at finna yvirlivandi, men har vóru eingi at finna. Hetta er eitt av teimum upplivilsunum, ið tú ikki vil uppliva umaftur. Tað var nógvur hiti og nógvir kropslutir. Eg visti ikki, at ein mannakroppur kundi smelta. Eg tók ein arm upp, og hann smeltaði, meðan eg helt honum, greiðir Carlos frá, sum sjálvsagt gjørdist skelkaður av hesum hendingunum. Seinni hjálpti Carlos eisini til fyri at fyribyrgja Anthrax-álop, ið fólk – Eg visti ikki, at ein kroppur kundi smelta – Einki kundi havt fyrireikað okkum til 11. september. Tað kom fullkomiliga óvart á okkum, og vit høvdu als ikki kunnað ímyndað okkum nakað sovorðið, sigur Carlos Mayes, sum hóskvøldið greiddi føroyingum frá um upplivingar sínar 11. september Mynd: Finnur Justinussen Framhald á síðu 19 kanska minnast at hava hoyrt um nakað eftir 11. september. Ikki fyrireikaður 11. september hevur sjálv- sagt sett síni spor hjá Carlos. Í herinum hava hansara brøgd 11. sep- tember givið honum vind í seglini, men orsakað av at alt var so loyniligt, so kundi hann ikki tosa við sína familju um hendingarnar fyrr enn hálvt ár seinni. Hann velur tó ikki at hyggja svart upp á framtíðini. — Eg havi lært, at tú skal fáa meira burturúr hvørjum einasta degi, tí tú veitst ongantíð, hvat kann fara at henda. Tað er týdningar- mikið at liva lívið, meðan tú kanst, sigur Carlos. Sæð í bakspeglinum, sigur Carlos, at teir als ikki vóru til reiðar til 11. september, men nú hava teir lært eitt sindur meira. — Einki kundi havt fyri- reikað okkum til 11. sep- tember. Tað kom fullkomi- liga óvart á okkum, og vit høvdu als ikki kunnað ímyndað okkum nakað sovorðið. Í landinum gjørdust fólk eisini meira patriotisk, og herurin fekk nógv størri virðing. Dámar í Føroyum Orsøkin, til at Carlos er í Føroyum, er, sum sagt, at hann skal giftast hósdagin. Í sama viðfangi fekk Ungmannafelagið Sam- band fatur á honum til at siga eitt sindur um 11. september. Carlos sigur seg vera vanan við at halda fyrilestrar og greiða frá um 11. september, tí fólk eru sera áhugaði allastaðni, og hann greiðir fegin frá. Komandi verfaðir Carlos eitur Alfred Olsen, og er hann næstformaður í Sam- bandsflokkinum. Hann greiddi hóskvøldið eisini eitt sindur frá, hvussu tað var at uppliva New York eina viku eftir 11. septemb- er. — Í framtíðini verður alt áðrenn ella eftir 11. sep- tember, segði Alfred m.a. Carlos letur væl at Føroyum, og hann heldur ikki, at føroyingar hava nakað at óttast, tí, sum hann sigur, hví vildi nakar terroriserað her. Kærleikin blomstraði, tá toftagentan Hilda og amerikumaðurin Carlos hittust yvir í USA fyri góðum tveimum árum síð- ani. Nú skulu tey giftast. Alt verður á enskum, soleiðis at Hilda sleppur at siga "I do" SAMRØÐA Heri á Rógvi Toftagentan Hilda Olsen legði fyri góðum tveimum árum síðani leiðina til USA at ganga í skúla. Hon var AFS skiftisnæmingur og ætlaði sær óivað at fáa sær nakrar upplivingar við sær aftur til Føroya, men tað skuldi gerast til meira enn tað, ið kom við henni aftur til Toftir. Yviri í USA búði Hilda í býnum Alexandria í statinum Virginia, ið liggur skamt sunnanfyri Washing- ton D.C. Ein dagin hon og ein vinkona vóru farnar ein túr í eina sølumiðstøð (mall) sótu tær og fingu sær at eta. Har komu síðani tveir dreingir, ið høvdu fingið eyga á tær báðar, og teir spurdur, um teir ikki kundu seta seg hjá teimum, og tað var gamaní. Ein av hesum báðum dreingunum var Carloys Mayes. Eftir hetta byrjaðu tey bæði, Carlos og Hilda, at síggja meira og meira til hvørt annað, og sum mann sigur har yviri: the rest is history. Giftast Sum nevnt aðrastaðni, so er Carlos Mayes hermaður í United States Navy, og hesir hava tað oftani við at gifta seg rætttiliga ungir, greiðir Hilda okkum frá. Hetta skyldast, at herfólk flyta nógv runt, og tað eru bert tey giftu, ið sleppa at hava makar sínar búgvandi. Um tað so var orsøkin er ikki gott at vita, men í øllum førum fór Carlos fyri einum ári síðani á knæ fyri Hildu og bað hana gifta seg við sær. — Eg svaraði ja, men ikki beint nú, sigur Hilda flennandi. Hon var skjót at siga foreldrum sínum frá, at Carlos hevði fríggjað til hennara, men tað var ikki fyrr enn fyri kortum, eftir at hon hevði verið í Spania, at hon avgjørdi, at nú skuldi tað vera. Hilda verður tjúgu ár dagin áðrenn, hon skal giftast, so eingin orsøk var at skunda sær, helt hon. Nú er bíðað nóg leingi, og hósdagin koma vinir og kenningar saman fyri at líða á vígsluna. Á enskum Enn tosar og skilir Carlos einki á føroyskum, men Hilda hevur ætlanir um at læra hann. Tá Carlos einki av føroyskum skilir, so verður vígslan sjálvandi eisini á enskum máli. Tað er kanska ikki hvønn dag, at tosað verður enskt í Elim í Søldarfirði, men hósdagin verður tað so tosað bert enskt. — So sleppi eg at siga "I do", sigur Hilda, sum hevur gjørt tað greitt, at hon einki hevur ímóti tí ritualinum, har brúðgómurin sleppur at "kiss the bride", tá vígslan er komin at enda. Hilda sigur seg vera fegnan um, at hon slapp at giftast í Føroyum. Tey leggja tó leiðina til USA aftur um stutta tíð, har Carlos aftur skal í herin. Fyribils verður tað til februar mánað, men Hilda roknar við, at tað lættliga kann vísa seg at gerast eini tvey ár. Tey skulu væntandi flyta eitt sindur runt í land- inum. Tá tey koma yvir skulu tey vera nakrar mán- aðir í Connecticut, sum liggur beint norðanfyri New York. Hilda ætlar sær aftur til Føroya við Carlos, ið hevur havt góðan tokka til landið, meðan hann hevur verið her. — Tað fyrsta, vinfólkini søgdu, tá eg greiddu teim- um frá um Carlos, USA og at eg skuldi giftast, var, at tey koma at vitja, sigur Hilda. Hon er fult við uppá lívið sum konan hjá einum her- manni. Yviri í USA skal hon ganga á college. Vit kunnu bert ynskja ynskja teimum báðum alt tað besta. Hittust í sølumiðstøð Soleiðis sá tað út, tá eitt rænt flogfar skapti ruðuleika í Washington við at renna á Pentagon bygningin Mynd: Reuters Ein AFS-túrur vísti seg at fáa lívslangar fylgjur fyri Hildu Olsen av Toftum. Har hitti hon Carlos, og hósdagin giftast tey bæði. Mynd: Finnur Justinussen Framhald av síðu 18 C M Y K 19 18