mikudagur 4. juni 1980síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Ognin okt við Aðalfundur í Meginfelag Sjukrakassa Føroya: |
tveimum
milliónum
Teir føroysku sjúkrakass-
arnir hava nú 29.543 limir,
sum er ein vøkstur upp á
um túsund limir tað sein-
asta árið
Hetta upplýsti formað-
urin í Meginfelag Sjúkra
kassa Feroya, Elias Jo-
hansen, á aðalfundi felag-
sins mánadagin
Roknskapurin, sum
Harry S. Johansen, kassa-
meistari, legði fram, vísir,
at samladu inntøkurnar
hjá teimum feroysku
sjúkrakassunum í 1979
vóru 19,3 mió. kr., meðan
tær i 1978 vóru 17,8 mió.
kr.
Utreiðslurnar vóru í
fjør 17,4 mió. kr., meðan
tær fyrraárið vóru 16,2
mió. kr. Sostatt hevdu
sjúkrakassarnir eitt yvir-
skot bæði árini ávikavist
upp á 1,9 og 1,6 mió. kr.
Samlaða ognin hjá
sjúkrakassunum er eisini
ekt síðani seinasta aðal-
fund. Við árslok 1978 var
hon 7,5 mió. kr., meðan
hon við seinasta árslok
var 9,4 mi6. kr. Fyri
hvenn limin var ognin við
árslok um 319 kr. fyri
hvønn limin.
Eingin tók undir
við Havnar-
uppskoti
Eitt uppskot frá Havnar
Sjúkrakassa um at broyta
lógina hjá Meginfelag
Sjúkrakassa Feroya soleiðis,
at endurtryggingin fyri flutn-
ing Í(útjavningargrunnurin
fyri flutning, blaðm. av
sjúkrakasalimum kann av-
takast, ikki bert fall, men
fekk stóra mótsteðu frá fund-
inum.
Útjavningargrunnuri fyri
flutning virkar á tann hátt.
at hevur ein sjúkrakassi havt
minni útreiðslur til flutning
enn meðalflutningsútreiðsl-
urnar fyri hvenn lim í el'um
sjúkrakassunum faldað upp
við limatalinum í viðkomandi
sjúkrakassa, letur sjúkra-
kassin munin millum hetta
talið og veruligu flutningsút-
reiðslurnar til grunnin. So-
leiðis vóru tað í fjer fýra
kassar. sum lótu til grunnin
Frá Havnar Sjúkrakassa
varð fert fram, at samtykti
fundurin uppskotið, vórðu
sjúkrakassarnir loystir frá tí
haftinum at hava eins reglur
galdandi fyri alt landið.
Uppskotið fekk harða mót-
steðu og við atkvødugreidsl-
una vóru bert umboðini úr
Havn fyri tí.
Fert varð fram, at endur-
tryggingin var stovnað fyri
at hjálpa teimum smáu
sjúkakassunum, sum tá vóru
kring landið. (seinri eru
sjúkrakassarnir samanlagd-
ir, blaðm.) Verður hendan
tryggingin avtikin, kemur
flutningurin at kosta teimum
sjúkrakassunum, sum hava
nógvar fjafskotnar bygdir,
nógv.
— Skulu vit taka nakað av,
har vit hava fyri eyga at
hjálpa, er einki vunnið, segði
eitt av umboðunum.
Sum ein reyður tráður í
mótmælunum móti
uppskotinum gekk tað, at
Havnin sýndi ein vantandi
solidaritet. Eisini varð fert
fram, at skuldu sjúkrakass-
arnir sjálvir avgera flutnings-
endurgjaldið, ferir tað til
kaos — ikki í einsteku kass-
unum, men í landinum sum
heild.
Onøgd við vaktarskipanina í Eysturoynni
Eysturoyingar eru ónegd-
ir við lækna-vaktarskipan-
ina í Eysturoynni.
Í læknademinum, sum
eisini fevnir um norðasta
partin av Streymoynni,
eru fýra læknar, men bert
ein lækni hevur vakt í
senn.
Er t.d. læknin staddur í
Tjernuvík, og brúk er fyri
honum í Æðuvík, er tíðin
at koma fram $0 long, at
av hesum kann vandi
standast.
Fundurin samtykti at
heita á meginfelagið um at
fáa vaktarskipanina betra-
ða.
Eisini fyri flutning í egnum bili
Eitt uppskot frá Vága
sjúkrakassa um at veita
sama endurgjald fyri
flutning í egnum bili sum
við rutubili, varð samtykt
av fundinum.
Frammanundan veitti
sjúkrakassin bert eitt
ávíst gjaid fyri hvenn kilo-
metur, tá talan var um
flutning við egnum bili.
sosialurin
Formaður meginfelagsins, Elias Johansen: Sjúkrakass-
arnir eiga at meta, um tað ikki er neyðugt at hækka
gjaldið
Síðani seinasta aðalfund í
Meginfelag Sjúkrakassa
Feroya eru allir sáttmálar-
nir endurnýggjaðir.
Í niðursteðu síni um
sáttmálarnar segði Elias
Johansen, formaður, at
við tí stóru hækkingini av
prístalinum, verða allir
sáttmálarnir nógv dýrari,
so sjúkrakassarnir eiga at
meta um, um tað ikki
verður neyðugt at hækka
limagjaldið.
Nýggjur sáttmáli
Ein nýggjur sáttmáli er
komin í gildi í hesum tíðar-
skeiðinum.
Hann snýr seg um kiro-
praktiska hjálp, soleiðis at
nú kann ein sjúkrakassa-
limur fáa veiting fyri kiro-
praktiska viðgerð uttan at
viðkomandi hevur ávísing
frá lækna.
Frammanundan hendi
tað seg, um ein sjúkra-
kassalimur var á ferð í
Danmark og har leitaði
sær kiropraktiska hjálp,
at sjúkrakassarnir veittu
endurgjald fyri
viðgerðina, um
viðkomandi sjálvur bar
allar ferðaútreiðslurnar.
Annars veittu kassarnir
endurgjald, tá lækna-
ávísing fyrilá.
Sáttmálin kom í gildi 1.
apríl. Meginfelagið royndi
at fáa hann í gildi frá 1.
januar, men hesum sýtti
sosialmálaráðið fyri.
Ikki allar
súður syftar
Hinir sáttmálarnir, sum
meginfelagið hevur gjert
eru tannlæknasáttmáli,
læknasáttmáli og ser-
læknasåttmåli.
Men allar sudur eru ikki
syftar i tannlæknasått-
målanum, segði formaður-
in í frágreiðingini.
Ósemja var millum
partarnar um dýrtíðarvið-
gerðina, og endalig semja
um býtið millum hvussu
stórur partur skal reguler-
ast sum løn hjá tannlækn-
unum og hvussu nógv
sum kostnaður, er
ikki gjørd
Bíðað verður eftir eini
gjelligari kanning av út-
reiðslunum fyri at finna
fram til, hvussu stórur
partur av teimum skulu
dýrtíðarviðgerast.
Í hesum sambandi segði
formaðurin, at nevndin
heldur, at tað kann íkki
vera rætt, at útreiðslur,
sum als ikki eru ávirkaðar
av prístalsbroytingunum
skulu prístalsviðgerast
við trimum prosentum
fyri hverja dýrtíðarviðbót
Eisini dýrtíðar-
viðgerðin
Sáttmálin við læknarnar
er gjørdur. Hann er send-
ur sosialmálaráðnum til
góðkenningar, men er ikki
komin aftur.
Tað, sum dróg út hesum
sáttmálanum viðvíkjandi,
var ósemja um, hver inn-
teka skal leggjast til
grund fyri útrokningina.
Semja er gjørd við
danska serlæknafelagið,
um at fáa tann danska
sáttmálan í gildi í Foroy-
um tó við feroyskum prís-
tali og føroyskari tænastu-
mannalen sum grundarlag
undir dýrtíðarviðgerðini.
Talan er um tríggjar
sáttmálar — ein fyri
„stóru > serlækna-økini«,
ein fyri eygnalæknar og
ein fyri oyrna-, nøs- og
hålslæknar
Såttmålarnir skulu nu
undirskrivast og sendast
Nr. 43 — 4. mai 1980
Allir sått-
målarnir
endur-
nýggjaðir
Fáa ikki meiri endurveiting fyri brillur, men veitingin fyri
heilivág hin sama, hóast hon er minkað í Danmark
sosialmálaráðnum til góð-
kenningar.
Sleppa ikki
framat
Í formansfrágreiðingini
sæst, at sjúkrakassarnir
finnast nógv at, at tað
tekur drúgva tíð at sleppa
framat hjá summum av
serlæknunum:
— Nú er so long tíð
gingin síðan teir komu, at
tað stóra trýstið skuldi
verið linkað, men okkurt
má gerast við tað. Um
sjúkrakassarnir fáa
klagur um hetta, eiga teir
at siga meginfelagnum
frá, so spurningurin kann
verða kannaður, verður
sagt í frágreiðingini.
Í móti ambu-
lantum innivisti
Tá hvíldarheimið Naina
letur upp aftur, kunnu
kvinnur, sum ganga til
ambulanta viðgerð í Havn
fáa innivist á hvíldarheim-
inum, um pláss annars er.
Men hesum er formað-
urin ímóti, tí sum hann
sigur, heimið er eitt hvíld-
arheim, og at tað verður
farið út um endamálið hjá
heiminum:
— Og óhugsandi er ikki,
at meguleikarnir hjá
teimum, ið treingja til og
hava fyrsta rætt at koma
á heimið og fáa neyðuga
hvíld, verða troðkað út,
segði formaðurin.
Ikki meira
fyri brillur
Meginfelagið hevur kann-
að eina áheitan um at fáa
sterri endurgjald fyri brill-
ur, men hetta verður av
ongum.
Grundgevingin hjá
sosialmálaráðnum er hon,
at verður veitingin hækk-
að í Feroyum, vil hon fáa
avleiðing í Danmark, har
veitingin heilt er dottin
burtur, tá tað snýr seg um
brillur til vaksin.
Men, verður sagt, kann
meginfelagið mæla til at
sekja um hækking av
brillustudninginum, um
sjúkrakassarnir sjálvir
bera hækkingarnar.
Framvegis 3/4
fyri heilivág
Sjúkrakassalimir fáa
framvegis 75 pst. av heili-
vágskostnaðinum aftur-
rindaðan, hóast nýggj
skipan er komin í gildi í
Danmark, har sjúklingar-
nir nú gjalda ein sterri
part.
Um sjúkrakassarnir í
framtíðini ikki sleppa at
lata so stóran prosentpart
sum nú, mælir meginfelag-
ið til, at sjúkrakassarnir
sjálvir bera meirútreiðsl-
urnar.
Annars varð upplýst í
formansfrágreiðingini, at
inntekumarkið fyri áset-
ing sum A ella B lim er
sett.
Inntekumarkið fyri
hjún fyri at kunna vera A-
limir er nú umleið 148.000
kr. og 15.000 kr. fyri hvert
barni undir 16 ár.
Fyri tey, sum ikki eru
uppihaldarar, er innteku-
markið 25 pst. lægri, men
hava hesi uppihalds-
skyldu, koma hesi undir
sama inntekumark, sum
hjún hava.
Inntekurnar hjá Megin-
felag sjúkrakassa Feroya
eru 2 kr. fyri hvenn limin,
men av misgávum varð
bert latin 1,50 kr. í 197%
Aðalfundurin avgjørdi
ikki at hækka limagjaldið,
men metir nevndin tað
vera ov lítið fekk hon
heimild at hækka tað.
ý
P
í
É
£
P
H