mikudagur 4. juni 1980síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 43 — 4. mai 1980
sosialurin
Byggingin seinkað eitt ár
ti spillhitin skal brúkast
Byggingin av rusk-
brennistødini hjá
interkommunala re-
novatiónsfelags-
skapinum er seink-
að eitt ár, tí lands-
stýrið hevur biðið
felagsskapin steðga
við detailprojekter-
ingini til tað er vorð-
ið greitt, hvussu hit-
-in frá stødini kann
brúkast.
Renovatiónsfelagsskapur-
in gjerdi eftir ynski lands-
stýrisins, tí hann hevur
brúk fyri vælvild tess í
samband við fíggingina av
ruskbrennisteðini.
Hetta bleiv upplýst á
aðalfundinum hjá inter-
kommunala renovatións-
felagsskapinum seinasta
fríggjadag. Nevndarfor-
maðurin, Hjallgrímur
Janusarson, segði eisini í
ársfrágreiðingini, at málið
er nú betur kannað og
lýst, so tað kann sigast at
vera ein fyrimunur fyri
heildina, at byggingin ikki
er farin í gongd hetta sein-
asta árið
Ótolnir
Men tað var týðiligt á
fundinum, at summar
kommunur eru rættiliga
farnar at ótolnast. Tá
fundarleiðslan setti fram
uppskot um, at nevndin
arbeiðir víðari við rmálin-
um og síðani leggur niður-
steðuna fyri ein eykaaðal-
fund til góðkenningar,
meintu nekur av komm-
Sundsverkið — hvert ár fer hiti til spillis, sum sam
unustýrisumboðunum, at
hesin eykaaðalfundurin
var óneyðugur. Hann kom
bert at tarna málinum
uppaftur meira.
Tað bleiv eisini upplýst,
at kommunurnar í sunn-
aru helvt av Eysturoynni í
vár bert gjerdu ein tvey-
ára sáttmála við renova-
tiónsmenninar. Tær rokn-
aðu við, at brennisteðin
fór at standa klár um tvey
ár.
Hjallgrímur Janusar-
son nevndi í ársfrágreið-
ingini tær úrslitaleysu
royndirnar at fáa sam-
arbeiði í lag við Tórshavn-
ar kommunu. Hann undr-
aðist á, at býráðið ikki so
frægt sum vil samráðast
longur.
Sum 10.000 tons
av olju
Verkfreðingarnir = Heini
Olsen og Eyðfinn Egholm
eru ráðgevar hjá nevndini
í renovatiónsfelagsskap-
inum. Teir vóru á aðal-
fundinum og greiddu frá,
hvussu hitin frá rusk-
brennisteðini kann brúk-
ast. Teir segdu, at best er
at byggja brennisteðina á
Sundi, um oljusparing
verður havd í huga. Besti
mátin at nýta spillhitan er
at brúka hann í fjarhita.
Og inni á Sundi ber til at
seta brennisteðina og el-
verkið saman í eitt fjar-
hitakervi. Verður brenni-
steðin fyri alt landið, kann
hon framleiða sama hita
sum 2000 tons av olju um
árið. El-verkið kann fram-
leiða fýra ferðir so nógv.
Sostatt kunna sparast
uml. 10.000 tons av olju
varar 8.000 tonsum av olju
um árið, vísa kanning-
arnar hjá Heina Olsen og
Eyðfinni Egholm.
Men hetta er sjálvandi
treytað av, at nóg nógv
hús fáast til fjarhita-
kervið.
— Vit mugu hava fatur
á 2000 húsum, sum skulu
setast til yvir 10 ár, segði
Eyðfinn Egholm. Tað er
tí, mælt verður til at
byggja stødina á Sundi.
Húsatalið veksur onga
staðni so skjótt sum í
Havnini.
Tað er tekniskt væli
gjørligt at gera eitt fjar-
hitakervi í Føroyum. Men
tað kann gerast trupult at
finna nóg nógvar keyparar
av fjarhitanum. Tað
verður nevniliga ikki bílig-
ari fyri hvenn einstakan
brúkara enn tað í dag
kostar at kynda við olju.
Men fyri samfelagið sum
heild verður tað bíligari, tí
oljuinnflutningurin mink-
ar.
Einasti mátin
Tað bleiv spurt, um ein
brennisteð er einasti mát-
in at beina fyri ruski.
Hesum svaraði Heini
Olsen. Hann segði, at tað
einasta Tórshavnar býráð
og renovatiónsfelagsskap-
urin eru samd um í hesum
máli, er, at ein brennisteð
er besta loysnin.
Hvat gerast skal við
eskuna frá brennisteðini
er enn ein ósvaraður
spurningur. Men hon
kann brúkast til ymisk
endamál, m.a. vegagerð.
Hinvegin er greitt, at á
hverjari oyggj má vera
eitt pláss til tílíkt burtur-
kast, sum ikki brennur
Tað bleiv eisini spurt,
um ikki spillhitin kann
brúkast til vakstrarhús.
Orkubúskaparliga er tað
skeivt at brúka hann
burturav til vakstrarhús,
svaraði Eyðfinn Egholm.
Nevndin afturvald
Við tað, at interkomm-
unali renovatiónsfelags-
skapurin ikki er farin at
virka reiðiliga enn, var
ongin roknskapur gjerdur
til aðalfundin. Heldur ikki
fíggjarætlan fyri
komandi starvsár.
Nevndin bleiv øll aftur-
vald. Eftir lógini eigur
Suðurstreymoy eitt
umboð í nevndini. Men við
tað, at Havnin ikki er við í
felagsskapinum, hevur
hetta plássið staðið tómt
og ger tað framvegis.
Annars eru í nevndini
Hjallgrimur Janusarson
(Norðstr.), Niclas Foldbo
(Eysturoy.), Leivur Joen-
sen (Vágar), Jákup B
Mohr (Sandoy, Niclas Jen-
sen (Suðuroy). Jógvan
Sundstein bleiv afturvald-
ur sum grannskoðari.
30 av teimum 50 komm-
ununum í Feroyum eru
limir í renovatiónsfelags-
skapinum. Tær gjalda 10
kr. fyri hvenn íbúgva í
limagjaldi um árið
Nevndin skal nú ar
beiða víðari við málinum
og leggja úrslitið fyri ein
eykaaðalfund. Hesin fund-
ur skal vera skjótast til
ber.
— Tí nú má takast ein
avgerð í hesum brennandi
spurningi, sum ein av
kommunumonnunum so
beinrakið orðaði tað
Síða 5
kring oyggjarnar
Bílig ferð við Englandi
— fleiri hundrað tóku av
Ferðafólkastreymurin er byrjaður. Smyril kom av
fyrsta uttanlandstúrinum í ár stutt fyri kl. 13
sunnudagin
M/S England er komin
og farin av fyrsta túri
sínum í summar. Úr
Esbjerg komu 294
ferðafólk og 29 bilar
Við tað blaðið fór til
prentingar beint eftir
degurða í gjár, vita vit
ikki tað nágreiniliga
talið á fólki og bilum,
sum fóru niður við
Men tað var stórt. Tá
vit seinnapartin mána-
dagin spurðu hjá
DFDS í Havn, var talið
av ferðafólki komið
uppá 550 og bilarnir
uppá 42
Tað hega ferðafólka-
talið stendst av einum
tilboði, sum bert er
galdandi fyri henda
eina túrin: úr Feroyum
í nátt og heimaftur í
næstu viku fyri einans
400 kr. Seinnapartin
mánadagin høvdu 330
tikið av hesum tilboði.
Smyril kom aftur úr
Danmark og Noregi
sunnudagin. Hann fór
síðani til Skotlands
og kemur í dag aftur av
fyrsta túrinum til Is-
lands. Í kveld fer hann
so aftur til Noregs og
Danmarkar
Strandferðslan hevði
ongi endalig tel fyri
fyrstu túrarnar hjá
Smyrli, tá vit spurdu
mánadagin.
49 gistu á politistødini:
Teir flestu
um 20 ára aldur
Teir flestu av teimum
19 monnunum. sur
politiið í Klaksvík ga
innivist 1 Norðova-