Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-06-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juni 1980síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 44 — 7. mai 1980 serliga hegt, og hava víst seg at hava verið góð á ringum botni, og til fisk, sum ikki stendur heilt nær botninum, kanska serliga upsa, hýsu og kongafisk. Men eisini er tað gott at veiða tosk við. Hetta trolið verður nógv brúkt í Feroyum. Eftirhondini brúka allir føroyskir is- fiskatrolarar júst hetta trolið. Tað er roynt í royndarbrunninum í Fuglafirði og teir hava gjert fleiri hundrað av hesum trolinum. — Nú eru vit komnir á marknaðin . á eðrum, sigur Olaf Olsen. Føroysk skip fiska saman við út- lendskum skipum, og útlendingar hava lagt til merkis, at tey føroysku trolini eru betri at fiska við. Hetta hevur fingið teir at keypa føroysku trolini heldur enn teirra egnu trol. Miðvingar frammalaga Eitt av teimum serliga áhugaverdu føroysku virkjunum á framsýnirg- ini er J.K. Joensen og sonur úr Miðvági. Virkið hevur hesi ,sein- astu 25 árini framleitt amboð og maskinur í samband við fiskiveiðu við snellu, línu, gørnum og troli. Seinasta bragdið hjá virkinum í Miðvági var at smíða ein tarabát til nýggja taravirkið á Strondum. Vit hittu stjóran á virk- inum, Bjarna Joensen, sum eisini er formaður í Feroya Ídnaðarfelag. Hann hevði nógv um at vera, tí har komu bæði portugisar, japanesar, New Zeelendingar og aðrir at fregnast um hesar snotuligu aluminiums snellurnar. Amatørar at selja — Vit hava ongantíð lut- tikið á tílíkari framsýning Trygvi Jo! ialuri við tílíkum álvara sum nú. Fyrr hava vit bert verið við fyri at vísa at vit eru til, men ikki roynt nakað, sigur Bjarni Joensen, og heldur fram: — Vónandi kunnu vit fáa okkurt veruligt burt- urúr hesaferð. Vit sjálvir hava so sarniliga eisini nógv at læra av framsýn- ingini. Tað at duga at selja sína veru, eru vit bert amaterar í enn í mun til aðrar. So her hava vit nógv at læra, sigur Bjarni Joensen. Tað mesta av tí, sum virkið í Miðvági framleiðir og kundi havt áhuga fyri aðrar er við á framsýning- ini. Har eru bæði manuell- ar og hálvautomatiskar snellur. Teir eru annars í ferð við at gera eina heil- automatiska snellu, men hon er ikki heilt liðug enn. Síðani eru linuspøl, trolspøl o.a. Bjarni visir å, at ein portugisi, sum sjálvur handlar við fiskireidskapi, hevur víst linuspølunum stóran ans, so áhugin er heilt víst til staðar Vilja byggja fiskifer Á framsýningini eru eisini myndir og tekningar av nýggja tarabátinum, sum herfyri varð sjósettur. Uppá fyrispurning, um virkið hevur í kvittanum at gera fleiri bátar, sigur Bjarni, at teir arbeiða við ætlanum at útvikla eitt fiskifar til serstakliga at veiða við línu og snellu. Hetta kann kanska eisini seljast til aðrar tjóðir. Stjórin á virkinum í Miðvági sigur vidari,at nógva staðir er rættiliga stórur áhugi fyri at fiska við húki, og har skuldu føroyingar havt tann fyri- mun, at vit kunnu lata bæði skip og alt tað, sum »sen millum áhugaðar gestir skal brúkast umborð á ein- um tílíkum fiskifari. Enn er nyggja båta- slagi, sum ætlanin er at byggja í Miðvági, bert á tekniborðinum. Rationalisering og góðskan Bjarni Joensen sigur víð- ari, at teir hava eisini meguleikar at fara í gongd við okkurt heilt nýtt. Hann sipar við hesum til, at vit vanliga bert hugsa um at byggja eitt skip og so hava okkurt á dekkinum. Hvussu fisk- urin verður hagreiddur og um hann verður arbeiddur nóg rationelt, verður hugsað minni um. Her heldur Bjarni, at vit hava meguleikar, og tað er júst hesar møguleikar, sum J.K. Joensen og sonur ætla at arbeiða við í fram- tíðini. — Ov nógv rationaliser- ingstiltøk hava ligið á láni Feroyum av tí at tað loysir seg ikki at gera nakað. Talan er oftast bert um eina kostnaðarmikla ílegu, sum man einki fær afturfyri aftur. Neyðugt er tí við sterri samarbeiði í Føroyum, skulu vit m.a. fáa betri góðsku á fiskin- um, sigur Bjarni Joensen í samreðu við Sosialin. Fyrstu ferð Skála Skipasmiðja luttekur Vit hittu eisini stjóran á Skála Skipasmiðju, Óla Zachariasen. Hetta er fyrstu ferð at teir luttaka á tílíkari framsýning. Teir fingu tilboðið um at vera við, og tóku av. — Tað ber illa til at vera einsamallur við á tílíkari framsýning, men í felag Treat Factory Frá føroyska básinum kann nógv gerast, sigur Óli Zachariasen. Sjálvur heldur hann, at tað hevur stóran týdning, at kunnu vísa eðrum tjóðum, at vit eins væl og aðrir vit kunnu framleiða fiskifer og farmaskip. Í dag hevur Skála Skipasmiðja annars tveir sáttmálar um nýbygning- ar. Tað er eitt fiskifar, sum er systurskip til Suð- ring, og síðani ein frysti- bát. Hesi arbeiði byrja í næstum, upplýsir Óli Zachariasen, og sigur annars, at teir í løtuni eru í samráðingum við aðrar um nýbygningar, men enn fyriliggur einki endaligt. Kostar um 400.000 kr. Vit tosaðu eisini við Trygva Johansen, markn- aðarfulltrúði í Keyp- mannahavn, ið er tann, sum hevur tikið stig til feroysku luttøkuna, og annars hevur staðið fyri fyrireikingunum. Trygvi heldur fyri, at tað sýnist, sum at áhugin fyri feroyska básinum er sterri enn fyri nekrum eðr- um bási á framsýningini. r Básasmiðirnir — £igroup group Teir á básinum hava verið samráðingum við bæði New Zeelendingar, canadi- ar og aðrar áhuga fyri meguligum lidnum, sterri projektum ur Førovum. sum hava Ungir føroyingar bygt båsin upp Á båsinum er ein risatekn- ing av einum skurði av einum føroyskum fiski- skipi, soleidis at ein sær arbeiðsgongdina umborð á skipinum Tað er Magni Dals- gaard, ið lesur til arkitekt í Keypmannahavn, sum hevur gjert hesa tekning- ina. Magni, sum annars hevur staðið fyri megin- partinum av uppsetingini, verður skjótt liðugur sum arkitektur. Hann hevur valt at spesialisera seg innan »industrielt de- sign«. Vit hittu eisini Magna Dalsgaard: — Trygvi bað meg um at gera okkurt til hesa framsýningina og eg før beinanvegin ut til Inga Joensen, grafikara, tå eg hevði gjørt ta fyrstu skits- una, og spurdi hann, um hann ikki hevði nekur Ífaroese Faroese Faroese group uppskot. Soleiðis byrjaði samarbeiðið okkara mill um, og seinri kom eisini Janus Serensen, sum júst er liðugur sum arkitektur okkum til hjálpar Um feroyska básin er annars at siga, at hann er ein av teimum vakrastu Fólk tora at koma inn á hann, tí hann er opin, og fólk hava meguleika at koma igjøgnum hann uttan at koma inn í eina blindgetu. Hann er rólig- ur, hevur teir tríggjar litir- nar reytt, blátt og hvítt. Sluppin Feroyska sluppin West ward Ho helvur eisini verið við á framsýningini Ikki so at skilja, at hon hevur staðið í Bella Centr- inum. Sluppin hevur ligið við teym á Larsens Plads í Keypmannahavn allar dagarnar. Har hevur eitt ótal av fólki, bæði fer- oyingar og útlendingar vitjað. Framsýningin Bella Centrinum endar sunnu- dagin. Ætlanin er at før- oyska sluppin skuldi fara heimaftur í dag, leygar- dag Ba = Port“ , 3 me t