Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-06-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juni 1980síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

eftir N. J. Nolsee: Nr. 50 — 28. juni 1980 Vit eru við at villast av leið og missa ansin fyri náttúru okkara, hvors náttúrliga ríkidomi vit tránýta Tað er ein vakran morgun : mai mánað. Mær leingist eftir at koma út í kvirruna og einsemi, og havi meg eftir einari leið, sum eg ikki havi gingið í skjótt 30 ár, upp um fjall, fyrst upp á Borgarknapp, og síðan oman á Vatnsnes. Leiðin gekk úr Tippi- num beint niðan á hamar- an, sum dagar móti luftini ovast á fjallinum, tað var eisini stavnhaldið í ungum arum. Á hesi snimmu morgunstund er bygdin har niðri kvirr. uttan um meg hoyrist bert fugla- songur og seyður, ið jarm- ar, og sólin stavar av blá- um himni, har ikki skýggj- kloddi er at hóma. Eg sangi upp á Vágsfelli, nið- ur aftur í Vágsskarð, har arðarnir standa. enn so snøggir, og vísa leið norð- reftir, so upp á Hvann- elli, niður aftur á reðina og eftir henni upp á Borg- arknapp. Og avbera vekur er sjónin higani hesa sål- miklu, stillu morgun- stund. Vestanfyri reðina, niðanfyri meg. liggur tað ovasta av vetnunum. sum renna oman í Botn, Tinda- :íðsvatn og eystanfyri og nogv longri niðri tey try vetnini: — Bessavair, Miovavatn og Vatnsves Legið er tað sum h stødini, har ein hevdi sina zongd sum barn og ungur. nå, ein er vorðin nakað eldri, kalla minnini fram og draga at sær. Men hetta er ikki ókent sålar- es1 freðisligt fyribrigdi. Tú finnur ikki teg sjálvan, finnur ikki styrki aftur, fyrr enn tú identificerar teg: ger teg til eitt við hetta langt síðan farna. Ert tú eitt menniskja við einari humanistiskari lívsáskoðan. teirri áskoð- an, at endamálið má vera at stremba eftir livsdygd, heldur enn at vera mikil í vavi í tí materialistiska heiminum, má vera at fremja sítt eginvirði sum menniskja, heldur enn bert at vera ein liður í ein- um eirindaleysum fram- leiðslutóli, ja, so kennir tú teg fremmandgjerdan í tíðini og leitar aftur til tey árini, tá alt kendist sum eitt samljóð, menniskja og náttúra, lívsháttur og hugsunarháttur. Eg eri komin upp á Borgarknapp. Serliga væl minnist eg einaferð vit vóru her. Tað var í bar- dagaárunum. Vit lógu í skótalegu á Marknoyri og vóru á veg. við Thulesen, presti, á odda, til Fámjins, haðani við báti aftur á Eiði. Men bæði áðrenn ta íerðina og mangan síðan varð farið henda veg. og navnið varð skorið í onkran steinir her Øfera vakurt er útsýnið hiðani. Janus Djurhuus tekur soleiðis til í einum >...og blånadi víður er oyggjanna kransur ein morgunføddur álvanna dansur Tó sker tað í hjarta at hvussu síggja. manna- hendur hava haggreitt Vatnsnes, henda yndis- heim okkara sum bern og ungir, síðan vatnið var lagt í spennitroyggju. fyri at nøkta stødugt vaksandi tørv menniskjans eftir ravmagni Eg fari av Borgarknappi aftur, og fyri at fylgja teirri gomlu getuni, so fari eg aftur í Vágsskarð og haðani eftir gøtuni við varðunum, oman Porker- ishagan móti Vatnsnesi. Enn hómast getan í stød- um, men hon vil hvørva, ti nú traðkar mannafótur ikki hana longur. Manna- fótur traðkar istadin á speedaran Ein kennir seg so lættan og frian, nú ein gongur her. Men tó er tað nakað, sum órógvar. Eg komi at hugsa um tær kenslurnar sum St. Steænsen Blicher lýsir i kendu stuitsøguni »Hosekræmmeren« Li Blichers var mangar gleð- isleyst, hann siapp sær , Dúrtur í ODVEL, JE & í ia tuna i Ler daleysu, ;jutsku hej kendi hann y - Kend! Dann seg lært n um an um ! jarta og frian su: men hendi tað so, at eyga hansara í sjór arringinum tekti eini hús tá kyknaði tað heduinin, ? ynski huga hansara: gævi hasin mannabústaðurin ikki var har, tí har berjast tey eis- ini um titt og mítt. Somu kensju havi eg, nú eg gangi oman móti Vatns- nesi: gævi mannahond ikki hevði verið her og beit hesa vekru náttúru, sum hevur ligið ótamd, alt frá upphavinum av. Men her er framvegis ein vakur blettur, sum kann geva frið og vekja gomul minnir. Fátæk eru vit. og grunt er tað lendi, vit vuksu upp i, kenna vit okkum ikki knýtt at barnaverð okkara. Og nú eg standi her, rennur mær, sum so mangan áð- ur, í huga eitt erindi úr einum sangi av Jeppe AAkjær: Hvad var vel í verden det fattige liv med al dets fortærende tant, om ikke en plet med en dal og lidt siv vort hjerte i skælvinger bandt Om ikke vi drog fra det yderste hav for bøjet og rynket at stå og høre de kluk de mindernes suk fra bækken, vi kyssed som små Og rætt er tað. I minnis- goymslum tínum hevur hesin blettur ligið væl vardur og hjúklaður um sum nakað heilagt at kalla. Men hvat sær ein nú. Vatnið og næsta um- hvervi tess avskeplad, profanerað. Í heilaga navni tekniska og figgjar- liga framburðsins er her bygd ein betongbyrging tvørtur um niðara enda á vatninum, og tå lítið vatn er, sæst nu, istadin fyri ta vøkru vallingina oman móti vatninum, bert hegir mold- og mórubakkar. Men vit mugu ásanna, at framburðurin krevur hetta, og ti neyðtaka vit fyrilitaleyst náttúru okk- ara, ti tað er tað við gera, tå vit nýta vald móti ein- ari livandi veru, sum ikki fær vart seg sjálva. Vit eru við at villast av leið og missa ansin fyri náttúru okkara, men tó kallar hon á okkum aftur: eg eri ein livandi vera, og tað umhvervi sum tit dagliga ganga í, tann vak- urleiki sum gleðir tykk- um, sum fyllir sansir tykk- ara, gevur tykkum sálar- liga orku og livsdirvi, tað er búni min: fuglameingi. vetnini, beurin, áirnar, og tað vilja tit oyðileggja. ' Nú fingu vit eitt nátt- úruverndarfelag, og tað var i tøkum tíma. Og eis- ini var tað gott, at ávísir fuglastovnar vórðu friðað- ir, men tað tænir ikki pol- itikarum okkara til heið- urs, tvørturimoti, at tað næstan skuldi so mikið sum ein avoyðing til, áðr- enn henda friðing bleiv veruleiki. Ei heldur semir tað seg politikara at standa á tingsins rødara- palli, og tosa um tann seguliga rætt føroyingar altið hava átt, at fara á flot við byrsu og snaru og veiða fugl Bæði hjá politikarum og hjá okkum øllum skal ein grundleggjandi broyt ing til, í hugsan okkara viðvíkjandi, og uppfatan okkara av náttúruni. — Náttúran var her í sinum lidna búna, áðrenn manna- fótur nakrantíð hevði stig- ið á føroyska grund. Og í útvið 1100 ár hava fólk her á landi livað í samljóð við náttúruna, hava notið av rikidømi hennara uttan at órógva ia økologisku javn- vágina. Men nú er tað ikki nokk. Nú skal hon takast við valdi, náttúrliga ríki- demi hennara tránýtast Tíðin, framstigið. livifót urin, krevur tað Tann norski professarin í heimsspeki, Arne Næss, tekur í bók síni »Økologi, samfunn og livsstil« nak- ad soleidis til, at tann um- hvørvissreppa, sum hevur tikið seg upp um allan heim, gevur mannaættini eitt sera gott hevi til at opna seg fyri, og at ogna sær tey virði, sum átrún- aður og heimspeki higartil i fånytis hava vist á. Vit eiga at duga at siggja, at henda kreppa sum loysn visir á eitt samfelag. har menniskju liva meiri litil- láta, liva eitt lív merkt av ansni fyri, og kærleika til andilig og mentunarlig